Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 1979síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 LOYNIHELLIÐ sosialurin Nr. 66 — 25. august 1979 eftir J. M. Neale Banning yvir nasareararnar Vit halda nú fram við seg- uni um Loynihellid, og biðja lesarar okkara um fyrigeving fyri steðgin. 5. partur Framhald Fólkið fagnaði hesum 6- ført. »Bannadir veri nasa- reararnir'« yldi flettingar- maðurin. Og aftur geyladi ell mannamugvan — „Bannaðir veri nasarear- ar!a Aftur veittraði lands- hevdingin til tegn: >Nú skal uppróparin lesa upp nevnini. So hvert, sum eitt navn verður nevnt, skal viðkomandi trína fram og offra. Eg vænti, at øll tit, sum her eru samankomin, eru so skila- góð, at tit duga at virða keisarans ovurstóru náði og gera hareftir!< Landshevdingin sessað- ist. Mannamúgvan geyl- aði fagnaðarróp meðan uppróparin trein fram. Hann rulladi eina perga- ment-rullu sundur og royndi aftur at fáa tøgn. Cowboybuksur livvidd 81 —112 108,- Prestarnir uttan um alt- arið hevdu nú gjørt alt til reiðar til offur-hátíðar- haldið. „Filippus hin eldri úr Ombi!« Ein reyðdæmdur maður troðkaði seg fram gjøgn- um múgvuna. Hann gekk tey fáu stigini upp til alt- arið, og presturin rætti honum eina lítla silvurskál við roykilsi. >Til at prógva, at tú til- biðjur gudarnar, skalt tú kasta hetta roykilsi á eld- in!< segði hevuðspresturin við hann. Filippus gamli neig fyri altarinum og stroyddi roykilsið á eldin. Eldurin festi so við-og við í roykilsiskornini, og ein frålikur angi kendist. Maðurin neig aftur fyri altarinum, síðani fyri landshevdinganum og fór oman aftur í mannamúgv- una. »Heilur og sælur, Filipp- us!< rópti mannamúgvan — »Å bálið við teim kristnu!< »Fædrus, tjaldhandlari úr Ombi!< rópti upprópar- bsola >Tibullus hin yngri úr Ombi! — Gajus, seglmak- ari úr Ombi! — Titus, smiður úr Ombi! — Babri- as úr Anti-Ombi!« Ein fyri og annar eftir av monnunum vóru farnir yvir til altarið og høvdu offrað. Knappliga kom steðgur í. Uppróparin tók uppaf- ur: »Babrias úr Anmti- Ombi!« »Ein nasareari, harri!« teskaði Kallisthenes til landshevdingan. »Sanniliga?« flenti Tre- bonius. »Zeus skal vita, at maðurin trodkar seg ikki framat!« Men tå skundadi ein klæntrasligur madur, sum hevði tikið kyrtil sin upp fyri andlitið, fram at alt- arinum, hann offradi i skundi og hvarv so aftur i mannamugvuni. »Tad var spell!< segði Trebonius. Ein kristin, sum stóð undir liðini á prestbytar- anum, risti mistrúgvin við hevdinum. >Babrias er — FRÁFALLIN? — Tað hevði eg ikki væntad!« „Hatta var ikki Babri- as!< segði Filemon. „Hvat sigur tú?“ „Bróðir okkara tordi ikki at líta á dirvi sítt — hann ivaðist — tí hevur hann goldið einum heidn- ingi pening fyri at offra fyri seg. >Tað er ómansligt at sleppa sær undan á handa hátt!< segði Gennadius forhánisliga. >Nú hevur Babrias longu prógvað, at hann ikki er ein sannur lærusveinur!« »Vit eiga at ansa okk- um, Gennadius, at tad ikki skal gangast okkum á sama hátt ella kanska uppaftur verri!< segði presbytarin. >Ég rósi ikki slikari framferð, men nógvar kirkjuráðstevnur hava givið veikum breðr- um loyvi at gera so!< »So hevði eg heldur sagt bart út, at eg var fráfallin!< helt Gennadius fram. Síðani fór hann aftur at hyggja at tí, sum fór fram uppi við altarið. >Tað tykist sum at tú ikki ert so illa heitin av hesi forbannadu sektini,« byrjar månamorgunin 27/8 kl. 9.00 Wrangler buksur til børn str. 4—16. Cowboy 1 28,- Floyal 1 28,- Selabuksur til børn 78,- til vaksin 98,- Sjómansjakkar 198,- Nylon-jakkar 38,- Skjurtur str. 37—45 58,- 2stk. 1 00 r shetlandsull v/rullukrada Harra trussur v/rullukraga 5 litir 98,- 3 per 30,- Acryl troyggjur til børn 38,- Troyggjur Dreingja skjúrtur str. 4—16 Harra hosur segði landshevdingin við Kallisthenes. >Tey gera jú skyldu sína ell somul!< „Men her eru kortini fleiri av slagnum, enn gott er!« svaraði høvudsmad- urin. >Hóast vit ikki eru so ampað av teimum, sum tú ert í Syene og Apollono- polis. — Men, Mars veit! Nú kemur ein!« Uppróparin hevði rópt á Gennadius. >Nú skal eg vísa teim- um eitt, Filemon!< segði Gennadius og gekk skundisliga niðan móti altarinum. »Eg hevði viljað, at eg hevði havt slíkt sjálvsálit, sum hann hevur,< suffaði hin gamli maðurin, sum hevði staðið undir liðini á Gennadiusi. »Offrar tå?« — spurdi presturin. Øll í býnum vistu, at Gennadius var kristin. Nú var vorðið kvirt á torginum, so kvirt, at tú hevði hoyrt, um ein nál fall til jarðar. Eisini landshevdingin hugdi spentur yvir á altarið. „Gev mær roykilsið!< rópti Gennadius so hart, at tað hoyrdist um alt torgið. Presturin rætti honum silvurskálina. „Nú skalt tú síggja, hvussu eg offri!« Eitt andskræmiligt ødisyl hoyrdist frå manna- múgvuni. Menninir royndu at klíva upp um girdingina, og hermenn- inir i lívverjuni lupu fram móti altarinum: — Ov seint! — Sum eitt snarljós hevði Gennadius tveitt silvur- skálina frá sær og kleyvað hana sundur. Í somu letu skræddi hann ein hamara fram undan kyrtli sínum og so legði hann á aðra gudamyndina at smildra hana. >Skræðið hann sund- ur!< leikaði mannamúgv- an í. »Krossfestid hann! — Blakið hann í ánna! — Á bálið!< — Tað var við neyð og deyð at hermenninir fingu forðað tí sansaleysu mannamúgvuni. Ímeðan hevði lívverja landshevdingans bast Gennadiusi. Hann stóð errin ímillum hermennin- ar. Framhald Poplin jakkar til børn 1 58,- til vaksin 1 98,- Fóðraðar Wrangler buksur Canvasbuksur til børn 88, til vaksin 1 48,- til vaksin cowboy 1 58,- floyalsbuksur til børn 18,- tif. 1 47 10