Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. september 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 71 — 15. september 1979 sosialurin Trupult at arbeiða hjá foroyskum vakstrarhúsframleiðarum: | Skulu nú eisini kappast við | Royndarsteðina Teir stoðugt hækkandi oljuprísirnir raka ikki bert okkara høvudsvinnu, fiskivinnuna. Teir raka eisini vaksrarhúsframleiðsluna meint. Umframt at stríðast við oktar olju- útreiðslur, skulu foroysku vakstrarhúsframleiðararnir eisini kappast við innfluttar verur, sum fáa munandi av studningi. Og afturat hesum skulu teir kappast við Roynd- arstoðina. Kári á Lofti — Tað er ógvuliga tungt at fáa tað at mala runt og fáa framleiðsluna í eina trygga legu, sigur ein av feroysku vakstrarhús- framleiðarunum. Tað er Kári á Lofti í Sandavági, sum sigur hetta í samreðu við Sosial- in. Kári hevur nú í umleið fýra ár rikið eitt vakstrar- hús í Sandavági. Framm- anundan arbeiddi hann á vakstrarhúsinum í Hoy- vík. Kári á Lofti vísir á, at tað eru fleiri orsekir til, at tað er so trupult at arbeiða við hesi framleiðslu. 2000 meira til olju Oljan er ógvuliga týðandi táttur í vakstrarhúsfram- leiðsluni. Vakstrarhúsið í Sandavági brúkar millum 4000 og 5000 litrar av olju um mánaðin. Nú oljuprís- irnir av álvara eru farnir at gera vart við seg, skal vakstrarhúsið í Sandavági gjalda 2000 krónur meira um mánaðin fyri olju. Frammanundan príshækk- ingunum vóru útreiðslur- nar til olju góðar 5000 krónur. Í dag eru tær góð- ar 7000 krónur. Tilskot Hetta er orsekin til, at framleiðarin nú fær minni burturúr — sjálvsagt um hann ikki setir prísirnar á verunum upp. Men tað kann ein føroyskur vakst- rarhúsframleiðari ikki, sum steðan er á heima- marknaðinum í dag. Fer- oysku verurnar skulu nevniliga kappast við tær útlendsku. Hesar verurnar verða seldar munandi bíligari, og hetta kann lata seg gera, tí tær fáa stórt til- skot. Trupult Taka vit nú t.d. tomatir- nar, so skal brúkarin gjalda umleið 7 kr. fyri kilo av donskum tomat- um. Tær feroysku tomat- irnar kunnu ikki seljast fyri minni enn 11 til 12 kr. kg., sigur Kári á Lofti. Hóast oljuútreiðslurnar éru vorðnar munandi størri, er tó eingin møgu- leiki at hækka prísin á t.d. tomatum. Hetta vísir, hvussu trupult tað er at arbeiða, leggur Kári aftur- at. Kappast við Royndarsteðina Enn ein meinbogi fyri framleiðsluna hjá vakstrarhúsinum í Sanda- vági! So legið tað ljóðar, so er tað kappingin við eitt annað feroyskt vakstrarhús, nevniliga Royndarsteðina í Hoyvík. Henda kapping kom til sjóndar herfyri, tá potta- plantan, Begonia, hjá vakstrarhúsinum í Sanda- vági kom á handlarnar. Teir í Sandavági sluppu av við ein triðing av til- samans 2000 pottaplant- um, og fingu so at vita, at marknaðurin var nektað- ur. Orsekin! Royndarsteð- in í Hoyvík, sum eisini hevur begoniur, koyrdi alla sína framleiðslu á marknaðin longu í juni og juli. Kári kom við sínum pottaplantum umleið ein mánað seinni. 1400 óseldar pottaplantur Tað er sjálvsagt rættiliga avmarkað, hvussu nógv Hetta er heitið á teirri greinarød, sum byrjar í Sosialinum í dag. Vit vitja virkir og arbeiðs- pláss kring allar oyggjarnar. Royna at lýsa steðuna og megu- leikarnar hjá feroysk- um framleiðarum. verður selt í Feroyum av eini pottaplantu sum be- goniu. Kári metir, at tað hesa tíðina verða seldar einar 1500 pottaplantur av hesum slagnum. Tær 1100 komu hesaferð frá vakstrarhúsinum í Hoyvík. Úrslitið er tað, at um- leið 1400 pottaplantur standa óseldar í vakstrar- húsinum í Sandavági, har tær upptaka plássið, ið annars skal nýtast til aðrar og nýggjar plantur. Jolastjørnur Kappingin vid Royndar- stødina er ikki bert um at sleppa av vid begoniur. Hon fevnir eisini um jóla- stjørnurnar. Í Sandavági hava teir júst plantað um- leið 2000 jólastjernur, sum koma á marknaðin um miðjan november. Eis- ini Royndarsteðin hevur plantað jólastjórnur, og teir ætla at koma á markn- aðin longu hálvan oktober. Kári á Lofti sigur sjálv- ur um hesa heldur óhepnu kapping: — Tá talan er um eina royndarsteð, skuldi tað ikki havt so stóran týdning, um teir sleppa av Jólastjernurnar eru júst plantaðar við alla veruna. Fyri okk- um. sum skulu liva av hesi framleiðslu, er tað har- afturímóti heilt avgerandi. Spell Kári sigur víðari, at tað er spell, at vit, sum eru so fáir, ikki kunnu semjast um, hvat vit skulu fram- leiða. Tað er greitt, at fleiri vakstrarhús kunnu ikki liva av at framleiða ta somu veruna. — Eg skilji heldur ikki, hví tey gera tað, tí tað eru so nógv blómusleg at velja í. Kári heldur annars, at tað er spell, at vit ikki hava meira nágreinilig tel yvir innflutningin av teim- um ymsu blómuslegun- ' um. Vit innflyta umleið 200 tons av blómum um árið til eitt samlað virðið uppá 3,5 mill. kr. Einsamallur Kári á Lofti er einsamallur maður á vakstrarhúsin- um. Blómu- og grenmetis- framleiðslan er ógvuliga viðbrekin og tað krevst bæði tol og nógv arbeiði til at fáa alt at koyra, sum tað skal. Fyrsta dagin koma av- leggarar til eina aðra pottaplantu, Azaliu. Tá skulu allar begoniurnar helst vera seldar, tí tær standa á somu borðum sum Azaliurnar skulu standa á. Seinasta í september koma leykir úr Hollandi. Hetta eru tulipanir, páskaliljur og hyasintir. Tær verða á marknaðinum eftir jól og úteftir 10 tons av tomatum Vakstrarhúsið hevur eisini tomatir. Tomattíðin hjá føroysku vakstrarhúsun- um er annars við at verða liðug. Hetta kemst. av, at dagarnir styttast, og planturnar fáa tí ov lítið ljós. Tað verður eisini ov dýrt at hava tomatir so seint á árinum, orsakað av tí nógvu oljunýtsluni. Annars framleiðir Kári umleið 10 tons av tomat- um árliga. Samlaða nýtsl- an av tomatum í Feroyum er 70 tons um árið. Kári roknar við at sleppa av við allar tomatirnar í ár, hóast tær eru dýrari enn tær inn- fluttu. Orsekin er tann, at hansara framleiðsla er bert ein lítil partur av samlaðu nýtsluni. Onkur við sviðið soð Kári dylir tó ikki yvir, at fara fleiri feroyingar í gongd við at framleiða tomatir, so verður tað onkur, ið verður við sviðið soð, sum steðan er á marknaðinum í dag. Vakstrarhúsið í Sanda- vági er umleið 1100 kvdm. Tað er býtt upp í fleiri ymisk rúm. Herfyri bygdi hann uppí vakstrarhúsið. Tey bæði nýggjastu rúm- ini eru gjerd á ein hátt, at umleið 45 til 50 % av olj- uni kunnu sparast. Orsek- in er tann, at ístaðin fyri einkultgles eru nú dupult- ir termorútar og acrylplát- ur. Samlaðu ílegurnar í vakstrarhúsið í Sanda- vági, eru higartil uppá 800.000 kr. Umsetningur- in í fjør var uppá 400.000 kr