leygardagur 1. september 1979síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
St Kilda:
Ein avbyrgdur
heimur
eftir Hans Thomsen
Bretska stjórnin óttaðist fyri, at St.
Kilda-búgvar — tá teir komu inn á
meginlandið at búgva — skuldu fara
at halda seg vera komnar til ein ríkis-
stuðlaðan paradísgarð og har kunna
ganga fyri einki. Teir gjørdu tí øllum,
ið arbeiðsfer vóru, greitt, at tey
máttu arbeiða.
sosialurin
Nr. 68 — 1. september 1979
St. Kilda-búgvar
tingast um at rýma
av steinunum
Í meira enn trý ár búði
sjúkrasystirin Williamina
Barclay steðugt úti á St.
Kilda fyri at hjálpa fólk-
inum har. Hon mundi
helst vera tann dugnalig-
asta sjúkrasystirin, sum
skotska heilsuráðharra-
deildin nakrantíð hevði
sent út í oyggjarnar.
Hóast sína framúr góðu
útbúgving og so tað, at
hon var ikki heilt ung
longur (46 ár), játtaði hon
at fara út á St. Kilda.
Men henda sjúkrasyst-
urin royndi ikki einans
at hjálpa oyggjarbúgvun-
um, tá ið sjúka var á ferð,
men hevði hon eisini
áhuga fyri fólki, tá ið tey
vóru frísk. Mangan beyð
hon konufólkinum og
bernunum á Hirta heim til
sín, lurtaði eftir teimum
vandamálum, tey hevdu
at dragast við og royndist
teimum ofta góð í ráðum.
Ein dagin í prílmánað
1930 setti hon sær fyri
eisini at bjóða mannfólk-
inum við. Á hesi samkom-
u bar hon upp á mál, antin
tað ikki mundi vera bein-
ast at rýma úr oyggjun-
um. Í endurminningum
sínum skrivar hon:
>Tosað varð aftur og fram
um spurningin og viður-
skiftini i oyggjunum
vórðu havd á lofti. Tey
spurdu meg, hvat eg helt
og eg segði sum var, at eg
nú helt vera komið at
evstu stund við teimum
og bað tey, tá tey komu til
hús aftur, hugsa gjølla um
hetta og ikki gloyma, at
eg lættliga var for fyri at
hjálpa teimum við flyting-
ini og fáa teimum hús at
búgva í og arbeiði inni á
meginlandinum. So fóru
St. Kilda-búgvar heim til
sín sjálvs og tað kveldið
varð í hverjum húsi tosað
um at rýma.
Tað, sum skundaði und-
ir hetta tosið um at rýma
úr oyggjunum, var hin
ræðuliga ringi veturin í
1929, tá St. Kilda-búgvar
og rýmir
nærum líðu svartasta
hungur, tí samband við
meginlandið fekst ikki í
fleiri mánaðir. Tá fólkið á
Hirta aftur kom saman
inni hjá sjúkrasystrini,
segdu tey flestu seg vilja
rýma og trúboðarin, Dug-
ald Munro, varð biðin um
at seta eina umsókn sam-
an. Brævið var stutt og
prentað við spjaldrastav-
um á reglað pappír og
ljóðaði so: >Vit undirrit-
aðu íbúgvar á St. Kilda
vilja við hesum virðingar-
fylst heita á hansara
kongaligu hátignar stjórn
um at hjálpa okkum øllum
at flyta úr oyggjunum í
hesum ári og at finna okk-
um hús at búgva í og
arbeiði inni á meginland-
inum. Í longri tíð hava vit
verið illa mannað upp á
mannfólkahondina og nú
er fólkatalið í oynni
minkað heilt niður í 36.
Nógvir av monnunum,
sum eru uppi í hesum tali,
hava avgjørt at leita sær
vinnu á meginlandinum
og hetta fer rættiliga at
koma okkum í eina
kreppusteðu, tí við tí
fólkatali, sum er, er nóg
ringt at fáa tey arbeiði frá
hondini, sum gerast
skulu. Hesir menninir eru
høvudsålitid í oynni í løt-
uni. Tad eru teir, sum
fåast vid seydin, veva og
siggja til, at einkjurnar i
oynni ikki líða nakra neyð.
Fara teir, fer ikki at bera
til hjá okkum, sum eftir
eru, at fara undir ein vetur
afturat herúti.
Orsekin til, at vit nú
hava hjálp fyri neyðini er,
at St. Kilda nú í mong ár
ikki hevur verið sjálv-
bjargin og tá eingi líkindi
eru til, at steðan fer at
batna, hava vit tí ongar
umsteður at gjalda fyri
tað, sum ein flyting av
okkum og okkara inn-
búgvi fer at kosta.
Vit biðja ikki um at
sleppa at búgva í einingi,
men høvdu øll somul verið
takksom fyri at fingið
hjálp til at flutt okkum
burtur til okkurt annað
pláss, har tað hevði verið
ST. KILDA:
Fólkið gevur frá sær
10. og seinasti partur
liviligari hjá okkum«.
Henda einfalda og virði-
liga umben varð undir-
skrivað av øllum teimum
vaksnu — tólv monnum
og átta konufólkum. Tveir
av monnunum, Finlay
Gillies og Finlay
MacQueen, sum ongantíð
hevdu lært at skriva,
settu búmerki síni undir.
Dugald Munro og William-
ina Barclay váttaðu, at
undirskriftirnar vóru
rættar og umsóknin, sum
hon átti. Brævið, ið var
stílað til William Adam-
son, ráðharra fyri Skot-
land, varð handað skipar-
anum á tí fyrsta trolaran-
um, sum kom inn á víkina.
Pipan fær
annað ljóð
Myndugleikarnir inni á
skotska meginlandinum
hevdu sjáldan rætt hond
frá síðu til tess at hjálpa
teimum úti á St. Kilda,
tverturímóti hevdu teir
altíð havt í hyggju at
royna at fáa fólkið at flyta
av steinunum, men nú St.
Kilda-búgvar gjerdu álv-
ara av, fekk pípan brád-
liga annað ljóð, nú teir
skiltu, at hetta fór at
kosta skotskum skatt-
gjaldarum pengar. Um-
sóknin hjá St. Kilda-búgv-
um slongdist sum bukka
millum sengur av einari
almennari = skrivstovuni
aftur á aðra. Nú vóru
knappliga allir teir, sum
fyrr hevdu kunnað hjálpt,
var nakar vilji til steðar,
varnir og ráðaklókir.
Summir hildu umsóknina
frá St. Kilda-búgvum vera
lítið eftirfarandi, teir
mundu — tá saman um
kom — ikki ætla sær at
flyta kortini og skuldi St.
Kilda viðgerast sum eitt
serdemi, fóru kanska eis-
ini = onnur fjarskotin
bygdasamfeløg at krevja
somu hjálp. >Tað, at fram-
leiðslan er so nógv
minkað, skrivaði = ein
embætismaður, »stendst
kanska partvíst av mann-
ingartroti og partvíst av
leti, av tí at ferðafólk,
trolaramanningar o.t.
hava spilt fólkið við at
geva teimum pengar, kol,
fisk o.a. áðrenn hálvtalað
varð orå«.
Aðrir hildu hyggjuráð-
ini vera at hjálpa St.
Kilda-búgvum at verða
verandi á Hirta. >Vit
mugu ikki gloyma«, skriv-
Tey gomlu v St. Kilda hevdu ilt við at venja seg við tey
fremmandu lívskorini inni á skotska meginlandinum