mikudagur 12. september 1979síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Kann meguliga loysa seg
at veiða svartkalva og
makrel undir Feroyum
— Tað er eingin ivi um, at
vit kunnu gera fiskiskap-
in undir Feroyum meira
fjølbroyttan. Tá talan er
um royndarfiskiskap,
mugu vit kanna allar teir
meguleikar sum finnast,
antin teir geva nakað ella
ikki
Tað er fiskifreðingurin,
Hjalti í Jákupsstovu, sum
sigur hetta
Hjalti í Jákupsstovu
stendur fyri fleiri av teim
um fiskiroyndum, sum
verða gjerdar undir Fer-
oyum.
Hóast fleiri av roynd-
unum ikki eru lidnar enn
og at tað fer at taka einar
tveir mánaðir, áðrenn
kanningararbeiðið er heilt
liðugt, er tað longu greitt,
at tað meguliga kann lena
seg at veiða ymisk fiska-
sleg undir Feroyum, sum
vit ikki hava veitt mun-
andi av áður.
Talan er m.a. um svart-
kalva. Hviltenni roynir í
letuni við línu eftir svart-
kalva eystanfyri. Hann er
á veg suðureftir. Teir
byrjaðu norðuri á Rygg-
inum og hava roynt bæði
innarlaga og uttarlaga.
Sett verður í stubbum
uppá 12 stampar. Tær
flestu seturnar hava verið
uppá nekur hundrað kilo
av svartkalva uppá
stubban. Einstakar setur
hava tó verið uppá 800
kilo uppá stubban.
Tað er greitt, at fær ein
bátur umleið 400 til 500
kilo av svartkalva uppá
12 stampar, so kann tað
uttan iva loysa seg hjá
einum línubáti at veiða
svartkalva undir Feroy-
um.
Tað hevur annars
ongantíð verið roynt mið-
víst eftir svartkalva undir
Feroyum. Nekur ár her-
fyri royndi ein klaksvíks-
bátur og fekk nakað. Í
fjør royndi Bakur, men
fekk lítið av svartkalva. Í
báðum førunum var bert
talan um heilt fáar setur.
Juvel, sum hevur roynt
eftir makreli við gernum
undir Feroyum, er givin
við royndarfiskiskapin-
um. Teir hevdu fleiri heilt
góðar setur, onkur gav
tveir kassar av makreli
uppá garnið. Hetta er
annars 2. árið, at Fiski-
rannsóknarstovan ger
royndir eftir makreli und-
ir Feroyum.
Hjalti í Jákupsstovu
sigur, at tað er torfert at
siga, um tað er lenandi
vinna at veiða makrel.
Tað mugu skipini sjálvi
avgera. Men hann heldur
sjálvur at tað skuldi verið
ein meguleiki hjá smærri
bátum at roynt eftir
makreli til agn ella til
matna við gernum í fer-
oyskum sjógvi
Annars royndi Fiski-
rannsóknarstovan i
summar at leiga ein nóta-
bát til at leita eftir
makreli við astikki.
Eingin bátur var tekur.
Snellubátar hava ann-
ars fingið væl av makreli,
og tað er ikki óvanligt, at
teir eru noyddir at rýma,
undan makrelinum. Hjalti
í Jákupsstovu sigur,
at tað er ikki óhugsandi,
at tað ganga makreltorv-
ur undir Feroyum, sum
vit einki vita um í dag.
Hann sigur annars, at
Fiskirannsóknarstovan er
sinna) at gera royndir
eftir makreli við einum
nótasaipi komandi summ-
ai
Jens Chr. Svabo, sum
trolar eftir flatfiski fyri
Fiskirannsóknarstovuna,
skal nú eisini
hegguslokki uttanfyri
oyggjarnar. Hetta eru
ikki miðvísar royndir,
men teir hava fingið boð
frá Fiskirannsóknarstov-
uni at hyggja eftir høggu-
slokxi. Svabo hevur bæði
pilkar og trol við til hetta
endamálið.
Fiskirannsóknarstovan
hevur ongantíð gjert mið-
vísar fiskiroyndir eftir
hegguslokki uttan fyri
Feroyar. Tað hevur held-
ur ikki verið nakar høggu-
slokkur at sæð inni á firð-
unum nógv ár. Í ár er so
knappliga væl av heggu-
slokki at fáa nógva staðni
inni við land.
Vit vita annars, at tað
er hegguslokkur longur
úti, tí teir sterstu trolar-
arnir fáa ofta høgguslokk
í meskarnar. Spurningur-
in um feroysk skip kunnu
veiða stórar negdir av
hegguslokki á føroyskum
sjógki stendur tí fyribils
ósvaraður. Talan verður
meguliga um at gera
miðvísar fiskiroyndir í
komandi ári.
Tað verður eisini leitað
eftir sild norðanfyri. Tað
er Brimnes, sum ger hesar
royndir. Hann hevur
roynt í tveir mánaðir
rættiliga víða á føroysk-
um sjógki, men hevur ikki
fingið eina einastu sild.
Teir hava annars fingið
nakað av makreli.
Logos hevur í summar
roynt eftir rækjum undir
Feroyum. Teir royndi í ein
mánað og ávístu, at tað
eru rækjur kring oyggj-
arnar, men negdirnar eru
smáar. Annars eru rækj-
urnar stórar og góðar.
Besta hálið hjá Logos var
uppá 70 kilo. Tað er
meguligt, at meira er at
fáa av rækjum onkra aðra
árstíð. Annars hevur
Hegifossur verið á roynd-
arfiskiskapi í russiskum
sjógvi. Hetta gav ikki
nógv. Teir fingu í miðal
undir eitt tons av rækjum
um dagin, og rækjurnar
vóru smáar.
sosialurin
ua eftir .
Nr. 70
. september 1979
fiskivinna Ov illa mannadir til
at fáa nóg nógv burt-
ur úr fiskiroyndunum
— Vit eru ov illa mannaðir og fáa tí ikki nóg nógu burtur
úr fiskiroyndunum, ið verða gjørdar kring Føroyar.
Hetta sigur fiskifreðing-
urin, Hjalti í Jákupsstovu
í samband við, at Fiski-
rannsóknarstovan í
summar hevur gjert rætti-
liga nógvar fiskiroyndir
undir Feroyum. Fleiri av
hesum royndum eru ikki
lidnar enn.
Hjalti í Jákupsstovu
sigur, at teir hava brúkt
alla játtanina til praktisk-
ar fiskiroyndir. Játtanin
fyri hetta fíggjarárið er
uppá 3 mill. kr. Til sjálva
Fiskirannsóknarstovuna
og royndarskipið Svabo
eru settar 2,5 mill. kr. av á
fíggjarlógini.
Uppá fyrispurning, um
tað verur sett ov lítið av
peningi av til fiskiroyndir
og arbeiði á Fiskirann-
sóknarstovuni, sigur
Hjalti í Jákupsstovu, at
teir kundu havt gjørt fleiri
royndir. Hetta letur seg tó
ikki gera, tí teir eru ov illa
mannaðir. Tað skuldi
verið eitt fólk frá Fiski-
rannsóknarstovuni við
hverjum royndarskipi,
fyri at gera royndirnar og
nágreiniliga skriva alt
upp. Tað eru tað í dag ikki
fólk til.
Fiskirannsóknarstovan
skal annars taka sær av
nógvum eðrum arbeiði
sum t.d. dagliga at taka
prevar á virkjunum kring
landið.
Hjalti í Jákupsstovu
heldur, at skulu fleiri
pengar setast av til Fiski-
rannsóknarstovuna, so
áttu hesir pengar at farið
til at leiga skip og hava
fólk umborð at gera
royndirnar.
Kann møguliga loysa trupulleikarnar hjá
trolaraflotanum:
Samansett veiða eftir
mat- og idnaðarfiski
a djúpum vatni
Leivur Øssurson ger áhuga-
verdar royndir eftir svart-
kjafti og gulllaksi
Í hesum døgum verða gjørdar nakrar
rættiliga áhugaverdar fiskiroyndir við
Leivi Øssursyni, ið roynir við finmeskad-
um troli undir Føroyum.
Endamálið við royndunum er at vita,
hvat ein stórur ídnaðartrolari kann veiða
av svartkjafti og gulllaksi undir Foroyum
hesa ársins tíð.
Leivur Øssurson roynir
vid kassatroli og hevur
idnadarposa undir. Teir
royna á djúpum vatni
(djúpri enn 150 favnar).
Leivur hevur onkran túr
fingið millum 30 og 40
tons av ídnaðarfiski um-
framt líka nógv av mat-
fiski, sum trolararnir van-
liga fáa á hesum leiðum
undir Føroyum. Idnadar-
fiskurin er serstakliga
svartkjaftur og
gulllaksur, medan
matfiskurin er blålonga,
kongafiskur og upsi.
Soleidis sum fiskiskap-
urin hjå Leivi Øssursyni
hevur verið henda sein-
asta mánaðin, er okkurt
sum bendir á, at tað møgu-
liga kann lena seg hjá
skipum at reka saman-
setta veiðu eftir bæði
idnadar- og matfiski.
Hetta er tó ein politiskur
spurningur, um loyvi
nakran tíð fer at verða
givið at reka samansetta
veiðu, tí tann negdin av
matfiski, sum Leivur her
hevur fingið, er stetri enn
tað, sum ídnaðarbátar
hava loyvi til at hava sum
hjáveiðu eftir altjóða regl-
um.
Royndirnar við Leivi
verða ikki lidnar fyrr enn
um ein mánað. Eitt fólk
frá Fiskirannsóknarstov-
uni er við skipinum, seinni
skulu so tey ymsu roynd-
arúrslitini kannast og við-
gerast.
Vísir royndarfiskiskap-
urin, at einki er av minni
toski, hýsu og smáupsa í
ídnaðarposanum, men at
tað bert er stórur og góður
matfiskur, umframt ídn-
aðarfiskin í trolinum, so er
greitt, at ein samansett
veiða eftir ídnaðarfiski og
matfiski kann koma at
lena seg. Kanska tann
parturin, sum er ídnaðar-
fiskur í sær sjálvum
verður ein fríur oljustudn-
ingur.
Fiskirannsóknarstovan
upplýsir, at teir einki
kunnu siga til hesar git-
ingar, tí enn eru úrslitini
ikki kannað.
fi ER