Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. september 1979síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Einasti finnlands-svi & sum spælir kantelu — Tað er ein av »Kalasmusikanterna«, sum koma til Føroya leygardagin Christina Dahl, ein av »Kalamusikant- erna«, sigst vera einasti finnlands- sviin, sum dugir at spæla á kantelu, tað aldagamla tjóð- arljóðferið í Finn- landi. „Kalamusikanter- na« koma til Føroya leygardagin og vera her eina viku. 15. september byrjar B.... Upprunin til vitjanina er tann, at Børje Láng, leið- arin av >Kalamusikanter- na<, vendi sær til J. P. Ellendersen, fulltrúa í landsstýrinum, tá hann í fjør var á einari fiskari- stevnu í Finnlandi. Børje Láng spurdi, hvussu meguleikarnir vóru fyri at koma til Feroya at spæla. J. P. Ellendersen hevur síðani við aðrari hjálp Christina Dahl og Børje Láng. Christina spælir her á kantelu. Ljóðferið hevur 32 streingir. Christina Dahl spælir eisini harmoniku. arbeitt við at fáa vitjanina í lag. Vilja spæla á Landssjúkra- húsinum >Kalamusikanterna< hava sett fram ynski um at spæla fyri sjúklingum og starvsfólki á Landssjúkra- húsinum og á Háskúlan- um. Annars er ætlanin, at »Kalasmusikanterna« hava verið til síðani 1971 2 Karl-Erik Berg. Eins og hann sjálvur vóru bæði pápin og abbin spælimenn og bendur tey skulu hava tvær kon- sertir í Havn, eina á Tver- oyri og eina í Fuglafirði. Umframt Christina Dahl og Børje Láng koma Karl-Erik Berg og Grethel Beijar til Feroya at spæla og syngja. Tað eru gamlar finnlands-svenskar fólka- vísur, tey hava á skránni. »Kalas« er navnið á ein- ari stevnu nakað sunnan fyri B. ýin Vasa í Finn- landi. Her hittast 5-600 fólk til borð- og undirhald við eitt langborð, sum sett er upp uttandura. »Kala- musikanterna< hava spælt á »Kalas« og soleiðis hava tey fingið navnið. Nýggj fram- haldssoga i útvarpinum Í fyrru helvt av 19. eld livdu tríggjar gentur í, Norðuronglandi, sum allar hevdu skaldagávur. Tær vóru Charlotte, Emely og Anne Bronté. Heimstaður teirra var ein prestagarður á heiðunum í Yorkshire, og tær livdu tilveru sína mestsum heilt avbyrgdar frá umheiminum. Tær vóru móðurloysingar frá barnaárum, pápin var ein serlingur, og ein móður- systir helt hús. Ongin teirra rakk tey 40 árini, men kortini eru allar kendar sum rithevdundar. Emily Bronté (1818-48) skrivaði bert ta einu skaldseguna, sum á ensk- um kallast Wuthering Heights. Hetta er segan um Earnshaw-folkini, id búgva á garðinum Harð- veðurs Hæddir, og Linton- fólkini, sum búgva á Sang- fuglagarði. Ein dagin kem- ur Earnshaw heim av ferð við einum sigoynara- drongi, sum hann gevur navnið Heathcliff, og sum hann tekur til fosturs. Segan snýr seg um tað, sum í komandi árum hendir á teimum báðum gørdunum, og serliga um Heathcliff — lagnu hans- ara, lyndi hansara og gerð- ir hansara. Hetta er ein romantisk og undirhaldandi skald- sega, sum Finnbogi Isak- sen hevur umsett fyri út- varpið. Upplesturin byrjar nú hóskveldið. Tað verða tvey fólk, ið lesa hesa skaldsegu. Mr. Lockwood kallast maður, sum leigar Sangfuglagarð. Hann greiðir frá tilveru síni har, og húshaldskona hansara greiðir honum frá teimum hendingum, ið hava verið á teimum báð- um gerðunum. Benny Samuelsen lesur frásegnina hjá Mr. Lock- wood, og Margreta Næss lesur frásegnina hjá hús- haldskonuni. Um teir, sum skipa fyri Bussleiðini høvdu givið bussferarunum eitt skeið í at skyna á klokku, hevði undir- skotið helst ikki verið NANNANSSNANASSNASANANARSARS so stórt, tí tá hevdu tey, sum koma rætt- stundis, og bert síggja í reyvina á bussinum, eisini lagt eitt sindur av pengum eftir seg. NNNNANÁNNARSASNARSNNANANASNARNANRARA NANNNANANNNANANNANANANNANNA NANNA NAARNARNA RANA NANNA RNANSNANNA ANNANN Samstundis sum ein bólkur arbeiðir við at gera 14. SEPTEMB- ER til tjóðskaparligan stríðsdag, arbeiða nakrir sambandsmenn við at gera allar týs-, hós- og leygardagar til DIMMALÆTTING. AR-dagar. NAARNNNANNANNANANNANRNARARARAR ARA A AAA AA AA AA ANNANN NNNN >) “