Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 sosialurin Landsstevnan hjá JAVNA Felagið JAVNI hevði landsstevnu seinasta vikuskiftid. Å landsstevn- uni vóru fyrilestrar, tjak- fundir og eisini adalfundur hjå felagnum. Stevnan varð rættiliga væl vitjað. Fríggjakveldið mundu vera mett umleið 170 fólk í hellini á lands- sjúkrahúsinum. Funger- andi ríkisumboðsmaður, Kjeld Jensen, setti sjálva landsstevnuna. Síðani var panelfundur undir heitinum: »Hvørji rætt- indi hava brekað i Føroy- um?« 7 Stevnan helt fram leyg- ardagin, har Helena Sam- uelsen greiddi frå arbeids- likindum hjå brekadum fólki. Síðani segdu Jákup Lindenskov, landsstýris- maður og Marjun Sigurðs- dóttir, sosialfulltrúi, nekur orð um „nýtt innan andsveikaforsorgina í Fer- oyum.« Stevnan endaði við árliga aðalfundinum. Har var m.a. val av nevnd. Fýra av teimum fimm nevndarlimunum eru nýggir. Teir eru Jóannes Dalsgarð, Hans Thomsen, Sanna Waagstein Johan- sen, Hannefía Poulsen og Trygvi Hendriksen, sum varð afturvaldur. Tiltaks- limir eru Jógvan Trónd- heim og Sammely Reinert. Vit hava biðið fráfarna formannin í Javna, Dianu í Puntabyrgi um eina við- merking til farna árið. Diana sigur, at tað er at gleðast yvir, at forsorgar- myndugleikarnir nú meira enn nakrantíð áður venda sær til felagið fyri at taka tað við uppá ráð, tá ymisk tiltøk til frama fyri brek- Framhald á síðu 12 Hetta segði Hanus Sam- uelsen, lærari og foreldur at brekaðum barni á landsstevnuni hjå Javna. Hanus Samuel- sen segði víðari, at tað má kunna vera eitt krav og ein rættur, foreldrini hava, at fyrsta informa- tiónin verður so góð sum gjorligt. — Foreldur eru í eini kreppustødu, og tí má farast fram við varsemi. Tað krevst nógu av hon- um, ið skal geva boðini, men betri útbúgving saman við lívsroyndum og góðum vilja kann hjálpa nógv um. Og hann ið ber boðini eigur eisini at gera sær greitt, at kreppusteðan, foreldr- ini eru í, ofta gevur seg til kennar til eina verju- stødu. Ein skeiv ella jånkaslig informatión kann eisini framleiða eina kreppu. Síðani er at koma burtur úr tí stoðuni, tá ið vit sita eftir við teimum skerdu meguleikurum. Vit mugu fáa at vita, hverjir meguleikar eru hóast alt. Har havi eg varhugan av, at har hylkir eisini. Men eru vit komin í gongd og hava funnið fram til, hverji rættindi og tilboð, ið eru, eru kort- ini ikki allar súðir syftar. Menniskju skulu venda sær til menniskju. Tað krevur altíð — men ikki minst her í tilikum við- breknum viðurskiftum — at hver kann hava álit á eðrum og tosa frítt saman. Men sum foreld- ur haldi eg, at tað er ser- liga umráðandi, at for- eldrini kunnu hava álit á teimum, ið skulu hava hond um barnið, og teim- Foreldur kenna seg mangan hjálparleys — Sjálvur haldi eg, at foreldur mangan hava kent seg rættiliga hjálp- arleyst, tá talan er um at koma fram at tilboðum, sum verða veitt evna- veikum. Hetta ger seg ofta galdandi í tí fyrsta liðinum, tá komið er har til, at foreldrunum er greitt, og/ella onkur skal gera teimum greitt, at barnið er brekað. Har kann svíkja. um ið á ein ella annan hátt kunnu veita teimum ein beina. Eitt, ið ger sítt til at minka um álitið, er, um foreldrini | merkja ov nógu, at tey, ið skulu taka sær av barninum, eru ov ósikkur For- eldrini kenna seg sjálv ofta so ósikkur, og so ger hetta sjálvandi stoðuna bara verri. Tað er ikki minst umráðandi her, at tað eru búgvin og út- búgvin fólk ið eru viðgerðarfólk. Foreldur skulu eisini hava rætt til útbúgving, t.d. á skeið- um. Tey útfora dagliga eitt arbeiði tey ikki sjálvi hava valt. Verri er, um foreldrini í sínum sam- bandi við hjálparfólkið,. merkja sum so: Her hava tit fingið nøkur tilboð, sum tit ikki bert skulu vera glað og takksom fyri, men tit skulu heldur ikki koma við atfinning- um at skipanini, henda hjálp verður framd eftir. Við ødrum orðum: tú kann missa nakað av tær sjálvum, tínum „persón- liga og politiska frælsi. Tað má vera ein sjálv- sagdur rættur í okkara demokratiska samfelag, at ein og hver kann koma fram við síni áskoðan um, hvussu hann heldur samfelagið best verður skipað, eisini í almannamálum, uttan mun til um hann sjálvur skuldi fingið almanna- veitingar. Foreldur kunnu so koma í nýggja kreppustoðu, um tey skulu taka móti teimum tilboðum, ið annars eru. Lættasta verjustødan er tå at siga nei takk til tilbodini. Vit kunnu ikki annað . á landi, og vit kenna so enn fegnast um, at seinnu árini standa okk- um foreldrum meir í boði. Tó eru ikki nógvir val- møguleikar, og enn er nógu vit mugu streingja á fyri at fáa framt. Hetta eru sjálv tilboðini. Og tey mugu vit fáa her á landi. Men alla tíðina eru tað tey menniskju, ið skulu umsita tilboðini, sum hava so nógu at siga, um tað skal eydn- ast. Vit eru so fáment her lætt hver annan. Tað er okkara styrki, men eisini veikleiki. Tí mugu vit vera so varin, men leggja okkum so eina við at skilja hver annan, sum tann brekaði fær sum best burturúr, og hann saman við sínum næst- ingum kennir seg væl í hesum landi. Hanus Samuelsen vísti eisini á at enn verða allar avgerðir inn- an andsveikaforsorgina í Føroyum viðvíkjandi í prinsippinum tiknar í Danmark. Í prinsippin- um er Statens Ands- svageforsorg 100% donsk goldin forsorg. Hetta er ein serstøda, sum ikki tænir integrer- ingstankanum, ið so nógu er frammi, tá talan er um menningartarnað, segði Hanus Samuelsen. Hann helt eisini, at hetta er nakað, sum illa sam- svarar við hugsanina um. nærdemokrati, og "enn minni tí at foreldrini at teim brekaðu kunnu fáa sum mest burturúr. — Men nú kemur kanska vend í umsíðir, segði Hanus Samuelsen í síni rødu á tjakfundinum hjá Javna. Nr. 70 — 12. september 1979 Møguleikarnir hjá brekaðum ógvuliga aumarkaðir — Tað plaga ikki at vera stórir trupulleikar við at fáa játtað pensión ella at fáa ymsar hjálparlutir, ein hevur brúk fyri í tí dagliga, men tað er jú ikki einans innan fyri teir 4 veggirnar, at brekaði skulu virka. Tað mugu eisini vera moguleikar hjá teimum, sum ynskja sær eina útbúgving og teimum, sum ynskja at koma út á arbeiðsmarknaðin. Soleiðis tók Svend Aage Andersen m.a. til á landsstevnuni hjá Javna seinasta vikuskiftid. Vit prenta her røduna, sum Svend Aage helt á tjak- fundinum um, hvørji rættindi brekaði hava í Føroyum: »Yvirskriftin til debatt- ina i kvøld ber heitid: »Hvørji rættindi hava brekadi i Føroyum?«. Ein debat, sum vónandi ikki steðgar, tá ið kvøld- ið er farið, men sum vil halda fram úti í samfe- lagnum, og hervið kann verða ávirkan til, at okk- ara fólkavaldu ávirkast í ein positivan rætning, til frama fyri brekaðum her hjá okkum. Ég vil í teir næstu minuttirnar royna so sakliga sum tað nú er gjorligt hjá mær, at vísa á at tað í okkara sam- felag í dag ikki bjóðast brekaðum serliga nógu. Vit eru oll brúkarar av samfelagnum, men møguleikarnir hjá brek- aðum at brúka samfelag- ið á líka fót við onnur, eru ógvuliga avmarkad- ir. Brekaði eru í mun til onnur, nógu meira av- hengið av hvussu sam- felagið útviklar seg. Tey eru avhengið av, um samfelagið útviklar seg í tann rætning, at tey kunnu brúka tað sam- felag vit oll skulu liva síðu um síðu í í so stóran mun sum hetta letur seg gera. Vit síggja stødugt nýggjar almennar bygn-: ingar skjóta seg upp runt um okkum, sum eru alt annað enn vinarligir yvir fyri brekaðum. Eg haldi tað er syrgiligt, at hetta kemur fyri í árin- um 1979. Uppá meg virk- ar hetta sum um man ikki vil góðtaka, at brek- aði hava somu rættindi til at nýta allar almennar bygningar, ella eisini verða tey ymisku upp- skotini gjøgnumhugsadi alt ov illa. Talið av brekaðum ok- ist stoðugt í modernað- um samfelogum, og vil hetta stoðugt økjast framyvir. Ein av orsøk- unum til hetta er stødugt betur læknavisind. Man kann bjarga fleiri og fleir menniskjaliv, og man ofrar stórar peninga- nøgdir uppá at íðka hesi uppaftur, soleiðis at tey aftur kunnu virka í sam- felagnum, so gott tað nú letur seg gera. Men tað virkar mótsigandi, at man á tí einu síðuni ger hetta, og á tí aðru síðuni, tá hesi skulu út aftur í samfelagið, slett ikki hugsar um, at tey eisini skulu kunna virka her, í so stóran mun sum gjør- ligt. At brekaði so væl sum gjorligt er, skulu kunna blíva verandi í samfelag- num, er eitt sum í oðrum norðurlendskum londum vinnur meira og meira atgongd, og harvið er man noyddur at passa samfelagið hereftir. Man hevur fatað at rektar- heim ikki er nokur góð loysn yvir longri tíð. Hetta er nakað, sum man kann leggja sær í geyma, og hervið um- ganga at gera tær somu feilinvesteringar, sum onnur hava gjørt. Eitt samfelag, sum er vinarligt yvir fyri brek- adum, er ikki nakad sum kann gerast uppå korta tid. Tad krevur eina góða ætlan, um urslitid skal blíva gott. Blivur man vid at útseta tiltøk í tann rætning, vilja vit fåa tey somu problem sum onn- ur lond hava, bólkurin av brekaðum blívur størri og sterri, og hervið minka møguleikarnir hjá teim brekaðu. Tað eru ivaleyst nøk- ur, sum vilja meina, at talið av brekaðum hevur nakað at týða, og tað er til deils eisini rætt, men tað vil nokk vera trupult at seta eitt bestemt tal fyri hesum. Eg meini ikki tað vil vera nakað problem, at taka stigið fult út her hjá okkum, tí tað er jú ikki bara innan fyri teir 4 veggirnar, at brekaði skulu virka. Tað mugu eisini vera møgu- leikar hjá teimum sum ynskja sær eina útbúgu- ing, og teimum sum ynskja at koma út á arbeiðsmarknaðin. Tað kann ikki vera rætt, at man altíð skal verða tarnaður av trapp- um, høgum kantstein- um, smelum hurðum, gáttum, toilettum, sum ikki eru størri enn fri- merki. Eg kundi her neunt nógu fleiri domi uppá ting, sum tarna brekaðum. Fólk, sum ikki eru brekaði ella hava nakað at gera við tey, hugsa ikki nærri um hesi ting, men um man er brekað- ur, finnur mann skjótt út av, hvussu stórur ampi tað er, altid at møta hind- ur, og kann hetta vera ringt hjá nógvum at liva við. Tað hevur altíð verið soleiðis í Føroyum, at fólk vilja hava sín egna bústað, man stríðist so nógu sum møguligt eftir at fáa høvdid undir egið tak, men vil hava eitt privatlív, uttan at onnur blanda seg uppí. Hetta ynskja brekaði eisini. Brekaði hava eisini ynski um sjálvi at ráða fyri sínum egna lívi. hesum umráðum eru vardar íbúðir ein góð loysn, sum vil kunna geva teim brekaðu møguleika fyri sjálvi at velja sín livihátt, og kunnu fáa ta hjálp tey: "hava brúk fyri í tí dag- liga. Hetta krevur eina útbygda heimahjålp og sjukrarøktarskipan, tí man må rokna vid, at tad eitt vita vit 100% sikk- vilja vera brekaði imill- urt, at talið av brekadum vil økjast framyvir, og tad vit byggja i dag, skal gjarna kunna brúkast um 30—40 ár. Tað plaga ikki at vera teir stóru trupulleikarnir við at fáa játtað pensión, ella at fáa játtað ymsar hjálarlutir, man hevur brúk fyri í tí dagliga, men um, sum krevja nógva hjálp í tí dagliga. . Tað vil vera okkara vón, at tað í framtíðini vil blíva gjort meira fyri brekaðum, so kenslan av at vera eitt ónyttugt ele- ment her í samfelagnum, kann blíva vent til tað motsatta.«