Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juli 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 140 - 25. juli 2002 Nr. 140 - 25. juli 2002 21 Tveir amerikanskir flogskiparar drukku seks litrar av øli í part, áðrenn teir settu seg í eitt flogfar við 124 ferðafólkum FLOGFERÐSLA Árni Joensen Tann 41 ára gamli Christ- opher Hughes og tann 44 ára gamli Thomas Cloyd koma nú fyri rættin í Miami í Florida. Vitni hava greitt frá, at teir báðir menninir drukku fyri meiri enn 900 krónur teir fimm tímarnar, teir sótu á einari barr í Miami. Seks tímar seinni settu teir seg í stýrihúsið á ferða- mannaflogfarinum hjá American West, sum skuldi til Phoenix við 124 ferða- fólkum. Men starvsfólkini í flog- farinum kendu tann rama ølroykin frá teimum báðum flogskiparunum og boðaðu myndugleikunum í flog- havnini frá, hvussu vorðið var. Sambært løgregluni í Miami vísti blóðroyndin, at alkoholinnihaldið var tvær ferðir tað loyvda. Teir báðir menninir kunnu fáa upp í fimm ára fonsgul. Hvønn mánað avrættar russiski herurin nógvar kekenskar menn, sigur altjóða helsingforsnevndin fyri mannarættindi KEKENIA Árni Joensen Leiðarin í mannarættinda- nevndini, Aaron Rhodes, sigur, at seinastu tvey árini hava burturflytingar og avrættingar kravt fleiri mannalív enn tey russisku bumbuálopini. Frá álítandi keldum hevur nevndin fingið at vita, at millum 50 og 80 ungir kekenskir menn eru avrættaðir um mánaðin. Endamálið sigst vera at tynna eitt sindur út millum teir vápnaføru menninar. Helsingforsnevndin finst eisini at Vesturheiminum, sum verður løgd undir at lata eyguni aftur fyri tí, sum hendir í Kekenia. Nevndin vísir á, at síðani tann 11. september í fjør hevur Vest- urheimunrin latið dyrnar upp fyri Russlandi, so land- ið kann taka lut í bar- daganum ímóti yvirgangi. Samstundis hava londini vestanfyri vent eygunum frá Kekenia, sigur Aaron Rhodes. Nevndin fýlist eisini á, at russisku myndugleikarnir hava gjørt av at steingja nakrar flóttafólkalegur í Ingosjetia, har nógvir kekenar eru. Umboð fyri nevndina hava tosað við flóttafólkini, og eingin teirra segði seg hava hug at fara aftur til Kekenia, so- leiðis sum viðurskiftini eru har. Helsingforsnevndin varð skipað fyri 20 árum síðani og skuldi halda eygað við myndugleikunum í táver- andi Sovjetsamveldinum og londunum í Eysturevropa. Amerikanska greinin av nevndini hevur seinni fing- ið navnið Human Rights Watch. Politisku leiðararnir í Ísrael vistu ikki, at sivilfólk komu í vanda, tá eitt F16- flogfar slepti einari sterkari bumbu niður yvir eini íbúðarhús í Gaza býi gjáranáttina. Høvdu teir vitað tað, hevði álopið verið útsett, skrivar ísra- elska blaðið Haaretz MIÐEYSTUR Árni Joensen Tann sterka bumban, sum vigaði eitt tons, drap ikki bara Hamas-leiðaran Saleh Shehadah og varaleiðara hansara, men eisini trettan sivilfólk. Níggju av teim- um, sum doyðu, vóru børn, og Ísrael hevur verið fyri hvøssum atfinningum síð- ani álopið. Formaðurin í ísraelska tjóðartinginum, Moshe Katsav, segði fyrrapartin í gjár, at eitt óhapp hendi undir álopinum á Gaza bý, og at tann politiska leiðslan noyðist at átaka sær á- byrgdina av tí, sum hendi. Serliga eftirlitstænastan hjá herinum og trygdar- tænastan Shin Bet fóru týskvøldið undir at kanna, hvat hendi, tá avgjørt varð at bumba íbúðarhúsini í Gaza býi. Ísraelskar hernaðarkeldur søgdu við blaðið Haaretz í gjár, at tað var eitt mistak at lata eitt F16-flogfar tveita ta sterku bumbuna niður yvir íbúðarhúsini. Keldur- nar vístu á, at ætlanin var bara at raka fýra av teim- um, sum doyðu. Hini vóru í húsum í grannalagnum, sum eisini fóru í sor av teirri sterku bumbuni. Sam- bært Haaretz hevði her- leiðslan vissað politikar- arnar um, at grannahúsini fóru bert at fáa smávegis skaða av bumbuni. Silvan Shalom, varafor- sætisráðharri sigur við Haaretz, at herurin hevði leingið fyrireikað álop á íbúðarhúsini, har Hamas- leiðarin búði, men at po- litiska leiðslan hevði útsett álopið fleiri ferðir, tí vandin fyri at raka sivilfólk var ov stórur. - Eingin eigur at halda, at forsætisráðharrin, verju- málaráðharrin ella ovastin í herleiðsluni høvdu góðkent álopið, um teir vistu, at tað fór at raka sivilfólk, sigur ísraelski varaforsætisráð- harrin við blaðið. UTTAN ÚR HEIMI Flogskipararnir høvdu í meira lagi Russar avrætta frá hond í Kekenia Ísrael viðgongur, at álopið á Gaza var eitt mistak Níggju børn doyðu í ísraelska álopinum týsnáttina. Tað yngsta, sum var tveir mánaðir, verður her borið til gravar Mynd: Reuters Nýggjasta útgávan av Nordisk Litteratur er komið og tekur til viðgerðar norður- lendsku bókment- irnar. M.a. er áhuga- verd grein um Heðin Brú BÓKMENTIR Dagfinn Olsen Nordisk Litteratur 2002 er komið. Tíðarritið tekst við norðurlendskar bókmentir og allar greinir eru á skandinaviskum og enskum máli. Í ritinum eru áhugaverdar greinir um bókmentir og bókmentafólk og annað hesum viðvíkjandi. Jógvan Isaksen, ið er rit- stjóri, hevur m.a. áhuga- verda grein um Heðin Brú. Fyri stuttum vóru 100 ár síðani skaldið var borið í heim. Greinin nevnist "Det er umuligt at skrive i et lille samfund". Eisini William Heinesen er nevndur í Nordisk Litteratur 2002, ið hesaferð er 140 blaðsíður. Nordisk Litteratur kemur í eini 30.000 eintøkum og verður sent til fleiri enn 60 lond kring allan heim. Tað er Nordisk litteratur- og bibliotekskomite (Nord- bok), ið gevut tíðarritið út. Regatta 2002 í Føroyum Aftur í ár skipar Hós- víkar Róðrarfelag fyri Regatta-sigling í Før- oyum. Hesu ferð verður lagt frá landi tann 9. august, og verður fyrst siglt frá Eiði til Hósvíkar, og síðani víðari til Nólsoynna, har nólsoyingar skipa fyri Ova-stevnu REGATTA-SIGLING Ragnhild Ellingsgaard Regatta-siglingin, sum Hósvíkar Róðrarfelag skipar fyri, er vorðið eitt afturvendandi tiltak tey seinastu árini. Og so verður eisini hetta summarið. Fríggjakvøldið tann 9. august verður farið av Eiði, og síðani verður siglt allan vegin til Hósvíkar. Tá komið verður til Hósvíkar, verður borðreitt við døg- urða í Bygdarhúsinum, og seinni um kvøldið verður eisini skipað fyri Regatta- dansi í somu hølum. Í Hósvík verður møguligt at seta sær eitt tjald upp, og er ætlanin, at allir luttak- ararnir yvirnátta har á staðnum. Eftir eina góða nátt utt- andura verður borðreitt við morgunmati tíðliga leyg- armorgunin. Siðan verður aftur farið á sjógv, og siglt verður nú móti Nólsoynni. Her skipa nólsoyingar fyri Ova-stevnu, so lunnar skuldu verið lagdir undir eitt stuttligt og summarligt vikuskifti. Stuðla tiltakinum hava Bátatænastan og Kall. Um onkur hevur hug at verða við í Regatta 2002, so ber til at tekna seg sum luttakara á heimasíðuni www.krf.fo, ella við at ringja á telefon 210186, 221595 og 221418. Nordisk Litteratur 2002 C M Y K 21 20 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 878,- fyri hvønn úr einans ... 1.149,- Gisting á hotelli 2002 w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o Shetland Cruise Shetland Cruise e-mail: booking@smyril-line.fo summarið Gisting á vallaraheimi Privat gisting 746,- fyri hvønn Farið verður av Havnini mánadag og komið verður aftur mikudag Nógvir handlar hava opið týsdag til kl. 18.30 Á farstøðini í Lerwick er møguleiki fyri at lata inn viðføri til varðveitslu til fráferðina hjá Norrönu fyri hvønn (í lágárstíð) (í lágárstíð) (í lágárstíð) úr einans ... úr einans ... Gisting á hotelli Gisting á hotelli Gisting á vallaraheimi Gisting á vallaraheimi Privat gisting Privat gisting Ring og hoyr nærri ! 878,- 746,- 1.149,- team85 Serframsýning við gripum, sum Nationalmuseet hevur handað Føroya Fornminnissavni. Framsýningin letur upp leygardagin 27. juli 2002 kl. 14. Fríggjadagin 26. juli er stongt. Um ólavsøkuna er opið soleiðis: leygardagin 27. juli kl. 14-20 ólavsøkuaftan 28. juli kl. 14-20 ólavsøkudag 29. juli kl. 14-20 og týsdagin 30. juli kl. 14-20 Annars er opið mánadag til fríggjadag kl. 10-17 og leygardag og sunnudag kl. 14-17 - fram til 15. september. FØROYA FORNMINNISSAVN