Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 1979síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

.... Nr. 66 — 25. august 1979 uttanífrá. Men tað tekur bert eitt korter meira at koyra til Streymnesar, og tað haldi eg einki hevur at siga, tá samanum kemur. Aðrar fyrimunir dugi eg ikki at síggja við Heygs- garði. Sandoyggin og bygdamenning Dalsgarður í Skálavík er eisini nevndur sum møgu- ligt framtíðar royndar- brúk. Búnaðarmenn hava fert fram, at við at flyta royndarsteð og búnaðar- skúla suður í Sandoynna, er meguleiki fyri at gera ta nógv umreddu bygda- menningina til veruleika. Eiga vit at hugsa um bygdamenning og leggja hesar stovnar í Sand- oynni? — Eg eri vísur í, at tað hevði havt stóran týdning fyri Sandoynna, um steðin og skúlin varð lagdur har. Men hevði ein tílíkur stovnur kunna farið út um oll hagamørk, tá hevði Sandoyggin helst verið væl egnað til endamålid. Taka vit Dalsgarð sum hann er í dag, so eru ikki góðir meguleikar at velta í haganum. Tað, sum kann veltast, liggur langt frá garðinum. Neyðugt verður at gera langan veg til hagan. Tann innan- garåsjørdin, sum hoyrir til Dalsgarð, liggur i sjålvari bygdini, har hus eru til allar sidur. Eg dugi ikki at siggja — soleiðis sum gongdin hev- ur verid til bygging i bygdini — at nøkur fram- tíð er i innangarðsjerðini. Hevdu vit kunnað farið um mark til aðrar bóndur, so ivist eg ikki í, at vit á Sandoynni fingu ein stovn, sum hevði verið ein hin besti stuðulin hjá for- oyskum jarðarbrúki. Jarðarviðurskiftini — Er tað ómeguligt at fara um mark hjá eðrum, tá talan er um ein so týdn- ingarmiklan spurning sum henda? — Tað er ikki ómegu- ligt, men soleiðis sum jarðarviðurskiftini og jarðarlógin er í dag, er hetta ein tungur spurning- ur. — Er hetta ikki ein spurningur, sum vit eiga at taka upp til viðgerðar, um so er at samfelagið uppå longri sikt fær meira burtur ur vid at leggja eina royndarstød og bun- aðarskúla, har bygda- menningin kann bera ávekstur, og har eisini fyritreytirnar eru góðar fyri jarðarbrúki? — Jú, tað meini eg av- gjert. Tað fer at fáa onnur virði, sum vit í dag ikki duga at meta um. Skal bygdamenningin prioriter- ast í hesum førinum, so er Sandoyggin væl egnað til royndarstød og búnaðar- skúla. Undirvísingin — Tað hevur verið fert fram, at vit eiga ikki at byggja upp ein stóran og kostnaðarmiklan stovn, men heldur at leggja royndararbeiðið og undir- vísingina úti kring alt landið? — Skulu vit hava ein stovn við undirvísing, mugu vit gera nógvar royndir á staðnum. Vit sleppa tó ongantíð undan at gera royndir úti á bóndagerðunum eisini. Skulu vit hava undirvís- ing í samband við eina royndarsteð, so mugu vit fyri at fáa sum mest burt- ur úr, hava sjálvt jarðar- brúksumhvervið á skúlan- um. — Vit spurdu eisini Hanus Wardum, hvussu hann metir umsteðurnar at vera bóndi í Feroyum í dag! Til tað sigur hann: — Eg haldi ikki, at tær eru so ringar, har sum meguleikar eru fyri jarðar- brúki. Uttan um garðar- nar eru nógvir meguleik- ar. Soleiðis sum gongdin hevur verið tey seinastu árini, serstakliga hvat við- víkur lániveitingum, so haldi eg, at tað gongur tann rætta vegin. Jerðin og útbygging — Hvat eigur at verða gjørt fyri at menna land- búnaðin enn meira sum vinnu? — Tað, sum hevur sterstan týdningin, er, at tað almenna setur okkurt í gongd, soleiðis, at ell tann jørd, sum kann brúkast til landbrúk, verður sett av til landbrúk einaferð med alla. Tað má vera klárt og greitt fyri ell onnur áhuga- mál, at tann góða jerðin skal einans nýtast til jarð- arbrúk. Sum steðan er í dag, fer alt ov nógv jerð til onnur endamál. Noyddir Fer landbúnaðurin sum vinna í framtidini at fáa sterri samfelagsligan og buskaparligan tydning, enn hann hevur i Føroyum i dag? — Soleidis sum gongdin er i øllum grannalondun- um i dag, so eru vit noydd- ir at gera nógv meira við jarðarbrúkið. Tá vit hava gjørt munandi meira við hesa vinnu, serstakliga á útplássunum, trúgvi eg, at hini virðini í samfelag- num kom av sær sjálvum. Viljin — Eiga vit tá longu nú at seta fleiri ílegur í jarðar- brúkið, nú tað gongst so sosialurin striltið fyri fleiri partar av fiskivinnuni? — Tað haldi eg so av- gjørt. Eg vil siga tað so- leiðis, at tað í dag er meira lenandi at seta pening í eitt vakstrarhús enn í eitt fiskiskip. At enda spurdu vit leið- aran av royndarsteðini og búnaðarráðgevan, um fer- oyingar kunnu verða sjálvbjargnir við búnaðar- verum, varð meira gjørt fyri jarðarbrúkið? — Tað er einki at ivast i, at vit kunnu verða sjálv- bjargnir við mjólk, neyta- kjøti, grønmeti og eplum, innan 10 ár, um vilji er til tess, sigur Hanus Ward- um. Síða 7 LL AAA Avmarkaðir møguleikar í Hoyvík Málið um royndarbrúk í Feroyum er rættiliga gamalt. Tað munnu vera meira enn hundrað ár síðani, at menn á Feroya Legtingi fóru at tosa um at fáa royndarbrúk inn- an landbúnaðin. Fleiri uppskot komu á tingborð, m.a. um at stovna búnaðar- og hús- arhaldsskúla og eisini um eina búnaðardeild á Háskúlanum. Ikki kom meira burtur úr enn prát um hesi uppskot. Tey einastu árini, har nakað hendi av praktiskum arbeiði, vóru tey seks ár- ini millum 1892 og 1898, tá ið royndir og upplær- ing fór fram í Kirkjube. Í 1915 leggur táverandi bóndafelag málið um royndarbrúk aftur fyri tingið. Tað næsta, sum hendur í málinum, er í 1921, tá fútagarðurin í Hoyvík verður yvirtikin av Royndarsteðini. Øll tey næstu árini er tað „Statens Forsegsvirk- somhed i Plantekultur«, sum rekur royndarvirk- semid i Hoyvik. Danski búnaðarfreðingurin, Ejn- ar Knudsen, stóð fyri hesum arbeiðinum. Nógvar royndir Ejnar Knudsen hevði góðar umsteður mat arbeiða undir, tí hann hevði nógv vælútbúgvið fólk at hjálpa sær. Hesi árini vórðu tí eisini rætti- liga nógvar royndir gjerdar í Hoyvík og úti á bóndagerðum kring oyggjarnar. Her var bæði talan um taðingar- royndir til gras, seyða- royndir, eplaroyndir og aðrar royndir við. Ejnar Knudsen flutti aftur til Danmarkar í 30- unum, og tá tók Jógvan Húsgarð við sum leiðari av royndarsteðini. Jógvan sat í hesum Henda myndin er frá taðingarroyndum í benum í Hoyvík í 1922. Myndin vísir úrtekuna av hoyggi av jørd við og uttan tading. Hoybyrðan uttast til vinstru er frá jerð, sum er ótaðað. Síðani er taðað við 200 kg av salpetur, triðja er taðað við 200 kg av salpetur og 200 kg superfosfat, og fjórða byrjðan er taðað við 200 kg salpetur, 200 kg superfosfat og 100 kg av kali starvi til 1968, tá hann bað um at sleppa frá vegna aldur. Nú vórðu Hanus Ward- um og Símun Dalsgaard bidnir um at umsita royndarsteðina, til ein loysn varð funnin á spurninginum um royndarsteð. Samstundis varð eftir- litið, ísáðingin og mask- insteðin flutt niðan til Hoyvíkar. Í 1969 varð starvið sum leiðari av royndarsteðini og land- búnaðarráðgevi lýst leyst. Frammanundan vóru hesi bæði arbeiðini tvey ymisk sterv. Heðin Brú var júst farin frá sum landbúnaðarráð- gevi. Ringum standi Tað vóru triggjar um- sóknir til nýggja starvið. Hanus Wardum varð settur í starvið sum nýggjur leiðari av roynd- arsteðini og landbún- aðarráðgevi. Tá Hanus kom til Hoyvíkar vóru bert nek- ur fá neyt á garðinum. Fjósið var eisini í sera ringum standi. Teir seldu tey fáu mjólkineyt- ini og fóru síðani undir at seta kálvar við. Eisini varð farið undir at gera ymsar royndir. Í 1972 vórðu tær fyrstu fyri- reikingarnar gjerdar til eitt vakstrarhús. Fáar royndir Í dag verða bert fáar royndir gjerdar á roynd- arsteðini. Talan er um einstakar eplaroynd- ir, taðingarroyndir og vetrarfriðingarroyndir. Steðan í dag er tann, at royndararbeiðsparturin av øllum arbeiðinum i Hoyvík er vorðin ógvu- liga lítil. Hetta kemst av, at tað eru so avmark- aðir meguleikar at ar- beiða við royndum í Hoyvík og harafturat kemur, at stórur partur av tíðini hjá royndarleið- aranum nú fer til ráðgev- ing, nú hann eisini rekir starvið sum landbúnað- arráðgevi. Terva útbúgvið fólk Sjálvur sigur Hanus Wardum, at tað kundi verið ynskiligt, at fólk frá royndarsteðini fóru út til bóndurnar og gjørdu ymsar royndir, men tað hevur steðin ikki útbúgvið fólk til. Jarðarbrúksviðurskift- ini í Feroyum eru so mik- ið ólík, at tær somu royndirnar kunnu geva hver sítt úrslit á ymsum plássum. T.d. eru nógvir bóndur farnir undir at velta úr nýggjum. Tað hevði verið ein stór upp- gáva hjá royndarsteðini at kanna, hver saman- seting av græsfræi og hver samanseting av teðum høvdu verið tær bestu á teimum ymsu gerðunur. Hevuðsarbeiðið hjá Hanusi Wardum er ráð- geving. Dagliga seta nógv fólk seg í samband við Bunadarrådgevan fyri at fáa ymsar upplýs- ingar. Talan er ikki bert um bóndur og jarðar- brúkarar, men ofta eru tað fólk, sum bert hava eitt lítið urtagarðs- stykki, ið skulu hava okkurt at vita. Sjálvur heldur Hanus, at tvey fólk áttu at rekt stervini sum leiðari av royndarsteðini og bún- aðarráðgevi. Hesi áttu tó at arbeitt undir somu lon. Til garðin í Hoyvík hoyra í dag 11 ha innan- garðs og 180 ha uttan- garðs. Á garðinum er 24 kvígur og áseyðatalið er 120. Umframt Hanus Wardum arbeiða seks fólk á royndarsteðini. ss