Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. september 1979síða 20

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fyrireikingin ein avbjóðing til okkara — Ferðin í Feroyum hevur verið so væl fyrireikað, at tað er ein avbjóðing til okkara, tá vit fáa vitjan úr Feroyum, segði leiðarin av Kalasmusikanterna, Børje Láng, eftir konsertina í Læraraskúlahellini týs- kveldið. — Men vit bíða í spenn- ingi eftir at fáa ein bólk úr Feroyum til Álands á vitj- an komandi ár, og vóna tá at fáa ein sjónleikarabólk. Vit hava havt samband við fólk, men einki enda- ligt er avtalað enn. Har- afturat vóna vit seinni at fáa ein føroyskan dansi- ring á vitjan. Tann álendski fólka- tónleikurin og -dansurin er í besta blóma aftur. Tá Børje sigur aftur, so er tað tí, at hann hevur ment seg av nýggjum og er i dag við at vera »in«. Hetta sama ger seg gald- andi við teimum sokallaðu fólkabúnunum. Børje Láng greiðir frá, at tað í dag eru pop-bólk- ar, sum gera nógv av at spæla fólkatónleik til dans — Men tað gera vit ikki, er Børje skjótur at leggja afturat. Vit venja fyri tað mesta saman um summ- arið — summarhúsum mínum — og ferðast runt um veturin. Ofta eru tað kommunur, sum bjóða okkum at spæla í smáum bygdum — í skúlum og á sjúkrahúsum. Men vit hava eisini verið uttan- lands. Bæði í USA og í norðurlondum. Børje sigur, at Feroya-túr- urin er stak áhugaverdur. Hann sigur m.a., at tað var ógvuliga stuttligt at síggja áhugan fyri tónleiki teirra í skúlanum í Suður- oy, har teir eisini spældu á sjúkrahúsinum og á ellis- heiminum. Men áhuga saknaði hann kanska á konsertini í Havn, uttan at hann læt orð falla um tað. Til kon- sertina í læraraskulahøll- ini vóru í mesta lagi 30-40 fólk, so hellin kendist ógvuliga tóm. Men áskoðararnir upplivdu ein áhugaverd- an, hugnaligan og stutt- ligan tíma. Framferslan hjá teimum fýra var frálík — lett, livandi og fjøl- broytt. Kalasmusikanterna hava spælt saman síðan 1971 og er ein amaterbólk- ur. Skipað fyri Feroya-ferð- ini hevur J. P. Ellendersen og Hermann Jacobsen. Niels Juul Arge, útvarpsstjóri: Nógv dýrari, um vit biða Byggingin av útvarpshúsunum gongur eftir ætlan. Játtan fekst ikki í fyrstu syftu til samskipaða upptoku- og konserthøli, men útvarpsleiðslan vónar at kunna gera hetta hølid undir sjálvari byggingini, tí tað verður nógu dýrari at gera seinni. Í dag er eitt ár síðan ar- beiðið upp á nýggju út- varpshúsini byrjaði. Formaðurin í byggi- nevndini, Niels Juul Arge, upplýsir, at arbeiðið er seinkað ein mánað í mun til tíðar- ætlanina. Orsekin til seinking- ina er tað vånaliga veðrið seinasta vetur og í vár. Tann fyrsti bygning- urin verður væntandi liðugt uppstoyptur um ársskiftið. Í hesum bygninginum verður skrivstova, smærri upp- tøkuruim og goymslu- rúm. Tá hesin bygningur er innilokaður, verður farið undir teir næstu bygn- ingarnar. Øll byggingin er ætlað til trý ár. Vóna at kunna gera alt „Tá byggingin av út- varpshúsunum var fyri í løgtinginum fekst ikki játtan fyri gerð av einum stórum upptekurúmi við konserthøll, sum er mett til 2,6 mió. kr. — Men vit vóna at fáa gjørt hetta uppteku- rúmið beinanvegin. Vit kunnu spara nógv, um tað ikki verður bíðað við hesum, sigur Niels Juul Arge, sum roknar við, at hetta upptekurúmið kann fáa stimbrandi tydning fyri feroyskt tónleikalív. Niels Juul Arge sigur, at útvarpið leggur dent á at fáa hetta uppteku- rúmið, soleiðis at bjóð- ast kann ellum teimum, sum spæla og syngja, innivist til venjingar og konsertir. — Ja, okkara ynski er, at tað ongantíð skal standa tómt, leggur út- varpsstjórin afturat. Figgjar meginpartin Utvarp Føroya hevur i stóran mun sjálvt fíggj- að útvarpshúsini. Við V- 4-dráttunum hevur út- varpið útvegað 7,5 mió. kr. Harafturat kemur so avlopið frá dráttunum í ár og tey komandi árini. Seinastu árini hevur av- lopið frá V 4-spælinum í meðal verið 800.000 kr. Rakstrarætlan út- varpsins fyri íverandi ár er 4,5 mió. kr. Megin- parturin av upphæddini er útvarps- gjaldið, sum í ár er mett at geva 3,2 mió. kr. Talið av gjaldandi lurtarum fer í ár at liggja um 17.000. Á einum tíðindafundi fyrr í vikuni varð upp- lýst, at leiðslan í útvarp- inum hevur lagt stórt ar- beiði í at fáa talið av gjaldandi lurtarum upp. Tað var fyri fáum árum síðani bert 11.000. Lýsingarnar í útvarp- inum geva 1,2 mió. kr., meðan kveðuljómarnir geva einar 100.000 kr. Útvarp Feroya fær einki á fíggjarlóg løg- tingsins. Talið av tíðindamonn- um í útvarpinum er í dag 10. Tá er stjórin írokn- aður. hesi- FÆRØERNES NATIONALSANG Vesttysk TV 1 kl. 23,00 Multikunstneren Peter Ustinov har begået en genistreg: Han har skrevet Færøernes national- sang! Det demonstrerer han i sit telefon-show, hvor han oveni- købet synger den på hjemmela- vet færøsk! Showet, som er fra 1971, er noget af det mest grinagtige, Ustinov har lavet. Han spiller en mand, der har specialiseret sig i at lave nye national- sange, bl.a. til de nye afrikanske stater, men der er visse afsætningsvanskeligheder. Og kortini syngja vit framvegis >Tú alfagra land mitt«… (úr- klipp úr SE á HOR) NR KAN NNA RNA NA RANA RA RANA NR SNANSSNNNN >>. ANNASNASNASNSARSSAAÓS ST Hvi kunnu vit ikki hava hund ella kettu sum onnur fólk??? NANANANNANS NANNA NANANSANANANARNANSNASNASNRSSSRARNANASNARSARSSNANASNANANAÐ Oli í Aarstovu 4 SÅ vv 74 , 4 4 Á Á 74 4 4 rå , 4 , 4 4 , 4 4 74 ør á 74 4 Á "Á 4 Á TÁ 74 4 74 4 4 74 4 4 4 á ” 4 á Á Á 74 lå r' f' 4 Á NENNANANSRSSNARNSIRARNARRNARRAARARAAN