Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 1979síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 72 — 19. september 1979 Rætturin á heimsins hovum ein togan millum áhugamál Avgerandi fyri framtíð Føroya, hvussu úrslitið verður av 3. havrættarráðstevnuni, ið skal enda í 1981 Tað eru góð 20 ár síðani, at menn av álvara fóru at tosa um, hvussu høvini og rikidømi i høvunum, å havbotnin- um og i undirgrundini skal býtast millum allar heimsins tjóðir. Tað hevur verið tosað nógu, og fundir- nir hava verið mangir. Hóast hetta er enn eingin verulig og enda- lig semja gjord um hes- ar spurningar. Fyrsta havrættar- rådstevnan varð hildin í Caracas, høvudsstad- num i Venuzuela i 1958. Tá samdust menn tó um ymsar reglur i sam- band við havbotnin. Tað varð m.a. samtykt, at øll strandalond skuldu hava loyvi at nyta havbotnin ut å 200 fjórðingar ella long- ur út í tann mun londini eru for fyri tí. 2 havrættarráð- stevnan varð hildin í 1960. Tá varð høvuds- málið fiskimarkini og fiskiveiðirættindini. Einki spurdist burtur úr hesi ráðsteununi. Tann 3. havrættar- ráðsteunan varð sett í Caracas í 1974. Tað er hana, sum vit hava í løtuni. Tad hava verið Tað, sum menn nú royna at lóggeva um á altjóða stigi, er um øll heimsins hev. Havið tekur út yvir eitt flatarmál, sum er 361 milliónir kvadratkilo- metrar av sjálvum jarðar- knettinum. Hetta eru 71 prosent av ellum flatar- máli jarðarinnar. Umleið 150 ymsar tjóðir luttaka á havrættar- fundunum. Tað er smá lond og stórveldini, fåtøk og rík lond, tilafturkomin lond og framkomin ídnað- arlond og lond, sum vit kalla strandalond og inni- lokað lond. Feroyar eru ein av strandatjóðunum, eins og Noregi, Ísland, Bretland, Írland osfr. Síðani eru tað lond, sum hava heilt lítla strond. T.d. Rumenia og Pólland. Harafturat eru tað lond, sum onga strond hava. T.d. kunnu nevnast Sveits og Eysturriki. Øll hesi londini vilja eisini hava ein bita av køkuni, tå talan er um at býta høvini. sosialurin fundir á hverjum ári, ofta tveir um árið, ávikavist í New York og í Geneve. Tann sein- asti fundurin varð hild- in í New York fyri um- leið einum mánað síð- ani. Tað er ætlanin at hava tveir fundir aftur- at í komandi ári og síð- ani at enda ta 3. hav- rættarrådstevnuna i Caracas i 1981 vid eini endaligari samtykt um rættin å høvunum. Føroyingar hava lut- tikid å fleiri havrættar- fundum. Fyri lands- stýrið er tað Dánjal Nolsøe, sum hevur verið á fundunum. Sum foroyskt umboð í uttan- ríkisráðnum hevur Árni Olafson mett á havrættarfundum. Harumframt hevur formaðurin i marknad- arneund løgtingsins i nógu ár Erlendur Patursson, luttikið á fleiri = havrættarfund- um. Hann var m.a. við á seinasta fundinum í New York. Vit hava hitt Erlend og tosað við hann um allan havrættarspurn- ingin í síni heild, og hvønn tydning hann hevur fyri Føroyar. Togan millum åhugamål Erlendur Patursson: — Nú tå slíkir altjóða fundir verða hildnir, so ljóðar tað so vakurt, at tað vit skulu gera, verður gjert til frama fyri ell fólk. Øll skulu hava sama rætt og oll skulu vera á jøvnum feti osfr. Men royndirnar av hesi ráðstevnu eru sum á so mongum eðrum ráðstevnum, at tað er ein steðug. togan millum áhugamál. Tað er togan millum áhugamálini hjá teimum ríku og teimum fátoku londunum, og tað er ein togan millum áhuga- málini hjá strandalondun- um og teimum innilokaðu londunum. Tað, sum allir hesir hav- rættarfundirnir = snúgva seg um, er um nýtsluna og kanningar av tí ríkidemi, sum er á havbotninum og í sjónum, tað er uppbýting- in av hesum, vernd móti Erlendur Patursson dálking, reglur um rann- sóknir osfr. Osemja um sjómarkið Ein spurningur, sum nógv træta er um, er sjómarkið. Tað er ymiskt, sum lond meta hetta mark. Tað eru lond, sum halda fast við 3 fjórðinga sjómark, og tað eru lond, sum longu hava sett í verk eitt 12 fjórð- inga sjómark. Tað uppskotið, sum er til viðgerðar á rådstevmuni og sum menn sum givið rokna við verður samtykt, er eitt 12 fjórðinga sjó- mark. Hetta vil siga, at avvarðandi land innan fyri 12 fjórðingar hevur sama yvirvaldsrætt og sama løgregluvaldsrætt sum í egnum landi uppi á landi. Síðani er eitt uppskot um eitt ytri mark út á 24 fjórðingar. Hetta gongur frá grundlinjuni út á 24 fjórðingar úr landi. Á hes- um øki skal avvarðandi landið hava ein framíhjá- rætt framum onnur lond. Her kann t.d. nevnast eftirlit við tolli og heilsu- ligt eftirlit. 200 fjórðinga búskaparligt eki Harafturat kemur so long- ur úti eitt 200 fjórðinga búskaparligt eki. Tað er her, at menn eru ógvuliga ójavnir á máli. Lat tað vera . sagt beinanvegin, at talan er ikki um nakað uppskot. Grundarlagið undir ellum tjakinum er ein sonevndur eindartekstur. Hetta er eitt arbeidspappir, sum forsetin å rådstevnuni og formenninir i teimum ymsu nevndunum, hava gjørt. Skotid verdur upp, at avvarðandi — strandariki skulu hava rætt innan fyri 200 fjórðinga markið. Spurningurin er bert, hvussu stóran rætt avvarðandi iond skulu hava. Vilja hava bita av kekuni Strandalondini halda fast um, sjálvi at tey skulu hava allan rætt inni á hesum øki. Tað er m.a. Síða 3 Enn eiga vit hann ikki »Havbotnurin, sum vit føroyingar stríðast fyri, hann eiga vit íkki. Hann hoyrir til danska ríkið. Soleiðis sæð hava vit foroyingar einki at stríðast fyri, men vit gera hetta sjálvsagt í teirri vón, at vit einaferð fáa fullan ognar- og yvirvaldsrætt til havbotnin og undirgrundina. Her er at minna á logtingssamtyktina, sum sigur, at hetta málið skal yvirtakast sum for- oyskt sermál. Hetta stendur eisini í samgongu- sáttmálanum. Í 1975 vóru samráðingar við donsku ríkis- stjórnina um yvirtoku av havbotninum og undir- grundini. Landsstýrið fekk tað svar frá donsk! myndugleikunum, at hetta málið mátti umhugs ast og kannast meira gjølla. Hvat síðani er hent er mær ókunnugt. Tó skal eg gera vart við, at eg, meðan eg sat í Fólkating inum, íkki minni enn tríggjar ferðir fregnaðist eftir hesum málinum. Hvussu tað gekk við samráðingunum, og nær foroyingar kundu vænta at fáa ognar- og yvir valdsrætt til havbotnin og undirgrundina. Eg fekk bert flótandi svør — spurningurin hvílir so enn«. Erlendur Patursson i september 1979 Havbotnurin kring Føroyar. Føroyski landgrunnurin og ryggurin sudureftir eru av sama jardfrødisliga uppruna allan rætt til fiskirikidømi . og til nåttårurikidømi. Hetta hava onnur lond eina aðra áskoðan um. Tey lond, sum onga strond hava, vilja nevniliga eisini hava ein bita av kekuni. Tað er ómeguligt at siga longu nú, hvat, ið spyrst burtur úr hesum spurningum. Tad er møgu- ligt, at tað verður til eina ella aðra seming. Erlendur heldur sjálvur, at flestu menn meta steðuna soleiðis, at tað verður avvarðandi strandaland, sum burturav fær allan rætt til einsamalt at nýta tað ríki- demi, sum er innan fyri 200 fjórðingar. Fiskiveiði- rætturin Spurningurin um fiski- rættindi hevur verið nógv frammi. Menn hugsa sum på I ” heiminum, so, at nå tad er mattrot i so hava av- varðandi strandalond ikki bert skyldu til at veiða allan fisk, men tey hava eisini skyldu til ikki at veiða meira enn fiska- stovnarnir tola. Harafturat kemur eis- ini, at avvarðandi lond eisini hava skyldu til at veiða optimalt, soleiðis, at fiskurin í havinum skal ikki sleppa at doyggja av elli. Hann skal koma allari mannaættini til góðar. Tá ið eitt land sjálvt er komið til ta niðursteðu, at tað ikki kann veiða allan fiskin, hevur tað skyldu til at lata aðrar fáa burturav. Hetta nevna vit avlops- fisk. Fáa lut í avlopsfiski Erlendur Patursson sigur, at feroyingar í hesum sambandi hava gjert vart við síni sjónarmið. Sagt verður sum so, at avlops- fiskur skal koma tilafturs- komnum londum og lond- um, sum liggja uppat ein- um tílíkum eki, til góðar. Eitt uppskot er lagt fram um hetta. Tað sigur í stuttum, at eitt land, sum byggir sína tilveru á bæði heimafiskiskap og fjarfiskiskap, skal rætt til avlopsfisk. Uppá fyrispurning, hvussu hann metir útlitið av ráðstevnuni, sigur Er- lendur, at eitt 200 fjórð- inga mark verður undir ellum umsteðum samtykt Spurningurin er um av- varðandi strandalond einsamøll skulu hava allan rætt á hesum eki ella tey skulu hava skyldu til frammanundan at lata onnur lond fáa burturav hava 2. partur leygardagin.