Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. september 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Koyrdi á kúgv Á Mikukvøidiå koyrdi ein ur ur Runavik å eina kúgv úr Kollafirði. É Óhappið hendi við maskinverkstaðin hjá Í landsverkfreðinginum, »landsfjåsid«, norðan fyri Koliafjorð. Kúgvin varð so meint rakt, at hon mátti avlívast dagin eftir. Bilurin fekk nakað av skaða. Bilførarin boðaði sjálvur frá hendingini. Feroyskar tekningar í Tekkoslo- vakinum Ein framsyning av tekningum eftir fedg- unum Zakarias og William Heinesen og Bárð Jákupsson, sum hevur ferðast um Norð- urlond, er nú endað í Bratislava í Tekkoslo- vakínum eftir at eitt ynski kom haðani um at fáa framsýningina. 'Svimjingin utsett — ovurstór luttøka Luttøkan til svimjing- ina hjá Tórshavnar Kveld- og Ungdóms- skúla var so mikið stór, “ at Térshavnar komm- una nú hevur játtað svimjihellina líka frá klokkan sjey á morgni til á kveldi. Annars var ætlanin bert at svimja seinrapartin. Serliga stórur áhugi er fyri familjusvimjing- ini. Ikki færri enn 3-400 hava boðað frá luttøku í henni. Hóast kveldskúlin nú fær hellina allan dagin, er fullteknað. kring oyggjarnar byrja komandi leygar- dag, men hon er útsett til til leygardagin 6. . oktober Smádrongur yvirkoyrdur Týsdagin varð ein 5- ára gamal drongur yvirkoyrdur á Toftum. Drongurin fór á Landssjúkrahúsið til kanningar. Hann hevði fingið snuddir á hevdið og andlitið. Óhappið hendi á tann hátt, at drongurin rann út fyri ein bil, upplýsir politiið í Runavík. Norðoya Sparikassi 60 ár Mánadagin fyllir Norð- oya Sparikassi 60 ár. Sparikassin er tann stersti peningastovn- urin í Norðyggjum við trimum deildum — ein- ari í Leirvík, sum hevur opið tveir tímar dag- liga, meðan deildirnar á 'Viðareiði og Hvanna- sundi hava opið ávika- vist tveir og ein dag um vikuna. Sparikassin hevur innistandandi 107 mill. kr., meðan útlánini liggja um 85 mill. kr. Nógv tann størsti part- urin er útlán til sethús, nevniliga 68,2 mill. kr. Eginpeningur spari- kassans er 12,2 mill. kr. Tilsamans hevur spari- kassin 9.500 spararar. Eins og peninga- stovnarnir í Havn er Norðoya Sparikassi við at nýmótansgera av- greiðsluna. | Sambært Norðlýsinum eru on- line tól uppsett. Hesi eru ikki tikin í brúk enn, men tey verða koyrd inn nú. Í spari- kassanum starvast 11 fólk. Stjóri er Brynjálv- ur Jacobsen. Ætlanin var, at svimjingin skuldi Petur Christiansen: Spell at so lítið av feroyskari framleiðslu er við á HS 79 — Tað er spell, at so lítið av føroyskari fram- leiðslu er við á Handilsstevnuni, segði Petur Christiansen, borgarstjóri, tá hann setti HS 79 hósdagin. Hann helt, at tann innflutta framleiðslan er í - meira lagi. — Tað er tó gott, at henda framleiðslan verður víst fram, so fólk kunnu vita, hvat talan er um. Handilsstevnan, sum Kristmund Kunoy skipar fyri, verður opin i dag og morgin afturat kl. 14—21 Í TAÐ NÝGGJA HEIMSKORTID? . | pr Búskaparligt verður samtykt {| Altjóða sjógvur eki, []2 fjórðinga markið Nr. 73 — 22. september 1979 um 150 tjóðir stíla ímóti eini semju Vit halda her fram við samreðuni við Erlend Patursson um havrættar- ráðstevnuna og týdning hennara fyri Feroyar. Týdning fyri Feroyar Tað er greitt, at úrslitið av havrættarstevnunum hev- ur stóran tydning fyri Før- oyar sum so. i eindartekstmum verða 12 fjórðinga-, 24 fjórðinga- og 200 fjórð- ingamarkini øll drigin út frá grundlinjupunktun- um, sum eru uppi á landi ella á ytstu skerðum. Harafturat stendur í tekstinum, at klettar úti í havinum, har eingin bú- skapur er, kunnu ikki brúkast sum grundlinju- punkt. Her kann vera vert at nevna, at Rock All er ein tílíkur klettur, sum bretar hava kannað sær, og sum teir brúka sum grundlinjupunkt. Tað vil við eðrum orðum siga, at teir á henda hátt ota seg inn á føroyskt sjógki. Eftir tekstinum er hetta ikki heimilað. Jan Mayen og lodnan Ein annar spurningur, sum hevur týdning fyri Føroyar, er ekið um Jan Mayen. Norðmenn ynskja eitt búskaparligt eki við Jan Mayen, sum annars ikki hevur nakran búskap sum so. Íslendingar vilja vera við, at teir hava rætt- indi at veiða lodnu við Jan Mayen, og tað sama er galdandi fyri feroyingar. Hesin spurningurin er framvegis óloystur. Undirgrundin uttan fyri 200 fjórðingar Ein annar týðandi spurn- ingur á havrættarfundun- um er rætturin til undir- grundina uttan fyri 200 fjórðingar. Har er so stríðsspurningurin hvussu langt hesin rættur rekkur út um teir 200 fjórðingar- nar. Hevuðstankin- er tann, at markið skal í 'longsta lagi ganga út til tann djúpa havbotnin. Tað er stór træta um henda spurningin. Hetta mark kann koma at liggja langt úti, tí summir av landgrunnunum rekka upp til fleiri 100 fjórðingar út frá landi. Tað vil siga, at her mugu onkrar av- markingar gerast. Tað eru . komin fleiri uppskot um eitt ytri mark bæði uppá 300 og 350 fjórðingar. Landgrunnurin og jarðfreðisligi upprunin Fyri Feroyar hevur hetta týdning, har talan er um avmarkingina millum tvey lond, sum liggja saman. Feroyar mótvegis Bretlandi. Her er tað so spurn- ingurin um, hvat vit skilja við landgrunnin. Tað, sum er eyðkenni fyri grunnin, er tann jarðfreði- ligi upprunin, og um hesin grunnur jarðfreðisliga hoyrir til avvarðandi land. Bretland — Feroyar Viðvíkjandi Feroyum er land- steðan tann, at Feroya- ryggurin rekkur rættiliga langt suður um Rock All. Hann er ein samanhang- andi heild av sama upp- runa sum Feroyar. Millum bretska land- grunnin og henda ryggin er eitt havdýpi uppá 2000 til 3000 metrar. Millum Feroyar og Rock All eðru- megin og bretska land- grunnin hinumegin er einki jarðfreðisligt sam- band. Rímiligt mark Tað eru tvey sjónarmið frammi í samband við býtið av økinum uttanfyri 200 fjórðingar. Annað er, at ekið í fjórðingum verð- ur avmarkað eftir miðlinj- uni. Hitt uppskotið, sum fleiri taka undir við, sigur, at tað skal vera eitt rími- ligt mark. Feroyingar eru 40.000 í tali, meðan bretar eru 40 milliónir. Tískil vilja bretar siga sum so, at tá vit bert eru 40.000 og teir 40 mill. íbúgvar, er tað meira. Bæði rímiligt mark og miðlinja Harafturat kemur, hvat skal skiljast við einum rímiligum og rættvísum marki. Tað hevur verið eitt øgiligt stríð um júst henda spurningin. Menn eru komnir við fleiri semingsuppskotum. Tað seinasta, sum er frá einum finna, sigur, at tað skal bæði vera talan um eitt rímiligt mark og eina miðlinju. Harafturat skal tað orðaljóðið takast burtur úr sáttmála Sam- eindu Tjóða, sum sigur, at ell lond — stór og smá — eru á jøvnum feti. Erlendur Patursson sigur at enda, at tað í seinasta enda uttan iva verða tey stóru og ríku londini, sum koma at hava tað avgerandi orðið. Men hví verður so tá so nógv tjakast um spurn- ingin, og hví er enn eingin avgerð fallin, vil ein spyrja seg sjálvan. Til hetta sigur Erlendur, at grundin til at tað hevur drigið so langt út er tann, at menn stremba ímóti eini semju. Eini semju millum 140 tjóðir. Stríðsspurningar- nir nógvir Torfert verður tað tó at rekka eina semju, sum allir partar verða negdir við. Tí stríðsspurningarnir eru nógvir. Tað er eitt stríð millum strandalond, hvussu nógv hesi lond skulu hava av havríki- demi. Tað er eitt stríð millum strandalond og innilokað lond. Tey inni- lokaðu londini stríðast fyri, at ytstu markini verða so innarlaga sum gjørligt. Eisini stríðast hesi lond fyri at fáa fiski- veiðirættindi og rætt til havbotnin, so langt sum gjørligt innan fyri 200 fjórðingamarkið. Og síðst kann nevnast stríðið um rættin á altjóða ekjum. Har verða tað uttan iva stórveldi sum USA og Sovjetsamveldið, sum eiga kapitalin og teknikkin, ið koma at hava tað avgerandi orðið. TRS