fríggjadagur 26. juli 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 141 - 26. juli 2002
Nr. 141 - 26. juli 2002
3
Sunnudagin bórust boðini
um, at Malla, abbasysti,
var farin. Boðini komu
ikki óvart á, tí hon rakk so
høgan aldur, var mett av
døgum – hon hevði fylt
101 hósdagin. Men tó, tað
er altíð sárt at missa.
Malla var úr Funningi,
og har hevur hon búð
næstan alt æviskeiðið.
Hon var dóttir Osvald og
Karolinu Jacobsen, og hon
var næstelst av fimm
systkjum. Tríggir brøður
og tvær systrar. Eftir á lívi
er nú bert Jóhannus, abbi,
skómakarin í Fuglafirði.
Hann var yngstur – verður
92 í september. Elsta syst-
irin, Magnina, búði eisini í
Fuglafirði.
Hini
trý,
Malla, Jákup Sigurð og
Dia búðu øll í Funningi.
Sum ung tænti Malla í
Havn, og hon greiddi
okkum ofta frá, hvussu
lívið var í Havn tá – og
hon kendi sera væl gomlu
Havnina og kendi flestu
stovurnar har og visti
nógv um fólkið har tá at
siga. Malla tænti hjá
Andrias Ziska. Hon var
eisini eitt skifti á Hvíta-
nesi og seinni á húsar-
haldsskúla í Høng í Dan-
mark.
Síðani flutti Malla aftur
til Føroya – og til Funn-
ings. Har giftist hon Dánj-
al Martini Johannesen,
seinni Reynbú.
Tá Sosialurin fyri einum
ári síðani hitti Mallu í
sambandi við 100 ára føð-
ingardagin, greiddi hon m.
a. frá, hvussu tað gekk til,
at hon og Dánjal Martin
giftust. Hon greiddi so-
leiðis frá:
"Tað var eitt kvøldið, eg
sat einsamøll inni í køkin-
um hjá okkum í Funningi,
at Dánjal Martin kom inn
á gólvið. Hann plagdi
vanliga at ganga har. Hetta
kvøldið setti hann seg
niður, og so kom tað bara.
Jú, hann hevði hugsað um
hetta, um tey ikki bara
skuldu kasta saman bæði.
Hann helt, at tey vóru væl
egnað saman. Hon fekk
tveir møguleikar at svara.
Einki uttanumtos. Hon
kundi svara »ja« ella
»nei«.
– Svarið varð »ja«, og
tað havi eg ongantíð angr-
að, segði Malla."
Dánjal Martin, sum var
sjómaður, og Malla høvdu
eitt langt lív saman, hann
doyði í 1987. Tey áttu
eingi børn, men tey tóku
systurson Dánjal Martins,
John, til sín, tá hann var
heilt lítil, og mamman
doyði
frá
honum
og
systkjunum.
Tað var altíð so hugna-
lig at koma norður til
Funnings at vitja Mallu og
Dánjal Martin. Tey vóru
so góð við børn, og vit
kendu okkum altíð væl hjá
teimum.
Tá eg fyri tíggju árum
síðani starvaðist sum lær-
ari á Felagsskúlanum á
Oyrarbakka, plagdi eg
onkuntíð at koyra norð at
vitja abbasysti, sum tá var
farin um tey níti. Og hon
var sum altíð blíð, skjót
við einum drekkamunni,
og hon visti eisini, hvørji
funningsbørn
gingu
á
Oyararbakka. Hon fylgdi
væl við – og var eisini væl
kunnað um tað, sum
fyrifórst í samfelagnum
annars.
Tá Malla var komin væl
upp í nítiárini, vitjaði hon
framvegis abba í Fugla-
firði, og tað var ikki sørt
lívsjáttandi at síggja, tá
hon hjálpti abba at strúka
gardinurnar
–
næstan
hundrað ára gomul.
Tað var eyðsýnt, at
Malla var eitt fegið menn-
iskja. Hon var glað fyri
lívið, og hon helt, at hon
hevði fingið so nógv. Men
hon visti eisini, hvørjum
hon skuldi takka. Hon var
eisini fegin um at sleppa at
búgva í Korndalsbýlinum
á Eiði tað síðsta árið, ella
gott og væl tað. Tá hon í
fjør fylti 100, segði hon, at
hon visti, hvar leiðin bar:
"Hjá mær hevur alt verið
gott. Og nú eri eg so gom-
ul, at eg havi ikki annað at
gera, enn at leggja meg í
Harrans hendur. Eg veit,
hvar eg fari…«, segði hon.
Friður veri við minn-
inum um Mallu, abba-
systi.
Eirikur
Mallu Reynbú til minnis
Ein tann virknasti danski
undirhaldarin fyri børn fer at
ganda og spæla klovn til stórt
barnatiltak á ólavsøku. Trølla
Pætur og omman verða
noydd at renna undir løgregl-
uni, sum fer at leita eftir
teimum
Tórshavnar Ítróttaráð spíl-
ar seg rættiliga út við til-
tøkum til børnini á ólavsøku.
Tað hevur sjáldan áður verið
so nógv spennandi á skránni
í tjaldinum í Kommunu-
skúlagarðinum, sum tað er á
hesari ólavsøkuni.
Ólavsøkuaftan og ólav-
søkudag verður stórt barna-
show við danska undirhald-
aranum Niels Plys, Trølla
Pætur, Trølla ommuni og
Erling politisti.
Niels Plys er vorðin besti
vinurin hjá donskum børn-
um. Hann er víðagitin í Dan-
mark fyri sítt stuttliga undir-
halda og tey ørandi ganda-
kynstrini.
Niels Plys hevur úr at gera.
Hann er fastur undirhaldari á
kenda
feriustaðnum
La-
landia, og hann ferðast eisini
kring alt Danmark og í
útlandinum
við
sínum
undirhaldandi showi.
Hann fær børnini at flenna
í kíki, tá hann spælir klovn,
og hann fær tey at stara púra
bðtt, tá hann vísir ganda-
kynstur síni. Her er talan um
barnashow á høgum stigi.
Trølla Pætur og omma
hansara hava seinastu tíðina
arbeitt við einum nðggjum
filmi, og tey hava gjørt
upptøkur bæði heima og úti.
Tey hava eisini verið á rock
´n roll skeiði uttanlands, og
omman er blivin púra vill.
Hon hevur lokkað Trølla
Pætur til at gera eitt rock-
show á ólavsøku, og tað
verður tjaldinum í Komm-
unuskúlagarðinum.
Har verður mangt og hvat
á skránni, nógvir góðir
sangir, skemt og ymiskt
undirhald.
Tiltøkini við trøllunum og
gandakallinum verða í tjald-
inum
í
Kommunuskúla-
garðinum ólavsøkuaftan kl.
19.00 og ólavsøkudag kl.
18.30.
Danskur gandakallur vitjar
C
M
Y
K
3
2
CITROEN SAXO 1.5D 3H
Árg Jan-00, Km 64.500. Kr. 99.000.
CITROEN XSARA 1.9TD 5H
Árg Jun-99, Km 117.000.
Kr. 137.000.
CITROEN XSARA 1.6I STC
Árg Apr-99, Km 36.000.
Kr. 133.000.
CITROEN XANTIA 2.0HDI 5H
Árg Jun-99, Km 43.000.
Kr. 160.000.
CITROEN XANTIA 1.9TD STC
Árg Mar-99, Km 45.000.
Kr. 160.000.
MITSUBISHI PAJERO 2.8TDI
Árg Sep-97, Km 82.000.
Kr. 177.000.
MITSUBISHI GALANT 2.0
Árg Jun-92, Km 150.000.
Kr. 37.000.
MITSUBISHI CARISMA 1.6I 5H
Árg Mar-97, Km 64.000.
Kr. 105.000.
FORD MONDEO 1.8 4H
Árg Jun-01, Km 16.000.
Kr. 210.000.
JEEP CHEROKEE 2.5TD VAN
Árg Jul-97, Km 80.000. Kr. 135.000.
MAZDA DEMIO 1.3 5H
Árg Feb-99, Km 50.000. Kr. 87.000.
PEUGEOT 306 1.9D 4H
Árg Apr-95, Km 152.000.
Kr. 80.000.
SEAT CORDOBA 1.9SDI STC
Árg Aug-99, Km 36.000.
Kr. 115.000.
SUZUKI BALENO 1.6I 4H
Árg Apr-00, Km 27.500.
Kr. 105.000.
Tel 313666 • www.ivan.fo •e-mail: ivan@ivan.fo
Lesið Sosialin
-tað loysir seg!