Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 70— .. eptember 1979 sosialurin Utskifting i Dali steðgað við dómi — Ætlaða uttangarðsútskiftingin var ólóglig. Ov fáir eig- arar vóru fyri. Fyrsti útskiftingarfundur var lýstur. Eig- arar, sum vóru ímóti, stevndu og fingu viðhald í Foroya Rætti Útskiftingin uttan- garðs í Dali, sum ætlanin var at fara undir i oktober 1977, var ólóglig. Treytirnar fyri at fremja útskifting- ina vóru ikki loknar, ti ov fáir eigarar atkveddu fyri henni. Hetta hevur Fer- oya rættur staðfest við einum dómi yvir Feroya jarðar- ráð, Feroya lands- stýri og Hans Olåv- usi Danielsen, út- skiftingarformanni. Samstundis er Jardarrådid dømt at gjalda saksøkjar- anum, niggju jarð- areigarum, 2.000 kr. i sakarmålskostn- ad. Dómurin fall í summar, men málið er nakað eldri. Tann 1.. februar 1976 var grannastevna í Dali. Stevnan viðgjerdi eina áheitan frá einum jarða- eigara, Jógvani Joensen, um uttangarðsútskifting. Sambært grannastevnu- protokollini vóru 11 at- kveður fyri útskifting. Avgjert varð at senda málið til Landbúnaðarráð- ið til avgerðar. Eigarar, sum vóru móti útskiftingini, fóru til sak- førara við málinum. Teir meintu ikki, nóg nógvir hevdu atkvett fyri útskift- ingini. Sakferarin gjerdi landsstýrinum vart við Dalur er 368 gyllin innan- og uttangarðsjerð. Á grannastevnuni í 1976 atkveddu eigar- ar av tilsamans 102 gyllin og 6 1/2 skinni fyri útskifting av uttangarðsjerðini. Innangarðs bleiv útskift í 1966 hetta og í mai 1977 fekk hann haðani at vita, at Matrikulstovan var biðin um at bíða við útskifting- ini, til klagan var gjellari kannað. Ósemja um talið av eigarum Jarðarráðið skrivaði eisini til landsstýrið og segði, at tað er komið fram til, at 52 jarðaeigarar vóru í Dali og av teimum hevdu 14 at- kvett fyri útskiftingini. Hetta skuldi verið nóg mikið eftir lógini. Hon sigur, at skal ein útskift- ing fremjast, skal fjórð- ingurin av eigarunum vera fyri henni. Landsstýrið sendi hesi tel víðari til sakferaran hjá dalbingum, men hann vísti teimum aftur. Hann vísti á, at eftir listanum yvir eigarar av uttan- blaðið, sum viðkemur ollum — eisini tær garðsjorð í Dali vóru teir 47 og av teimum høvdu 10 atkvett fyri. Landsstýrið svaraði, at sambært telunum hjá Jarðarráðnum vóru nóg nógvar atkveður fyri út- skifting og at landsstýrið eftir útskiftingarlógini onga heimild hevur til at broyta avgerð Landbúnað- arráðsins. Landsstýrið var tó sinnað at biðja Matrikul- stovuna útseta útskifting- ina, um sakferarin fór í rættin við spurninginum. Fyrsti útskiftingarfundur Eina viku seinni boðaði Matrikulstovan frá, at hon hevði boðað til fyrsta útskiftingarfund. Sakfer- arin boðaði síðani lands- stýrinum frá, at hann fór at stevna. Hetta var í oktober 1977. Tá málið var fyri í rætt- inum, segði orðferarin hjá saksekjaranum, Ludvík Johannesen, at tá innan- garðsútskiftingin var í Dali í 1966, kom spurning- urin um útskifting uttangarðs eisini uppá tal, men tað var ongin hugur til tað. Ludvík Johannesen vísti eisini á, at tað vóru 45 eigarar og bert 8 hevdu atkvett fyri útskifting uttangarðs á grannastevn- uni í 1976. Í skiftirættinum — taldi ikki við Rætturin gav saksekjar- anum viðhald í tí, at jerð- in sum hoyrir til búgvið eftir Onnu Margrethe Dahl, ikki kundi telja við. Arvingarnir hevdu ikki fingið jerðina, tí búgvið var framvegis til viðgerð- ar hjá skiftirættinum. Onki fulltrú frá skiftirætt- inum fyrilá á grannastevn- uni í Dali. Sostatt vóru ikki nóg nógvir eigarar fyri útskiftingini. Hinvegin tók rætturin ikki undir við saksekjar- anum í tí, at tað bert skal telja sum ein eigari, tá fleiri eiga eina ogn í felag. Tað er Jarðarráðið, sum sambært útskiftingarlóg- ini tekur avgerðina, um ein útskifting skal fremj- ast. Men av tí, bæði lands- stýrið og Hans Olåvus Danielsen hevdu tikið stig til at fáa útskiftingina framda, tók rætturin ikki undir við kravinum um frí- kenning. Ein dómur bert yvir Feroya jarðarráð vildi teo- retiskt ikki verið bindandi fyri hinar báðar saksektu, landsstýrið og Hans Oláv- us Danielsen, sigur rætt- urin í úrskurði sínum Síða 5 kring oyggjarnar Seksæringur í trupulleikum Seinnapartin hósdagin hevði ein seksæringur, sum var staddur vid Eystfalssker, uppå mastrina. Motorurin var stedg- aður og hann rak móti landi. Ein annar bátur, sum kom framvið, kom til hjálpar. Tá lá seksæringurin fyri íla 100-150 metrar úr landi. Hin báturin tók seksæringin uppá sleip og undir sleipingini fekst motorurin í gongd aftur. Ein maður var við seksær- inginum, sum er úr Havn. Kvinnulandsliðið til Noregs Nú er summarið farið at halla, og innandura- ítrótturin byrjar aftur Flogbólturin er komin væl í gongd, og „næsta vikuskiftið skal kvinnulandsliðið til Noregs at leika dystir. Í hesum sambandi verður ein pressudystur í KI-høll- ini í Klaksvík í morgin, sunnudagin. Kvinnu- landsliðið skal her leika móti einum kvinnuúr- valsliði. Ferðaútreiðslurnar, sum eru mettar til einar 30.000 kr., skulu býtast javnt millum Flogbóltsdeild = ISF, landsliðsleikararnar og Tetingarvirkið, sum er sponsor hjá liðnum. Í mikudagsblaðnum næstu viku greiða vit nærri frá landsdystin- um og flogbóltinum í vetur. Nýggj skip til uppmátingar Danska hevur í ríkisstjórnin umbúna at byggja fýra skip til at gera uppmátingar, m.a. í feroyskum og gren- lendskum sjógvi Í hesum sambandi hevur verjumálaráð- harrin, Poul Segárd, nú sekt figgjarnevnd fólkatingsins um 3 mill. kr. Hetta fyrsti skal vera 3 parturin av tilsamans 15 mill. kr til tey fyra skipini. Umhugsar at gera eftirlitsnevndina til prisåsetingarnevnd Landsstýrið umhugsar at gera eftirlitsnevnd- ina fyri agnprísir til prisåsetingarnevnd, á sama hátt og gjert varð við ídnaðarfiskin á sinni. Hetta upplýsti Heðin Klein, landsstýrismaður, á tingfundi herfyri. Hetta krevur tó lógar- broyting, so tað má á tingborð fyrst. Tá lógin um agn- studning varð samtykt í vár, fekk nevndin fyri ráfiskagrunnin ta upp- gávu at hava eftirlit við agnprísunum. Nevndin hevur skrivað til allar agnseljarar í landinum og hevur longu fingið nakað av tilfari frå teimum. Nevndin ætlar vid hes- um at finna fram til, hverjar útreiðslur og hvenn vinning agnselj- arar hava av seluni. Hon hevur eisini biðið teir um uppskot til agnprís. Heðin Klein upplýsir, at prísurin á agni er ymiskur frá plássi til pláss, men tað er tó ikki talan um tann stóra prísmunin. Agn, sum feroysk skip hava avreitt her heima, hevur verið bíligari enn tað inn- flutta. Hálvonnur króna verður nú latin í studningi fyri hvert kg. av agni, selt í Føroyum