mikudagur 12. september 1979síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 70 — Mikudagur 12. september 1979
Ætlaða útskiftingin
uttangarðs í Dali
var Ologlig
Fólk mugu fram-
vegis gjalda
alla rokningina
Tannlæknarnir um sáttmálaloysi: — Sjúkrakassarnir hava ongan samráðingarvilja
sýnt. Vit krevja bert prístalsreguleringar. Ikki meira!
5
Sáttmálaloysi mill-
um tannlæknarnar
og sjúkrakassarnar
stendur við. Tað
hevur nú vart í
fimm mánaðir.
Meginfelag
Sjúkrakassa Fer-
oya, MSF, ætlar
ikki at bjóða tann-
læknunum til
nýggjar samráðing-
ar.
Sosialurin hevur biðið um
eina viðmerking frá for-
manninum í MFS, Elias
Johansen. Hann sigur:
— Tannlæknarnir hava
sagt sáttmálan upp og tá
teir ikki taka við tí, sum
vit bjóða, mugu tað vera
teir, sum hava útspælið.
Hesum bíða vit eftir.
Tannlæknarnir hava fing-
ið at vita, at vit eru til
reiðar at tosa um sáttmál-
an og at okkara tilboð
stendur við.
— Tannlæknarnir siga,
at MFS ikki hevur víst
nakran samráðingarvilja
og ikki er komið við nekr-
um uppskoti um loysn av
trætuni?
— Tað havi eg onga við-
merking til. Tað má
standa fyri teirra egnu
rokning.
— Sjúkrakassalimirnir
gjalda limagjald, sum um
tey fáa fult endurgjald.
Kann væntast, at limirnir
fáa rokningarnar endur-
goldnar, tá sáttmáli eina-
ferð er fingin?
— Vit vóna, at sosial-
málaráðharrin tá gevur
loyvi til endurgjald, men
tað kunnu vit ikki siga við
vissu.
— Stendur nakað í lóg-
ini um, at EINKI endur-
gjald SKAL latast undir
sáttmálaloysi?
— Tað stendur í lógini,
hverjar rokningar sjúkra-
kassarnir kunnu endur-
gjalda undir sáttmála-
loysi. Millum teirra eru
tannlæknarokningarnar
ikki.
— Skrivarin í MSF
sigur, at tannlæknarnir
eru ikki komnir við nekr-
um útspæli, meðan teir
siga seg hava gjert gjell-
igar útrokningar? |
— Teir kunnu saktans
rokna nakað út, og eingin
ivast í, at tað er rætt
roknað, men tað vil ikki
siga tað sama sum, at vit
skulu góðtaka tað.
— Tannlæknarnir hava
bjóðað tykkum at gjegn-
umganga útrokningarnar?
— Vit vilja tosa um
spurningarnar, sum koma
undir sáttmálan, men eg
kann siga so mikið, at
samstundis hevdu teir
uppskot um ting, sum
reguleringar av ymiskum,
sum yvirhevur ikki koma
inn undir sáttmálan. Hes-
um avvístu vit, og tað var
grundin til, at samráðing-
arnar slitnaðu og
tannlæknarnir segdu sátt-
málan upp.
Lesið meira um sátt-
málatrætuna á síðu 3.
Britta Holle, fysioterapeutur: — Vit mugu taka
okkum av bernunum
Nógv børn
gerast
taparar á
skúlabonki
Tey verða ikki hildin til
nóg tíðliga
Nú er
stongt
Í degurðatímanum hós-
dagin hendi ein heldur enn
ikki radikal broyting í
miðbýnum í Havn. Nakrir
hundrað metrar av
hevuðsvegnum blivu
stongdir fyri allari ferðslu
— med alla.
Fyribils eru nakrir be-
tongringar — av tí slag-
num, sum vanlig verða
brúktir til septikktangar
— settir á N. Finsensgetu
við Meinigheitshúsið og
á tær nógv umreddu
hávatenninar við Bekjara-
brekku. Somuleiðis er par-
keringsplássið norðanfyri
Feroya banka stongt við
N. Finsensgetu.
Tá ringarnir vóru komn-
ir uppá pláss, varð mold
koyrd í og seinni er ætlan-
in at seta okkurt slag av
plantum í teir
65 tilboð í fritidini:
Frá perluseyming
til sjómansskap
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli hevur í ár ialt 65
tilboð til fólk, sum vilja brúka frítíðina til at læra okk-
urt. Lærugreinirnar fevna um hópin av evnum, frá
perluseyming til sjómansskap. Umframt hesar báðar
lærugreinirnar, sum eru nýggjar, eru aðrar greinir, ið
heldur ikki vóru í fjer. Tær eru: Gomul feroysk sálma-
og songleg, harmonikuspæl, kórsangur, svimjing og at
læra at beta trol.
TUK heldur til í 11 ymiskum helum. Læraratalið í ár
er umleið 80. Í lærugreinunum maskinskriving og bók-
hald hava luttakararnir meguleika at fara upp til roynd
í mai saman við framhaldsdeildini í fólkaskúlanum
Undirvísingin byrjar 24. september. Fyrireikingar-
flokkur til HF byrjaði tó longu í gjár. Leiðari av TUK
er Napoleon Nólsoy. (Si annars lýsing í blaðnum)