mikudagur 12. september 1979síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 70- -
Fólk mugu
framvegis
gjalda alla
tannlækna-
rokningina
Tað er framvegis sátt-
málaloysi millum teir
feroysku tannlæknar-
nar og meginfelagið
hjá teimum feroysku
sjúkrakassunum.
Sáttmálaloysi ferir
við sær, at fólk, sum
fáa tannlæknaviðgerð,
sjálvi mugu rinda alla
rokningina.
Sjúkrakassarnir lata
einki endurgjald. Fyri
eina vanliga tann-
læknaviðgerð gjalda
sjúkrakassarnir helvt-
ina. Sambært galdandi
lóg siga sjúkrakassar-
nir seg ikki hava
heimild til at lata
nakað endurgjald, tá
eingin sáttmáli er í
gildi, upplýsir Harry S.
Johansen, skrivari í
Meginfelag Sjúkra-
kassa Feroya.
Einki úrslit
Harry S. Johansen
metir ikki, at talan var
um veruligar samráð-
ingar millum tann-
læknafelagið og
meginfelagið.
Tverturímóti kallar
hann samráðingarnar,
sum endaðu í vár, bert
fyri orienterandi.
Somuleiðis sigur hann
seg ikki hava sæð
nakað útspæl frá tann-
læknafelagnum.
Hesin pástandurin
frá skrivaranum í sjúk-
rakassafelagnum sam-
svarar ikki við tað, sum
tannlæknarnir upp-
lýsa.
Gjølligar
utrokningar
Formaðurin i tann-
læknafelagnum, Fróði
nm Lassen, Klaksvík,
sigur, at tannlæknafe-
lagið legði fram gjøll-
igar útrokningar sum
grundarlag undir krav
teirra.
Fróði Lassen sigur,
at kravið hjá tannlækn-
unum bert hevur til
endamáls at fáa tann-
læknasamsýningarnar
upp á tað steðið, sum
tær eru afturúrsigldar,
síðan tann nýggja pris-
talslógin kom í gildi í
1975.
Hesum krevum
hevur meginfelagið hjá
sjúkrakassanum havn-
að. Eins og sjúkrakass
ernir ikki
býtið undir útrokning-
unum.
góðtaka
:. september 1979
sosialurin
Síða 3
Formaðurin í tannlæknafelagnum:
Sjúkrakassarnir hava
ikki vist nakran vilja
Sjúkrakassarnir eru ikki komnir
við nøkrum uppskoti um loysn
av ósemjuni millum tannlækna-
felagið og Meginfelag Foroysku
Sjúkrakassana, siga tannlækn-
arnir
— Vit krevja bert
eina regulering fyri
tær prístalshækk-
ingar, sum eru
farnar fram, síðan
tann nýggja pris-
talslógin kom í
gildi í 1975, sigur
Fróði Lassen, for-
maður í tannlækna-
felagnum, við Sosi-
alin.
— Vit krevja ikki nakran
nýggjan og betri sátt-
mála. Vit krevja bert, at
sáttmálin millum okkum
og sjúkrakassarar fylgir
við prísgongdini í samfe-
lagnum.
Síðan prístalslógin kom
í gildi, er samsýningin hjá
tannlæknunum bert
hækkað við eini lítlari
regulering. Tí metir tann-
læknafelagið, at tann-
læknarnir - eru afturúr-
sigldir í stóran mun.
Tannlæknafelagið hev-
ur roknað út, at samsýn-
ingarnar liggja umleið 30
pst. undir tað, tær skuldu,
um ein prístalsviðgerð var
farin fram.
Orsekin:
prístalslógin
Orsekin til tvísteðuna,
sum í dag er millum tann-
læknafelagið og meginfe-
lagið hjá sjúkrakassunum
gongur aftur til 1975.
Tá tann nýggja prís-
talslógin kom í gildi 1. juli
1975, vóru tannlæknarnir
og sjúkrakassarnir farnir
undir samrådingar um
eina ajourføring av sått-
målanum.
Såttmålin millum tann-
læknarnar og sjúkrakass-
arnar segði, hvussu sam-
sýningarnar skuldu regu-
lerast eftir tí gomlu prís-
talslógini, meðan tað ikki
fekst semja um eina
nýggja grein í sáttmál-
anum um prístalsreguler-
ing sambært tí nýggju
prístalslógini.
Í staðin góðtók tann-
læknafelagið ein nýggjan
sáttmála 1. apríl 1976
uttan nakra grein um
regulering av samsýning-
unum.
Býtið undir
samsýningunum
Síðan 1976 hava partarnir
av og á vent aftur til
spurningin um at fáa sam-
sýningarnar prístalsregu-
leraðar sambært tí nýggju
lógini, men uttan úrslit.
Fyri at hava eitt grund-
arlag undir útrokningun-
um av samsýningunum,
valdi nevndini í tann-
læknafelagnum at brúka
tað býtið, sum donsku
tannlæknarnir og tann
danska sjúkrakassa
tryggingin hava gjert eina
neyðsemju um.
Hetta býtið er býtt upp
í tríggjar partar, sum hver
er settur í mun til eitt
ávíst prosenttal: útreiðsl-
ur til tannlæknastovu og
tilfar, lenir til starvsfólk
og sjálv tannlæknalenin.
Tannlæknafelagið góð-
tók hetta býtið, hóast
parturin hjá tannlæknan-
um var ov hegur á pappir-
inum í mun til tað, hann
veruliga fekk, við tað at
útreiðslurnar eru ein sterri
partur, enn neyðsemjan
av býtinum sigur. Hetta
er prógvað í kanningum,
sum monopolráðið hevur
gjert.
Tá tannlæknarnir góð-
tóku hetta býtið, var tað
tí, at teir mettu, at tað
nyttaði ikki at krevja eitt
annað býtið, hóast tær
veruligu útreiðslurnar
vóru sterri, enn býtið
segði.
Góðtóku ikki býtið
Men meginfelagið hjá
sjúkrakassunum góðtók
ikki tað danska býtið
Afturímóti kravdu
sjúkrakassarnir eitt
serstakt býtið grundað á
føroysk tøl.
Hetta var i 1978
— Vit bóru skjótt at og
fingu til vega tilfar frá ell-
um tannlæknastovunum í
Feroyum. Hetta tilfarið
setti eitt grannskoðara-
virkið upp. Urslitid vísti,
at tannlæknarnir fingu ein
nógv minni prosentpart,
enn teir donsku tannlækn-
arnir fingu og eisini minni
enn tað, sum sjúkrakass-
arnir hevdu roknað við,
sigur Fróði Lassen.
Skifti nú hugsan
Tá tað rúgvismikla tilfarið
hjá tannlæknum varð lagt
fram, vildi meginfe'agið
ikki góðtaka tey førovsku
telini, men vildi í staðin
brúka tað danska býtið
Hóast sjúkrakassarnir
vildu brúka tað danska
býtið, sum tannlæknarnir
upprunaliga hevdu skotið
upp, vildu teir kortini ikki
brúka tey prinsippini, sum
liggja til grund fyri regu-
leringunum av teimum
ymisku pørtunum.
Annars bjóðaði tann-
læknafelagið meginfelag-
num saman at gjegnum-
ganga øll tey tel, sum
liggja til grund fyri út-
rokningunum, men sum
treyt settu tannlæknarnir,
at sjúkrakassarnir eisini
góðtóku prinsippini undir
reguleringunum.
Tað vildu sjúkrakassar-
nir ikki. Í staðin bjóðaðu
teir tannlæknunum eina
fyribilsloysn, meðan sam-
ráðingarnar vardu. Men
tók tannlækna-
felagið ikki undir við
hesum
— Tá tannlæknafelagið
hevði arbeitt so leingi við
málinum, og hevði gjert
eitt so stórt arbeiði,
meðan meginfelag sjúkra-
kassanna ikki hevði sýnt
nakran vilja ella vóru
komnir við einum einasta
uppskoti til loysn av træt-
uni, segdu vit sáttmálan
upp at fara úr gildi 1
apríl, sigur Fróði Lassen
at enda.
Vandamikil
grótrúgva
Politiið: er ímóti ferðslulógini
Myndin sýnir eina grótrúgvu, sum hevur ligið á gongu-
breytini oman Hoydalar í meira enn hálvt ár.
Grótrúgvan rúgvar so mikið upp, at fólk, sum skulu
framvið, mugu út á sjálvan vegin, har ferðslan er nógv
og skjóttkoyrandi.
Harafturat er hetta ein leið, sum nógv skúlabern
ganga dagliga. Ti metir ein lesari, sum hevur vent sær
til blaðið, at tað er fullkomiðliga ábyrgdarleyst av eigar-
anum at lata grótrúgvuna verða liggjandi. Lesarin hevði
roknað við, at rúgvan varð burturbeind, áðrenn skúla-
árið byrjaði, men so var ikki.
Á Politigardinum verður sagt, at sambært ferðslu-
lógini er tað ikki lógligt at lata eina slíka grótrúgvu
liggja á gongubreytini. Ber tað ikki til at burturbeina
hana, skal hon týðiliga avmerkjast
ljósum! Annars verður upplýst,
andi,
sum í hesum feri talan er um
sum hevur sk: ldu €
í myrkri - við
at tað er tann avvar-
burturbeina grótrúgvuna,
Oman Hoydalar hevur he
gongubreytina, soleiðis at fólk mugu
ndan gr trugvan
uta koyribreytina, tá ten