Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 1979síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 66 — 25. august 1979 ar av at rýma av stein- unum fyri at royna eydn- una aðrastaðni og fluttu til Australia. Hetta gav fólkatalinum ein sovorð- nan hvekk, at tað minkaði niður í o.l. 70 og helt sær um leið á hesum tali, til komið varð inn í 20. eld. Serliga í 1920-árunum minkaði fólkið nógv, og tá tey seinastu rýmdu í 1930, vóru bert 36 eftir. Sjúka hættisligasti fíggindin Men hættisligasti fíggind- in hjá lívinum á St. Kilda var sjúka. Segumaðurin Martin Martin skrivar, at í 1684 kom spitalskasjúk- an út í oyggjarnar og tá hann trettan ár seinni vitj- aði Hirta, vóru enn húski, sum hevdu hesa herviligu sjúku. Í 1724 gekk ein sjúka harúti, sum smittaði ógvuliga illa og sum Ma- caulay helt vera pokur. Ta ferðina vóru bert 4 vaksin eftir av 24 húskjum, sum ikki fingu smittuna og vóru teir allir menn. Or- sekin til at teir ikki vórðu smittaðir var, at teir vóru farnir út í stakkarnar eftir fugli. »Til endans«, skriv- aði presturin Neil Mac- kenzie í 1829, >vóru so få eftir, at tað var við neyð og deyð, at tey fingu jarð- að tey deydu«. Men hóast hetta herviliga bakkastið kom St. Kilda fyri seg aft- ur, av tí at nýtt fólk setti seg niður í oyggjunum, og hetta var seinasta ferðin at pokurnar gingu harúti. St. Kilda-búgvar rædd- ust sjúkur. Tuberklarnir, sum annars vóru vanligir inni á skotska meginland- inum, tykist hava verið lítið av á St. Kilda, men ræðslan fyri sjúku kom ikki av ongum, tí St. Kilda-búgvar vóru lítið mótsteðuferir móti sjúk- um, sum vóru vanligar inni á meginlandinum. Til- tikið var hitt sonevnda skipskrímið, sum ferða- fólk av og á bóru inn á oyggjabúgvarnar. Tá salt- aðist ell bygdin niður og mangan doyðu fólk av tí eisini. Men tað, sum í meira enn heila eld, gjørdi mest til at minka um fólkatalið á St. Kilda, var ein sníkj- andi sjúka, sum legði eftir nýfeðingum. Hetta var stívkrampi, ella tetanus infantum, sum sjúkan verður rópt á læknamáli. Henda sjúkan var vanlig inni á meginlandinum í Skotlandi og í tíðarskeið- inum 1827-1837 doyðu 4.478 fólk í Íslandi av henni, men eingin veit at siga, hvussu hon kom út á St. Kilda ella hví hon har helt sær so leingi. Tey 61 árini frá 1830— 1891 doyðu 77 nyfødingar av stívkrampa á Hirta. St. Kilda-búgvar, ið íkki kendu hesa sjúku, róptu hana »8-daga sjukuna«, av tí at tað vanliga gingu 8 dagar frá tí at bernini gjørdust sjúk til tey doyðu. Í tíðarskeiðinum 1855—1876 vórðu 56 børn fødd á Hirta, av hesum 32 dreingir. Hesa somu tíðina vóru 64 andlát og av hes- um 41 børn, sum øll doyðu av stívkrampa. Men tað vóru ikki einans nýfeðing- ar, sum doyðu, tað hendi seg eisini, at 10 ára gomul børn fingu sjúkun og doyðu av henni. Summi húski vórðu meint rakt av sjúkuni. Tá dóttir eigaran av St. Kilda, Emily MacLeod, í 1877 vitjaði Hirta, gjerd- ist hon ólukkulig, tá hon harúti hitti eina konu, sum hevði átt 12 børn og einans hevði fingið eitt undan, ell hini 11 vóru deyð av stívkrampa. Tá hevði henda sjúkan verið í oyggjunum í meira enn 100 ár og var farin við helminginum av ellum ný- fødingum. >Tað harmaði meg ógvuliga någv«, skrivaði skúlalærarin í 1886, »at síggja allar barnagravirnar í kirkju- garðinum. Har var ein maður — hann mundi vera um 50 ára aldur — sum vísti mær á staðið, har hann hevði jarðað 9 av bernum sínum. Ein annar var eisini, sum hevði mist ikki færri enn 12 børn.« Sjúkan gjørdist partur av lívinum hjá St. Kilda- búgvum og so óvissar vóru konurnar, tá tær hevdu átt, í antin bernini fóru at liva, at plagg varð sosialurin Síða9 einki virkað upp á kroppin á teimum, fyrr enn tey vóru 8 dagar gomul. Men St. Kilda-búgvar hildu ikki, at til bar at gera nakað við henda van- lukku standin. >Er tað Guds vilji, at bernini skulu doyggja«, hildu tey fyri við Emily MacLeod, tá hon bar uppundir at fáa eina roynda sjúkrasystur út í oyggjarnar fyri at sleppa undan ellum hesum barnadeyða, >so kunnu tygum einki gera fyri at forða hesum<. Men tað vóru ikki einans fólkini á Hirta, sum hildu hetta. Ein av fremstu prestunum í skotsku fríkirkjuni skammaðist ikki við at siga, at hesin stívkrampi var hyggjuráð hjá hinum almáttuga fyri at halda fólkatalið á St. Kilda niðri á einum hóskandi tali, sum oyggjarnar kundu føda. Tá Emily MacLeod til onga nyttu hevði roynt at fáa eitt konufólk av Hirta at læra til sjúkrasystur, sendi hon fyri egna rokn- ing í 1884 eina fulllærda og dugnaliga sjúkrasystur út í oyggjarnar. Henda sjúkrasystir hevði í mong ár arbeitt í Edinburgh, men St. Kilda-búgvar vildu einki til at taka ímóti hennara jarðarmóð- irhjálp og barnadeyðin helt fram. Hon slapp ong- antíð so frægt sum at vera innistedd, tá ein kona átti ella at hyggja til barnið teir fyrstu umráðandi dag- arnar, eftir at tað var føtt, tí hesum vildu konurnar á St. Kilda ikki vita av og tær fingu fullan stuðul frá prestinum, John Mackey (honum, sum noyddi St. Kilda-búgvar at ganga 3 ferðir í kirkju hvenn sunnudag). Sostatt sluppu St. Kilda-búgvar lótu eigaranum av oyggjunum, MacLeod í Dunvegan á Skye, jarðarleigu í tweedklæði og fjeður lív og deyði at leiðast á Hirta eitt árið fyri og annað eftir heilt fram til 1890, tá presturin, ið tá var, Angus Fiddes, setti sær fyri at fara til Glas- gow í summarfrítíð síni og har royna at fáa hjálp. Presturin Fiddes ivað- ist ikki í, at hesin van- lukku stívkrampi var íkomin av mannavoldum. Teir, sum undan honum hevdu roynt at kanna sjúkuna, hevdu sett fram ymiskar hugsanir um, hví hon var so algongd í oyggjunum. Summir hildu orsekina vera at finna í tí snikuta og fábroytta mat- inum hjá oyggjabúgvun- um, aðrir at sjúkan stóðst av skittfori, men Angus Fiddes hevði aðra hugsan. Í summum av teimum fjarskotnastu oyggjunum í Skotlandi hevdu tey ser- ligar siðir, tá eitt barn kom í verðina. Heilt fáar bygdir hevdu sjúkra- systur ella jarðarmóður og tí var ein nærkona hjá- stedd, hverja ferð onkur skuldi eiga. Henda nær- kona hevði ymsar legnar lótir fyri, m.a. tók hon ein skeyta, sum hon við klova helt so tætt at eldinum, sum hon fekk og legði hann síðani á nalva- streingin á barninum. Sumstaðni í ytru Hebrid- unum, t.d. á oynni Lewis, varð skeytin ofta roðaður í seltum smeri, áðrenn hann varð álagdur. Hesin siður varð eisini nýttur á Hirta, men har áttu tey so lítið av smeri, at nærkon- urnar harúti í staðin brúktu havhestalýsi, sum sjálvandi mátti goymast í onkrum hóskandi ílati og á Hirta nýttu tey sum oftast turkaðar súlumagar til hetta endamál. Hildið varð, at stívkrampa-bak- terian stavaði frá einum slíkum ílati. Skotski lækn- in, George Gibson, skriv- aði í »Caledonian Medical Journal«: „Eitt tílíkt ílat, sum tíðum verður fylt aft- ur av nýggjum og ong- antíð væl vaskað, kann vera eitt væl hóskandi klekingarstað hjá stív- krampa-bakteriuni«. Påtrugvin var ikki so at vinna å Í 1890 fór presturin Ang- us Fiddes, sum nú var rættiliga skelkadur av øll- um barnadeyðanum á Hirta, til Glasgow fyri at vita, um hann ikki kundi fáa eina sjúkrasystur at koma út í oyggjarnar at hjálpa sær. Ein sjúkra- systir, ið kallaðist Chis- hall, játtaði at koma við honum. Hon varð úti á St. Konurnar á Hirta sótu næsta altíð við stokku. Hosuper í túsundatali og turrikleð vórðu bundin úr tí heitu og mjúku seyðaullini Kilda í 10 mánaðir og hesa tíðina vórðu 3 bern fedd og 2 av teimum doyðu, men so sterk var pátrúgv- in og ræðslan fyri ellum at hon slapp ongantíð at vera hjástedd, tá ið kon- urnar áttu. Áðrenn tey fóru útaftur á St. Kilda í juli 1891, fóru sjúkrasystirin og prestur- in at hitta ein professara í læknafreði við lærda há- skúlan í Glasgow. Hesin maður kallaðist Reid. Hesin professarin royndi sum best at royna at finna fram til orsekina fyri, hví stívkrampin var algongd- ur á Hirta og fann fram til eina viðgerð, sum hann helt skuldi hjálpt til at hildið lívinum í nýfeðing- unum. Men lítið spurdist burturúr. Teir 10 mánað- irnar fram til mai i 1892 vórðu 5 børn fedd á Hirta og av teimum doyðu tey trý, av tí at oyggjafólkið ikki vildi lurta eftir sjúkrasystrini ella taka við hennara nýmótans við- gerðarhátti. Men presturin Angus Fiddes gavst ikki so. Ó- troyttiligur helt hann á at leita sær ráð hjá ymsum serfreðingum í læknafreði. Hann ivaðist ikki í — og tað hildu serfreðingarnir við honum — at bernini fingu stívkrampa í somu letu, tey vórðu fedd. Hjá læknanum Turner í Glasgow lærdi presturin seg jarðarmóðirhjálp og við hesum kunnleika og einari rúgvu av ymiskum medisini og reinsandi evn- um fór hann útaftur á St. Kilda at taka upp stríðið við nærkonurnar. Í vikur og mánaðir royndi hann at sannfera hetta tvera fólk um, at hansara manna- gongd var hin rætta. Og hann vann. Hin 18. aug. 1891 doyði tað seinasta barnið á Hirta av stív- krampa og jóladag 1912 kundi frúgvin Maclean, dóttir prestin ið tá var, skriva til Thomas Nicol, at ell tey 3 árini, hon hevði verið á Hirta, var ikki eitt einasta barn harúti deytt av stívkrampa. Endiliga var vunnið á mótsteðuni. Av tí at so nógv bern vóru deyð, vóru tey flestu av teimum 70, ið eftir livdu, vaksin. Stívkramp- in var ikki bert farin við einum, men fleiri ættarlið- um. Men eftir hetta vaks fólkatalið ongantíð aftur, kanska tí at bert fáir St. Kilda-búgvar hildu nakra framtíð vera í lívinum harúti. Og nýtt fólk setti seg ongantíð niður aftur á St. Kilda, hóast lívskorini á Hirta, tann tíð tað var, høvdu verið betur enn manga aðrastaðni. St. Kilda hevði staðið í stað, meðan allur heimurin uttanum var /stórliga broyttur og gekk sínar egnu leiðir. Einans næstrakærleiki og ein treiskur vilji gjerdu, at fólk vórðu búgvandi har- úti til 1930. Framhald