Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nógv óneyðugt og sumt heilt óskiljandi Tað hevði fíggjarmálaráð- harrin, Demmus Hentze, m.a. at siga um uppskotið frá framburðs- og fiski- vinnuflokkinum um skatting av útlendskum fyritøkum og persónum. Demmus Hentze segði seg hava skilt á Adolfi Hansen, at her var ikki talan um inntekuskatt, men um verjutoll. Og slík- ur tollur verður ásettur við millumlandaavtalum. Eisini segði landsstýris- maðurin, at teir dupult- skattasáttmálar, vit hava við fleiri lond, m.a. Dan- mark, gera tvey av teim- um trimum punktunum í uppskotinum óneyðug. Málið fór í skatta- nevndina. Í Norður- landa ráðið Tingi valdi týsdagin Er- lend Patursson og Johs. M. Olsen at umboða Fer- oyar í Norðurlanda ráð- num. tingnýtt Tiltaksfólk eru Karin Kjelbro og Agnar Niel- #2. Hilmar aftur vorðin formaður Formansskapurin í ting- inum bleiv valdur av nýggjum týsdagin. Hilmar Bech bleiv av valbólkinum millum fólkaflokkin, javnaðar- flokkin og tjóðveldis- flokkin valdur til løgtings- formenn. Næstformaður er Agnar Nielsen, sum annars hevur verið formaður, síðani valbólk- urin millum teir tríggjar landsstýrisflokkarnar slitnaði á á!av- ku. Signar Hansen (tvfl.) er fyrsti tingskrivari og Minstalønin vorðin meira aktuell Meginfelag útróðrar- manna og Fiskimannafe- lagið hava í nógv ár stríðst fyri, at minstalen- in eigur at vera nógv hægri enn hon nú er og í eðrum lagi, at hon ikki er lægri enn ein vanlig ar- beiðsmannalen. Tað er so nekulunda tað, hon er í dag. Tað er tó ikki órímiligt at umhugsa hetta her, tí tað verður steðugt meira aktuelt við minstulen, nú veiðumeguleikarnir hjá skipunum eru skerdir. Tað hendir nú oftari enn fyrr, at menn ikki fáa meira burturúr enn minstulenina Nakað soleiðis segði Oli Ivan Johannesen (sbfl.) annar skrivari. Jacobsen (jvfl) undir fyrstu viðgerð av upp- skotinum frá framburðs- og fiskivinnuflokkinum um broyting í minstulen- ini. Adolf Hansen (frb.& fivfl.) segði, at tað er ikki so stórur gravgangur longur eftir at sleppa til skips. — Hyggja vit eftir út- r6årarflotanum, so eru tað næstan bara eldri menn, sum manna hann. Onki ungt kemur til. Adolf Hansen vísti á, at lenartryggleikin á landi er vorðin nógv sterri og tí velja menn heldur at arbeiða á landi. Málið varð beint í fíggj- arnevndina. Hesaferð vóru sambandsmenn hepnir í lutakastinum A einum tingfundi herfyri vunnu Adolf og Juul luta- kastið um tveir nevndar- sessir Men tað eru ikki bara teir, sum eru hepnir. Á tingfundinum mikudagin vunnu sambandsmenn tveir sessir í lutakasti, annan í figgjarnevndini, hin í marknaðarnevndini. Ikki so galin vinningur, tí hetta eru helst týdningar- mestu nevndir tingsins. Í fíggjarnevndina komu hesir (tiltaksmenn nevndir í klombrum): Håkun Djurhuus (Øss- ur Dam Jacobsen, flkfl.), Pauli Ellefsen (Johs. M. Olsen, sbfl.), Ivan Jo- hannesen (Eilif Samuel- sen, sbfl.), Sverri Midjord (Jørgen Thomsen, jvfl.), Poul J. Olsen (Haldur Hansen, jvfl), Asbjørn Joensen (Hilmar Kass, sjfl.) og Jógvan Durhuus (Signar Hansen, tvfl.). Lutakastið var millum Ivan Johannesen og Sign- ar Hansen. Ívan vann. MARKNAÐARNEYND- IN: Jógvan Sundstein (Óli Breckmann flkfl.), Ed- mund í Garði (Eyðun Videre, flkfl.), Jógvan Ol- sen (Pauli Ellefsen, sbfl.), Eli Nolsøe (Flemming Mikkelsen, sbfl.), Haldur Hansen (Óli Jacobsen, jv- fl.), Hilmar Kass (Asbjørn Joensen, sjfl.) og Erlend- ur Patursson (Jógvan Durhuus, tvfl.). Lutakastið millum Eli Nolsøe og Óla Jacobsen vann Eli SKATTANEYNDIN: Jógvan Sundstein (flkfl.), Ivan Johannesen (sbfl.), Eli Nolsøe (sbfl), Jona Henriksen (jvfl.) og Finn- bogi Isaksen (tvfl.) sosialurin Oljuprisurin 88% upp i år | Nr. 66 — 25. august 1979 — verður 1,62 kr. um ársskiftið metur landsstýrið Tann 1. januar 1979 kostaði ein litur av brenniolju 86,5 oyru. Nú kostar hann 132,5 oyru. Og tann 1. januar 1980 kemur hann at kosta 162,5 oyru. Tað seinasta tal- ið er ein meting, sum. landsstýrið hevur gjørt. Talið er brúkt í uppskotinum til Klaksvíksulpur — góð søluvøra í Bretlandi — Einki er at ivast í, at hetta verður sera góð søluvøra í Bretlandi, sigur bretin Michael Turnbull, sum í lotuni legtingslóg um tíð- aravmarkaðan eyka- studning til fiski- vinnuna. Er meting landsstýrisins rett, hækkar oljuprísurin sostatt við 76 oyrum í ár, ella 88%. Tá Heðin Klein, lands- stýrismaður, legði upp- skotið um tíðaravmarkað- an eykastudning fram, segði hann, at feroysk fiskiskip í ár koma at lata 30 oyru meira fyri liturin av olju enn í fjer. Tað er tað, sum eftir er av hækk- ingini, tá brennioljustudn- ingurin úr landskassanum er goldin. Landsstýrið hevur nú skotið upp at hækka stud- ningin við afturvirkandi kraft frá 15. august, 42 oyru fyri liturin beinan- vegin og 10 oyru afturat tann 1. november. Skipini fáa sostatt trið- ing av tí, tey lata fyri olj- una, endurgoldnar úr landskassanum. Tað verð- starvast á Sjóklædnavirkinum í Klaksvík. — Neyðugt við útflutningi, um vit skulu yvirliva, sigur Holgar Poulsen, Sjóklædnavirkið — Á hesum eki er nú so hørd kapping, at um vit Michael Turnball við ulpuni, sum hann hevur góðar vónir um at selja í Bretlandi skulu gera okkum nakra vón um at yvirliva, verður neyðugt at systematisera framleiðsluna meira og leggja dent á útflutning, sigur Holgar Poulsen. — Vit hava í fleiri ár roynt at fingið fatur á serkenari hjálp, og er tað nú eydnast okkum. Tað er bretin Michael Turnbull, serfrød- ingur innan klædnafram- leiðslu, sum er komin higar, og eru vit nú farnir undir at leggja soleiðis til rættis, at framleiðslan verður meira systemati- serað. Vit kunnu framleiða meira uppá styttri tíð, og ger hetta sjálvandi sítt til, at vit vera enn kappingar- Verkstaðið hjá Andor Eirikstoft verður opið týsdagin og mikudagin, 28. og 29. august, báðar dagarnar. Tað, sum ikki er av- heintað aftaná hesa tíð, verður selt. =“) mæ - S<% Landskassin letur nú 42 oyru við hverjum litri av olju til skipini a 8,5 mill. kr. í tíðarskeið- inum 15. august — 31. jan- uar 1980, hevur landsstýr- ið roknað seg fram til. Brennioljustudningurin hevur síðani 1. juni verið 24 oyru. Frammanundan var hann í eitt ár 12 oyru. Sambært teimum telum, sum fyriliggja, hava skip- ini sjálvi latið 74,5 oyru fyri oljuliturin 1. januar 1979 og tey koma at lata 110,5 oyru tann 1. januar 1980. Tað eru 36 oyru meira ella ein hækking uppá 47%. ferari í prísi, sigur Holgar Poulsen. Sera góð góðska Vit hava prátað við Mich- ael og sigur hann, at tær ulpur, sum her verða fram- leiddar, er góðskuvera, og at hann hevur góðar vónir um at fáa marknað fyri tær. Fyrst og fremst í Bretlandi, har hann hevur gott samband við stórar fyritøkur. Hann fer til Bretlands i komandi mánað við teim fyrstu royndunum, har hann fer at hava tingingar við ym- iskar sølufyritøkur. frå kl. 9.00—17.00,