leygardagur 15. september 1979síða 18
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
sosialurin
Í hesum degum fara
menn at taka havhesta-
ungar ella nátungar.
Góður biti er og for-
kunnugt, so einki er at
siga til, at menn eru
nakað grammir eftir at
fáa sær nakrar nátung-
ar.
Men eitt vist var-
semi má til kortini. Ráð
hesum viðvíkjandi
verða givin av lands-
læknanum á hverjum
ári við kunngering í
góðari tíð bæði í út-
varpi og blødum, og so
er tað upp til menninar
sjálvar at bera seg skila-
gott at so sum fyri-
skipað er. Hetta verður
gjørt fyri at verja seg
fyri smittu frá nátan-
um. Vit vita, at ein
partur — umleið 12%
— av nátunum hava
eitt viruslíknandi
smittuevni í sær, sum
kann framkalla sjúku
hjá fólki um illa vil til.
Tað er eingin grund til
at åføra sær sjålvum
eina smittu, tå vit hava
kunnleika til, hvussu
smittan fer fram, og tå
vit hava royndir frå
teimum seinastu 20
árunum, at skilagóð at-
ferð undir teku og við-
gerð av nátungum, er
nóg góð trygd fyri at
sleppa undan sjúkuni.
Nátin hevur átt í
Feroyum í yvir 100 ár,
og síðani aldaskiftið
hava feroyingar tikið í
túsundatali av nátum á
hverjum ári. Nær nátin
hevur fingið sjúkuna í
seg, er ringt at vita,
men ikki fyrr enn í
1938 fekst prógv fyri,
at nátin var sjúkur og
fólk kundu gerast sjúk
av honum. Hetta hevur
sína áhugaverdu segu.
Fyrst í 1930 árunum
fór ring sjúka at ganga
tíðliga á heysti, nevnd
septembersjúkan. Tey
allar flestu, sum gjerd-
ust sjúk, vóru konu-
fólk. Fleiri doyðu. Av
barnakonum, sum
gjørdust sjúkar, doyðu
tær flestu. Hetta end-
urtók seg í nekur ár.
Eingin visti rættiliga,
hvaðani hendan sjúkan
kom. Sjúkaeyðkennini
vóru: illa til passar,
hegur fepur, turrur
hosti, vardi 2 til 4 vik-
ur. Læknarnir hildu tað
vera eitt slag av influ-
ensu ella ringur
lungnabruni, heilivág-
ur fanst eingin.
Ein lækni, sum tá
var í Vági í Suðuroy,
Arthur Rasmussen —
hann fekk sær seinni
navnið Vaag — gjerdi
kortini í 1934 vart við,
Læknin skrivar:
Náta-
sjúkan
at hetta var ein nýggj
serlig sjúka, greiddi frá
hesum í læknafelag-
num og skrivaði um
tað í læknatíðarritin-
um. Eingin ansaði hes-
um rættiliga, og sjúkan
helt áfram hvert ár í
september mánað,
inntil R. K. Rasmus-
sen, Eiðislækni, sum
ivaleyst hevði grunað
okkurt uttan at nevna
nakað um tað hesi árini
í 1938 ferdi prógv fyri,
at samband var millum
septembersjúkuna og
eitt smittuevni, sum
fanst í nátanum. Tá
varð sett forboð fyri at
taka náta, og stóð
hetta forboð við í nær-
um 20 ár. September-
sjúkan hvarv tá eisini
beinanvegin.
Nú skilja vit væl, hví
flest konufólk gjørdust
sjúk. Menninir taka
nátungan úti á sjónum,
har er smittuvandi ikki
so stórur. Konufólkið
hevði arbeiðið við at
royta og svíða fuglin,
ofta inni í einum trong-
um kjallara, har fult
var av fjøduri og dusti,
her vóru stórir megu-
leikar fyri at anda
smittuna niður í seg.
Nátasjúkan, sum á
læknamáli eitur ornith-
osis, finst eisini millum
onnur fuglasleg, men
ikki her i Føroyum. Tað
hava bert verið fáir til
tilburðir millum fólk av
hesi sjúku, síðani loyvt
var at taka nátungar
aftur. Sjúkan tykist
vera mildari nú enn í
1930 árunum. Nú finst
eisini góður heilivágur
móti sjúkuni.
Hvussu tað fer at
ganga við sjúkuni í
framtíðini, vita vit
ikki, vit kunnu vóna, at
náttúran orðnar tað
sjálv, so smittan
hvervur frá fuglinum.
Sverri Patursson er
ikki so bjartskygdur.
Hann skrivar í 1944:
»At útrudda nátasjúk-
una við menniskjans-
ligum kynstri eru iva-
leyst eingi líkindi til, so
mikið verri, at tað sæst
jú ikki á fuglinum, um
hann er sjúkur ella
ikki. Tað er tó hugs-
andi, at sjúkan kann
doyggja burtur av sær
sjálvum, men tað kann
galda mannalív at
royna at fáa tað at vita.
Og um fuglurin er
frískur nekur ár, so er
eingin vissa fyri, at
hann ikki aftur fær
sjúkuna i seg«.
Sigvald Kristiansen
Ingibjørg Joensen
ur Skuvoy
til áminningar
Ja, so fekk ein at hoyra, at
Ingibjerg er farin, so brád-
liga. Stutt varð millum
hana og bróðurin Hjalm-
ar. Hesi ár eftir deyða
bróðursins gjørdust fá, år
hon sá fram til, saman við
Jenisi at fremja hugsjónir,
hon hevði og sum gerand-
isdagur hennara higartil í
vissan mun hevði forðað
henni í.
Eg kom at kenna Ingi-
bjørg í 72/73, tá hon enn
búði í Skúvoy. Hon var tá
kvinna um tey fimti, ung-
dommilig, frílynt og hjálp-
som. Vit vóru nógv, sum
gingu inn har, og var ein
altíð vælkomin — ein
kendi seg væl saman við
henni. Ingibjorg var til
tíðir ómetaliga kát og
spreiddi gleði og kæti um
seg. Ein undraðist yvir frí-
lyndi hennar, men í dag
skilir ein tað betur.
Ingibjørg var úr fiski-
mannaheimi og gjørdist
tidliga móðirleys, sostatt
kom hon sum einasta syst-
ir at átaka sær húsarhald-
ið og ábyrgdina fyri breðr-
um sínum. Allarmest kom
hon at taka sær av Hjalm-
ari, sum hon gjerdist
móðir og systir fyri. Um-
sorganin fyri Hjalmari var
ómetalig og ein undraðist
mangan yvir tað orðaleysa
samband, ið var millum
hesi bæði menniskju.
Í teir mánaðir, eg dag-
liga sá Hjalmar og Ingi-
bjørg, lærdi eg nógv, og
umsíðir lærdi ein at skilja
nakað av hesum máli.
Ingibjørg må í lívi sínum
frá gentu til kvinnu hava
gjørt sær nakrar royndir
um lívið, sum hon bygdi
hugsjónir sínar á. Hon
skilti lívið og evnaði í
gerandisdegi sínum at
finna eitt innihald, sum
frílyndi hennar grundaðist
á og sum hon í verumáta
og hjálpsemi sínum gav
ødrum lut i.
Ein heilsan til tin Jenis,
sum aftanå so stutta tid
skuldi missa Ingibjørg,
men eisini tå lærdi målid —
Hennar spælan og livan
i gentumyndan.
— kæti og heitur brosan
id rukku røtur barnsins
i degnum, å veg —
geislandi strålan
úr skapi, ið bert er hennar
og fatast av henni
tú tosaði málið,
vit skiltu —
fann steðið og lærdi at liva
í berginum, enn náttin er ljós
— myndan á flogi
fuglurin læt
— ein faran framvið.
Synneva
Triðji kommunulæknin
byrjar mánadagin.
Nú hava Klaksvíkingar
hevi at velja millum
tríggjar kommunulæknar.
Mánadagin byrjar
Jaspur Petersen virki sítt
sum kommunulækni í
nýggjum viðtaluhelum,
sum eru í bygninginum
hjá Feroya Banka á
Klaksvíkarvegnum.
Tað var fyrr í summar
at Klaksvíkar kommuna
setti Jaspur Petersen at
byrja 1. juli, men viðtalu-
helini hava staðið í gerð og
eru nú liðug.
Jaspur Petersen hevur
áður arbeitt á Klaksvíkar
sjúkrahúsi, á sjúkrahúsi í
Sveríki og á Landssjúkra-
húsinum í trý ár.
Frammanundan eru
tveir kommunulæknar i
Klaksvik, Steingrimur
Weihe og Olavur Gaard.
Annars hava yvirlæknar-
nir á sjúkrahúsinum eisini
luttikið í kommunulækna-
arbeiðinum og til fyri
hálvum eðrum ári síðani
luttóku aðrir læknar í
vaktunum.
75 ár
Í dag fyllir Ebba Thom-
sen, Klaksvík, 75 ár.
MINNIST
TIL
HALDARA-
GJALDIÐ!
Nr. 71 — 15. september 1979
bøkur og blød
»Vit hava øll krav
um virðing<
»Vit hava øll krav um
virding«, er heitid å einum
nýggjum bóklingi, sum
júst er útkomin á foroysk-
um. Bóklingurin snýr seg
um evnaveik og møguleik-
ar teirra í foroyska sam-
felagnum. Hann er
ætlaður sum stuðul og
leiðbeining til evnaveik
og avvarðandi teirra.
Hetta er fyrstu ferð, at
tilikur bóklingur um við-
urskiftini hjá evnaveikum
í Føroyum er greiddur úr
hondum. Hetta má sigast
at vera gleðiligt og hent
tiltak, tí tað skortar
mangan uppá tilfar á for-
oyskum máli um tílík við-
urskifti.
Bóklingurin er i A5-
stødd. Hann er 23 blad-
sidur og er prentadur i
5000 eintøkum. Utgevari
er Sosialstyrid, og tilfarid
til bóklingin hava starvs-
fólk innan evnaveikafor-
sorgina í Føroyum og for-
eldur savnað.
Í fororðinum sigur Eyð-
un Joensen, sålarfrøding-
ur, m.a.: »At vera evna-
veikur merkir vanliga av-
markað føri at læra og
laga seg eftir samfelag-
sins krøvum. Evnaveik-
leiki í sjálvum sær er ikki
nøkur sjúka, sum heilsu-
bót finst fyri, men ymiskt
gerst og eigur at verða
gjort fyri at fremja menn-
ingina.
Evnaveik hava somu
rættindi sum aðrir sam-
felagsborgarar. Tey hava
uttan mun til kostnaðin
rætt til menningartilboð,
sum hóska til teirra for-
treytir og livskrøv. Tey
hava rætt til natúrligt
samband við og tilknýti
til næstingar, og er
stovnsfostran neyðug,
eigur hon at vera so lík tí
heimligu sum yvirhevur
gjørligt. Tey hava rætt til
at verða vard fyri mis-
nýtslu, happ og eyðmýk-
ing.
Samanumtikið hava
evnaveik og avvarðandi
teirra snegt sagt rætt til
virðing.
Menniskjuni mennast í
samanspæli vid um-
hvervið og umhvervið av
menniskjunum. —
So við teimum evna-
veiku. Evnaveik kunnu
læra og summi kunnu
menna seg so frægt, at tey
verða nær um sjálvhjálp-
in, sær sjálvum og um-
hvervinum til gleði og
gagns. Men til tess er
mangan neyðugt við ser-
ligum menningartiltøkum
og ødrum; sum foreldrini
ikki altíð megna ella hava
høvi til at fremja einsa-
møll. Her er tað, at sam-
felagið við sínum hjálpar-
stovnum og -veitingum
kemur inn í myndina og
býður sær til at stuðla tey
evnaveiku og avvardandi
teirra og tessvegna vidur-
kennir sær meðábyrgd
fyri vælferð hins
evnaveika og húsfólki
hansara. Samåbyrgd fløv-
ar og mennir hin einstaka
— eisini tey evnaveiku og
húsfólk teirra. Bóklingur-
in lýsir nakað av tí sam-
ábyrgd, sum felog og tað
almenna kenna fyri euna-
veikum sum sjålvsøgdum
parti av samfelagnum“,
skrivar Eyðun Joensen
m.a. í fororðinum.
Um innihaldið er ann-
ars at siga, at tað fyrst í
bóklinginum verður greitt
frá, hvussu tað kennist at
fáa boðini, at eitt barn er
evnaveikt. Ymisk foreldur
siga frå hesum kenslum.
Sidani er stutt yvirlit yvir
felagið Javna, sum er
landsfelagið hjá teimum
evnaveiku.
Bóklingurin snýr seg
eisini um sosialu rættind-
ini hjá evnaveikum, um
pensiónsveitingar og um
stuðul til hjálparamboð,
umbygging av húsi og
stuðul til upplæring 0.a.
Eisini verður greitt frá
møguleikunum hjá teim-
um evnaveiku at liva sum
borgarar i føroyska sam-
felagnum. Eitt nu kann
nevnast barna- og ung-
mannadeildin, Deild V å
Landssjukrahusinum, har
20 børn og ung bugva. Síð-
ani er tad Vistarheimid,
sum er fyri følk undir for-
sorg, id eru so mikið at
sær komin, at tey greiða
ein stóran part av lívsdegi
sínum. Heimið hevur til
húsa á 1. hædd í starvs-
fólkaíbúðini, Eirargarði 4
á Landssjúkrahúsinum.
Frítíðarheimið í Skriv-
aragøtu er fyri tey evna-
veiku. Endamálið við hes-
um stovni er at lætta um
og studla foreldrum og
næstrafólki at evnaveik-
um fólkum, soleiðis at
tann brekaði verður í tí
umhvørvi, har hann
naturliga eigur heim sitt.
Seinast í bóklinginum
er greitt frá teimum
meguleikum fyri undir-
vísing og arbeiði, sum
evnaveik hava í Foroyum.
Skúlin á Trødni hevur
brekadar næmingar við
brekum av øllum slag,
eisini evnaveik.
Verkstadurin Vón er
ein vardur verkstaður,
sum kann bjóða ymiskt
ítriv til fólk, sum eru undir
Statens Ándssvagefor-
sorg.
Síðani verður nortið við
tær ætlanir, sum í dag eru
veruleiki. Ein vardur
verkstaðurtil 45 fólk
verður bygdur á Argjum
og tveir nýggir bygningar
við íbúðum til evnaveik
eru í gerð á sjúkrahúsok-
inum.
Bóklingurin er skjótt
og lætt lisin og gevur
hann okkum ollum eina
mynd av, hvorjar mogu-
leikar tey eunaveiku og
brekaðu hava í foroyska
samfelagnum í dag.
jan.
j
A