Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-09-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. september 1979síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

————— Nr. 75 — 29. september 1979 sosialurin Fritleiv Joensen, formaður i Føroya Jarðarráð: treymnesgarður best egnaður til royndarstø0 Eingin kann meta ein garð út gjøgnum ein bilrút — Metingarnar hjá íslendinginum eru gjørdar út frá ov vánaligum kanningum. Ein kann íkki meta ein garð út gjøgnum ein bilrút. Tá ein skal sammeta tríggjar ymsar garðar ymsa staðni i Føroyum, má ein sjálvur ganga teir upp og niður frammanundan. Soleiðis sigur formaðurin í Feroya Jarðarráð, Fritleiv Joensen, uppá fyrispurn- ing, um hann metir, at kanningarnar hjá íslendska búnaðarfreðing- inum, Sveini Hallgrímson, eru gjerdar á haldgott grundarlag. Bert 18 ha Fritleiv hevur gingið til- mælið frá íslendinginum í gjøgnum og hevur fleiri viðmerkingar til tað. Í sammetingum sínum av teimum trimum gørdunum skrivar íslend- ingurin, at Heygsgarður hevur 32-35 ha »dyrkbar« 1 jørd og 18 ha »dyrkbar« 2 jerð. Fritleiv Joensen upplýsir, at íslendingurin her má hava mistikið seg. Hann hevur býtt um uppá telini. Veruleikin er tann, at tað bert eru 18 ha av innangarðsjerð. Í tilmæl- inum skrivar Svein Hall- grímson annars, at fyri at hava royndarsteð = á Heygsgarði er neyðugt, at tað eru millum 30 og 40 ha av innangarðsjerð. — Talið er bert 18 ha, og tað fyriliggur annars ein skitsa um, at landsverk- frødingurin skal brúka 9 ha av innangarðsjerðini á Heygsgarði til veg, tá berghol verður gjert við Signabe. Fritleiv Joensen vísir tí á, at fyritreytirnar fyri royndarsteð á Heygs- garði als ikki eru til stað- ar. I 44 ár Fritleiv sigur víðari: — Eg haldi eisini, at vit eiga at hugsa um, at bónd- in á Heyggi hevur sitið á garðinum í 44 ár, og hann vil helst ikki av við garðin. Garður er tekur í Streym- nesi, og hann fæst bíliga og lætt. Tingið hevur fleiri ferðir avvíst Heygsgarð og biðið um at finna annað hóskandi pláss. Tað mátti talað nakað, sigur formað- urin í Jarðarráðnun. Hann vísir víðari á, at tingið hevur verið ógvuliga positivt, at vit fáa royndarsteð og skúla. Tað góðkendi í prinsipp- inum at skúli og royndar- steð vórðu bygd og álegði landsstýrinum at finna annað betri hóskandi eki enn Heygsgarð. — Varð tá gingið tingin- um á meti, var búnaðar- skúli og royndarsteð veru- leiki í dag, sigur Fritleiv Joensen. Hann leggur afturat at útbyggja jarðarbrúkið. royndarstoð. beinanvegin. landsstýrið bað Jarðarráð- ið finna annað pláss, og Jarðarráðið gjerdi eftir boðunum. Streymnesgarð- urin var tekur, og er tað framvegis í dag. Dalsgarður Uppá fyrispurning um hann heldur at Dalsgarður í Skálavík kann brúkast til royndarsteð, sigur Frit- leiv Joensen, at hann ikki kann úttala seg um hetta, tí hann hevur ongantíð verið á garðinum. Annars heldur Fritleiv, at Sandoyggin er ógvuliga væl egnað til jarðarbrúk, men vísir samstundis á, at íslendingurin í tilmæl- inum skrivar, at Dalsgarður ikki er so væl egnaður. Mugu hava royndarstoð „Tað er avgjørt neyðugt við eini royndarstoð og einum búnaðarskúla. Tann útbyggingin av jarðarbrúkinum, sum fer fram í dag, verður partvíst koyrd sum royndarbrúk. Vit áttu heldur at útbygt jarðarbrúkið frá eini royndarstoð og búnaðarskúla. Hetta skuldi verið fyrsta treytin fyri at Í ár doyr ein stórur partur av tí sådda grasinum út. Vit hava bert brúkt danskt grasfræ, meðan teir í Íslandi hava brúkt norskt, sum hevur roynst nógv betri. Høvdu vit havt kunnað roynt blandingar aðrastaðni frå, so høvdu vit í ár betur verið forir fyri at mett um, hvat best egnar seg til okkara viðurskifti. Tað høvdu vit kunnað, um vit áttu eina Tað eru ikki moguleikar at gera uppdyrkingar, royndir og annað við teimum møguleikum sum eru í Hoyvík í dag. Ti krevst, at vit fáa nýggja royndarstoð og ein búnaðarskúla Fritleiv Joensen, september 1979 Miðalgarður Íslendingurin heldur annars ikki, at vit skulu taka ta bestu oynna og tann besta garðin til at gera royndir á. Tað skal harafturímóti vera ein miðalgarður, soleiðis, at tær royndir sum verða gjørdar har, kunnu brúkast alla aðra stadni i oyggjunum. Sjålvur ivast Fritleiv i, um allar tær royndir, sum kunnu gerast i Sandoynni, kunnu brukast alla aðra staðni í Feroyum. Haraft- urímóti er Streymnesgarð- urin ein miðalgarður, og royndir higani kunnu brúkast alla staðni í land- inum. Væl fyri Fritleiv vísir eisini á, at tað verður meira tverligt fyri bæði norðingar og suðringar at koma til Sandoynna enna at koma til Streymnesar, og vit mugu eisini rokna við, at ein royndarsteð verður nógv vitjað. — Men teir 10 minuttir- nar tað tekur longur at koyra úr Havn til Streym- nesar enn til Kollafjarðar, skulu ikki vera avgerandi fyri, at ein royndarsteð verður løgd í Kollafirði, sigur Fritleiv Joensen í eini viðmerking til spurningin um royndar- stød. Umhugsa at leggja fimta aldumåtaran ut Vaktar- og bjargingar- tænastan umhugsar at leggja ein aldumåtara ut afturat teimum fyra, sum eru. Talan er um at leggja tann fimta i ein landnyrðing úr Fugloynni. Tað er ikki talan um at keypa ein nýggjan aldumátara. Vaktar- og bjargingartænastan eigur fimm. Men tann eini er framvegis á verksmiðjuni í Hálandi til kanningar. Hetta er tann, sum sleit tíðliga í vár og rak suðureftir. Hann bleiv seinni funn- in á Hornsrev uttan fyri Esbjerg. Tað er nú ein tíð síð- ani, at aldumátingar hava verið í Útvarpin- um. Hetta kemst av, at aldumátararnir hava verid å landi til eftir- lits. Teir verða nú lagdir út aftur og fyrsta dagin verða aldumátingarnar aftur at hoyra. 2000 kr. í bót fyri ólógliga fuglaveiðu Ein servingur er í Fer- oya rætti demdur at gjalda 2000 kr. í bót fyri at hava skotið lom- viga ov nær landi. Hald varð eisini lagt á fugla- byrsuna hjá tí demda. Tann ólógliga fugla- veiðan fór fram í mai mánað og nú er dómur fallin á málinum. Servingurin bleiv meldaður fyri at skjóta lomviga í víkini millum Múlan og Dragasund. Hann hevði ein ung- linga við sær í bátin- um, men hesin slapp við einari ávaring. Politið í Vágum fekk í fjer fleiri frá- boðanir um ólógliga fuglaveiðu. Politiið hevði kortini ongi prógv, so ongin bleiv ákærdur. kring oyggjarnar Atlantis varð lýstur til selu tidliga í hesum årin- um. Nú hevur reiðarin saman við eðrum stovnað eitt partafelag til at keypa skipið Síða 5 Hinvegin hevði poli- tiið haldgóð prógv móti servinginum og fekk viðhald í rættinum. Mitsubishi framsýning í Vágum Í dag er framsýning av Mitsubishi-persónbil- um í Vágum. Framsýn- ingin, sum byrjaði í gjár, heldur fram í dag klokkan 13 til 21. Á framsýningini eru fimm modell av Mitsu- bishibilum. Hevi verður hjá fólki at royndarkoyra bilarnar á parkeringsekinum við flogvellin. Umboð fyri Faroediesel siga, at tað er stórur eftir- spurningur eftir Mitsu- bishibilum í letuni. Teir seldu 6 bilar tveir dagar í hesi vikuni. Stovna parta- felag til at keypa Atlantis Nakrir mans í Havn, Vestmanna og Servági hava stovnað Pf. Borð- á, hvers endamál m.a. er at keypa trolaran Atlantis, TN. 424. At- lantis er bygdur í Dan- mark í 1974 og tað er partsreiðaríið Atlantis v/Líggjasi Joensen í Havn, sum eigur skip- ið. Líggjas Joensen er eisini við til at stovna Pf Borðá og hann er bæði nevndarformaður og stjóri felagsins. Í nevndini eru eisini Poul Sumberg Michelsen, Havn, Johannes Dur- huus og Jákup Sverri Jacobsen, Vestmanna. Endamálið hjá Pf. Borðá er umframt at keypa Atlantis at keypa og byggja fiski- og/ ella farmaskip og reka handil og ídnað. Teknaði partapen- ingurin er 400.000 kr.