leygardagur 25. august 1979síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Á
Nr. 66 — 25. august 1979
sosialurin
Síða 3
Møguliga eru
okendar nøgdir
av høgguslokki
undir Føroyum
Tann nógva grindin bendir á hetta
Tað er ikki óhugsandi, at tað eru ótroyttir møguleikar til at veiða stórar nøgdir av
høgguslokki á djúpri vatni kring Føroyar. Tær mongu grindirnar, sum nú leggja bein-
ini i Føroyum, og tær mongu grindirnar, sum fara framvið oyggjunum, benda í hvussu
so er á hetta.
Vit kunnu nú spyrja, hví okkara trolarar tá ikki hava borið við hogguslokk longur
úti. Orsøkin er tann, at loyvdu meskarnir undir Foroyum eru ov stórir til hogguslokk
og harafturat kemur, at foroyingar ongantíð hava gjørt royndir eftir hesum fiskaslagi
og hava ei heldur nakrantid midvist roynt at veiða høgguslokk.
Vit siggja bert høggu-
slokk, tå hann kemur inn
at landi at fåa sær fødi.
Nøkur år kemur hann heilt
inn móti landi, meðan
hann onnur ár liggur
longur úti á havinum.
Tað eru nógv ár síðani,
at nógv varð at fáa av
høgguslokki á teimum før-
oysku firðunum. Í ár er
vend komin í. Fleiri
hundrað bátar royna eftir
høgguslokki og fáa heilt
fitt. Avreitt verður til
flakavirkini, sum frysta
høgguslokkin til agn.
Vit hava sett fiski-
vinnufreðinginum, Kjart-
ani Hoydal, fyrispurning-
in, um tað eru hugsandi,
at hegguslokkur finst í
stórum negdum á djúpri
vatni kring Feroyar.
Ovist
Kjartan Hoydal sigur, at
tad er 6vist. Higartil hava
ongar kanningar verið
gjerdar, um hegguslokkur
er á djúpri vatni undir
Feroyum. Tað er tó
mangt, sum bendir á, at
nógvur høgguslokkur
møguliga er undir Føroy-
um. Hóast vit ikki hava
beinleiðis vitan um hetta.
Tann nógva grindin,
sum ferðast fram við
oyggjunum og ikki minst
tann grind, sum er longur
úti á havinum, gevur okk-
um varhugan av, at nógv-
ur høgguslokkur er á hav-
leiðunum undir Feroyum.
Hevuðsfeðin hjá grind
er nevniliga høgguslokk-
ur.
Við stórum trolara
Kjartan Hoydal heldur, at
vit kunnu brúka veiðuna
eftir hegguslokki við
amerikonsku og canadisku
strondina sum demi, um
tað meguliga eisini finnast
ein ella fleiri hogguslokka-
stovnar her hjá okkum. Í
1963 var veiðan eftir
høgguslokki av sama slag
sum tann, ið vit nú hava í
Feroyum. Okkurt hend-
inga ár komu teir uppá
nekur 1000 tons. Tá var
tað, at serstakliga italiu-
menn, eystureuropearar
og japanesarar fóru at
royna eftir hegguslokki
úti á sjálvari hellingini.
Teir royndu við stórum
trolarum og eftir 10 árum
ektist veiðan til yvir
100.000 tons á canadisk-
um eki og yvir 60.000 tons
á amerikanskum eki.
Eisini við USA og
Canada er nógv grind.
Grindastovnurin norðan
fyri Feroyar er munandi
sterri. Tí er ikki óhugs-
andi, at tað má vera ein
rættiliga stórur stovnur
av høgguslokki, ið svimur
á havdýpunum norðan
fyri Feroyar.
Royndarfiskiskap
Feroyingar hava ongantíð
gjørt royndir eftir høggu-
slokki. Kjartan Hoydal
heldur, at vit áttu at gjørt
nakrar royndir at leita
eftir hegguslokki nú
meðan so nógv er til av
honum inni við land. Á
Fiskirannsóknarstovuni
hava teir tosað um spurn-
ingin. Men enn er ongin
avgerð tikin.
Tað er greitt at finna vit
stórar negdir av heggu-
slokki undir Feroyum, so
er her talan um eitt nýtt
fiskaslag, sum trolararnir
kunnu veiða við vinningi.
Alt vit veiða inni við land,
fer til agn, og har er prís-
urin 2,50 kr. fyri kg.
Hugsa vit so, at japanes-
arar hava ein stóran
heimamarknað, ið kann
taka ímóti í minsta lagi
150.000 tonsum av heggu-
slokki árliga sum mat-
veru, tá er eingin ivi um,
at prísirnir eru góðir. Sum
steðan er í dag, kunnu
japanesarar ikki metta
heimamarknaðin.
Tað skulu stór skip við
góðari togkraft til at veiða
høgguslokk. Hann svimur
nevniliga skjótari enn
annar fiskur. Hann er eis-
ini ringur at síggja. Fer-
oyskir trolarar . hava
annars fingið nakað av
høgguslokk í, hangandi í
meskunum, tá teir hava
roynt undir Feroyum.
Kjelbrotrolararnir = fingu
ofta høgguslokk í trolið, tå
teir royndu eystur úr
Fugloynni í fjørheyst.
Miðvís veiða
Vísir tað seg at vera nógv
av hegguslokki undir Fer-
oyum er greitt, at skal
nakað veruligt fáast burt-
ur úr, má ein miðvís veiða
eftir hesum fiskaslagi fara
fram. Vit eiga at minnast,
at føroyingar hava ongan-
tíð fingið nakað serligt av
svartkjafti, fyrr enn vit
miðvíst fóru at royna eftir
honum. Hetta er gongdin
við nærum ellum nýggjum
fiskasløgum, ið veidd
verða.
Minnist til útsoluna í Skeálabøðini
månamorgunin 27. august kl. 8”
1. oktober í år fær næm-
ingaskulin vid Århus
Teater nyggjan skula-
stjora. Tad er føroying-
urin Eyðun Johannesen,
sum er settur i starvid
sum nyggjur rektari eft-
ir Finn Bredahl Jørgen-
sen.
Eydun Johannesen er
41 åra gamal. Hann var i
tíðarskeiðnum 1970 til
73 lærari í næmingaskúl-
anum við Árhus Teater.
Síðani tá hevur hann
rekt starvið sum listar-
ligur leiðari hjá Havnar
Sjónleikarfelag, hann
hevur ferðast kring
oyggjarnar sum vegleið-
ari hjá ymsum sjónleik-
arafelogum og nú sein-
ast hevur hann verið ein
av manningini í sjónleik-
arbólkinum Grímu. (Les-
ið samreðuna við Eyðun
Johannesen í komandi
mikudagsblaði)