Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. september 1979síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ne.73 +22: september 1979 Síða 11- Læraraskúlin og spesialskúlin eiga at samarbeiða um tilrættisleggingina av framtíðar læraraútbúgvingini mugu taka okkum av øll- um hesum børnum å rætt- an hått. Tad er sum Britta Holle (hon hevði skeið í Feroyum i um i børn) sigur. Tað hevur ógvuliga stóran tydning, at øll hesi bernini — uttan mun til, hvat handicapp tey hava — longu heilt tíðliga verða vand upp í motorikki og fimleiki, soleiðis, at tey læra at brúka armar og bein rætt. Tað er ikki bert talan um, at børnini tá" fara at duga betri at ganga. Tað er serstakliga ein spurningur um at ávirka sjálvt hevuðs- nervalagið so mikið, at tað harvið búnast og verður hildið virkið. Niðursteðan í hesum er tann, at tá bernini betur klára at rera seg, tá duga tey eisini betri at uppfata heimin rundan um tey. Sjónarringur teirra víðk- ast. »Risikobørn« - Tá vit tosa um handi- cappað bern, eru tað í fyrstu atløgu tey so- nevndu „risikobernini<, sum vit hava í huganum. Hetta eru øll tey børnini, sum hava meguleika fyri ikki at mennast normalt. Orsekirnar til hetta kunnu vera fleiri. Handi- cappið kann stava frá eini sjúku, sum mamman hev- ur havt, tað kann stava frá iltmangli undir fødingini, tað kunnu eisini vera arva- ligir eginleikar, og tað kunnu vera sosialar orsek- ir og aðrar við, sum gera seg galdandi. | 90 risikobern um árið Vanliga siga vit, at 10 prosent av einum árgangi av nyføddum barnum hava meguleikan at gerast handicappað. Hetta vil fyri Feroyar siga, at tað verða fødd umleið 90 »risi- kobern< hvert ár. Eygleiða vit ikki hesi bernini, tey era små, so kann tað hende, et meðan vit ikki verða varug við, um tey hava eitt ella annað brek. Úrslitið verður, at vit fáa ikki við- gjørt brekið — og tá fáa tey eitt handicapp, sigur Ole Bentzen. Eingi børn eru fødd við einum handicappi. Tey etu fedd við einum breki, og gera vit einki við hetta brek, fáa bernini eitt handicapp. Ikki til Havnar Onkur vil siga, at i einum fjarskotnum landi sum Føroyum, er eisini talan um eitt sonevnt geograf- iskt handicapp. Til tað vil eg siga, heldur Ole Bent- zen fyri, at tað virkar jú tann øvugta vegin. Tað geografiska handicappið førir jú við sær, at bernini skulu ikki sendast langt burtur. Her í Feroyum eigur at verða skipað so fyri, nú tað er skjótt at ferðast bæði á sjógvi og á landi, at útbúgvið fólk ferðast út á plássini, har tey vitja heimini og greiða foreldr- unum frá, hvussu tey skulu fyrihalda seg osfr." Og síðani koma tey aftur: seinni fyri at vita, hvussu gongur. Vitjaði mongolbarn Undir vitjan síni í Feroy- um, vitjaði Ole Bentzen eisini heim við handicapp- aðum bernum. Ma. vitjaði hann eitt heim við einum mongolbarni. — Barnið hevði tað gott, og tað riggaði væl at hava tað heima. Eg legði tó merki til, at barnið fekk ov nógv at eta og gleivaði ov nógv. Tað eru tílík ting, sum skulu rættast. Ole Bentzen heldur fyri, at førdu foreldrini dagbók yvir, hvussu barnið klárar seg heima, so hevði ein foreldravegleidari lættliga kunnað sæð, hvat ið teim- um tørvadi. — Skal alt hetta skiljast sum at tú ert ímóti vin- stitutiónum? — Ja, so avgjørt, av- gjert. Institutiónirnar hoyra fortíðini til. Tað var serstakliga eftir heims- kríggið, at tað bygdar nógvar institu- tiónir ymsa staðni, tí tað var rættiliga tungt at koma fyri seg. Eg skilji væl, at føroyingar bygdu ein spesilskúla. Tað var: jú tann fyrsti og einasti møguleikin, sum tit hevdu. Men eg havi sagt hetta við tey á spesialskúlanum, at tað, sum er trupulleikin hjá teimum í dag, er, at tey, sum hava allan henda kunnleikan um handi- cappað bern, tey skulu út at arbeiða í fólkaskúlan- um, tí har fáa bernini tað besta umhvervið. Barnagarasja Ole Bentzen vísir síðani á, hvussu nógv tað hevur at siga, at handicappað bern ikki verða sett í barnagarð fyri seg. — Seta vit bern saman í einum barnagarði, har tað bert eru handi- cappað bern, so er tað eingin veruligur barnagarður. Tað er har- afturímóti ein barna- garasja. Ein barnagarður er lív og spæl, og tað finst bert í tí vanliga barna- garðinum. Og í tí vanliga bárnagarðinum læra bern- ini av hverjum eðrum. Tað sama ger seg galdandi fyri skúlan. Eisini illa umtektur — Tú ert ein av teimum, sum hevur stríðst fyri, at handicappað bern kunnu ganga í somu skúlum sum vanlig bern? — Tað eri eg so avgjørt. Eg havi verið ein av sterk- astu talsmonnunum tey seinastu 27 árini integrering. Eg havi eisini verið illa umtóktur í hes- um sambandi, serstakliga millum spesialskúlalærar- nar. Teir sóu óivað, hvussu stórt váðaverk hetta var. Men eg havi sæð tað út frá tí sjónarmiði, at tað er vórðu. fyri einki, sum eitur deyv ella blind bern. Fyri mær er bert talan um bern, sum eru eðrvísi. Hesi bernini hava fyrst og fremst fyri neyðini at koma út millum vanlig børn, tí har hava tey møguleikan ag fáa avbjóð- ingar, har finna tey grund- ir til sjálvi at gera nakað fyri at mennast. Fólkaskúlin skal hava avbjóðingar — Nú nevndi Britta Holle í samreðuni í Sosialinum herfyri, at tað kann vera trupult hjá teimum minni mentu kommununum at taka handicappað bern upp í vanligu flokkarnar, ti tær hava ikki teir neyðugu serútbúnu lærar- arnar. Hverja viðmerking hevur tú til tað? - — Eg skilji væl Brittu Holle. Hatta er eisini ein atfinning, sum er rett. Men eg havi altíð sagt, at vit eiga ikki at taka av- bjóðingarnar frá fólka- skúlanum. Uttan mun til at tað er talan um fólka- skúlan, sjúkrahúsini osfr., so eru vit noydd til at siga við okkum sjálvi, at vit skulu loysa hesa ella hasa uppgávuna. Tað er av stórum týdningi, at vit revalidera tey normalu, at vit revalidera samíelagið sum so. Eg plagi at siga, at samfelagið er ikki normalt, um ikki 10 prosent av børnunum eru eðrvísi, tí soleiðis eru umsteðurnar. Tað er eftir míni hugsan heilt abnormt at hava ein barnagarð, har 'eingi handicappað bern ganga, ella at hava eina verk- smiðju, har eingi handicappað arbeiðsfólk eru. Út í arbeiði aftur — Gongur tú inn fyri tank- anum, at tað eigur at verða gjert meira fyri at fáa tey handicappaðu út á arbeiðsplássini? — Tað geri eg avgjert Hetta er rætti vegurin at gánga, tí úti á arbeiðs- plássinum hava tey megu- leika at læra av hinum. At umskúla eitt menniskja, sum t.d. hevur verið fyri eini arbeiðsvanlukku, er fyrst og fremst at fáa tað út aftur í tað umhvervi, har tað kom frá. Tað gamla arbeiðsplássið eigur altíð at vera tilreiðar at taka ímóti einum fólki eftir eina vanlukku, hóast tað bert skuldi havt ein arm tá. Vardur verkstaður — Tað verður nú bygdur ein vardur verkstaður til handicappað bern í Fer- oyum. Er hetta rætti veg- urin at ganga? — Tað haldi eg ikki. Men tað er helst rætt, at vit hava ein vardan verk- stað, sum í byrjanini kann taka sær av handicappað- um. Men tey skulu ikki verða verandi har. Tey skulu harafturímóti út á arbeiðsplássini. Leiðarin og starvsfólkini á einum Tey handicappaðu bernir:i kunnu tey fáa avbjóðingar og mennast um bernunum skýln út tílíkum vardum verkstaði eiga at gera alt fyri, at tann handicappaði kann fáa eina upplæring og so fara út aftur í arbeiðslívið. Tey eiga at vita á hverj- um flakavirki ella eðrum arbeiðsplássi, arveiði eru til hesi fólkini. Og í byrj- anini mugu starvsfólkini á tí varda verkstaðnum fara út á arbeiðsplássini sjálvi og hjálpa teimum handi- cappaðu og leggja teimum lag á. Blokktilskot Tað at handicappað bern eru upptikin i vanligar fólkaskúlar er hent so við og við í Danmark tey sein- astu 15 árini. Í 1980 henda ymsar broytingar. Tá verða tað amtini, amts- kommunurnar og kommunurnar, ið koma at hava ábyrgdina av and-. veikaforsorgini. Teir peng- ar, sum staturin fyrr hev- ur givið til tær ymsu for- sorgirnar, skulu tá fara Framhald á síðu 14