mikudagur 22. august 1979síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 65 — 22. august 1979
sosialurin
B36— VB 2—2 (0—0):
Leikliga var dysturin
ikki av teimum bestu
— Men hann var harafturímóti spennandi og undirhaldandi
við nógvum målmøguleikum til bæði liðini
Í fyrra hálvleiki av 1.
deildardystinum millum
b36 og VB á ovara velli í
Gundadali seinasta
sunnudag, var klárur
himmal, sólin skein og
luftin var lýggj.
Bæði spennandi og
undirhaldandi
Um hetta ávirkaði leikar-
arnar skal ikki verða sagt,
men hóast leikdygdin ikki
var av teimum bestu,
góvu liðini okkum ein
spennandi og undirhald-
andi fyrra hálvleik, har
álopini skiftu úr máli í
mál. Eitt restaði tó, og
var tað at nakað av liðun-
um fekk mál. Ikki vildi
bera til sjálvt um bæði lið-
ini høvdu fleiri stak góðar
meguleikar. Endaðu skot-
ini ikki við síðuna av mál-
unum, vóru tveir sera góð-
ir málverjar til reiðar at
bjarga, Mikkjal Mikkel-
sen í VB-málinum og
nýggi B36-málverjin, 17
ára gamli Jan Ahlberg, ið
stendur lítið, um nakað,
aftanfyri Bjarna av Steig,
ið er farin til Danmarkar í
lestrarørindum.
Urslitid av fyrra hålvleiki
gjørdist javnleikur 0—0,
og vónirnar um at okkurt
mål skuldi koma i seinna
vóru stórar hóast tað, at
veðrið broytti seg í hálv-
leikssteðginum. Tað legð-
ist so nógvur mjerki yvir
Gundadal, at tú í letum
neyvan sást úr einum mál-
inum í hitt.
Sviku ikki
vónirnar
Liðini svíktu ikki vónir
okkara um at fáa mál at
síggja. Tá seinni hálvleik-
ur var fimm min. gamal,
fekk B36 bóltin í netið,
men hetta mál varð,
orsakað av rangsteðu,
kolldømt.
Men bert tveir min.
seinni eydnaðist tað Oddi
Johansen at leggja B36 á
odda. Hetta mál kom tá
Oddur skjeyt gott, hart
skot av sjálvum brotsteig-
inum inn undir tverstong-
ina.
Góða letu
Aftaná hetta mál hevði
B36 eina góða letu við
yvirvág í leiki, og vóru
álopini á VB-málið mong
og nærgangandi, men ikki
eydnaðist at fáa bóltin í
netið og tá tað hevði eydn-
ast VB at vart fyri nær-
gangandi álopunum, ið
m.a. góvu 3-4 hornasperk,
vunnu teir sær so líðandi
sterri lut í leiki og komu
longur fram á vell og í 14.
min. endaði hetta eisini
við at Mannbjern Tausen
skjeyt avbera gott lang-
skot úr vinstru síðu í netið
til javnleik 1—1.
Mannbjørn
og Fróði
Hetta javnandi málið err-
aði VB uppaftur og í 21.
min. var Mannbjern aftur
uppá spæl. Hann trekti út
í vinstru síðu, rak framvið
tveimum B36-leikarum og
lyfti bóltin væl innfyri
málið til Fróða Thor-
steinsson, ið lættliga
»headadi« bóltin í netið
tætt fram við høgru stong
til 2—1 leiðslu til VB.
VB-mál??
Bert tveir min. seinni
javnaði B36 við einum
máli, sum VB-verjan átti
sterstu skuldina av.
VB-leikari skal langt úti
frá leggja bóltin aftur til
Mikkjal í málinum, men
sær ikki at bæði Leo Poul-
sen og Eyðun av Reyni
standa væl fyri at renna
inn. Skotið verður so veikt
at Leo sær bótin áðrenn
Mikkjal, men Mikkjal fær
tveitt seg og bjargað skot-
inum frá Leo. Bólturin
stekkur út til Eyðun, ið
eisini roynir seg við skoti,
men enn einaferð tveitir
Mikkjal seg niður í skotið
og stekkur bólturin nú
yvir móti vinstru mål-
stong har Leo púra einsa-
mallur kann skumpa bólt-
in seinasta stykkið inn í
tóma málið.
Góð álop —
ongi mál
Restina av dystinum
skifti leikurin millum bæði
liðini, men tað eydnaðist
hvergum at skora, sjálvt
um málmeguleikarnir
vóru fleiri. Sostatt deildu
liðini stig og mál og hevur
B36, ið liggur á fjórða sæti
í landskappingini nú 9
stig, meðan VB, ið er
nummar 6, eins og MB, ið
er nummar 5 og KÍ, ið er
nummar 7, hevur sjey
stig.
Ikki kann sigast annað
enn at 2—2 javnleikur var
rættvísasta úrslitið av
hesum stak undirhaldandi
dystinum.
Sum áskoðari kann tað
mangan vera eins stutt-
ligt, um ikki stuttligari at
Ikki tær stóru broytingarnar
Tíggjunda leikumfar broytti ikki raðfylgjuna í 1. deild
ÍF er framvegis á odda í
fyrstu deild og væl á veg
móti fyrsta føroyameist-
araheitinum.
Torferur dystur
Tað var tó sera torfert hjá
ÍF at vinna á MB sunnu-
dagin og harvið varðveita
einsamøllu oddastøduna.
Ikki fyrrenn åtta min.
vóru eftir at leika, eydn-
aðist tað ÍF at fáa fyrsta
málið og aftaná dystin
segði svenski venjari fugl-
firðinga, Ronnie Gunnar-
son, at teir hevdu verið
hepnir at vinna dystin, og
at tað einsvæl kundi verið
MB, ið vann hann.
Stórur málmunur
Var tað trupult hjá odda-
liðnum ÍF at vinna dystin
móti MB, so høvdu tverá-
menn á eðrum sæti har-
afturímoti = als ongar
trupulleikar at vinna
teirra dyst móti KÍ, sum
teir jú leiktu javnt móti í
vár. Teir vunnu við átta
málum móti einum, aftaná
at teir í hálvleiki hevdi
verið á odda við seks
málum móti ongum.
Hesin stórsigur gjørdi at
TB betraði um málmun
sín við sjey málum, og er
hann nú + 22, meðan ÍF
»bert« hevur + 16 og HB
+ 17.
Spennandi verdur nu at
siggja um hesin målmun-
ur í síðsta enda kemur at
avgera nakað.
Meguleikarnir
minkaðu
Fingu bæði tey fremstu
liðini bjargað sær tvey
stig hver, so eydnaðist
hetta ikki fyri nummar
trý, HB, sum inni í
Runavík leikti javnleik
0—0 móti botnliðnum
NSÍ. Sostatt fekk HB bert
eitt stig og minkaði hetta
nógv um meguleikarnar at
varðveita meistaraheitið;
teir eru nú trý stig aftan
fyri ÍF og tvey aftanfyri
TB og resta enn at leika
móti hesum báðum liðun-
um, sum jú bæði vunnu
landskappingardystir
teirra móti HB í vár.
Niðuraftur í
aðru deild
Tað er nú nærum avgjert
at NSÍ aftur noyðist at
flyta niður í aðru deild.
Seinasta mikudag taptu
teir á útivelli við einum
máli til KÍ og fingu nú
bert eitt stig og hava teir
nú einsamallir í botninum
bert trý stig, meðan liðini,
ið liggja beint framman-
fyri, hava sjey stig hver,
og ikki kann roknast við
at NSÍ klárar at vinna
hetta innaftur.
Steðan
Aftaná teir fýra dystirnar
um vikuskiftið, MB—ÍF
0-2, TB-KÍ 8-1.
NSÍ—HB 0—0 og B36—
VB 2—2, er steðan í fyrstu
deild, nú, tá 10 leikumfer
eru lokin, hendan:
ÍF 10 22—6 17
TB 10 33—11 16
HB 10 30-13 24
B36 10 14—21 9
MB 10 16—20 7
VB 10 15—26 7
Ki 10 14—27 7
NSÍ 10 7-27 3
siggja slikan dyst vid
kvikum, skiftandi, ågang-
andi ålopum, framum stak
góðar avleveringar, ið al-
tíð liggja har tær skulu,
um hetta spæl bem fyri-
gongur á miðvellinum og
ikki framman fyri málun-
um.
jk.
ITROTTARBRØV
Skal grein 13 i
kappingarreglunum fyri
fótbólt strikast?
Á seinasta ársfundi hjá
fótbóltsdeild ÍSF var
semja um at felegini
umframt ta vanligu
dómaratilmeldingina
eisini skuldu tilmelda
eina dómaratrio fyri
hvert liðið felagið hevði
í 1. og 2. deild.
Hetta er ein góð
skipan og er eitt stig á
teirri rettu leiðini, men
har er eitt stórt men.
Í frágreiðing forman-
sins til aðalfundi ISF's
4. februar 1978, ið mær
vitandi er tann síðsta
ið komin er, stendur á
síðu 64 niðast grein 13 í
kappingarreglunum
fyri fótbóltk: Seinasta
reglubrot av hesi grein
er soljóðandi:
»Heimafelagi3 skal
seta seg í samband við
dómaran til ásettan
dyst í seinasta lagi
tríggjar dagar áðrenn
dystin fyri at vissa sær
at alt er í lagi«.
Í lógini stendur einki
um straffin fyri brot á
hesa grein, men er
hetta nakað, ið má
koma sum skjótast tí
ikki ell felegini taka
hesa reglu fyri fult.
Taka vit t.d. dystin
næstseinasta sunnu-
dag millum 1. deildar-
liðini hjá HB og B36.
Henda dystin demdu
eiðismenn, men hyggja
vit í kappingarskipan-
ina síggja vit, at trio K
eigur at dema dystin
og at trio K er av Tver-
oyri. Hetta er kanska
ikki so legið, tí vanligt
er at dómarar skifta
um dystir. Men í hes-
um tilfellinum er eðr-
vísi.
Trio K fekk eingi boð
frá heimaliðnum, í
hesum ferinum HB, og
fór tí ikki av Tveroyri.
Nú ger HB, við væl-
signilsi frá FSF, fyri at
dysturin kundi spæl-
ast, at teir boðsenda
dómaratrio av Eiði.
Tað er so mangt við
hesum, ið luktar.
Longu týsdagin
frammanundan dystin-
um segði HB-leikari, at
hann visti ikki betur
enn at eiðismenn
skuldu dema dystin og
ikki tverámenn. Tí
vilja vit seta hesar
spurningar:
1. Vildi
hava okkum?
2. Var tað tí teir ikki
góvu boð?
3. Hví konfirmerar
FSF slíkar gerðir?
4. Er tað neyðugt
framyvir hjá heimafe-
lagnum at seta seg í
samband við dómaran,
sum grein 13 ásetur?
Fyri okkum skuldi
svarið til spurning 4
verið ja, tí grein 27 í
kappingarreglunum
fyri fótbólt sigur at
hesar reglur bert
kunnu verða broyttar á
aðalfundi ÍSF's eftir
tilmæli frá ársfundi fót-
bóltsdeildarinnar, nú
FSF.
Hetta er ikki fyrstu
ferð at felag letur hánt
um grein 13 og neyvan
seinastu ferð og tá so
verkið verður væl-
signað av FSF hverja
ferð, er ongin grund til
at taka grein 13 fyri
fult. Eg haldi, at FSF
skyldar okkum eina
frágreiðing, ið vit bíða
spentir eftir.
HB ikki
Við ítróttarkveðu
Jean Dimon
Finn Thomsen