hósdagur 25. juli 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Undan ferðini til Ís-
lands vóru tveir spæl-
arar leikbannaðir í
steypafinaluni, og nú
eru tríggir lyklaspæl-
arar sera ivasamir
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Undan steypafinalum er
tað meiri enn so komið fyri,
at venjarar og feløg hava
roynt at gera mótstøðuliðið
til favorittar. Men venjarin
hjá NSÍ, Jógvan Martin Ol-
sen, hevði einki havt ímóti,
ikki at komið við tíðind-
unum, sum vit fingu frá
honum fyrrapartin í gjár.
Harmuligi veruleikin í
NSÍ ferðalagnum, sum er á
veg úr Íslandi við Norrønu,
er, at tríggir av spælar-
unum, sum hava verið
roknaðir millum teir týd-
ningarmiklastu í steypa-
finaluni ólavsøkudag, eru
rættiliga ivasamir.
Talan er um Helga L.
Petersen, Pól Thorsteinsson
og Ulrik Balling. Á ferðini
í Íslandi eru teir allir plág-
aðir av vøddaskaðum.
Mikukvøldið spældi NSÍ
venjingardyst á Akureyri
ímóti Þór. Liðið á Akureyri,
sum er í bestu deildini,
vann 3–1. Sonni L. Peter-
sen minkaði um munin til
2–1, og Jógvan Martin Ol-
sen var sera væl nøgdur við
avrikið hjá sínum monnum.
Men í løtuni snýr tað seg
mest um, hvussu tað verður
við skaddu monnunum.
Helgi L. Petersen var ikki
við á liðnum í fyrrakvøldið.
Undir dystinum noyddust
bæði Pól Thorsteinsson og
Ulrik Balling at biðja um
útskifting.
– Hjá Helga dragnaði
okkurt í lærinum undir
venjing. Síðsta punktið á
venjingarskránni
vóru
tríggir heilt stuttir spurtir.
Tá Helgi skuldi venda,
glapp okkurt. Pól bað um at
verða útskiftur, tí okkurt
var galið við lærinum, og
hjá Ulrik Balling er tað í
lærkrikanum, at okkurt ikki
er, sum tað skal vera, eru
døpru tíðindini frá Jógvan
Martini Olsen.
Marjun Thomassen, fysio-
terapeutur, hevur verið við
NSÍ í Íslandi. Hon hevur
viðgjørt skaddu spælarar-
nar, men tað bar ikki til
fyrrenn eitt samdøgur eftir
dystin á Akureyri at siga
nakað um, hvussu álvars-
ligir skaðarnir eru.
Allir ellivu á einum fót-
bóltsliði og allir sekstan í
hópinum eru sera týdning-
armiklir. Men um tríggir
útispælarar skuldu verið út-
valdir sum teir týdningar-
miklastu hjá NSÍ í finaluni
– saman við málverjanum
Jens
Martini
Knudsen,
sjálvandi – so hevði tað
ikki verið langt frá, at tað
vóru teir tríggir, sum nú
kapprenna við tíðina fyri at
vera tøkir í finaluni.
Undan ferðini til Íslands
var greitt, at álopsspælarar-
nir Óli Hansen og Sonni L.
Petersen ikki kundu spæla í
finaluni ímóti HB. Teir eru
báðir leikbannaðir.
NSÍ ferðalagið gisti á
Egilsstøðum í nátt. Har
skuldu teir venja fyrrapart-
in í dag, og fyrrapartin í
morgin koma teir til hús at
halda frí, áðrenn farið verð-
ur undir síðstu fyrireiking-
arnar til størsta dystin í 45
ára longu søguni hjá felag-
num.
Tað er greitt, at Óli Han-
sen og Sonni L. Petersen
ikki vera við í tí dystinum.
Um Pól Thorsteinsson,
Helgi L. Petersen og Ulrik
Balling vera førir fyri at
spæla, frætta vit kanska
meiri um seinni í vikuni. At
teir halda ondini í NSÍ er
lætt at skilja.
Nr. 140 • hósdagur • 25. juli 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroyska U-14 landsliðið
kom aftur úr Aberdeen
mánakvøldið, har liðið
hevur luttikið í kapping,
sum skotska stórfelagið
Aberdeen skipar fyri.
Tveir sannførandi sigrar
og eitt tap var avrikið hjá
føroysku dreingjunum
LANDSLIÐSFÓTBÓLTUR
Heini í Skorini
Venjarin hjá føroyska U-14
landsliðnum, Mathias Davidsen,
sum dagliga venur 1. lið hjá
Skála, letur væl at ferðini hja
føroysku u-14 dreingjunum í
Aberdeen, og hann er væl nøgd-
ur við avrikið
Føroyar spældi fyrsta dystin
móti írskum liði, og vunnu teir
dystin ikki minni enn 7-0. Sam-
bært Mathias Davidsen borð-
reiddu føroysku dreingirnir við
sera skilagóðum fótbólti. Næsti
dystur var móti minni skotskum
felagi, og hesaferð varð endaliga
úrslitið 3-0, sum aftur var ein
sannførandi sigur til føroyingar.
Seinasti dysturin var móti
sjálvum vertunum úr Aberdeen,
og her varð mótstøðan meir enn í
undanfarnu dystum. Endaliga
úrslitið var 4-1 til Aberdeen, og
støðan í hálvleikinum var 4-0 til
heimaliðið. Sæð við føroyskum
eygum vann okkara landslið so-
statt seinna hálvleik 1-0.
Mathias Davidsen er saman-
umtikið væl nøgdur við avrikið
hjá Føroyum, og hann sigur, at
fleiri sera evnaríkir leikarar eru
at finna í 88 árganginum, sum
U-14 liðið er mannað av. Í hesum
sambandi nevnir venjarin t.d.
Kristoffur Jacobsen úr KÍ, sum
skeyt fleiri mál, Boga Løkin úr
NSÍ og Christian Eli Mouritsen
úr HB.
Vunnu minni kappingar
Umframt dystirnar, ið spældir
vórðu, skipaði Aberdeen eisini
fyri minni fótbóltskappingum.
Fóttennis varð annað tiltakið, har
fýra vórðu á hvørjum liði, og her
vunnu føroyingar kappingina.
Eisini vórðu føroysku U-14
dreingirnir á ovastu rók, tá skip-
að varð fyri fótbóltskapping við
lítlum málum og fimm leikarum
á hvørjum liði, so ikki kann sig-
ast annað, enn at føroysku leikar-
arnir framdu eitt gott avrik, og er
hetta lovandi fyri framtíðina í
føroyskum fótbólti.
U-14 landsliðið góð úrslit í Aberdeen
Undan steypa-
finaluni 2002 mill-
um HB og NSÍ á
Tórsvølli er avgjørt,
at áskoðararnir hjá
báðum liðunum sita
savnaðir hvør sær –
tað vil siga NSÍ
áskoðarar fyri seg
og HB áskoðarar
fyri seg. Við luta-
kasti er avgjørt,
hvar viðhaldsfólkini
hjá báðum liðunum
sita
ÁSKOÐARAR
Heini í Skorini
Bæði HB og NSÍ, sum á
ólavsøku hittast í finalu-
ni um løgmanssteypið á
Tórsvølli, fyrireika seg í
hesum døgum til stóru
finaluna,
ikki
minst
uttanfyri vøllin. M.a.
hevur nógv verið arbeitt
við at skapa góðar um-
støður fyri mongu við-
haldsfólkunum hjá báð-
um feløgunum, so stem-
ningurin og karmarnir
undan eini góðari finalu
verða til staðar.
NSÍ og HB
áskoðarar hvør sær
Undan finaluni 29. juli á
Tórsvølli er avgjørt, at
áskoðararrnir hjá báðum
feløgunum skulu ikki sita
lið um lið, men at allir
NSÍ áskoðarar verða
savnaðir á einum staði,
meðan allir HB áskoðar-
arnir sita saman á øðrum
staði. Hetta kenna vit t.d.
frá útlondunum, har allir
áskoðarar fyri sama liði
sita saman, og skapar
hetta betri stemning og
betri møguleikum fyri.
Við lutakasti er av-
gjørt, at á langsíðuni
skulu NSÍ áskoðarar sita
í norðara endanum, með-
an HB áskoðararnir ver-
ða savnaðir í syðra enda.
Henda áskoðaraskipan
varð eisini fyriskipað
undan finaluni um Løg-
manssteypið í fjør mill-
um KÍ og B36, men sum
mong kanska minnast,
gjørdi veðrið av við bæði
fótbóltsspæl og áskoðar-
ar tann dagin, so talið av
áskoðarum gjørdist sera
avmarkað.
T-shirt til øll
Sum skilst hava bæði
feløgini eisini ætlanir um
at býta út T-shirts til sínar
áskoðarar, so viðhalds-
fólkini hjá hvør sínum
liði eru eins litt, har NSÍ
T-shirtirnar verða gular
og HB T-shirtirnar reyðar
og svartar.
Leggjast kann afturat,
at á atgongumerkjum í
forsølu er fast pláss upp-
lýst bæði við bólki, raði
og nummari á stóli, með-
an á atgongumerkjum í
sølu við dyrnar fáa
áskoðararnir bert upplýst
øki, tvs. tribunu á Tórs-
vølli.
Steypafinalan 2002:
Góðar áskoðara-
umstøður
Teir halda ondini í NSÍ
Helgi L. Petersen er ein av NSÍ leikarunum, sum nú er
ivasamur til steypafinaluna á ólavsøku
15
14
Nr. 140 - 25. juli 2002
Teitur Lassen hugtók
áhoyrararnar á kon-
sert í Losjuni í Gøtu,
har eisini onnur nøvn
spældu
TÓNLEIKUR
Johan Jacobsen
Punktum bleiv sett fyri ein-
um sera væleydnaðum G!
festivali í Losjuni við Gøtu-
gjógv sunnukvøldið.
Hetta var enn eitt sera
væl eydnað kvøld við góð-
um tónleiki og góðum
stemningi. Tríggir bólkar
framførdu spennandi tón-
leik, og áhoyrarnir, sum
vóru millum 40 og 50 í tali,
tóktust vera sera væl nøgd-
ir.
Trý nøvn gingu aftur á
pallinum hetta kvøldið, tey
vóru Mikael Blak, Brandur
Jacobsen og Valentin. Hesir
spældu
ávíkavist
bass,
trummur og el-gittar. Men
sjálvt um hesir gingu aftur í
øllum trimum bólkunum,
so bilti hetta einki.
Heðin Ziska
Davidsen Band
Fyrsti bólkurin á kvøldi-
num legði fyri við eksperi-
menterandi tónleiki. Kann
væl vera at tónleikurin hjá
hesum
bólkinum
varð
skrivaður, meðan hann varð
spældur. Eingin sangur var,
men ljóðmyndir við merk-
verdigum og spennandi
ljóðum. Ljóð frá einum
gittara, nú um dagar, kunnu
ofta verða at fara skeivur í.
Ta einu løtuna vóru onkur
heilt undarlig ljóð uppi í
leikinum, minti eitt sindur
um snildirnar, sum Bjørk
ger brúk av á síni seinastu
fløgu.
Sambandið við áhoyraran
var so sum so, tónleikurin
bleiv kanska ikki serverað-
ur á silvurfati.
Heðin Z. Davidsen og
Valentin Cora spældu gitt-
ar, Brandur á trummum,
Mikal á bass og Pete Tilly
Spældi didjiridu, floytu og
eisini ymisk slagverk.
Teitur
Ein serliga spennandi før-
oysk fløguútgáva er á veg
út í handlarnar. Hendan
fløgan hjá Teiti Lassen fer
uttan iva at verða sera væl
móttikin, og tað kann hugs-
ast, at hon fer at selja væl.
Sangirnir av »Sólin og
regnið« blivu allir sera væl
móttiknir í Losjuni í Gøtu.
Framførslan var góð, og tað
var týðuligt, at Teitur hevur
roynt hetta at standa á palli,
fleiri ferð fyrr.
Sjálvur sigur hann, at
hansara tónleikur snýr seg
um samskifti við áhoyrar-
an. Millum annað orsaka av
hesum syngur Teitur á
enskum í útlandinum.
Sangirnir snúgva seg um
ymisk ting. Og nevnd verða
summi meiri universel hug-
tøk, t.d. sólina og regnið, og
onnur meiri niðri á jørðini,
til dømis parabolirnar í
Sumba. Ein serliga vakur
og rørandi sangur var
»Havið«, ið snýr seg um
ein gamlan sjómann, sum
fer gjøgnum lívið.
Tilfarið á fløguni er meiri
akkustiskt og minni elekt-
riskt, tónleikurin minnir um
tónleikin hjá Paul Simon. Í
studionum hevur Teitur ar-
beitt saman við Niklas
Johannesen.
Hendan løtan í Losjuni
var sum ganda og verd allar
pengarnar og meiri enn tað.
Lauder?
Valentin Cora sang og
spældi gittar í hesum bólki-
num, sum endaliga endaði
G-Fesivalin 2002. Valentin
er úr Argentina og er á eini
tónleikavitjan í Føroyum,
sum Brandur Jacobsen hev-
ur fingið í lag. Afturat sær
hevði
hann
Brandur,
Mikael og til endan kom
Pete eisini uppí.
Her var djamm á høgum
stigi at hoyra. Tónleikarar-
nir spældu væl og frískliga
saman. Valentin bleiv eitt
sindur bilsin, tá hann bleiv
biðin at skrúva upp fyri
gittara sínum. Hetta hevði
hann ikki roynt áður;
»Lauder?«. Blues Valentin
Trio verður aftur at hoyra
mikukvøldið á Cafe Natúr.
Fleiri
eykaløg
blivu
spæld, men endað varð um
midnátt. Enn eitt deiligt
kvøld í Gøtu.
G-Festivalurin 2002
G-Festivalurin 2002 er so-
statt farin afturum, men
fyrireikarnir ætla at skipa
fyri einum enn størri festi-
vali komandi ár. Vónandi
verður eisini okkurt útlend-
skt navn við tá. Á hesum
tiltakinum hevur, burtursæð
frá tónleikinum, eisini ver-
ið ein lista framsýning í
Glyvrahanusarhúsi.
Við á konsertunum hava
verið: Blues Valentin Trio
(Arg. & Fo.), Clickhaze,
Desislava & Valeri Dim-
chevi (Bulg.), Enekk, Heð-
in Ziska Davidsen Band,
Hanus G. Johansen, Teitur
Lassen, MC Hár og Søren
Søgaard.
Eitt megnar tiltak við
ørgrynnu av góðum tón-
leiki.
Erling politistur fer
at leggja alla orku í
at fáa Trølla Ommu-
na og Trølla Pætur í
geglið á ólavsøku,
og hann biður
børnini um hjálp
BARNASHOW
Tíðindaskriv
Eftir at hava ligið í langa
tíð á Háfjalli, tørna trøll-
ini nú til aftur.
Trølla Pætur og omma
hansara hava seinastu
tíðina arbeitt við einum
nýggjum filmi, og tey
hava gjørt upptøkur bæði
heima og úti. Tey hava
eisini verið á rock ´n roll
skeiði uttanlands, og
omman er blivin púra
vill. Hon hevur lokkað
Trølla Pætur til at gera
eitt rockshow á ólavsøku,
og tað verður tjaldinum í
Kommunuskúlagarðinum.
Har verður mangt og
hvat á skránni, nógvir
góðir sangir, skemt og
ymiskt undirhald.
Vit hava fingið innlit í
nøkur skjøl hjá løgregl-
uni, sum siga at Erling
politistur ætlar at leggja
alla orku í fyri at fanga
Trølla Pætur og Trølla
Ommuna. Børn, sum
hava sæð trøllini, skulu
senda eini sms-boð til
telefonnummar 261544,
so tey kunnu hjálpa til í
uppkláringararbeiðnum
at finna trøllini.
Tann, sum kemur við
bestu ábendingini, vinn-
ur tveir kassar av Jolly
sodavatni, og tey børnini,
sum ikki hava sent sms
til Erling politist, verða
avhoyrd í durðinum, tá
tey koma til konsertina
ólavsøkuaftan og ólav-
søkudag.
Danskur
gandakallur
Umframt trøllini fer eis-
ini ein danskur ganda-
kallur
at
undirhalda.
Hann kallast Niels Plys
og telist millum teir
dugnaligastu av sínum
slagi í Danmark. Hann
ferðast land og ríki runt
og vísir síni gandakynst-
ur, spælir klovn og ann-
að.
Hann hevur eini 300
framførslur
um
árið,
hann koyrir 50.000 kilo-
metrar og hann blæsur
25.000 luftballónir upp
hvør ár.
Niels Plys byrjaði at
undirhalda til stuttleika,
men í dag ger hann einki
annað uttan at undirhalda
børn á ymsan hátt.
Tiltøkini við trøllunum
og gandakallinum verða í
tjaldinum í Kommunu-
skúlagarðinum ólavsøku-
aftan klokkan 19.00 og
ólavsøkudag
klokkan
18.30.
Nú skal
omman fangast
Løtan við Teiti Lassen var sum gandað
Mynd: Finnur Justinussen
Sólin, regnið og parabolir í Sumba
Hóskvøldið fara nak-
rir tónleikabólkar á
pallin í Studenta-
skúlanum í Hoydøl-
um. Ætlanin er at
tjóvstarta ólavsøkuna
KONSERT
Heri á Rógvi
Ólavsøkan nærkast við øll-
um tí, ið tjóðarhátíðin hev-
ur at bjóða uppá. Tiltøkini
plaga at vera nógv á ólav-
søku, og tað skortar heldur
ikki í døgunum undan og
eftir ólavsøku. Sunnudagin
og mánadagin verður sjálv
ólavsøkan
hildin,
men
longu leygardagin verður
tann árliga ólavsøkukon-
sertin hildin í Kommunu-
skúlagarðinum, sum plagar
at vera størsta einstaka tón-
leikakonsertin í árinum.
Longu hóskvøldið - í
kvøld – kl. 20.00 vóna fyri-
reikararnir av einari kon-
sert í Hoydølum at fanga
fólk í ólavsøkuhýri. Rútm-
iskakórið í Hoydølum skip-
ar hóskvøldið fyri einari
konsert í samkomuhøllini á
Studentaskúlanum í Hoy-
dølum.
Tríggir tónleikabólkar,
Páll Finnur Páll, Gruv og
Déja Vu, trína fram á pallin
fyri at lufta eitt sindur av tí,
ið teir hava at bjóða uppá.
Fyrireikararnir lova eitt
kvøld við góðum og – til
tíðir – eitt sindur øðrvísi
tónleiki. Kostnaðurin er 30
kr. fyri eitt atgongumerki,
men so sleppur tú eisini at
vera alt kvøldið.
Um bólkarnar
Páll Finnur Páll, sum hevur
nøkur ár á baki, hevur m.a.
spælt á Jassfestivalum og til
nøkur hugnakvøld í Hoy-
dølum. Bólkurin, sum er
oyrakrás fyri svakar lendar,
er í løtuni í studio og taka
fløgu upp, sum vónandi
kemur út seinni í summar.
Talan er um akkustiskan
heimagjørdan kattatónleik
við undirhaldandi føroysk-
um tekstum.
Gruv er ein heilt nýggjur
bólkur á føroyska tónleika-
pallinum. Hóast hetta
verður
fyrsta
almenna
framførslan, hava limirnir
roynt seg áður í øðrum
samanhangi so sum God-
spell, Ársins Songrødd,
Daybreak, Cantabile o.ø .
Forsangari er Christina
Elisabeth Mørkøre. Tón-
leikastílurin, bólkurin hev-
ur lagt seg eftir, er funk- og
soul-ávirkaður pop-tónleikur.
Déja Vu er ein bólkur,
sum hevur tikið seg nógv
fram í seinastuni. Teir hava
m.a. júst verið í Danmark í
eini tónleikakapping, har
teir stóðu seg sera væl.
Déja Vu luttekur eisini á
Ólavsøkukonsertini.
Konsertin byrjar kl. 20 í
Hoydølum.
Tjóvstarta ólavsøkuna hóskvøldið
Déja Vu verður ein av bólkunum, sum trínur fram á pallin í
kvøld – hóskvøldið. Hinar bólkarnir eru Páll Finnur Páll og
Gruv
C
M
Y
K
14