Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. september 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 sosialurin Nr. 70— S. september 1979 Orkuspurningurin TEIR NOGV hækkadu og stødugt hækkandi oljuprisirnir eru orsøk til, at orkuspurningurin er vordin rætti- liga aktuellur, og at åvisar ætlanir og ávís sjónarmið um orkuútbygging eru frammi. LANDSSTÝRIÐ hevur nú gjørt av at útseta ætlaðu vatnorkuútbyggingina hjá SEV í eitt hålvt ár, meðan hesin og aðrir orkumøguleikar verða gjølla kannaðir og vidgjørdir. ; VIT HAVA NU fingið eitt orkuråd og eigur hetta beinanvegin at fara til verka. Alt fyri eitt eiga vit at fara undir eina kanning av orkutørvinum og orkumgguleikunum og eina plan- legging av framtíðar orkuútbygging- ini. MØGULEIKAR eru fyri at byggja kol- orkuverk bæði til elframleiðslu og til upphiting av húsum. Tað eru eisini møguleikar fyri at fáa orku burtur úr vindinum, streyminum og alduni. Tad er somuleiðis møguligt at nýta allan avlopshitan frá dieselverkunum og tí ætlaðu ruskbrennistødini til upphiting av húsum, fiskaaling, vakstrarhús og tílíkt. UMFRAMT ALT hetta hava vit eisini tann møguleikan at útbyggja vatn- orkuna, og nú ljóðar eisini, at tað er møguleiki fyri at leiða elorku úr Íslandi til Føroya gjøgnum kadal, sum verður lagdur eftir havbotninum. Allir hesir møguleikar eiga at verða kann- aðir og eingin ivi er um, at vit skulu útbyggja nakrar av hesum møguleik- um. EITT ER SO TAÐ, at vit verða noyddir at økja um orkuframleiðsluna fyri harvið at minka um innflutningin, av tí støðugt dýrkandi oljuni, men eitt annað er, at vit samstundis mugu royna at spara mest møguligt um orkunýtsluna, t.d. við at bjálva hús meira og betri. Hetta er eitt øki, sum higartil er gloymt, og her eiga vit eisini at leggja dentin á. ROYNA VIT at minka um nýtsluna samstundis sum frammanfyri nevndu orkumøguleikar verða kann- aðir, og útbygging verður framd, so er eingin ivi um, at vit megna at fóta okkum 94 kunnu ríða sokallaðu olju- kreppuna av. Skúlavígslan í Vági 1. september 1979: Fyrsta skúlavigslan, síðani skúlaumsitingin kom á føroyskar hendur Sverri Midjord, býráðsformaður á Tvøroyri, flutti fram hesa heilsan í samband við vígsluna av nýggja skúla í Vági Fyrst fari eg at takka fyri, at eisini mær varð givin meguleiki at vera við henda stóra hátíðardag tykkara. Vágur er segulig- ur staður. Her eru megnar kvinnur og menn borin í heim. Kvinnur og menn, sum hava ritað navn síni í søgu okkara. Søguligar letur eru mangar at vísa aftur á og sum vísa til hetta pláss. Tiltakið í dag er eitt megnartiltak. Bygging tykkara av skúla, svimji- hell og ítróttarhell eru stórverk, sum ikki bara koma at minna eftirkom- arar tykkara á teir, sum steðuna tóku í býráðnum í skúlanevnd, men sanniliga at minna á ell tykkum, sum staðið hava saman her. »Saman at halda var ei okkum givið, tí er so lítið burtur úr her blivið<, sigur yrkjarin. Tað kann her umskriv- ast, og ístaðin fyri má sig- ast: „Saman at halda er okk- um givið, tí er so nógv burtur úr her blivið<. Byggingin av skúla, svimjihell og ítróttarhell eru tiltek, sum í longdini koma at verða samfelag okkara at gagni. Ikki bara tykkum sum her búgva, men okkum ellum somlum. Hetta er samstundis ein segulig leta og tað eru tað mangar, sum verið hava í Vági. Her var tað á Fletuni Fríðu, at fyrsta feroyska skipið bleiv bygt. Tit hava vit minnisvarða tykkara markerað tað. Ja, kanska, ja uttan iva stersta til-” takið FØROYINGA nakrantíð, at bróta upp úr nýggjum, at vísa á nýggj- ar leiðir. NÓLSOYAR PÁLL vísti tað. Men hann kom suður til Vágs, tí her visti hann, at tað var tað rætta lyndið, tað rætta fólkið. Aftur í dag nógv, nógv ár aftaná byggingina av ROYNDINI FRÍÐU, hendir ein stórhending. Tað eru bara nakrir fáir dagar síðani, danski undir- vísingamálaráðharrin, Dorte Bennedsen, handaði feroyingum lykilin til skúlaumsitingina. Lyklarnir til ta FOR- OYSKU SKÚLAUMSIT- INGINA vórðu handaðir einum vágbingi, einum, sum hevur traðkað sínar barnaskógvar her, sum hevur gingið í tann gamla skúlan í Vági, okkara egna skúlamálaráðharra, Her- geiri Nielsen. Jú, sanniliga, væl royn- dist tann gamli skúlin í Vági. Og nú verður fyrsti før- oyski skúlin vígdur, aftaná at skúlaumsitingin er komin á feroyskar hendur. Ja, soleiðis kann alt laga seg. Eitt er greitt. Tá fram- hald verður skrivað av Vágs søgu, eigur hetta at fáa eitt serligt blað í tí bókini. Tað eru stórar uppgáv- ur, sum skúlin hevur hwt og framhaldandi kemur at hava. Eg havi mangar ferðir sagt tað, og eg komi mangar ferðir at endurtaka meg. Skúlin og skúlalærarin hava eina stóra uppgávu. Tað er hon ella hann, sum skal forma barnið, forma tann nýggja borgaran. Barnið er fyri læraran tað sama, sum málingin ella leirurin fyri lista- fólkið. Tey forma listina. Lær- arin formar barnið. Tí ræður um, at henda formingin verður í tráð við heim og foreldur. Tann tíð- in er tíbetur farin, tá ið lærarin var hevdingin í bygdini, tað var hann, sum var bygdarráðsfor- maður, deknur, ja, sjálvt fríggjarabrævið skrivaði hann fyri tey, sum vóru illa fyri. Ein tann stersta orsek- in til broytingina og annars broytingina í ellum samfelagnum, er tann góði skúlaskapur, vit hava. Ja, vit hava nakað at gleðast yvir og at vera takksom fyri. Eg minnist gamla skúlastjóran í Vági. — Hann er væl ímillum gest- irnar í kveld — hann segði við okkum, tá vit komu suður at hyggja at tí fyrstu umbyggingini, sum var í samband við broyt- ingina av skúlaskapinum. Bygt var heldur smáligt. — Hetta er gott nokk til okum, segði hann. Johan Djurhuus var av tí góða gamla skúlanum. Hann hugsaði, at tað kost- ar nógvar pengar. Væl royndist tann út- byggingin, vónandi fer henda at roynast eins góð. Tíðirnar hava sanniliga broytt seg. ingarnir eru væla hand- verk, sum vit sum oyggj- arfelagar fegnast yvir. Skúlastjóranum, Jákupi Olsen, varaskúlastjóran- um, Óla Holm, skúlalær- arunum, sum skulu arbeiða her, býráðnum, skulanevnd, ja, ellum Vágbingum ynski eg eydnu og gleði við hesum orðum: Skúlin og hinir bygn- Á Fletuni Fríðu, har stendur eitt merki, sum vísur, hvat kapping gjerdi í verki hann legði til brots, legði í vaðið, breyt slóð — vísti annað lagið. Tá fyrst FØROYINGAR á egnum kjøli og nú fyrstir í egnum høli. Betri er sjálvur at eiga, enn bróður at biðja, tað kann í hesari letu sigast. Tá søgan um skúlan i FØROYUM verður skrivað, tá verður sagt og tað uttan iva tann fyrsti FØROYSKI SKÚLI vigdur varð í VAGI ein segulig løta. Hann stendur har. Hjartaliga tillukku Sverri Midjord ADVARSEL Intarnationale aftaler og national lovgivning be- skytter rettigheder til film, billed- og lydbånd samt grammofonplader. Uautoriseret kopiering, fremvisning eller distribution af film kan resultere i alvorlig straf i henhold til dansk lov. INTERPOL vedtog ved sin generalforsamling i Stockholm den 8. september 1977 at instruere medlemslandenes kriminalpoliti om at gribe ind overfor enhver illegal kopiering af film, billed- og lydbånd samt grammofonplader. Film-fan Luttakid i almenna tjakinum Sendið lesarabrøv til Sosialin!