Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-29, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 1979síða 1

allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 67 — Mikudagur 29. august 1979 itrottin å sidu 3 Samrøda við Eyðun Johannessen, sjónleikara: Teir mæla uttanum mentanarpolitisku avgerðirnar — Tað er ikki at taka seg aftur í, at føroysk listafólk arbeiða undir sera vánaligum korum. Tann mentanarpolitikkur, sum átti at stuðla listini, hann er als ikki til. Listafólk umboða eisini eina stætt í samfelagnum. Hetta hava vit ilt við at viðurkenna. Avgerðir á tingi og innanflokka, hava í framburðstíðum og vælferð rættiliga ein- táttað snúð seg um handilsskap, inn- og útflutning, nýbygging á sjógvi og landi. Mál viðvíkjandi mentan og list hava verið vidgjørd sum yvirtøkur, toll-, skatta- og byggimál. Væl eru vit eitt lítið samfelag, sum má laga seg eftir umstøðunum. Men her hava føroysk listafólk lagað seg í so nógv og nóg so leingi. Hetta sigur Eyðun Jo- hannessen, sjónleikari. Eyðun Johannessen hevur arbeitt við sjónleiki í Fer- oyum í meira enn 20 ár. Nú fer hann av landinum. Hann skal frá 1. oktober í ár rekja starvið sum rekt- ari á næmingaskúlanum við Árhus Teater. Vit hava hitt Eyðun og tosað við hann um list og mentanarpolitikk. Eyðun vísir á, at allir teir politisku flokkarnir hava eina grein um mentanarpolitikk á stevnu- skránni. Men sigur hann: — Eg havi tó ilt vid at síggja nakran ávísan poli- tikk. Vit hava nú leingi bíðað eftir einum útspæli frá politikarunum, tí tað eru jú teir, sum hava tað avgerandi orðið, tá steða skal takast til, um stuðul skal veitast til listafólk. Mentanarpolitikkur Vit spurdu nú Eyðun Jo- hannessen, hvat hann sjálvur leggur í hugtakið »mentanarpolitikk«. Til tað sigur hann: — Tað, sum eg leggi í hugtakið mentanarpoli- tikk, er, at politiskar av- gerðir verða tiknar. Hetta eru avgerðir, sum geva listafólkum umsteður til at skapa sermerkt tilfar, sum byggir á okkara egnu kringumsteður. Karmar Og Eyðun heldur fram: — Politikararnir hava avgjørt, at vit skulu hava sjónvarp i Føroyum, og at vit skulu hava eitt norður- landahús, sum skal vera miðdepul fyri mentanar- tiltøkum, vitjanum uttan- ífrá, og har vit eisini sjálvi skulu vera við til at fylla karmin út. Tað, sum eyð- kennir hesar báðar avgerð- ir, er, at politikararnir í báðum førum hava játtað pengar: til eitt sjónvarp og eitt norðurlandahús, men vit finna ongar politiskar avgerðir um, hvussuleiðis hesir karmarnir skulu fyll- ast út. Tað er lutvíst ein spurn- ingur um, hverji tiltøk skulu virka innan hesar stovnar og lutvíst ein spurningur um at geva hesum tiltøkum umsteður at virka undir. Hvat við- víkur hesum seinna, so dugi eg bert at síggja, at pengar mugu setast av til at gera tað til veruleika. Ov lítið at standa ímóti við Eyðun Johannessen held- ur, at feroyingar fara at hava lítið at standa ímóti við ímóti ellum teimum til- boðum, sum koma uttani- frá. Í samband við nýggja norðurlandahúsið er ætlanin, at listafólk úr okkara grannatjóðum skulu vitja í Feroyum. Hesi listafólkini verða ell stuðlaði á ein og annan hátt. Feroyingar haraftur- ímóti hava fáar resoursir, sum eru neyðugar for- treytir fyri at kunna taka ímóti teimum mongu til- boðunum uttanifrå, umseta tey og bruka tey til at menna okkara egnu list vid. Við sviðið sod Í seinasta enda koma okk- ara egnu mentanarfólk í sambandi teirra við føroyska áskoðaran at líða undir hesum. Her koma vit so vissuliga at standa við sviðið soð, leggur Eyðun Johannessen aftur- at. Eyðun leggur tó dent á, at hann er fyri, at eitt norðurlandahús verður bygt í Feroyum. — Vit mugu bara gera okkum greitt, at sum er hava vit ikki nógv at bjóða fram, tí eingin mentanarpolitikkur verður førdur i Føroyum. Sjonvarp Vit spurdu nú Eydun, um føroysk listafólk hava gjørt vart við, at okkum tervar ein mentanarpoli- tikk. Eyðun Johannessen: — Bæði miðskeiðis í 60-un- um og fyrst í 70-unum hava mentanarfeløg gjørt vart vid vidurskiftini hjå listafólkum i Frågreidingar eru sendar politikarunum. Vit Føroyum hava tó einki hoyrt aftur frå politikarunum Vit kenna væl øll gongdina í sjónvarpsmál- inum. Undir orðaskiftinum um sjónvarp vísti eingm politikari á, at hetta var fyrst og fremst ein ment- anar-politiskur spurning- ur. Eg eri ikki fyri sensuri ella styring, men vituligt er, at tað, sum verður sent í sjónvarpinum, hevur einki sum eitur samband við tað mentanarum- hvervið, ið vit liva undir í Feroyum. Heldur er tað ein óheiðurlig kapping við aðrar listagreinir. Selja Eyðun Johannessen heldur annars, at meguleikarnir burturav at fáast við list í Feroyum eru ógvuliga vánaligir. Vit kunnu t.d. taka listamálararnar. Teir eru heilt bundnir av teim- um handilsligu og pen- ingaligu fyritreytunum fyri at yvirliva. Teir skulu nevniliga kunna selja síni listaverk fyri at klára seg. Við hesum sigi eg ikki, at hesi viðurskifti stýra Framhald á baksíðuni AKA|A—A—T———m—w——— Vegna sjúku kemur SOSIALURIN út í minni síðutali í dag Góðir terradagar Bæði úr Suðuroy og av Sandi frættist, at fleiri góðir terradagar vóru í síðstu viku mánadagin uni elns og í hesi vik- Í fleiri av smábygd- unum í Suðuroy er hoyggingin um at vera liðug. Tað sama ger seg galdandi í Sandoynni, har nógv kom inn um vikuskiftið Lítið til Ur Suðuroy frættist frá monnum, sum vóru grind vestanfyri leyg- ardagin, at enn er lítið av havhesti farið á SJOV Vanligt er at fara eft- ir havhesti frá 24 august, verður at bestu dagar- nir eru vanliga um mánaðarskifti september. Annars hava vág- bingar verið i bjørgun- um eftir havhesti og fingu teir hampuligt burturúr men sagt august- Danskir turistmenn hyggja seg um Í da koma limir í Dansk Tvuristrád til Feroya. Her í oyggjun- um skulu teir hava ein turistfund, sum van- liga verður hildin eina- ferð hvert fjórðingsár, og annars hyggja seg um. Utferðir verða gjerd- ar til noråurbygdirnar í Eysturoynni og Streymoynni og til bygdirnar í Sandoynni. Harumframt er turistrådid og føroyska mentamálaráðið vertir fyri nøkrum morgun- matum og degurðum Tað eru 18 limir i turistráðnum umframt føroyska limin, Eiden Miller. Á ferðini lut- taka eisini stjórar og starvsfólk í turistráð- num