Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. september 1979síða 11

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 71 — 15. september 1979 sosialurin Síða 11 Føroysk nótaskip landa makrel til móðurskip í Hetlandi Kemur til Føroya seinni Í dag byrja teir fyrstu føroysku nótabátarnir at landa makrel til eitt eysturtýskt móðurskip, sum liggur á vágni uttan fyri Lerwick í Het- landi. Týsdagin undirskrivadu umboð fyri felagið Nóta- skip og eitt eysturtýskt felag ein sáttmála um, at føroysk nótaskip skulu landa alla veiðuna til eitt móðurskip, ið skal liggja nærhendis fiskileiðunum. Eysturtýska móður- skipið, ið er ein stórur hekkutrolari, hevur roynt eftir svartkjafti við Jan Mayen, og skuldi eftir ætlanini verið á Hetlands- leiðini í dag til at taka ímóti tí fyrsta makrelin- um frá feroysku nótabát- unum. Sáttmálin við eystur- týskarar gevur feroying- um 1,30 kr. fyri kilo av makreli. Makrelurin verð- ur flakaskorðin umborð og frystur. Eiler Jacobsen, for- maður í Nótaskip, sigur, at hevuðsorsekin til, at teir saman við landsstýr- inum hava fingið tiltakið í lag, er tann, at mótteku- orkan í Hirtshals og eðr- um donskum havnum, har føroyskir nótabátar av- reida, er alt ov litil. Tad hendir seg ferð eftir ferð, at teir sterru bátarnir við størri lastum ikki sleppa av við alla veiðuna beinan- vegin. Danir geva minstaprís fyri makrelin, 1,37 kr. fyri kilo. Tað standast annars rættiliga stórar útreiðslur við at landa í Danmark, soleiðis at ein prísur uppá 1,30 kr. i Føroyum, svarar til 1,70 kr. i Danmark. Tå er meirkostnadurin fyri olju ikki tikin vid. Talan er fyribils um, at 15 av teimum 17 føroysku nótabátunum skulu av- reiða til móðurskipið. Skipið: kann bert taka ímóti 70 tonsum um sam- degrið. Hetta er nakað lítið, sigur Eiler Jacobsen, men tað er so betri enn at skula fara til Hirtshals við fiskinum. Tað verða serstakliga teir smærru bátarnir og tær smærru lastirnar, sum verða landaðar til móður- skipið. Tað fer neyvan at bera til at landa last, sum er yvir 100 tons, til skipið, tí tá verður bíðitíðin hjá hinum skipunum ov long. Tað eru bert 160 fjórð- ingar av fiskileiðini í Norð- sjónum til Lerwick, har móðurskipið skal liggja fyribils. Ætlanin er at flyta móðurskipið til Feroya seinni, tá tann stóra makrelveiðan fer at vera nærri Føroyaleidunum. Tá skal skipið liggja á Fugla- firði og taka ímóti fiskin- um. Orsekin til, at menn hava valt at leggja skipið á Fuglafirði, er tann, at tað tá ber til at avreiða tann partin av veiduni, sum er vánaligur og best egnaður sum ídnaðar- fiskur, til Havsbrún. Ídnaðarbátarnir hava rokfiskiskap Havsbrún fingið 25.000 tons minni av råvøru í ár Teir 10 føroysku ídnaðarbátarnir, iå royna eftir hvítingsbróður í Norðsjónum vestan fyri Hebridurnar, hava rokfiski- skap fyri tíðina. Bátarnir -fáa meira enn 25 tons í hálinum og fylla uppí eftir nøkrum døgum. Øll veiðan verður land- að til Havsbrún í Fuglafirði. Tað er í august og í sep- tember at rættilig veiða eftir hvítingsbróður hevur tikið seg upp. Í letuni lut- taka 10 bátar í fiskiskap- inum. Teir eru: Gudmund- ur, Múlatindur, Havborg- in, Magnus í Rituvík og Johnreid. Onkur av ídnað- arbátunum hevur kortini enn ikki lagt um aftur til ídnaðarveiðu. Ma. er Edith M. framvegis á feskfiskaveiðu, Leivur Øssursson er leigadur av Fiskiranns6knarstovuni og Fleyr skal umvælast eftir ein skada hann fekk herfyri. Minni av råvøru . Á Havsbrún í Fuglafirði hava teir úr at gera. Hvenn dag kemur skip við hvítingsbróður. Á Havs- brún rokna teir við, at henda komandi tíðin fer at verða góð til hvítingsbróð- ur. Í fjør fekk virkið rætti- liga nógv av hvítingsbróð- ur júst hesa tíðina og fram til desember mánað. Annars hevur Havs- brún ikki tikið ímóti so nógvari ráveru í ár sum í fjør. Higartil í ár hevur virkið arbeitt 70.000 tons av ráveru, meðan tað í fjør tók ímóti 94.000 tonsum. Orsekin til afturgongdina er fyrst og fremst tann, at tað hevur verið so lítið av hvítingsbróður fyrr í ár. Til september í fjør fekk virkið 12.000 tons av hvít- ingsbróður. Í ár eru bert 5000 tons komin uppá land. Slógvmongdin | hevur eisini verið nógv minni. Í ár 27.000 tons ímóti umleið. 10.000 tonsum í fjer. Or- sekin til hetta er tann, at virkini nú sjálvi frysta slógvið. Veðurlagið avgerandi Uppá fyrispurning hvussu hann metir útlitið fyri restina av árinum, sigur stjórin á Havsbrún, Ditlev Eldevig, at hetta er tann besta tíðin til hvitings- bróður. — Nú ér tað bert ein spurningur um veður- lagið. Tað er ikki óhugs- andi, at verður veðrið gott, so kunnu teir 10 til 12 bátarnir veiða eini 18.000 tons afturat í ár. Við hesi negd fer virkið í ár at taka ímóti umleið 90.000 tonsum, sigur Dit- lev Eldevig. Tað er annars møguleiki fyri, at virkið fer at fáa nakað av makreli seinni í ár, tá talan verður um at leggja eitt móðurskip í Fuglafirði, ið skal taka ímóti makreli frá nótabátunum. Tað, sum ikki kann brúkast til matna, fer so til Havs- brún. Annars eru marknaðar- viðurskiftini fyri mjeli og lýsi vánalig í letuni. Prís- irnir falla. Havsbrún hev- ur annars einki á goymslu. fiskivinna Ringar vónir um rækjur Sólborg gerast aftur Útbjóðingartilfarið er liðugt og sent til um- leið 12 skipasmiður í Føroyum og uttan- lands. Uppá fyrispurn- ing, um talan kann verða um at umvæla Sólborg í Feroyum, sig- ur eigarin, Eiler Jacob- sen, at hesin meguleik- in sjálvsagt er til stað- ar. Hann leggur tó dent á, at hóast skipið kann verða umvælt bíliga á eini feroyskari skipa- smiðju, so nyttar tað lítið, um skipið ikki verður liðugt fyrr enn um eitt ár. Mett verður, at arbeiðið kann gerast uppá millum 4 og 6 mánaðir, og tá er so ætlanin at byrja fiski- skap. Um meguleikarnar at fiska rækjur kom- andi ár, sigur Eiler Ja- cobsen, at tað er óvist um teir sleppa at veiða í canadiskum sjógvi, men teir ætla so at royna. Um meguleikar- nar í Grenlandi sigur Eiler, at lurta vit eftir, hvat aðrir siga, so eru teir ikki góðir. Grenlendingar hava fingið so nógv skip sjálvir, at verður heild- arkvotan ikki enn tað teir sjálvir kunnu veiða, so verður lítið til okkum, heldur Eiler Jacobsen. sterri, 3000 tons av lodnu við Jan Mayen Teir báðir feroysku kraftblokkabátarnir, Christian í Grótinum og Sigmundur Brestis- son, ið royna eftir lodnu við Jan Mayen, hava higartil gjert tveir túrar hver og hava veitt umleið 3000 tons. Sigmundur Brestis- son hevur fiskað ávika- vist 900 og 600 tons og Christian í Grótinum ávikavist 300 og 950 tons. Teir eru báðir á triðja túrinum nú. Tað hevur annars verið rættiligt illveður við kavaroki norðan- fyri og hetta hevur tarnað fiskiskapinum. Tað er ódnin David, sum hevur gjørt um seg. Úr Íslandi frætt- ist, at tað eitt bil ikki var koyrandi á Norður- landinum fyri kava og í Reykjavík var kavað oman í hálv fjøllini. Liva við vónini um at sildin kemur aftur Gongur niður á bakka hjá nótaflotanum — Makrelurin, sum vit veiða í EEC-sjógvi, er livsgrund- arlagið hjá nótaflotanum, men vit liva framvegis við vónini um, at sildin skal koma aftur norðanfyri. Vit royna tí at halda bátunum gangandi so leingi. Hetta sigur Eiler Jacobsen, reiðari og formaður í Nóta- skip, um útlitið hjá nótaflotanum. Hann metir annars útlitið hjá hesum bátum í komandi ári at vera sera vánaligt. — Sum steðan er í letuni gongur tað bert tann eina vegin. Tað er niður á bakka. Skjótari hjá summum. Tað eru fáir bátar, sum klára tað við egnari hjálp í ár, heldur Eiler Jacobsen. Hann sigur víðari, at tað ljóðar so egiligt, tá ein bát- ur selur fyri umleið eina hálva mill. kr. í Danmark, men har eiga vit at minnast til, at útreiðslurnar eru ektar - munandi. Nótabátarnir hava annars fiskað væl í seinastuni Norðborg fiskaði í august fyri umleið tvær mill. kr Manningarparturin henda mánaðin var umleið 35.000 Kr