hósdagur 25. juli 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 140 - 25. juli 2002
FERÐSLUÓHAPP
Ingrid Bjarnastein
Um 10 tíðina í gjáramorg-
unin var eitt ferðsluóhapp
við Sjógv í Kollafirði. Ein
ferðafólkabussur við ferða-
fólki úr tí stóra ferða-
mannaskipinum
A´Rosa
Blu og ein lítil lastbilur hjá
Kaj Andreasen rendu sam-
an.
Á middagsleiti í gjár visti
politistøðin í Havn ikki
nógv at siga. 35 fólk vóru
við bussinum, og níggju av
teimum gramdu seg um
pínu. Tey vórðu tó ikki
koyrd á skaðastovuna, men
umborð á ferðamannaskip-
ið, sum hevur egna skaða-
stovu og lækna.
Maðurin, sum koyrdi
lastbilin, ið hevði ein
kompressara
viðfestan
aftanfyri, fekk størri skaða.
Men hann hevði fult vit tá
hann varð koyrdur á skaða-
stovuna.
Bæði
akførini
verða
koyrd á bileftirlitið til
kanningar. Meira verður at
lesa um ferðsluóhappið í
blaðnum í morgin.
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
– Eg taki ikki Tórbjørn
Jacobsen fyri fult, og eg
vóni, at løgmaður heldur
ikki ger tað, sigur Jenis av
Rana, formaður í Mið-
flokkinum. Bæði hann og
Kári P. Højgaard hava
framvegis
fult
álit
á
løgmanni, hóast rumblið í
samgonguni farnu vikur-
nar.
Bæði Miðflokkurin og
Sjálvstýrisflokkurin stuðla
framvegis samgonguni og
Anfinni Kallsberg sum
løgmanni.
Rumblið í samgonguni
farnu vikurnar hevur ikki
fingið teir báðar smáu
samgonguflokkarnar
at
broyta hugsan um sam-
starvið við Tjóðveldis-
flokkin og Fólkaflokkin,
sum hava havt eina beiska
uppgerð eftir lesarabræv
hjá Tórbirni Jacobsen.
– Eg má siga akkurát
sum er, at eg taki ikki
Tórbjørn Jacobsen fyri fult,
og eg vóni, at løgmaður
heldur ikki ger tað. So
leingi sum skuldseting-
arnar
ímóti
løgmanni
byggja á halv úttalilsi frá
Tórbjørn
Jacobsen,
so
hevur
løgmaður
ongan
trupulleika, heldur formað-
urin í Miðflokkinum.
Kári P. Højgaard, einasti
tingmaður fyri Sjálvstýris-
flokkin, heldur, at tað er
óheppið fyri samgongu-
stevið, at eitt gamalt mál,
sum hevur verið frammi
áður, skal takast fram og
brúkast ímóti løgmanni.
– Vit hava havt eitt gott
samstarv við Anfinn Kalls-
berg seinastu fýra árini, og
vit hava framvegis fult álit
á honum sum løgmanni,
sigur Kári P. Højgaard.
Ringt fyri
arbeiðsmoralin
Anfinn Kallsberg og Tór-
bjørn Jacobsen hevur verið
høvuðsleikararnir í heitasta
politiska málinum seinastu
vikurnar. Startskotið var, tá
Tórbjørn Jacobsen í ein
grein í bløðunum skrivaði,
at løgmaður og Jørgen
Niclasen høvdu eina dulda
fortíð, og at teir ikki høvdu
kunnað sitið í landsins
leiðslu nakra aðrastaðni í
heiminum.
– Tórbjørn Jacobsen átti
at lagt prógvini fyri sínum
pástandum fram, tí tað er á
lágum plani at insinuera
slíkt um løgmann. Her er
talan um ein gamalt mál,
sum fólk hava vitað um í
nógv ár. Men tað hevur
hvørki forðað fólki í at
velja Anfinn Kallsberg til
løgtingið ella løgtings-
monnum í at velja Anfinn
til løgtingsformann, lands-
stýrismann og løgmann. Tí
er hatta málið farið, og tað
nyttar einki at draga tað
fram aftur nú, heldur Jenis
av Rana.
– Hetta stríðið er ikki
gott fyri samfelagið, og tað
kann taka arbeiðsmoralin
frá øðrum politikarum. Eg
vóni, at vit kunnu leggja
hetta aftur um okkum, tá vit
hittast aftur á ólavsøku, og
fara aftur til arbeiðis.
Skaðar álitið millum
flokkarnar
Kári P. Højgaard, tingmað-
ur fyri Sjálvstýrisflokkin,
heldur, at seinastu vikurnar
hava verið sera óhepnar
fyri samgonguna.
– Hetta førir ikki til
nakað, og tað bara skaðar
álitið, sum hevur verið
millum flokkarnar. Vit eru
ikki partur av stríðnum, og
vit kenna bara málið frá
fjølmiðlunum, og út frá tí,
sum er komið fram har,
hava vit onga orsøk til at
umhugsa okkara stuðul til
samgonguna ella løgmann.
– Tórbjørn Jacobsen hev-
ur sagt, at málið veruliga
snýr seg um privatisering
og ikki um løgmann og
Jørgen Niclasen, men so er
tað skilaleyst at koma við
slíkum skuldsetingum, sum
tyngja samstarvið í sam-
gonguni, heldur Kári P.
Højgaard.
Lastbilur rendi saman
við ferðafólkabuss
Ein lastbilur hjá Kaj Andreasen gjørdist vrak, tá hann rendi saman við einum ferðafólkabussi í
gjáramorgunin
Mynd: Jens Kr. Vang
Smáu flokkarnir
stuðla løgmanni
Síðan CR-V fyrstu
ferð kom á markn-
aðin í 1997, hevur
bilurin verið ein
succes hjá Honda.
Fyri at siga tað stutt,
so er Honda CR-V
líka góður at koyra,
sum hann sær út til.
Nýggjasta útgávan
kom á marknaðin í
vár
BILAR
Magnus Gunnarsson
Honda CR-V er ein 4x4
frítíðarbilur, ið er eins góð-
ur at koyra og ein per-
sónbilur, bæði á sløttum og
ósløttum
undirlendi.
Í
nýggjastu útgávuni er bil-
urin betraður á fleiri økjum,
so sum trygd og komforti.
Bilurin er gjørdur soleiðis,
at um hann rennur á ein
fótgangara, gevur fronturin
eftir, so fótgangarin fær
minst møguligan skaða.
Hetta fekk CR-V besta
karakterin fyri á seinastu
EuroNCAP krasj-testunum.
Motorurin er ein 2.0 litur
bensin við 150 hk. Bilurin
er sera væl útgjørdur við
t.d. aircondition, CD spæl-
ara, nógvum plássi til at
leggja lutir frá sær, armlen
við kopphaldara, eins og
plátan í viðførisrúminum
kann gerast um til eitt
campingborð og 12V el-
stikkara í viðførisrúminum.
Tey sum vanliga lesa
motorbløð, hava lagt
til merkis at nýggi
Hyundai Coupé fær
sera góð ummælir frá
útlendskum motor-
journalistum, bæði
hvat útsjónd, kvaliteti
og koyrieginleikum
viðvíkur
BILAR
Magnus Gunnarsson
Hyundai Coupé er ein bilur
til tey ungu, ið ynskja sær
ein bil, ið sær gott út og
hevur sportligar koyriegin-
leikar. Bilurin fæst við 2.0
litur 4 syl. motori við 138
hk og 2.7 litur V6 motori
við 167 hk. Komfortur og
koyrieginleikar eru á høg-
um støði. Bilurin koyrir
sum ein dreymur gjøgnum
svingini, og stýringin er
sera neyv og kontant.
Innan er á sama hátt, alt er í
sportsligum stíli og merkt
av gjøgnumførdum kvali-
teti. Bilurin er útgjørdur við
t.d. aircondition, sports-
setrum, CD-spælara og 16"
alufelgum.
Nr. 140 • hósdagur • 25. juli 2002 • 76. árg.
Honda CR-V 2.0i VTEC
Motorurin
2.0 litur 4 syl i-bensin 150 hk
0-100 km/t
10,0 sek
Bensinnýtsla
11,0 (blandað koyring)
Dekkstødd
205/70-15
Stødd og vekt
Breidd
457,5 cm
Breidd
178,0 cm
Hædd
171,0 cm
Eginvekt
1425 kg
Totalvekt
1925 kg
Viðførisrúm
527 litrar
Prísur
LS útgávan kr. 288.750,-
ES útgávan kr. 306.750,-
Søluumboð
Sp/f Norðbil
Oyggjarvegur
FO-100 Tórshavn
Tel.313707
Hyundai Coupé 2.0 16V
Motorurin
2.0 litur 4 syl. 16V 138 hk
0-100 km/t
9,2 sek
Bensinnýtsla
11,9 km/l
Dekkstødd
205/55-16
Stødd og vekt
Longd
440,0 cm
Breidd
176,0 cm
Hædd
133,0 cm
Eginvekt
1250 kg
Totalvekt
1740 kg
Viðførisrúm
312 litrar
Prísur
Kr. 269.750,-
Søluumboð
Sp/f Norðbil
Oyggjarvegur
FO-100 Tórshavn
313707
Hyundai Coupé
– sportsbilur til tey ungu
CR-V – fótgangaravinarligur
frítíðarbilur frá Honda
Í nýggju út-
gávuni er
modellið
nakað broytt
við t.d. nýggj-
um baklykt-
um
Frits Dam Jacobsen er her við nýggja
Hyundai Coupé, ið er ein bilur til tey
ungu. Bilurin fær sera góð ummælir frá
útlendskum motorjuornalistum
Hyundai
Coupé hevur
smart design
Hóast Honda CR-V er ein 4x4, er
hann eins og ein persónbilur at koyra.
Birgir Dam Jacobsen, frá Norðbil,
sýnir her bilin fram
C
M
Y
K
17
16
LIST
LISTASTEVNA F
ASTEVNA FØROY
ROYA