Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. september 1979síða 2

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Blaðstjórin skrivar: Føroysk framleiðsla Undir heitinum »Føroysk framleidsla« fara vit í blaðnum í dag undir eitt nýtt bingospæl, har allir vinningarnir eru feroyskt framleiddir, og er tað okkara ætlan teir komandi mánaðirnar serstakliga at skriva um og viðgera spurn- ingin:Feroysk framleiðsla. Við samreðum, greinum og frásagnum ætla vit: at gera lesararnar kunnugar við ta føroysku framleiðsluna sum er, at eggja fólki til at keypa foroyskt framleiddar verur, at gera vart við hvenn týdning hetta hevur fyri samfelags- búskapin og at lýsa og viðgera nýggjar og higartil óroyndar meguleikar fyri framleiðslu av verum í Feroyum. Vit eru greiðir yvir, at evnið føroysk fram- leiðsla fevnir ógvuliga vítt og tí hava vit eisini góðar vónir um, at fleiri fara at taka lut í hesi skriving. Feroyska framleiðslan eigur at fevna líka frá skipabygging til smáfisk, kjálkar og lippur, ið annars falla frá teimum stóru fiska- virkjunum og sum heldur ikki eiga at fara fyri einki, men framleiðast til matna og seljast á heimamarknaðinum í Feroyum. Feroyska framleiðslan eigur eisini at fevna um alt landið, líka úr hevuðsstaðnum til út- oyggjarnar og tey minstu búplássini, soleiðis, at hon er við til at fremja ta nógv umreddu bygdamenningina. Spurningurin er so, hvenn týdning tað hevur, at vit framleiða verur í Feroyum, og at vit keypa føroyskt framleiddar verur og brúkslut- ir. Seinastu tíðina er nógv tosað og skrivað um hallið á føroyska gjaldsjavnanum. Vit kunnu minka um hallið á gjaldsjavnanum við at økja um virðið á okkara útflutningi og við at minka um virðið á okkara innflutningi. Og tað vil í báðum førum siga, at tað er neyðugt, at tann feroyska framleiðslan verður útbygd. Hetta er ein avgjørd treyt. Men tá talan er um føroyska framleiðslu av matverum og eðrum brúkslutum til selu á heimamarknaðinum, so er tað eisini ein avgjørd treyt, at vit føroyingar keypa før- oyskt framleiddar verur framum innfluttar, út- lendskar verur. Tá talan er um at framleiða meira til útflutn- ings, so er tað ikki okkara ætlan at eggja til, at: ráverugrundarlagið, t.v.s. fiskastovnarnir: sum heild skulu troytast nógv meira, men her hugsa vit um, at ávís fiskasløg, citt nú upsi, kongafiskur og svartkjaftur kunnu tilvirkast meira og harvið fáa hægri prís, enn talan er um í dag. Ein annar meguleiki liggur eisini í tí at ala fisk til útflutnings. Av teimum verum og verubólkum, sum í dag tyngja gjaldsjavnan munandi, kunnu vit vísa á fýra bólkar, ið vit lættliga kunnu framleiða meira av her heima. Hugsað verður um matver- ur, klædnaverur, sethús og innbúgv. Fleiri meguleikar eru eisini fyri orkuframleiðslu í Feroyum. Teir komandi mánaðirnar fara vit meira ná- greiniliga at viðgera allar hesar spurningar og meguleikar. Sakliga og seriest fara vit at skriva um og viðgera spurningin feroysk framleiðsla og er tað okkara vón, at lesararnir eisini vilja luttaka í hesi skriving. Til seinast er tað vón okkara, at tiltakið verður til gagns fyri føroyska framleiðslu og harvið fyri samfelagið alt og allar føroyingar. Vilheim Johannesen sosialurin NÝTT e Høvudsvinningur: e Fitt fyramannafar i dag byrjar nytt BINGO i Sosialinum og verður spælt á sama hátt sum undanfarnu ferðir. Tín BINGO-pláta liggur í blaðnum í dag og somuleiðis 4 tey fyrstu tølini. Í hvørjum blaði hereftir prenta vit nøkur tøl til umleið hálvan november, tá spælið er liðugt. Um tú tá hevur øll 15 tølini røtt, hevur tú vunnið ein av teim mongu bingovinningunum. Men tað eru ikki oll, sum vinna. Um tú hevur í minsta lagi 10 tøl rótt, kanst tú vera við i lutakasti um høvudsvinningin. Hesin er eitt fýramannafar frá Marinplast. Bingovinningarnir Hazy, buksur Sally, troyggjur Tøtingarvirkid, troyggjur Hopo, buksur Sjóklædnavirkið, ulpur Frá Bókagarði: Frá Hammershaimb til Varðan Hans Andr. Djurhuus 1-7 Heðin Brú 1-10 William Heinesen 1-7 Martin Joensen 1-6 Jørgen-Frantz Jacobsen 1-4 Seyðabrævið Donsk-Føroysk orðabók v/uppískoyti Karamasov-brødurnir 1, 2 og 3 Frå Fiskasøluni: Rækjur (virdid 200 kr.) Ymisk fiskasløg (virdid 200 kr.) ta i ft it i í Vjititagtilgl | | Undirritaði teknar seg sum haldara av SOSIALINUM, og fær blaðið fyri hálvan prís til árslok Navn: Bústaður: Kannað posthúsinum þú! Ti (143100. ras |] z 3800 Torshavn Opostað (SOSIALURIN | rindar postgjaldið) Postbox 76 | I | } — NINJA D'Y = YNDNISUNI SI Nr. 71 — 15. september 1979 ff —————mmOm——r//rem=»… BINGO syruar í DAG e Meira enn 100 vinningar e Virðið meira enn 25.000, - kr. BINGO sosialurin BINGO sosialurin BINGO sosialurin sosialurin