leygardagur 22. september 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 73 — 22. september 1979
Sjúkrasystrar
og næmingar
Limafundur verður hóskveldið hin 27.09. 1979 kl.
19.30 í Matarhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Evni: Faklig krav til góðskuna í heilsu- og
sjúkrargktini.
innleiðarar: Poula Poulsen, fyristødukvinna
Hjørdis Hansen, fyristødukvinna
Marjun Tummassarson, fyristøduk.
Morentza Simonsen, skúlaheilsu-
systir
Erna Olsen, heimasjúkrasystir
Sjúkrasystraráðið
Tøkk
Øllum tykkum mongu, sum hjålptu okkum og å
ymiskan hátt sýndu samkenslu, tå góða mamma,
vermamma, omma og langomma okkara,
Súsanna K. Hansen, Skopun, varð heimkallað og
jarðað, takka vit hjartaliga.
Heilsan við Sálmi 25.8
Fyri tey avvarðandi
Synirnir
Bil til salg
. Volvo 164, árgang 1969 til salg. Kilometerstand
132.000. Vognen er synet í efterðret 1978.
Henvendelse, herunder om besigtigelse av
vognen, kan ske til rigsombudet, tlf. 1 1040, kl. 10-
15.
Rigsombudet
Kjeld Jensen
kontorchef
)
Í =
NN Hej 12
YNDI
Lesnaður
til alla
famil juna
VIDMERKING: SKULU NU EISINI
KAPPAST VID ROYNDARSTØDINA
I nr. 71 frå 15/9—79 hevur
Sosialurin pråt vid Kåra å
Lofti um framleidslu- og
seluviðurskifti hjá før-
oyskum vakstrarhúsfram-
leiðarum. Prátið er so
mikið dapurt og negativt
við m.a. hesum undirtitl-
unr 1) 2000 meira til olju,
2) Tilskot, 3) Trupult, 4)
1400 óseldar pottaplant-
ur, 5) Spell, 6) Einsamallur
og 7) Onkur við sviðið soð,
at hetta eigur ikki at
standa ósvarað.
1) 2000 meira til olju.
Kári, tú minnist væl tað
stríð vit hevdu fyri at fáa
vakstrarhúsið á fetur her
á steðini, og var tað í
tíðini, tá ið fyrsta stóra
oljukreppan var. Tú minn-
ist væl tær útrokningar
vit gjørdu um vakstrar-
húsframleiðsluna bæði
undan og aftaná, tá ið
oljukreppan hevði sett
síni merkir. Tú minnist
eisini, at hóast depur
skýggj, so vóru vit betur
kappingarferir, sjálvt um
oljan var vorðin munandi
dýrari.
2) Tilskot. Tað er rætt,
at innfluttar búnaðar-
verur fáa munandi út-
flutningsstuðul. Tað fræg-
asta á hesum økinum er,
at arbeiða innan virkis-
fúsnan felagsskap (sí
seinni í viðmerkingunum),
ið kann ávirka okkara po-
litisku myndugleikar at
fata hesi sjónarmið.
3) Trupult. Kári sigur,
at tað er so trupult t.d. við
tomatum, har brúkarin
skal gjalda umleið 7 kr.
fyri kilo av donskum,
meðan tær feroysku
tomatirnar ikki kunnu
seljast fyri minni enn 11
til 12 kr. kg. Víðari verður
skrivað, at hóast oljuút-
reiðslurnar eru vorðnar
munandi sterri, er tó eing-
in meguleiki at hækka
prísin á tomatum. Tað
sýnist nakað legið at
skriva soleiðis, tá ið ein er
vitandi um, at prísurin til
framleiðara av føroyskum
tomatum í ár hevur verið
18-20 kr. fyri kilo.
4) 1400 óseldar potta-
plantur. Kári sigur, at
henda seluvera er rætti-
liga avmarkað, og metir,
at hesa tíðina verða bert
einar 1500 plantur seldar
av hesum slag, og at tær
1100 komu úr Hoyvík, og
tí standa 1400 óseldar í
Sandavági.
Tað kann vera rætt, at
henda verusela er av-
markað, ti »avmarkad«
sigur hvørki mær og
mongum ødrum vid als
einki i hesum førinum,
men tað skal upplysast, at
sølan er nógvar, nógvar
ferðir størri vegna inn-
flutning av somu vøru —
nevniliga B. Himales. At
vakstrarhúsið á Lofti ikki
útnyttar sínar selumegu-
leikar, men gevur seg
undir treytaða selu til
ávísar handlar, tað tilkem-
ur ikki stovninum at
loysa.
5) Spell. Tú sigur, at tú
ikki skilur, hví Royndar-
steðin framleiðir somu
veru sum tú, tá ið so nógv
onnur blómusleg eru at
velja í. Her til er at siga, at
í des. 1978 varð fram-
leiðsluætlan legd hjá
vakstrarhúsinum í Hoy-
vík fyri ári 1979, og í hesi
ætlan var eisini framleiðsl-
an av Begonia Himales.
Henda framleiðsla av B.
Himales var ikki roynd
áður, hverki í vakstrar-
húsinum á Lofti ella á
Royndarsteðini.
Tíðliga í vár ringdi
stovnurin til Kára á Lofti
og greiddi honum frá
arbeiðsætlanini fyri árið,
m.a. eisini framleiðslu av
B. Himales, sum longu tá
vóru keyptir sum stikling-
ar. Umleið 1 mánað seinni
ringdi Kári stovnin upp og
sigur, at nú kom hann at
kappast við Royndarstød-
ina, av ti at nå hevdi hann
eisini keypt stiklingar av
B. Himales.
6) Einsamallur. Tað
verður sagt, at Kári er
einsamallur = maður í
vakstrarhúsinum og, at
tað krevur bæði tol og
nógv arbeiði til at fáa alt
at koyra, sum tað skal.
Vit eru púra samdir í
hesum, og hetta vistu tú
eisini væl av, tá ið tú fór
undir hetta tiltak. Men, tú
hevur langt frá verið
einsamallur og framleiðsl-
an hevði ikki verið so við-
brekin, um tit vóru t.d. 50
mans, hver við sínum
virki, ið stóðu saman í
felagsskapi. Til hetta skal
bert nevnast, at í fjer
heyst (10. aug.) fóru 2
gartnarar (annar arbeiðir á
steðini) vestur til Kára á
Lofti við. tí endamáli, at
kanna áhugan at stovna
felag, ið kundi taka sær av
felags áhugamálum, m.a.
eisini framleiðslu- og selu-
'viðurskiftum. Svarið var
stutt og greitt nei. Kári
var ikki hugaður at fara í
nakað felag.
7) Onkur við sviðið soð.
Kári dylir ikki yvir, at fara
fleiri feroyingar í gongd
við at framleiða tomatir,
so verður onkur, ið verður
við sviðið soð. Tað er hug-
stoytt, at tú skal vera so
dapurskygdur, tí tað var
tú ikki, tá ið tú- fór at
framleiða undir somu kor-
um, sum steðan er í dag.
Fyri bert at taka eina
vakstrarhúsframleiðslu
t.d. tomatir (allar aðrar
eru í sama mun), so veitst
tú, at í 1964 framleiddu
vit einki, men innfluttu 8
tons av tomatum. Góð 10
ár seinni framleiddu vit
10-12 tons og innfluttu 80
tons. Ferðasambandið øk-
ist og etivanar broytast,
og tann dagur er meguliga
ikki so langt burtur, tá ið
vit eta nakað tað sama av
tomatum sum hini norðan-
londini.
Er tað tín hugsan Kári,
at tá at framleiða 10-12
tons, meðan vit innflyta
yvir 300 tons av tomatum,
so skilji eg væl mátan, tú
arbeiðir fram ímóti, fyri
lættari at sleppa av við
veruna til óvanligan prís.
Vegna Royndarsteðina
H. Wardum
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
TIL JEG OG F.S.F.
Ein viðmerking til greinina í Glaðustrok 19. september 1979 um Eiðis-dómaratrioina og eitt sindur um deming.
Nei, nei, Jógvan Edward,
góði, nú er ovboðið. Nú ert
tú farin um markið. Eg
havi annars hildið, at
ítróttarskriving tín er
bæði skemtilig og ótradi-
tionell, men nú haldi eg, at
hon er vorðin rættiliga
komisk. So kanst tú tosa
um rukkur og komikarar.
Tað kanst tú sjálvur vera,
sum tú skrivar.
Greinin um dómaratrio-
ina av Eiði er bæði ljót og
grov og hartil beinleiðis
malplaserað. Ein dystur
millum HB og TB, vil í
dag altíð vera ein harður
tempodystur, og er ti
ógvuliga torførur at døma.
Eg kenni ongan føroyskan
dómara, sum kann greiða
hesa uppgávu soleiðis, at
oll eru nøgd. Tíansheldur
kann ein óroyndur dómari,
sum Hans Erland, ikki
væntast at fåa ug fyri
hesa uppgávú. Vánaveður
ger aldri dømingina lætt-
ari heldur. Hetta átti tú at
havt í huga, tá tú skrivar
um deming. Men ístaðin
kastar tú teg sum úlvur
yvir býtið, á ein sera ljót-
an og mannminkandi hátt.
Tú tosar um Passer o.a.,
eg veit ikki hvenn, tú átti
at verið sammettur við.
Skuldi tú finnast at
nekrum, deming viðvíkj-
andi, átti tú at orðað at-
finningarnar til F.S.F.
F.S.F. átti ístaðin at fingið
eini tvey »borgarlig«. orð
um steðutakan teirra til
tað stóra dómaravanda-
málið, sum feroyskur fót-
bóltur hevur at dragast
við. Tað eru alt ov fáir
dómarar, og ber tað tí illa
til at vera kritiskur, tá ið
dómari skal setast. Tað er
eisini stór synd, sum tit
fara við teimum yngru
deildunum. Tað er bara
sum best ber til, hver ið
demir dystirnar hjá teim-
um yngru. Um tað er
týdningarmikil dystur ella
ikki. Eg veit gott, hvussu
trupult tað er, at sita í
nevnd o.s.fr., men álvara
tos, F.S.F., roynið væl-
signaðir at beta um dóm-
arastødu okkara! Útbúgv-
ið fleiri dómarar og fylgi
við deming teirra. Verið
ansnir, tá tit seta dómarar
til yngru deildirnar, eisini
tá feløgini søta démaran!
Jógvan, leyp tú ikki
eisini á, har garðurin er
lægstur, men skima teg
um, áðrenn tú leypur.
Tann blaðetikkur, tú her
sýnir okkum, stendur í
botni. Tað skuldi eisini
verið óneyðugt at greitt
tær frá, hverja ávirkan
blaðskriving kann hava.
Einahelst kann persónlig
forfylging í bleðunum
verða sera óheppin í okk-
ara lítla samfelag. Nei,
Jógvan, halt tú heldur
uppat við hasum nasa-
djarvu og ofta siðleysu
ålopunum á ymiskar
persónar. Mær tykist,
sum um tú roynir at vera
skemtiligur, men uttan at
vilja tað, verður eitt
sindur óreinur ístaðin.
Men tað er eisini ein
spurningur um at síggja
garðin. Eg haldi, at tú átti
at givið eiðismonnum eina
umbering.
Grundin til, at eg skrivi
hesa greinina, er at finna í
ørðatakinum: >Tann, ið
tigur, hann samtykkir«.
Og eg eri ikki samdur við
»Jeg« í tí hann skrivar í
ådurnevndu grein.
Við ítróttarkveðu
Finnur Helmsdal