leygardagur 25. august 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
sosialurin
Nr. 66 — 25. august 1979
St Kilda:
Ein avbyrgdur
heimur
eftir Hans Thomsen
ST. KILDA: ......
Hin gåtuføri
barnadeyðin
Garður teirra deyðu
Tann daprasta sjónin á
Hirta, sjálvt á okkara døg-
um, er tann lítli eggkling-
ruti kirkjugarðurin nakrar
fáar = metrar aftanfyri
»Main Street«. Umgyrdur
av einum førligum grót-
garði, so kríatúr ikki
sluppu framat, og við
rubbutum træportri, var
kirkjugarðurin altíð av-
takin við brenninotum,
mækjum og grasi. Her
fingu St. Kilda-búgvar ta
seinastu hvíldina.
Tá ein oyggjabúgvi
doyði, varð eitt órímað
sorgarkvæði yrkt, har hin
deyði varð róstur fyri tær
góðu síður, hann hevði
havt. Tá fólk doyðu,
stødgadi alt arbeiði og
hond varð ikki tikin í
nakað í eina viku. Vakt
varð hverja nátt uppi yvir
tí deyða, til hann fór í jorð-
ina. Eisini tann lítli skúlin
varð stongdur og farið
varð ikki aftur í skúla, fyrr
enn ein hóskandi syrgitíð
var umliðin.
Konufólkini lótu hin
deyða í líkverjuna. Eitt av
hesum reyðu turriklødun-
um, sum vóru so eyðkend
fyri St. Kilda, varð vavt
fleiri ferðir um hevdið.
Líkið varð lagt í ein sekk
av grovliga vovnum reyð-
um klæði og bundið varð
fyri endan oman fyri hevd-
ið. So varð líkið standandi
í húsunum, har hin deyði
hevði búð og vakt uppi
yvir tí hverja nátt, til jarð-
arferðin fór fram.
Eitt hitt torferasta ar-
beiðið var at gera kistuna.
Trævekstur var eingin á
Hirta og St. Kildabúgvar
hevdu tí eina planka-
rúgvu, teir hevdu fingið
sendandi innan av megin-
landinum, liggjandi í ein-
um úthúsi tætt hjá presta-
húsunum. Kistuna gjerdu
menninir niðri í pakkhús-
inum, vildu ikki vera fyri
eygunum á hinum bygdar-
fólkinum og royndu at
evna hana til sum frægast,
serliga har herðarnir
skuldu vera. Av tí at
prestur var hin einasti í
bygdini, sum hevði kom-
fýr, gingu teir til hansara
eftir heitum vatni. >Vit
vistu«, skrivar Mary
Cameron í endurminning-
um sínum, »at tá onkur av
monnunum kom í dyrnar
eftir einum ketli av kók-
andi vatni, leið kistuni
rættiliga væl«. Tað kók-
heita vatnið varð stoytt á
viðin fyri at gera hann
meira liðiligan, so hann
varð lættari at evna til.
Kisturnar vóru altíð ómál-
aðar og henkur av mess-
ing ella eðrum metali
hevdu tær ongantíð.
Hin deyði varð ongan-
tíð settur í kirkjuna. Øll
jarðarferðin sum hon var
fór fram á grevini, sama
hvussu veðrið so var.
Fyrst varð ein sálmur
sungin, síðan lisið úr bíbli-
ni, so aftur sungið og at
enda bað allur líkskarin
eina ben. Tá komið var til
hús aftur, syrgdi øll bygd-
se
Í hverjum húsi var í minsta lagi ein rokkur. Konufólk-
ini karðaðu og spunnu. Meginparturin av tógnum fór til
tweed-klæði
in í eina viku. Hetta var
hjartanemandi og sýndi
ikki bert, hvussu sterka
gudstrúgv hesir oyggja-
búgvar hevdu, men eisini
hvussu álvarsamt tað var
at missa nakran í einum so
lítlum bygdarsamfelag,
har øll stóðu hver øårum
so nær.
Fólkatalið
Eitt vandamál, sum altíð
stingur seg upp í einum
avbyrgdum samfelag er,
at tað sjálvt er fert fyri at
uppihalda einum hóskandi
fólkatali, sum tað er fert
fyri at bera. St. Kilda-
búgvar noyddust mest
sum bert at líta á tað av-
kom, teir sjálvir vóru ferir
fyri at fáa undan til tess at
tryggja framtíðina hjá
lítla samfelag teirra. Til
ber at fáa tilflytarar, tá
tey, sum hug hava at
koma, antin kenna viður-
skiftini frammanundan,
ella eisini lættliga eru fer
fyri at laga seg eftir teim-
um nýggju umsteðunum,
men á einari oyggj sum
Hirta, ið lá so langt av leið
frá hinum partinum av
skotska samfelagnum og
har lívskorini lítið líktust
teimum á hinum oyggjun-
um, og teimum inni á meg-
inlandinum ikki um at
tala, vóru hesir
meguleikar ikki stórir. Tí
máttu St. Kilda-búgvar
sjálvir seta eina sterka og
heilsugóða ætt við, so lívið
í oyggjunum kundi halda
fram.
Eini hundrað mundi
helst verið eitt rættiliga
væl hóskandi fólkatal fyri
St. Kilda. Við slíkum
fólkatali — og um leið
helvt um helvt av hverj-
um kyni — mundi verið
reiðiliga liviligt har. Við
einum minni fólkatali og
einum ónáttúrligum ó-
javna millum kynini, ser-
liga um konufólkið skuldi
verið í stórum meiriluga,
vildi lívið úti í oyggjunum
verið eitt ótolandi baks.
Tá ið segurmaðurin
Martin Martin Vvitjaði
Hirta í 1697, metti hann
fólkið har at vera 180 í
tali, men gloymdi at við-
merkja, hvussu nógv
mannfólk vóru í mun til
konufólkið, men kortini
munnu menninir tá hava
verið nóg nógvir í tali, tí tá
stóðu oyggjarnar í besta
blóma. Í 1758 var fólka-
talið minkað niður í 88, og
av hesum vóru 38 mann-
fólk. Tað, at fólkatalið var
minkað so nógv hesi stív-
liga 60 árini, stóðst av, at
pokurnar hevdu gingið
ringar hesi árini.
Tá tók eigarin av St.
Kilda, góðseigarin
MacLeod í Dunvegan á
Skye, at eggja uppsitarum
sínum aðrastaðni at seta
seg niður í oyggjunum og
hevði hetta við sær, at
fólkatalið seinast í 18. eld
aftur lá um 100 og hetta
talið helt sær so dánt fram
til 1851, men árið eftir
gjørdu 36 St. Kilda-bugv-