Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 72 — 19. september 1979 sosialurin Einki endurgjald uttan góðkendan sáttmála. Ymiskar áskoðanir millum tannlæknarnar og sjúkra- kassarnar, um endurgjald kann veitast ella ikki Hava sjúkrakassarnir heimild til at veita endur- gjald fyri tannlæknarokn- ingarnar undir sáttmála- loysinum millum sjúkra- kassarnar og tannlæknar- nar ella ikki? Alt bendir á, hava teir ikki. Formaðurin í meginfe- lagnum hjá sjúkrakassun- um, Elias Johansen, segði við Sosialin í síðstu viku, at sjúkrakassarnir hava ikki heimild til at veita at tað endurgjald fyri tann- læknarokningar undir sáttmálaloysi. Í hesum sambandi vísir skrivarin hjá sjúkrakass- anum, Harry S. Johansen, á eitt skriv frá stýrinum fyri donsku sjúkratrygg- ! ingina. »Ikke pålægge« — men kunnu? Brævið er soljóðandi: „Man skal i den forbind- else gere opmærksom pá, at der ikke i loven er hjemmel til for sosial- ministeren i en sådan peri- ode (undir såttmålaloysi, blaðm.) at pålegge syge- kasserne at refundere medlemmerne en nærmere fastsat andel af deres ud- gifter til tandbehandling«. Mótvegis hesum sigur tannlæknafelagið, at í lóg- ini stendur, at sosialmála- ráðharrin ikki kann å- leggja sjúkrakassunum at veita endurgjald, og kunnu tí sjúkrakassarnir sjálvir avgera, um teir veita endurgjald ella ikki. Fólk mugu gjalda fyri alla tannlæknarokningina undir sáttmálaloysinum Sosialurin hevur vent sær til Sikringsstyrelsen i Keypmannahavn. Lang- berg Jensen, avgreidslu- skrivari, sigur: — Spurningurin um end- urgjald hevur samband vid sjukratryggingar- lógina. Í henni stendur, at endurgjald í samband við tannlæknaviðgerð kann avgerast í sjúkrakassavið- tøkunum. Í sjúkrakassa- vidtøkunum, grein 14, stendur, at sjúkrakassar- nir veita endurgjald fyri viðgerð, sum er farin fram sambært einum av sosial- málaráðharranum góð- kendum sáttmála. Við eðrum orðum er endurgjaldsveiting fyri tannlæknaviðgerð treytað av, at góðkendur sáttmáli er millum tannlæknarnar og sjúkrakassarnar. Annars vísir Langberg Jensen á, at sjúkrakass- unum er ikki álagt at veita endurgjald fyri tann- læknaviðgerð. Teir mugu sjálvir avgera, um teir lata endurgjald ella ikki. Hvørgin tekur stig til samraðingar Tannlæknafelagið hevur ikki gjert nakað útspæl til framhaldandi sátt- málasamráðingar við Meginfelag Sjúkrakassa Feroy- a, MSF. Og sum Sosialur- in skilur steðuna, er tað ivingarsamt, um tannlæknarnir koma við nekrum útspæli. Annars segði formaðurin í MSF, Elias Johansen, við Sosialin í síðstu viku, at MSF ætlaði ikki at koma við nekrum útspæli, men bíðaði harafturímóti eftir einum útspæli frá tann- læknunum. Hinvegin sigur Fróði Lassen, formaður í tann- læknafelagnum, at vanlig mannagongd er hon, at tá eitt felag sigur sáttmálan upp við eitt annað felag, er tað uppgávan hjá tí felag- num — í hesum føri MSF — at spyrja, hvat hitt fe- lagið ynskir. — Vit eru harmir — Kann tað hugsast, at tannlæknafelagið fer at bjóða sjúkrakassanum til nýggjar samráðingar? — Vit eru harmir um, at viðskiftafólk okkara ikki fáa nakað endurgjald. Tað kundi verið tað einasta. Annars hava vit onga orsek at kalla saman til fundar. Men vit hava ikki stórar vónir, at sjúkra- kassarnir kalla til fundar ella gera nakað. Tað letur ikki til, at teir hava sett seg inn í tað tilfarið, vit hava sent teimum, sigur Fróði Lassen. Stendur við Annars vísir MSF á, at til- boðið frá meginfelagnum framvegis stendur við. Hetta tilboðið, sum bert skuldi galda undir sátt- málaloysinum, gevur tannlæknunum 45 pst. í ískoyti til sáttmálagjeld- ini. Tað er tað sama sum 18,4 pst. afturat tí, sum ein plombering kostaði, áðrenn núverandi sáttmál- in varð undirskrivaður uttan nakra dýrtíðargrein sambært tí nýggju prís- talsloygini í 1976. 0 Síða 5 Mánamorgunin fór Silver Spray út at royna eftir jákupsskel. Hetta er triðja árið, Silver Spray er á hesi veiðu. Hann avreiðir á Oyri. Fimm mans eru við. Í fjer fingu teir uml. 340 tons av jákupsskel Marinplast í Kaldbak úr at gera Á fleiri virkjum kring oyggjarnar er tervur á arbeiðsfólki. Eitt nú á Marinplast í Kaldbak. Tey eru í letuni umleið 7 fólk á virkinum, men teimum tervar fram- vegis eini 4 til 5 fólk. Tey hava úr at gera. Eftirspurningurin er stérur, so någv stendur fyribils á bíðilista. Marinplast ger 6- mannafør og 8-manna- før umframt septikk- tangar og vatntangar. Framleidslan av tang- um liggur um 400 um årid. Síðani Marinplast byrjaði framleiðslu av føroyskum bátum fyri umleið sjey árum síð- ani, hava teir gjert fleiri hundrað bátar. Í letuni hevur virkið bí- leggingar. uppá eini 25 seksmannafer. — Skulu hesir av- greiðast, er neyðugt við fleiri arbeiðsfólk- um, sigur stjórin á virkinum, Guttormur Djurhuus, við Sosialin. Hann vísir á, at nú sambandið við Havn- ina er vorðið so gott, skuldi verið lagað manni hjá havnarfólk- um at arbeitt í Kald- bak. Rhombus, sum rekti rutusambandið millum Sund og Kaldbak, er í letuni á beding í Havn. Ímeðan røkir »Fauna« rutuna. Tad er Barthal Wang, sum eigur henda bátin. Hann var upprunaliga nótabátur og varð síðani umbygd- ur til hummarafiski- skap. Nú hevur Strand- ferðslan so leigað hann. Sluppu ikki úr vrakinum Tíðliga leygarkveldið fekk politiið í Havn fráboðan úr Mjerkadali um ein bil, sum var far- in útav vegnum stutt frá Natosteðini. Tvey fólk vóru í bilinum og tey sluppu ikki út úr honum, tí hurðarnar Yingust ikki upp. Sjukrabilur, politi- bilur og kranabilur fóru norður. Bæði fólkini blivu flutt á skaðastov- una. Bilurin, sum var á veg til Havnar, fór rættiliga illa.