Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 1979síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Svenska valið ENDALIGA úrslitið av svenska Ríkis- dagsvalinum sunnudagin fyriliggur ikki í skrivandi løtu. Uppteljingin av teimum mongu brævatkvødunum, verður ikki liðug fyrrenn i dag. URSLITID av valinum er so i øllum fórum tað, at tað er um at gera, um teir borgarligu flokkarnir, ið hava sitid við meirilutanum tey seinastu trý árini, vinna meirilutan aftur, ella um sosialistiska andstødan fær eitt umboð i meirilutan. ANDSTØDAN, javnadarflokkurin, vinstraflokkurin ella kommunistarnir, hava havt eina minni framgongd, meðan teir borgarligu flokkarnir samanlagt hava havt eina minni afturgongd. Tó eru stórar broytingar farnar fram millum teir borgarligu flokkarnar, har senterflokkurin hevur havt eina stóra afturgongd, meðan teir moderatu hava havt eina eins stóra framgongd. SEINASTU trý árini hava borgarligu flokkarnir sitid við meirilutanum. Men undan tí sat javnaðarflokkurin við stjórnarábyrgdini á samfull 40 ár, so burtursæð frá teimum trimum seinastu árunum, vita svensku veljararnir ikki um nakað annað enn eitt sosialdemokratiskt stýri. Og alt bendir á, at teir borgarligu flokkarnir í nógvum fórum hava lagt sær nær, at reka júst sama politikk sum javnaðar- flokkurin rak frammanundan. TÁ BORGARLIGU flokkarnir, hóast afturgongdina, stóðu seg so væl, sum teir gjørdu, so kemst hetta ikki av, at teir hava rikið tann borgarliga politikkin, sum javnaðarflokkurin fyri meira enn 40 árum síðani rak av stjórnarpallinum i Sveríki, men so kemst hetta tvørtur ímóti av, at borgarligu flokkarnir í rættuliga stór- an mun, so væl teir nú einaferð evna tað, royna at reka javnaðarpolitikk. URSLITID av svenska valinum er so tað, at nakrir borgarligir flokkar, ið av øllum alvi, og so væl, teir nú kunnu, royna at reka javnaðarpolitikk, stóðu seg væl, meðan sosialistiska and- - stødan við javnaðarflokkinum á odda stóð seg upp aftur betur. Sig so tað, at svens«u veljararnir eru troyttir av javnaðarpolitikki. sosialurin Nr. 72 re - MA! — 19. september 1979 GLOYMDIR FOLKAFLOKSMENN m—— »Hasin fundur segði i hvussu so er mær tað, at fyrr enn tað eru onnur fólk, ið standa á odda — og skipa fyri í hesi >fylk- ing«, ætli eg mær at halda meg langt burtur«, skrivar »Klaksvikingur« í Dag- blaðnum seinasta miku- dag. Hesin endin av lesara- btævi hansara kom at fáa meg at hugsa um, hvat tað var, sum fór fram á fund- inum í Ósáskúlanum hetta kveldið, og hverji hesi fólk vóru, sum skipaðu fyri. Sjálvur var eg á fundi, uttan tó at vera við í nøkr- um bólki. Tey, ið skipaðu fyri vóru millum annað nakrir HF-næmingar saman við eðrum borgarum í Klaks- vík. Brævskrivarin er firt- in um, at ongin av hansara so kæru fólkafloksmonn- um úr býráðnum vóru við. Hetta er nú ikki so legið. Tí fyri tað fyrsta vóru for- menninir í ellum teimum týðandi nevndunum í bý- ráðnum við í panelinum, so vítt eg kundi síggja, og mark má vera fyri, hvussu stórt eitt panel eigur at vera. Fyri tað næsta so skilur ein væl tey, sum skipa fyri einum slíkum fundi, at tey ikki hava hugsað um, at í býráðnum eisini eru fólkafloksmenn. Eg havi sjálvur næstan gloymt tað, men nú tá brævskrivarin minnir meg á tað, so fari eg at geva honum rætt, at har sita tríggir mans í býráðnum, sum kalla seg fólkafloks- menn, so er alt sagt um tað. — Brævskrivarin eig- ur at halda teimum til góðar, sum skipaðu fyri, um tey eisini hava hugsað tað sama — uttan at eg kenni teirra grundir. Meira áhugavert er at leggja merki til, at bræv- skrivarin skrivar um ein vissan politiskan tendens, ið kom til sjóndar á fund- inum, sum skal hava drip- ið felagsskapin. Mær kunnugt er hetta ikki ein felagsskapur, sum ein kann gerast limur av. Heldur er tað ein bólkur av borgarum í býnum, sum koma saman fyri at tjakast um ymisk mál av felags áhuga og uttan at vera samd fyri tað. — At fleiri av áhugamálunum hjá hesum fólkum ikki kunnu gerast upp í krón- um og oyrum eftir vanligu fólkafloksreseptini er kanska tann »politiski ten- densurin«, sum tygum hugsa um. So vítt eg kundi meta, so hevdu fleiri orðið har, sum uttan iva vóru »rætt- hugsandi< fólkafloksfólk, tí tendensurin í teirra tosi var tann gamli fólkafloks- andin, hvussu vinna vit mest meguligt skjótast gjørligt, uttan at hugsa um, hvat vit oyðileggja av okkara umhvervi. At flest ell í hesar sokallaðu »Byarfylking« ikki eru samd í hesum tankanum, var tann politiski tendens- urin, sum eg fekk burtur úr hesum fundi. Tað er beinleiðis tvætl, tá skrivað verður, at fundurin hevði sum endamál bert at koma við negativum kritikki av okkara býráðslimum. So- leiðis skilti eg ikki fundin, men heldur sum eitt sunt tjak um teir spurningar, sum taka seg upp nú ein býarplanur skal gerast. Tað vildi beinleiðis virkað láturligt um onkur reisti seg upp fyri at skamrósa onkrum býráðslimi, tað skulu vit nokk finna út av við atkvødusedlanum. Teir byrådslimir, sum vóru á fundinum, segdu aftan á, at teir ikki høvdu merkt nakran negativan kritikk. Hví reisti hesin »Klaksvikingur« seg ikki upp og skamrósti býráðs- limunum, kanska hevur hann brent inni við sínari talu, tí ongin fólkafloks- maður var í panelinum, men har kann ikki sigast at vera nakað at rósa og ei heldur at finnast at, tí teir sita bert í býráðnum og eru annars rós verdir, sum hampa menn. Hasin fundur segði so mær tað, at vit kunnu gleðast um, at tað eru HF- næmingar, sum hava skipað fyri, tí bert við hes- um tiltaki hava tit víst hvenn týdning tykkara skúli hevur fyri bygdar- samfelagið. Haldið tit bert áfram við at ruska upp í tí tit halda vera skeivt, men harvið er ikki sagt, at vit halda tykkum hava rætt í øllum, men um fleiri les- arabræv av teimum, sum frá >Klaksvíkingur< koma upp á prent, so verður ikki leingi fyrr enn fleiri fólk fáa áhuga fyri at vita, hvat tit hava at bera fram, og longu tá er nógv vunn- ið. Verið ikki bangin fyri teimum lesarabrevum, sum koma frá slíkum, og oftast við standardinni- haldinum. Hvat gera tit fyri vinnulívið? Hetta skal jú gjalda tykkara skúla, siga teir. Hetta vinnulív, sum teir halda seg hava patent uppá, fólkafloks- menn, uttan vit í Klaksvík kunnu reypa av teirra gerðum í hesum eki. Tit koma sikkurt í longdini at fáa sterri týdning fyri vinnulívið við tykkara lærdómi, enn nógvir av hasum dómadagsprædiku- monnum. At tit so sjálvi vilja vera við at avgera, hvussu tað skal lagast fyri framtíðina er vert at taka undir við. Eitt kunnu tit so vera vís í, at hóast allan teirra kritikk av tykkum nú, so vilja teir lofta tykk- um tá tit hava fingið tykk- ara lærdóm, bert tit kunnu passast inn í teirra system. Hasin fundurin segði í hvussu so er mær tað, at við teimum ið skipa fyri í hesi fylking, ætli eg mær at koma á næsta fundin. Kanska tað eru mong, sum hava lisið brævið hjá »Klaksvikingur«, ið hugsa tað sama. Áhugaður tjak og. meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. Nýstovnaða konsertfelagið leggur í vaðið við heimskendari kvintett Niederøstersreichisces Bláserquintett kom til Føroya úr Íslandi og fer hiðani til . Týsklands, har tey hava konsert í annaðkveld Tað nýstovnaða konsert- felagið tekur sær ikki av lettum. Tað byrjar í kvold virksemi sítt við konsert í Læraraskúla- hellini við teirri heims- kendu Eysturríksku blásikvintettini. Hetta verður einasta konsertin á hesum sinni, tí longu í annaðkveld skal Eystur- ríkska blásikvintettin hava konsert í Týsk- landi. Á skránni fyri kon- sertina í kveld eru bæði eldri verk (Haydn og Beethoven) og verk frá okkara tíð. Eftir konsert- ina verður hevi hjá fólki at tekna seg sum lim í konsertfelagnum.