leygardagur 1. september 1979síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 68 — 1. september 1979
sosialurin
mSida9
adi ein teirra, »at St.
Kilda-búgvar vita ógvu-
liga lítið um lívið aðra-
staðni og at mesti tervur
tykist vera, hóast lend-
ingarviðurskiftini harúti
eru vánalig, at tryggja
teimum regluligan flutn-
ing«.
Frågreiding
verdur gjørd
Tveir embætismenn
vórðu sendir út á St. Kilda
við tí fyrsta trolara-
num, sum fór tann vegin,
fyri sjálvir at kanna eftir,
hvussu vorðið var harúti.
20. mai 1930 legði
Georg Henderson,
umsjónarmaður í skotska
heilsumálaráðnum, fram
drúgva frágreiðing um
vitjan sína á St. Kilda.
Har mælti hann til at bera
skjótt at og flyta St.
Kilda-búgvar burtur.
»Fyri nekrum mánaðum
síðani<, skrivaði umsjón-
armaðurin, „helt Norma
Mackinnon, sum hevur ilt
við at fáa endarnar at
rekka saman, av tí at tey
eru so nógv í húsi, fyri við
sjúkrasystrina, at hann
ógvuliga fegin vildi slopp-
ið av Hirta, men sá seg
ikki føran fyri at flyta, av
tí at hann átti ikki fyri
flutningin. Sjúkrasystirin
vissaði hann um, at hes-
um skuldu vegir verið fyri
og síðan tá hevur hann
verið altráur eftir at rýma.
Tey eru tíggju fólk í húsi
og av hesum 4 mannfólk,
sum so stórt trot er á har-
úti. Ætlast kann, at flytir
hetta húskið, fer steðan
hjá teimum, ið eftir sita,
at gerast vónleys. Tá fara
teir — bert fyri at nevna
eittans demi — ikki at
verða ferir fyri at manna
båt«.
Umsjónarmaðurin varð,
sum mangir av teimum, ið
frammanundan honum
hevdu vitjað St. Kilda,
skelkaður av teimum
viðurskiftum, sum fólkið
harúti livdi undir. Niður-
steða hansara var, at
neyðugt var at flyta fólkið
burtur og tað ongantíð ov
skjótt.
Funnið varð fram til,
hvussu nógv tað hevði
kostað bretskum skatt-
gjaldarum at hava fólkið
búgvandi úti á St. Kilda
seinastu 5 árini fram til
1930 og var hetta í ster-
lingspundum 2.388. Av
hesum hevði heilsumála-
ráðið latið nógv tað
mesta, ella 1.642 sterlings-
pund og síðani var tað
mesta av hinum farið til
skúlagongdina hjá
bernunum, hóast tey
ongan rættiliga útbúnan
lærara hevdu havt, av tí
át trúboðararnir hevdu
havt hetta starv í hond-
um.
Flyting einasta
loysnin
Komið varð fram til, at
flyting var einasta loysn-
in og gjert varð av at nýta
seinasta vikuskiftið í
august til hetta. Tvinni
viðurskifti vóru ráðharr-
anum fyri Skotland, Tom
Johnston, fremst í huga.
Honum var greitt, at
summir av St. Kilda-
búgvunum — hetta vóru
fólk, sum vóru gomul og
ússalig og tí ikki arbeiðs-
før — máttu fáa fåtækra-
hjálp, men hann var harð-
liga ímóti, at nakar St.
Kilda-búgvi skuldi búgva
á nekrum almennum
stovni, sum havdur varð
til slíkt endamál. Í staðin
vildi hann, at tey antin
skuldu fáa innivist hjá
eðrum húskjum ella
sleppa at búgva í nánd av
eðrum St. Kilda-búgvum,
sum vóru arbeiðsferir.
Eisini vildi hann, at bret-
ska stjórnin skuldi greiða
fólkinum á St. Kilda gjølla
frá steðu síni. Arbeiði
skuldi tryggjast teimum
arbeiðferu, men ynskti
onkur av hesum arbeiðs-
feru meira hjálp, eftir at
tey vóru búsett inni á
meginlandinum, skuldi
hetta gerast við at lata
teimum ókeypis innbúgv
og ikki við at sleppa teim-
um undan at lata húsa-
leigu, tá hetta kundi fáa
tey at halda, at tey skuldu
vera ein ríkisstuðlað stætt
í allari framtíð.
r
Nógv varð tosað og
skrivað í bleðunum um
málið, sum eisini var fyri í
bretska — undirhusinum,
men undir allari orðgong-
uni hevði eigarin av St.
Kilda, góðseigarin Mac
Leod í Dunvegan á oynni
Skye, gjert av at siga sum
minst. Uppsitarar hans-
ara á St. Kilda hevdu ikki
verið ferir fyri at latið
honum jarðarleigu í nær-
um trettan ár, men hann
gjørdi av einki krav at
seta fram. Dóttir hansara,
Flora, sigur frá, at pápi
hennara legði ikki í at
leggja seg út í orðaskiftið,
av tí at hann visti, hvussu
stórir fordómarnir manga-
staðni vóru móti góðs-
eigarastættini og at segði
hann nakað, fór helst okk-
urt ringt at verða lagt í
tað, men eitt legði hann
bretsku stjórnini eina við:
at fáa St. Kilda-búgvar
formliga at siga jerðina
frá sær. Í 1886 var lóg
komin í gildi fyri allar
uppsitarar í Skotlandi,
sum ikki einans tryggjaði
teimum eina semiliga
jardarleigu, men eisini
gjørdi, at teir komu at sita
fastari á jørdini.
Hús og arbeiði vórðu
útvegað St. Kilda-búgv-
um á jerð, sum stjórnin
átti. Av teimum 36 íbúgv-
unum, sum eftir vóru á St.
Kilda, vórðu einans 8
mans roknaðir at vera
arbeiðsferir og varð teim-
um boðið arbeiði hjá skóg-
arstjórnini, sum lovaði at
útvega 25 St. Kilda-búgv-
um hús at búgva í á góðsi
teirra í Ardtornish í Ar-
gyll. Heilsumálaráðið lov-
Hjá teimum fáu St. Kilda-búgvunum, sum høvi høvdu
til at vitja útaftur í oyggjarnar, eftir at fólkið var flutt
burtur haðani, vóru bert minnini eftir um eitt lív, sum
var farið
Henda myndin av bygdini, tikin eftir at fólkið var rýmt av steinunum, sýnir, hvussu
veður og vindur aftur hava tikið valdið, sum tey høvdu tað frá upphavi
aði at veita teimum, sum
ringast vóru fyri peninga-
liga, ókeypis innbúgv og
súkklur til menninar at
koyra til og frá arbeiði.
Bretska stjórnin óttað-
ist fyri, at St. Kilda-búgv-
ar — tá teir komu inn á
meginlandið at búgva —
skuldu fara at halda seg
vera komnar til ein ríkis-
stuðlaðan paradísgarð og
har kunna ganga fyri
einki. Teir gjørdu tí øllum,
ið arbeiðsfer vóru, greitt,
at tey máttu arbeiða.
Macaulay frá landbún-
aðarmálaráðnum varð
saman við tveimum
seyðamonnum av Uist við
hundum sendur úr á St.
Kilda til at hjálpa teimum
harúti at taka seyðin, men
St. Kilda-búgvar vóru
ógvuliga trekir at siga
hesum fremmandamonn-
um, hvussu mangar
seyðir, hver teirra átti.
Seyðurin hevði ikki verið
vaskaður í fleiri ár og poli-
timeistarin í Inverness
setti sum treyt, at hetta
varð gjert, so títt og
knapt hann var komin til
Oban. Hin 6. aug. 1930
vórðu 667 seyðir —
hetta var o.u. helmingurin
av ellum talinum í oyggj-
unum — fluttir inn á meg-
inlandið við damparanum
»Dunara Castle«.
Ráðið i greivadøminum
Inverness, sum St. Kilda
fyrisitingarliga hoyrdi
undir, bar ótta fyri at tey
gomlu og ússaligu av St.
Kilda-fólkunum skuldu
koma at liggja ráðnum til
byrðu, tá tey komu inn á
meginlandið. Tí skrivaðu
teir til bretsku stjórnina,
at tá stjórnin sjálv hevði
sett hesa flyting í verk,
mátti hon eisini bera
kostnaðin av at føda tey,
sum ikki sjálv vóru ment
at arbeiða fyri feðina.
Ráðharrin fyri Skotland
svaraði aftur í einum
hvassorðaðum brævi, at
teir i Inverness høvdu
skyldu til at lata hesum
fólkum fátækrahjálp og at
hann ikki fór at sleppa
teimum undan hesum, tí
henda skylda var ásett við
lóg. Ráðið noyddist
sostatt at lata teimum
gomlu St. Kilda-búgvun-
um fátækrastyrk, men so
drúgv tíð gekk, áðrenn
teir fingust til at lata
nakað oyra av hondini, at
heilsumálaráðið í heilum
mátti leggja peningin út
ta fyrstu tíðina eftir at
fólkið var flutt inn í
meginlandið. So leingi
fólkið búði úti á St. Kilda,
varð mangan tosað um
tey inni á meginlandinum
í Skotlandi, bæði manna
millum og skrivað í blød-
unum og fólk hevdu hug
at tykja synd í hesum
fólki, sum var noytt at
búgva á hesum skotsku
útskerjum, men nú tey
hevdu gjert álvara av at
rýma av steinunum, var
brádliga ell henda mikla
samkensla við St. Kilda-
búgvunum horvin sum
degg fyri sól.
Fingu ikki vent sær
fyri blaðmonnum
Fríggjakveldið kl. 7 hin
30. aug. 1930 legði damp-
arin »Harebell« at i Locha-
line i Argyll við 36 móðum
St. Kilda-bugvum um-
borð. Bryggjan i Locha-
line var avtakin vid blad-
monnum. Hesi smædnu
fólkini av Hirta fingu
næstan ikki vent sær fyri
teimum. »Har var ein øgi-
lig rúgva av blaðmonn-
um«, segði Lachlan Mac
Donald seinni, >og teim-
um flestu av okkum
dámdu hetta ógvuliga lít-
ið. Blaðmenninir mundu
halda sum so, at tá vit
komu av St. Kilda, so
mundu vit helst vera reiði-
liga hálvtápulig og
kanska vill eisini. Tí
mundi tað vera, at fólk
tustu oman at síggja okk-
um, nakað sum tá tú fert í
ein djóragarð at hyggja at
teimum villu djórunum-.
Ein gomul kona, Flora
Gillies, tók soleiðis til:
„Ég haldi, tey mundu
halda okkum hava horn
og kanska hala vid«.
Fólkið av Lochaline var
fylt við ellum teimum her-
segunum, sum staðið
høvdu i blødunum um St.
Kilda-búgvar og væntaðu
sær bæði líkt og ólíkt av
hesum nýggju grannun-
um. Har varð tí hver hurð
og hvert úthús læst, tá
farið varð frá húsum, tí at
tey hildu St. Kilda-búgvar
vera tjóvskar. Men nú
máttu so teir arbeiðsferu
menninir av St. Kilda
arbeiða fyri pengar, sum
teir máttu fáa fatur á fyri
at gerast ferir fyri at
keypa sær ta eydnu, sum
lovað varð teimum, um
bert teir vildu flyta inn á
skotska meginlandið.
Eftir seinna heimsbar-
daga fóru St. Kilda-búgv-
ar aftur at vitja út í oyggj-
arnar. Alexander Fergu-
son var harúti á hverjum
ári frá 1947 til 1957, tá
hann doyði, men tá vóru
longu 13 av teimum 36
oyggjabúgvunum, sum á
sinni rýmdu av St. Kilda,
deyðir.
Í dag stendur the
National Trust for Skot-
land sum eigari av St.
Kilda, men bretski her-
flotin hevur stóra radar-
steð harúti. Teir hava lagt
dýran veg á Hirta frá
sjónum og heilt upp á
toppin av tí 1.200 fetur
høga Mullach Mor. Menn-
inir frå bretska herflotan-
um hava sjålvir bygt sær
sin egna barakk-bý harúti,
men the National Trust
for Skotland roynir at
væla um kirkjuna og
húsini í bygdini, so tey,
sum vitja St. Kilda skulu
fáa hevi til at síggja,
hvussu bygdin så út, tå
fólk búði har fyri 40 árum
síðani.