leygardagur 8. september 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
sosialurin/serb/að
september 1979
=
og liðiligari og harna ikki
við tíðini.
— Tað var annars eitt
sindur trupult at selja teir
føroysku handskarnar i
byrjanini. Fólk kendu ikki
hesa nýggju veruna og
tordu kanska heldur ikki
at kennast við hana — tí
hetta var nakað nýtt.
Páll greiðir víðari frá, at
hann tí ferðaðist til allar
ølurnar i Feroyum. Hetta
giørdi, at gongd kom á
søluna dag sleppur
virki av vid alt, sum
framleitt verður.
Eftirspurningur
ilandskavirkid kann sum
klára e'tirspurningin,
sy: nakað verður eisini sel!
av landinu Páll heldu:
sjálvur, at tað kann væl
lata seg gera at selja meira
av landinum, men higartil
hava teir gjert lítið við
hetta.
Ein orsekin er tann, at
flutningsútreiðslurnar eru
stórar. Fyrst skal virkið
flyta ráveruna til Feroyar,
og harnæst skal veran
flytast við skipi av aftur
landinum. Hetta kostar
nógv.
Ráveran
Øll ráveran verður inn-
flutt úr Noregi og Dan-
mark. Fóðurið, sum kemur
í rullum úr Danmark,
verður seymað til tær
ymsu steddirnar á virkin-
um í Haraldsundi. Tað
verður síðani drigið uppá
jarnhendur, og at endað
dyppað í venyl.
Venyl er tað evnið, ið
liggur uttan á sjálvum
handskanum. Tað verður
eisini gjert á virkinum.
Teir keypa ráevnið til ve-
nylið, PVC-pulvur og
ymsar oljur, úr Noregi.
Hetta verður blandað
saman og verður til venyl.
Páll Klettskarð sigur,
at teir hava umhugsað at
innflyta råvøruna til fóður
eisini, og síðani sjálvir
gera tað lidna fóðurið á
virkinum.
Krevini
Vit spurdu nú stjóran á
Handskavirkinum, hvat
krevst fyri at fara undir
eitt tílíkt virki í so fjar-
skotnari og lítlari bygd.
Páll Klettskarð: — Tað
krevst fyrst og fremst
dirvi og harnæst tol. Í
byrjanini skal ein vera til-
reiðar at arbeiða langt út á
kveldini. Ein skal íkki
rokna við at fáa pengar
dagin eftir, at ein er farin í
gongd. Tað tekur sína tíð,
áðrenn eitt úrslit sæst.
Og í dag má vissuliga
sigast, at haraldsunds-
menn hava fingið nakað
burtur úr. Ikki minst hvat
viðvíkur arbeiði og inntek-
um til bygdina. Her kann
Kongurin yvir øllum
sodavatni
sigast at vera talan um
veruliga bygdamenning.
Fleiri fólk arbeiða á virk-
inum, og í fjør hevði virkið
ein umsetning uppá góða
hálva mill. kr. Samlaðu í-
legurnar í virkið eru uppá
umleið 650.000 kr.
Treysti
Uppá fyrispurning um tað
hevur verið tverligt at ar-
beiða eitt virki upp á fjar-
skotnum plássi sum Har-
aldsundi, sigur Páll Klett-
skarð:
— Júst hetta at bygdin
ikki hevur vegasamband
við hin partin av landinum
— hevur volt mær nógvar
trupulleikar. Men við góð-
um treysti hevur tað kort-
ini eydnast at halda teim-
um smáu — men týðandi
framleiðsluhjólunum
gangandi.
Framhald frá síðu 3
initiativ, kunnleika og krea-
tiva (skapandi) hugsan,
sum tað, at fáa eina idnadar-
framleiðslu i gongd. Tí
verður her, fram um á ellum
ødrum økjum, at skapa eina
sunna samvirkan ímillum
alment og privat initiativ.
Eina samvirkan, sum kann
útloysa skapandi kraft, og
hetta á ein slíkan hátt, at
óneyðug kapping, sum
stendst av, »at tá ein hundur
fer at... so skulu allir“, verð-
ur burturbeind.
Peningur og figgjan eru i
flestu førum tann minsti
parturin, tá talan er um at
fáa eitt framleiðsluhugskot
at heppnast. Skapandi hug-
flog, jarðbundin kannan og
metan, leiðslukompetansa í
framleiðsluni og vitan um
fíggjarligar vinnumeguleikar
telja margfalt meira.
3. Vit vilja ígjegnum lands-
stýrið skjóta upp at menna
allar teir stovnar og grunnar
figgjarliga, sum treyta eina
útbygging. Men vit vilja
eisini hava okkum fyri eyga,
at sumt av tí, framleitt kundi
verið í Feroyum, fæst sam-
felagsøkonomiskt sæð bilig-
ari til keyps frå ødrum. Ti
vilja vit stremba ímóti eini
javnvág ímillum hvussu
stóran part av eini veru vit
eiga at framleiða sjálvi, og
hvussu stóran part vit eiga at
innflyta.
Serliga vilja vit leggja dent
á at veita holla vinnulivs-
útbúgving innan vinnutættir-
nar, soleiðis at tey, sum skulu
virka í vinnuni, fram um onn-
ur, duga at meta um hvat er
skilagott at framleiða sjálvi.
Vit vilja virka fyri at skapa
eina fatan av, at vit mugu
vera nærum eins dugnalig,
men helst betri enn onnur,
skal feroysk framleiðsla
hava ta búskaparmennandi
megi (»go«) í sær, sum ger, at
vit kunnu líta framtíðina í
eyguni við áliti og treysti.
HOPO buksur og skjúrtur
FØROYSKIR HANDSKAR til føroyskar hendur
Tosad verdur
um bygdamenning!
Hyggið at Haraldsundi — eitt talandi dømi
Handskavirkið
Fleiri fólk
í arbeiði
Trivnaður
Menning
Lív
HANDSKAVIRKIÐ
v/ Páll Klettskarð
TIf. 56792 — 3870 Haraldsund
FØROYSKIR HANDSKAR til føroyskar hendur
ERE