Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. august 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 65 — 22. august 1979 MB—ÍF 0—2 (0—0) — Vit vóru hepnir at vinna segði venjarin hjá ÍF eftir dystin í Miðvági — IF vann ein hepnan sig- ur á MB í einum herðum og spennandi dysti. Hetta segði venjarin hjá IF, Ronny Gunnarson, eftir dystin í Miðvági sunnudagin millum MB og IF. IF vann dystin við tveimum málum móti ong- um, eftir at steðan í hálv- leikinum var 0—0. Dysturin varð leiktur í allarbestu líkindum, og hevði ein hópur av áskoð- arum leitað sær oman á vellin. Dysturin var leik- liga sæð ikki serliga góður í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki kom meiri ferð á, og her sást tú til síðst heilt góðan fótbólt. Í byrjanini av dystinum var lítið og einki skil á. Bólturin varð sparkaður sum best bar til, og av tí sama var heldur einki veruligt álop fyrr enn eitt korter var leikt. Men mál kom einki. Bæði liðini hevdu í hesum hálvleikin- um nøkur álop, og var ser- liga Sámal á Vágalið ó- heppin ikki at fáa mál. Eisini Meinhard Dalbú hjá ÍF kundi við eitt sindur meiri hepni fingið okkurt málið. Seinni hálvleikur Beinanvegin, seinni hálv- leikur byrjaði, sást, at nú ætlaðu leikararnir at lata eina avgerð falla í dystin- um. Spælið gjørdist nógv skjótari, og vóru fleiri sera vandamikil álop frá báð- um pertum. Í 12 min. var MB nær við at koma framum. Teir eru í álopi í vinstru síðu, ÍF-leikari sparkar bóltin útfrá málinum hagar Valdemar á Legmansbe hjá MB stendur, og spark- ar hann bóltin móti mál- inum. Bólturin rakti yvirliggjaran og stakk aft- urum. Lítla letu seinni var Meinhard Dalbú aftur upp á spæl, men hesa ferð bjargar málmaðurin hjá MB, Harry Ellefsen, til horna. Soleiðis gékk spælið alla tíðina, og sá tað út til, at MB pressaði meir og meir ÍF verjuna, tó uttan at teimum eydn- aðist at fáa bóltin igjøgn- um. IF mál Júst sum tað sær út til, at MB fer at vinna dystin, fær ÍF sítt fyrsta mál. Tað verður demt fríspark einar 20 metrar frá málinum. Áku tekur sparkið, men bólturin fer út aftur og verður lagdur inn fyri aðru ferð. Har hendir ein mis- skiljing millum málmann- in og ein verjuleikara, so- leiðis at Meinhard Dalbúð kemur ímillum og setur bóltin í netið.. Hetta hendir, tá 8 min. vóru eftir av dystinum. Hetta gjørdi, at skelkur kom á miðvingar, og ikki meira enn 3-4 min. seinni kemur næsta málið. Aftur hesaferð er tað Meinhard. Hann fær bóltin úr høgru síðu, blívur einsamallur og ivast ikki, men skorar til 2—0 til ÍF. . 2—0 sigurin hjá ÍF kann sigast at vera hepp- in, um ein hugsar um mål- møguleikarnar. Men samstundis vóru hetta tvey sera týdningarmikil stig hjá ÍF. Teir hava nú ógvuliga stóran meguleika at vinna FM- heitið. Hevdu teir ikki vunnið dystin í Miðvági, var ivasamt, fivussu endin hevði verðið. Sosialurin spurdi venj- aran hjá ÍF, hvat hann helt gjørdi at IF vann dystin. Til hetta svarar hann, at verjan stóð seg væl, kanska serliga Her- man Midjord, og at teirra »system« var betri enn miðvinga. Hann leggur afturat, at MB avgjert var vandamiklari í álopinum, og at serliga Sámal á Vágalið var óheppin. Spurdur, hver verður fer- oyameistari, svarar hann at avgerðin helst ikki fellur fyrr enn í seinasta umfarinum. — Um ÍF vinnur, hevur hetta ikki bert týdning fyri fuglfirðingar, men fyri allan føroyskan fótbólt, sigur Ronny Gunnarson at enda. jem TB—KÍ8—1(6—0): TB vann tryggan sigur Lítið av fólki var samankomið á Sevmýru tá 1. deildardysturin millum TB og KÍ byrjaði. Líkindini vóru annars góð at spæla í Tvøråmenn fingu ta bestu byrjanina og trýstu teir beinanvegin klaksvíking- ar oman í egna brotsteig teirra. Fyrstu min. hevði TB nógv vandamikil álop og sást beinanvegin hver fór at vinna. Rógvi hol á Longu í 4. min. fær TB fyrsta málið. Ungi fram- herjin Rógvi Thorsteins- son er fríur í brotsteigin- um og langar til. Bólturin rakar stólpan og stekkur út aftur til Rógva, sum hesaferð setur bóltin trygt í netið til 1—0. 2—0 Í 10. min. økir Trónd Nolsøe til 2—0. Hann fær ein høgan bólt inn í brots- teigin og ivast ikki, men skorar trygt uttan møgu- leika hjá Jógvan Linklett at bjarga. 3—0 Í 19. min. er tað tvíburðar- breðurnir, ið ekja til 3—0. Trónd fær bóltin úti í vinstru síðu, spælir beiggjan Ásmund frían í hegru síðu og skjýtur Ás- mund beinanvegin. 29. min. Aftur hesaferð eru Trónd og Ásmund uppá spæl. TB fær horna og endar bólturin hjá Trónd, ið leggur bóltin inn til Ás- mund, ið økir til 4—0. Brotsspark Í 29. min. fær TB brots- spark. Trond er sloppin inn um Kl-verjuna, men komin inn i brotsteigin verður hann feldur aftan í frá og bríkslar dómarin Martin á Mýruni fyri brotsspark. Brotssparki setti Tróndur sjálvur í netið. Síðsti minutturin Í 45. min. er tað saman- spælið millum Trónda og Henning Sejstrup, ið gev- ur mál. Trónd hevur bóltin inni í brotsteiginum, spæl- ir út til Henning, ið er á sjálvum brotsteiginum og áðrenn tað eydnast Jógvan Linklett at reagera, er bólturin í net- inum. Seinni hálvleikur Seinni hálvleikur var 13. min. gamal tá TB fekk sjeynda málið, og varð hetta skotið uppá brots- spark. Tróndur skjeyt, men Jógvan Linklett bjargaði. Linjuverjin, Annfinn Ziskasen demdi umaftur, sum rætt var. Málverjin hevði flutt seg áðrenn skotið varð. Hesa- ferð er tað Rólant, ið fær meguleikan og misnýtti hann hann ikki, men setti bóltin í netið til 7—0. 8—0 Í 34. min. fær TB óbein- leiðis frispark í høgru síðu árakað brotsteigin. Henn- ing Sejstrup skjýtur beint á málið har Jógvan Lin- klett metir bóltinum og stekkur hann út til Jack, ið skorar til 8—0. KI-mål Í 40. min. fær KÍ frispark í vinstru síðu nærhendis brotsteiginum. Bólturin kemur í knæhædd í brots- teigin til Bigga, ið reduserar til 8—1. Samanumtikið kann sigast um dystin, at hann var ikki av teimum bestu og kemur hetta meguliga av tí stóra málmuninum. Í fyrra hálvleiki leikti TB væl, leikararnir funnu væl hvenn annan, skiftu væl síðu í síðu, men í seinna hálvleiki dovnaði spælið og sóust fyri tað mesta til- vildarligir bóltar ístaðin fyri tey væluppbygdu álopini í fyrra hálvleiki. Hóast stóra málmunin bardist KÍ allan dystin og vóru sera óhepnir ikki at fáa fleiri mál. T.d. stóðu teir tvær ferðir fyri opnum máli, men skutu báðu ferð- irnar við síðuna av. J.D. Kappróðrarúrslit Seinasta vikuskiftið skip- 3. Hósvíkingur aði bygdarhúsnevndin í Kollafirði fyri ítróttar- 6-mannafør, Old-girls: stevnu. 1. Kollfirðingur Á skránni sunnudagin 2. Hvessingur var m.a. kappróður og gjørdust úrslitini hesi: Gomul 6-mannafer: 1. Falkur 5-mannafer, gentur: 2. Komet 1. Svanur 2. Báran Gomul 6-mannafer 3. Junkarin Old-girls: 1. Falkur 5-mannafer, dreingir: 2. Komet 1. Svanur 2. Junkarin 8-mannafer: 3. Báran 1. Lorvíkingur 4. Sílið 2. Víkabáturin 3 Kvívíkingur 6-mannafør: 4. Oyndri 1. Kollfirðingur 2. Hvessingur 10-mannafør: 6-mannafør, Old-boys: 1. Hvessingur 2. Kollfirdingur 1. Havnarbåturin 2. Skålabåturin 3. Nordingur 4. Eysturpyingur Kappsiglingin Seinasta sunnudag varð skipað fyri árligu kapp- siglingini inni á Skálafirði. Í ár byrjaðu teir fimtan luttakandi bátarnir við Hvítanes og siglt varð inn á Skålafjørdin, har málið var í Oyrunum á Toftum. Tríggir teir fyrstu bát- arnir vóru í ár vórðu hesir: 1. Pluto av Skála 2. Aldan av Selatrað 3. Koltursbáturin úr Kollafirði og fingu teir allir steyp til ognar, meðan vinnandi báturin, Pluto, eisini fekk ferðasteyp í varðveitslu til næstu kappsigling.