Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-08-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. august 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 8 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Nr. 67 — 29. august 1979 TAÐ skerst ikki burtur, at føroyska samfelagið í letuni hevur ávísar trupulleikar, sum stava frå hækkandi oljuprísum, hækkandi prísum á skipaút- gerð og trupulleikum við at fáa til vega nóg stórur nøgdir awråvørum. HINVEGIN hava vit eftir øllum at døma ongar ålvarsamar trupulleikar vid at selja okkara fram- leidslu. VIÐ hesum orðalagi vísti Javnadarflokkurin í upp- skoti sínum til loysn av okkara vinnuligu trupul- leikum á meginorsøkirnar sum uppi eru í løtuni og sum nú partvís politisk loysn er fingin fyri, tó fyribils bert upp á styttri tíð. TEIR stødugt hækkandi framleiðsluprísirnir í fiskivinnu okkara elva ikki bert til trupulleikar hjá tí einstaka fiskiskipinum, men nervar samfelagið sum heild, tí ein framhaldandi hækkan av fram- leiðsluprísum kemur ikki at halda fram uttan stórt tarn á samfelagsgonguhjólið,. um prísirnir á heimsmarknaðinum, sum vit skulu selja til, ikki hækkað í sama mun. FRÁ andsteðuni á tingi hevur verið dúgliga lagt eftir sitandi stýri fyri ódugnaskap, alt peikandi á hækkandi prísirnar uttanífrá. Og samstundis sum henda andstaða við høvuds láturverju síni, Dimmalætting, nú í óminniligar tíðir hevur trúttað niður í fólk, at landsins stýrið nú í áravís hevur sitið við tómum kassa, so verður støðugt brigslad sama stýri, at tað ikki letur út úr sama kassa upp- aftur fleiri miljónir, sama kassa, sum teir hava sagt vera tóman fyri langari, langari tíð síðani. MEN tá rådini eru so fåtøk, sum andstødurådini hava verið í hesum fyri høvudsvinnu okkara so stóra ålvarsmåli, er lítið annað at vænta sær enn skitin orð, sum vit til fulnar hava fingið prógv fyri frá meginpartinum av andstøduni, bæði í talu og skrift. KLAKSVÍKSULPURNAR GÓÐ SØLUVØRA Í BRETLANDI Undir hesi yvirskriftini stóð seinasta leygardag í Sosialinum samreða við undirritaða og hr. Turn- bull, sum arbeiðir her á Sjóklædnavirkinum. Fyrst er at siga, at blaðmaðurin var á skrivstovu okkara meir enn ein tíma og tos- aði við hr. Turnbull, og var tað hann, sum samreðan skuldi vera við, men í blað- num var lítið ella einki av tí, sum hann segði. Heldur onkrar viðmerkingar sum eg hevði tá eg av og á kom inn á skrivstovuna. Um ikki ætlanin er at seta samreðuna við harra Turnbull í eina aðru ferð, haldi eg hann vera hildnan fyri gjeldur. Hetta hevdu vit alt latið framvið, um ikki tað, sum eg hevði sagt, hongur í leysari luft, við tað at blaðmaðurin hevur strikað tað, sum fyri okkum var tað týdn- ingarmesta. Eg segði, at tað er neyðugt við útflutn- ingi, um vit skulu yvirliva, og her kemur tað, sum vantaði vegna tað at vit longu eru ov nógvir í somu framleiðslu og væntandi verða fleiri um ikki so langa tíð. Hetta kemur gagna teimum sum eru og var eg vildi vísa á. -Jolgar Poulsen Sambandið og yvirtøkurnar Sjålvt um menn ferð eftir ferð vísa á at formaðurin í sambandsflokkinum hev- ur sera ilt við at halda seg til sannleikan, heldur hann fram við sama lag, leggur lítið og einki í, um tað hann skrivar er eftir- farandi ella ikki, tí hann fær jú Dimmalætting tríggjar ferðir um vikuna at bera somu svadur upp aftur og uppaftur, og tað eru jú tey sum eftirhond- ini trúgva tí, tí tað stend- ur jú í Dimmalætting!!! Eitt av hesum slagnum var greinin um at Anker Jørgensen skal hava givið føroyskum javnaðarmonn- um ein dyggan framman á, eftir frásegn Paula Ellefsens, og hetta skal vera í samband við Fer- oyaferðina hjá fíggjar- nevndini donsku, fram- provokerað av »føroyavin- inum< Glensgaard, sum Pauli Ellefsen sjálvsagt er ovurfegin um at hava havt sum gest í Feroyum, og tað er aftaná hesa ferð at Anker J. skal hava sagt, steðan hjá denum fram- vegis er at føroyingar ikki skulu yvirtaka meira enn tað sum heimastýrið sjálvt ynskir. Og so tekur Pauli E. >hjartaliga synd 1 javnadarmonnum«. Ikki minst man hann vera sannur, tå hann sigur!!! Beint uppundir sein- asta legtingsval vísti So- sialurin á úrdrátt úr skrivi frá táverandi innanríkis- ráðharra Egon Jensen, har hesin biður løgmann koma til samráðingar, tí ríkis- stýrið fegið vil, at heima- stýrið tekur sær fult av sjúkrahúsunum í Feroy- um og í tí skrivinum sigur Egon Jensen m.a.: »Inden- rigsministeriet står i dag i den situation, at Direktor- atet for Statshospitalerne er under gradvis nedlægg- else… Ministeriet har på denne baggrund tidligere med skrivelse. foreslået landsstyret, at statshospi- talerne overføres til hjemmestyret med virkn- ing fra den 1. januar 1977.« At vera sjukliga tråur eftir at siga hvussu ósann- ir aðrir eru, man mest bera á brá við tað sum Hilmar Kass sigur í Tingakrossi í síðstu viku, har hann í greinini við yvirskriftini „Dugur Pauli Ellefsen yvirhevur at siga satt«, m.a. skrivar »at tað er ikki ofta at Pauli Ellefsen í blødunum ber beinleiðis 6- sannindi, men hann hevur lagt seg eftir, og eg má siga, at vera serkenur á økinum, at skriva soleiðis, at hann, ið lesur, fær skeiva uppfatan av hend- ingini. Man fær ta uppfat- an, at tað Pauli Ellefsen metir, tænir hansara enda- máli.“ Úti í Nólsoy var val- fundur í fjør heyst sum vanligt undan hverjum løgtingsvali. Har vóru sjálvsagt nógvir politiskir spurningar frammi, høvudsparturin av orða- skiftinum, fyri mítt við- komandi, snúði seg um steðuna hjá flakavirkin- um, tí m.a. sambands- menn lupu harðliga á at eg var tann beinleiðis orsekin til hetta, hóast tað rætta er, at tað við sterkari med- virkan frá minari síðu, eins og tilfellið var um sama mundið við flaka- virkinum á Strondum, Bátafisk, eydnaðist at fáa við- merkingar eina fígging, sum valla kann fáast betri. Hóast hetta var ein veruleiki tá, gav umboðsmaður sam- bandsfloksins mær skol- una, tí har var einki hent. Virkið í Nólsoy var heldur koyrt faðt av politisku ella manglandi medvirkan frá P. Ellefsens síðu. Nei, Pauli Ellefsen, hverki eg sjálvur, ei heldur javnadarflokkurin nýtir at vera smoykin í yvirtøkumålum, tí har slik eru framd vid medvirkan Javnaðarfloksins, hevur flokkurin týðuliga greitt frá orsøkunum fyri sína medvirkan. Ødrvisi er við sambandsflokkinum. Javnaðarflokkurin er framvegis einasti politiski flokkurin, sum bæði í talu og í skrift gongur inn fyri at fremja útbygging land- sins eftir heimastýris- lógini og ikki at gloyma eftir andanum í heima- stýrislógini. Um tað sum Hans Jacob Debes hevur sagt á valfundi úti í Nólsoy um yvirtøku av skúlamálum er væl bert at siga, at hann sum tjóðveldismað- ur neyvan er samdur við sjónarmið javnaðarflok- Framhald á síðu 4 LL A A—— OYGGJATÍÐINDI OG PRÍSTALIÐ »Gjaldstovan og keyp- menn orsøkin til at løn- móttakarar hava fingið 60 oyru ov lítið um timan« kallast tíðindastubbi í Oyggjatíðindum tann 22. august. Orsøkin til hetta skal vera,at prístalið er ov lítið hækkað tí sum sama mundið sum hækkingin av prístalinum fór upp, hækkaðu keypmansverur- nar við umleið tveimum prosentum<, uttan at hendan hækking varð inn- roknað í prístalinum. Onn- ur orsekin var tann, at seinasta hækkingin av spiritus, sigarettum o.g. „fór fram umleið ein hálv- an mánaða áðrenn prís- talsnevndin hevði fund um prístalið“, og var tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. henda hækkingin heldur ikki innroknað í prístalið, sum tað skilst á Oyggja- tíðindum. Hesi tíðindi eru í heilt stóran mun merkt av, at tey ikki koma frá keldum, sum hava við prístalsút- rokning at gera. Og blaðið hevur hverki vent sær til pristalsnevndina ella gjaldstovuna fyri at fåa váttað ella avsannað hesi tíðindi. Eisini eru tíðindini merkt av eini grundleggj- andi óvitan um, hvussu prístalið verður útroknað, og úrslitið er sum rímiligt hareftir. Fyri tó at fáa meguligar misskiljingar av vegnum skal pristalsnevndin loyva sær at gera vart við fylgj- andi: Prístalslógin frá 21. mai 1975 åsetur, at »pris- irnir verða ásettir eftir prísuppgávum frá selu- búðum v.m. í månadunum februar, mai, august og november«. Prístalið varð so útroknað og avgreitt í juni mánað, men samb. prístalslógini, so eru tað framvegis prísirnir í mai, sum eru grundarlagið fyri tí prístali, sum kom í gildi 1. juli. Hendan manna- gongd hevur eisini verið fylgd við seinastu prístals- útrokning. Teir prísir keypmenn hava givið upp er fyri tað tíðarskeið, sum teir eftir reglunum eiga at gera hetta. At t.d. útflutn- ingsgjaldið uppá 2% ikki kom at ávirka prístalið skyldast, at eitt slíkt gjald sum í fyrsta umfari verður lagt uppá innfluttar verur, hevur eina rættiliga drúgva tíð áðrenn tað slær igjøgnum i småsøluliånum. Viðvíkjandi rúsdrekka er tað rætt at Gjaldstovan roknar kostnaðin av hes- um út fyri pristalsnevnd- ina, og kemur hetta av, at alt rúsdrekka verður av- greitt gjøgnum hendan stovn. Tá tað bert er eitt avgreiðslustað, og tá hækkingar í innflutnings- gjøldum her gera seg gald- andi beinanvegin, er tað bæði meguligt og í sam- svar við prístalslógina at rokna við hesum hækking- um beinanvegin tær koma í gildi, soleiðis at hækk- ingar sum fara fram inntil ávikavist februar, mai, august og november koma við í fyrstkomandi prístal. Og vit vilja gera vart við, at hækkanin í rúsdrekka- gjøldum, sum var samtykt å tingi 19. mai, er tikin vid i pristalinum pr. 1. juli 1979, og er hetta fyri so vitt eisini i samsvar við tað sum blaðið hóast alt hevur fingið upplýst. Tað skal tó viðmerkjast, at við næstseinastu útrokning av rúsdrekka hendi eitt mistak, so hesin bólkur hækkaði meira enn hann átti. Hetta mistak varð so rættað við sein- astu útrokning og ti kunnu seinastu tvey prís- telini ikki beinleiðis sam- metast hesum verum við- víkjandi. Men sammeta vit partin sum rúsdrekka hevur í prístalinum pr. 1. januar 1979 við partin 1. juli 1979, síggja vit eina hækking frá 114,0 til 144,1. Hetta er 26,4% og samsvarar við veruligu hækkingina hetta tíðar- skeið. Pristalsnevndin vil ynskja Oyggjatíðindum alt tað besta í sínum nýggja virki sum lands- blað og vóna vit bert, at tað framyvir verður meira heppið við tíðinda- flutningi sínum. Tórshavn, 24. august 1979 Pristalsnevndin