Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 140 - 25. juli 2002 Nr. 140 - 25. juli 2002 23 Um 700 fólk vóru úti í Svínoy týsdagin, tá Malla Jacobsen fylti 100 ár. So nógv hava neyvan verið úti í Svínoy áður FØÐINGARDAGUR Rúna Sivertsen Týsdagin var so nógv fólk úti í Svínoy sum helst ong- antíð áður í søguni. Másin sigldi úr Hvannasundi sum vant um níggju tíðina. Skjótt var báturin fullur og tey, sum ikki sluppu við henda túrin, máttu bíða til Ritan sigldi úr Norðdepli klokkan tíggju. Bæði Más- in og Ritan sigldu fleiri túrar út til Svínoyar við føðingardagsgestum týs- dagin. Veðrið var av tí allar- besta, lýtt og turt allan dagin. Í tjaldinum, sum var leigað frá Tórshavnar Ítrótt- arráð, var borðreitt fyri 325 gestum. Tey, sum ikki rúmt- ust inni í tjaldinum, sótu ikki við turran munn, men fingu ein bita uttanfyri. Tey, sum komu fyrra- partin, vórðu øll bjóðaði í Yvirstovu, barnaheimið hjá Mallu, til morgunmatar. Eisini har sótu nógv fólk uttanfyri og fingu sær ein drekkamunn. »Nú eri eg so gomul, men eg gloymi hetta ongantíð« Júst Poulsen, skipari á Másanum, sigur, at teir ongantíð, áður hava flutt so nógv ferðafólk til Svínoyar ein dag. Ritan sigldi eisini til Svínoyar við føðingardagsgestum Bjørg og Bjarni í føroyskum búna, saman við foreldrum sínum, Boga og Birnu uttan fyri heimið hjá langommuni. Bogi er sonur Bjarna, elsta son Mallu Tey, sum ikki rúmtust inni í tjaldinum, fingu ein bita uttan fyri. Veðrið, sum Malla hevði "bestilt", var júst, sum tað skuldi. F.v: Dánjal Julius Syderbø, Jórun Syderbø og Sigrid Sivertsen. Aftanfyri, Sámal Michael Absalonsen og Sjúrður Absalonsen úr Heimistovu á Viðareiði og Helgi Mortensen úr Havn Í Yvirstovu, barnaheiminum hjá Mallu, var morgunmatur at fáa. Veðrið var gott, so tey, ið ikki rúmtust inni, hugnaðu sær uttan fyri Væl fyri føðingardagin Malla var væl fyri føðing- ardagin og øll, sum ynsktu tað, kundu fara inn í heimið hjá henni fyrrapartin, at heilsa upp á føðingardags- barnið. Til døgurðaborðhaldið, sum byrjaði klokkan tvey seinnapartin, vóru umboð fyri løgting, landsstýri og ríkisumboðið. Fjarrit var komið frá Margrethu drotn- ing, sum lítillátin bara undirskrivaði seg, Mar- gretha. Elsti sonur Mallu, Bjarni, byrjaði borðhaldið við bøn og segði nøkur orð um mammu sína. Hann segði, at tað fyrsta mamma teirra hevði lært teir, var at siga takk fyri alt. Í bønini takkaði Bjarni fyri, at tey vóru sloppin at hava mammu teirra so leingi. Fyrstur at halda røðu var løgmaður. Hann rósti synunum hjá Mallu og gav henni æruna fyri at hava uppalt slíkar skilamenn upp. Nógv vóru tey, sum ynsktu at bera fram heilsu til Mallu. Malla sat til síðsta mann Til borðhaldið, sum vardi í 4 tímar, sat Malla til síðsta mann. Tá onkur av børnunum spurdi hana, um hon var troytt og vildi sleppa til hús, var hon kvik at svara: "Eg fari ikki fyrst til hús". Malla hevði glett seg til henda dagin og segði við børn og barnabørn: - Skipið tit bara fyri øllum hinum, veðrinum skal eg syrgja fyri. Tá vit eftir borðhaldið spurdu hana, hvussu hon hevði borið seg at við at fáa so gott veður, segði Malla: - Eg havi so gott sam- band; tað er bara at tosa við Gud. Jóannes Hansen var fyri- skipari við borðhaldið. Tá hann móti endanum av borðhaldinum spurdi Mallu, hvussu hon var nøgd við føðingardagin, svaraði hon á sín serstaka skemtiliga hátt og eyðkendu svínoyardialekt: "Nú eri eg so gomul, men eg gloymi hetta ongantíð". Nógv fólk kom frá morgunstundini at heilsa upp á føðingardagsbarnið, sum var væl fyri og gleddist um hvønn, sum kom at heilsa upp á hana. Her er tað Knút Háberg, ið ynskir tillukku Við Jóannesar borð, siga teir skemtandi. Hesir tríggir, Jóannes Hansen, Jóannes á Váli og Jóannes Poulsen, hava allir tríggir røtur í Svínoy Í dansistovuni varð matgjørt. Jákup Ziskason og konan Hergerð, saman við nøkrum av serveringsdamunum Henda fitta og eygagóða serveringsdaman eitur Erla; hon er bert 11 ára gomul, men hóast unga aldurin, lá hennara partur ikki eftir C M Y K 23 22