Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 66 — 25. august 1979 Hanus Wardum, royndarleiðari og búnaðarráðgeut: Mugu gera okkum greitt hvat vit krevja av føroyskum jardarbruki — Hvat krevja vit av feroyskum jarðarbrúki — ikki bert í dag, men eisini í framtíðini — og hvat skulu vit brúka fyri at menna hesa vinnugrein. Hesar spurningar eiga vit at seta okkum sjálvum, nú tosað verður um at útbyggja royndarsteðina og byrja búnaðarskúla. Og tað er út frá hesum fyritreytum, at vit skulu kanna, um vit kunnu finna hóskandi eki til endamálið. Soleiðis sigur Hanus Wardum, leiðari av roynd- arsteðini í Hoyvík og búnaðarráðgevi, í samreðu við Sosialin. Vit hava tosað við Hanus um arbeiðið á steðini í Hoyvík og sett honum nakrar spurningar í samband við ætlaninar at flyta roynd- arsteðina og byrja ein búnaðarskúla. Eingin framtíð í Hoyvík Fyrst spurdu vit Hanus Wardum, hví garðurin í Hoyvík ikki er egnaður til royndarsteð hjá tí fer- oyska jarðarbrúkinum? — Garðurin umboðar meguliga miðal í føroysk- um jarðarbrúki, men so- leiðis sum gongdin hevur verið í føroyskum jarðar- brúki tey seinastu 10 ár- ini, so er eingin framtíð í vanligum jarðarbrúki, tvs. neyta- og seyðahaldi innangarðs í Hoyvík. Ætlanin var tó at út- byggja royndarsteðina í Hoyvík í 1967. Projekt til hesa útbygging lá heilt klárt. Tað var royndar- brúksnevndin, ið er ráð- gevandi hjá royndarleið- aranum, sum gjerdi hetta projektið. Av onkrum or- søkum kom málið ongan- tíð á tingborð. Vit spurdu Hanus, hví henda ætlanin varð av ongum. — Eg dugi ikki at siga hví. Tað er meguligt, at teir longu tá sóu, at tað fór at verða ov trongligt her í Hoyvík í framtíðini. Hanus Wardum, leiðari av royndarsteðini í Hoyvík og búnaðarráðge-i LL ALL —Ú HH ————————NJ Í 1972 varð ein nýggj nevnd sett at arbeiða við spurninginum. Nevndin fekk eina bundna upp- gávu, sum ljóðaði: 1. Hverja bygd best hóskandi er at flyta stød- ina til 2. Um partar av steðini eiga at verða eftir í Hoyvík 3. Kostnaðar- og rakst- rarætlan fyri ymsar loysn- ingar Tað skal her viðmerkj- ast, at nevndin bert hevði tvey pláss at velja millum. Tað var Heygsgarður í Kollafirði og verandi garð- urin í Hoyvík. Eingir aðrir garðar vóru tekir tá. Nevndin býtti seg í ein minniluta og ein meiriluta. Meirilutin mælti til, at flyta alla royndarsteðina norður á Heyggj í Kolla- firði, meðan minnilutin helt, at nakað av royndar- arbeiðinum skuldi flytast til Kollafjarðar og nakað skuldi verða verandi í Hoyvík. Frágreiðingin endaði í landsstýrinum. Heygsgarður og Hoyvík Í 1976 varð ein arbeiðs- bólkur settur at arbeiða við málinum um royndar- steð og skúla. Hesin ar- beiðsbólkurin skuldi koma við uppskoti um arbeiðs- uppgávur, byggi- og kost- naðarætlan v.m. í sam- band við flyting av roynd- arsteðini í Hoyvík til Heygsgarð í Kollafirði. (Nú var bert talan um ein garð, Heygsgarð í Kolla- firði). Arbeiðsbólkurin læt í desember sama ár lands- stýrinum eina frágreiðing. Har verður m.a. sagt, at arbeiðsbólkurin er samdur um, at steðin eigur at um- fata undirvísing, royndar- brúk og harumframt vera eitt mynsturbrúk. Onnur eki, ið eru knýtt til royndarsteðina í Hoy- vík t.d. ísáðing og neyta- eftirlitið, eiga eisini at verða flutt til nýggju steð- ina. Eftir í Hoyvík kann vera gartnarí, plantuskúli og meguliga okkurt annað. Sagt verður í frágreið- ingini, at kemur ein megu- ligur landsvegur frá tunnil í Signabø at ganga igjøgn- um lendið á Heygsgarði, verður tað ikki gjørligt at nýta garðin til royndar- steð. Víst verður tó á, at landsverkfreðingurin held- ur, at tað ber til at leggja vegin styttri inn í dalin, so hann ikki tekur nakað av Heygsgarði. Annað hóskandi pláss Málið hevur síðani verið fleiri ferðir á tingborði. Hverja ferð er tað beint út aftur í landsstýrið til meira gjelliga viðgerð. M.a. bað legtingið lands- stýrið finna eitt annað hóskandi pláss til roynd- arsteð enn Heygsgarð i Kollafirði. Jarðarráðið kannaði síðani meguleik- an at fáa annan garð og kom til, at garðurin í Streymnesi var tekur til endamálið. Síðani er tað hent, at landsstýrismaðurin í búnaðarmálum hevur leitað sær serkøna hjálp frá einum íslendskum bún- aðarfreðingi. Hesin íslend- ingurin hevur gjert eitt til- mæli, har hann mælir til at brúka Heygsgarð til royndarsteð. Hvat krevja vit Vit spurdu nú Hanus Wardum, hvussu málið um royndarsteð og búnað- arskúla eigur at verða loyst. Og til tað sigur hann: — Eg meini at fyri at loysa málið í síni heild — og tá menn vita, at tað eru fleiri garðar tekir — tá átti ein árbeiðsbólkur at verðið settur umboðandi felegini, jarðarráðið og landsstýrið. Hesin arbeiðsbólkur skuldi sett sær spurning- in: >Hvat krevja vit av føroyskum jarðarbrúki, ikki bert í dag, men eisini í framtíðini. Síðani kunnu vit spyrja, hvat vit skulu brúka fyri at útbyggja jarðarbrúkið. Út frá hes- um fyritreytum eigur at verða kannað, um garður er tekur til endamálið. Bert ein meguleika — Hava aðrar nevndir, sum arbeitt hava við mál- inum, ikki sett sær hesar spurningar? — Tær nevndir, sum eru settar av tí almenna til at kanna eina útbygging av framtíðar royndarbrúki og undirvísing hjá jarðar- brúkinum, hava bert havt ein meguleika at arbeiða út frá, og tað er Heygs- gárður í Kollafirði. — Hevur hetta forðað teimum í at gera arbeiðið nóg gott? — Ja, fyri so vítt. Í hesum førinum hevur talan verið um Heygs- garð. Ein og hver kann seta sær krev og setur ein krevini so smá, so er Heygsgarður nýtiligur. Tað eru eisini vánaligari garðar, sum eru nýtiligir, men avgerand er sjálvandi, hverji krev vit seta til jarðarbrúkið í framtíðini. Eftir gongdini seinastu 10 árini, dugi eg at síggja, at tað eru ov fáir meguleikar norðuri á Heyggi. Garður í Streymnesi — Hvat er orsøkin til, at tað bert hevur verið eitt pláss at velja í? — Longu í 1937 varð avgjørt, at Heygsgarður skuldi nýtast til okkurt al- ment endamál. Tað vóru eisini fleiri aðrir garðar, sum vóru leysir tá, men allir hesir blivu festir. Í dag eru aðrir garðar tekir til endamálið, sum eg persónliga haldi hava nógv sterri framtíðar- meguleikar enn Heygs- garður. — Hverjar garðar hugs- ar tú um? — Tað er serliga garð- urin í Streymnesi, og síð- ani Dalsgarður í Skálavík, sum hava verið nevndir. — Eru eingir aðrir garð- ar tekir? — Eg rokni við, at fekk Jarðarráðið ta uppgávuna at kanna, um tað vóru aðrir garðar tøkir, so ivist eg ikki í, at tað eydnaðist at finna teir. — Átti Jarðarráðið at fingið ta uppgávuna? — Ja, so avgjert. — Hver skuldi givið teimum ta uppgávuna? — Tað skuldi landsstýr- id gjørt. Sydradalur var tøkur — Hvat plåss heldur tu sjålvur er best egnad til royndarstød og skula? — Lat meg fyrst siga, at tað fyri góðum tveimum árum síðani var meguligt at leggja royndarsteð og búnaðarskúla í Syðradali á Streymoynni. Garður var tekur, og hetta plássið hevði verið ein frálík loysn. Eisini tí tað liggur so nær Havnini, so lættari hevði verið at fingið lær- ara- og aðra hjálp til og frá. Men áhugi var ikki fyri hesum garðinum, og í dag hava vit mist tann meguleikan. Av teimum neyndu gerðunum í dag, ivist eg ikki í, at Streymnesgarð- urin er tann best egnaði. Hann hevur betri og sterri dyrkilendi enn Heygs- garður. Misskiljing Tað verður sagt í frágreið- ingini frá íslendinginum, at tað er møguligt at velta umleið 30 til 40 ha til bø á Heygsgardi. Hetta må vera ein misskiljing, ti sjålvt vid g6dum vilja fåa vit ikki meira enn knapp- liga 18 ha. I Streymnesi harafturímóti er tað dup- ulta av betri dyrkilendi. Harafturat fer Streym- nesgarðurin ikki at verða tarnaður av eðrum áhuga- málum sum t.d. vegagerð, húsabygging og ídnaðar- virkjum. Streymnesgarðurin hev- ur nógv sterri og betri haga. Har er tí betri møgu- leiki at gera royndir í hag- anum, sum gongur niður í Saksunardal og somuleið- is gongur móti Sundalag- num við einum strandaøki uppá 1400 metrar. Fiskaaling Hugsa vit nú um at tengja royndarsteðina saman við nýggjum tættum innan jarðarbrúkið, t.d. fiskaal- ing, so hevði verið møgu- ligt at samskipa ein bún- aðarskúla og ein fiski- vinnuskúla. Bygningarnir við Áir, sum landsstýrið eigur, hevdu verið væl egnaðir til skeiðvirksemi. — Eru tá eingir fyri- munir við Heygsgarði? — Jú, tað eru tað. Hann liggur nærri Havnini, so tað er skjótari at fáa fólk