fríggjadagur 26. juli 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 141 - 26. juli 2002
Nr. 141 - 26. juli 2002
5
– Ætlanin við greinini
fyri trimum vikum
síðani var bara at fáa
vinnupolitikkin hjá
samgonguni inn á
grynri vatn aftur, og
tað hevur eydnast,
heldur Tórbjørn
Jacobsen
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
Tórbjørn Jacobsen heldur,
at hann hevur nátt tí
málinum, sum hann setti
sær við nógv umrøddu
greinini, sum var prentað í
bløðunum
fyri
trimum
vikum síðani.
– Eg kendi meg noyddan
at steðga ætlanini hjá
Bjarna Djurholm um at
privatisera Føroya Fiska-
virking í skundi. Eg haldi,
at tað málið er komið upp á
pláss politiskt, tí nú hevur
Bjarni Djurholm sagt, at
ætlanin er at privatisera
Fiskavirking
í
einum
umvegis partabræva-mark-
naðin,
sigur
Tórbjørn
Jacobsen, tingmaður fyri
Tjóðveldisflokkin.
Harðligt stríð
Hann sigur, at hevur stríðst
harðliga fyri vinnupolitikk-
inum, sum er niðurfeldur í
samgonguskjalið.
– Samgongusamráðing-
arnar slitnaðu meira ella
minni av ósemjuni um
vinnupolitikkin. Vit vildu á
ongan hátt góðtaka upp-
runaligu
ætlanina
hjá
Fólkaflokkinum
um
at
privatisera Fiskavirkin í
smáum pettum sum skjót-
ast, og einu náttina endaði
tað við, at partarnir fóru
hvør til sítt í øðini.
– Tá Høgni Hoydal og
Jørgen Niclasen seinni hesa
náttina settust aftur at tosa
um málið, bar tað til at fáa
eina semju, og tað er hon,
sum er skrivað í sam-
gonguskjalið, og tað er hon,
sum skal haldast í verki
eisini,
sigur
Tórbjørn
Jacobsen.
Tað hevur hjálpt
Hann heldur, at eftir sam-
gongusamráðingarnar
komu
signal
um,
at
Fólkaflokkurin ikki ætlaði
sær at halda seg til sam-
gonguskjalið, tá tað snúði
seg um privatiseringar av
ongunum hjá Framtaks-
grunninum.
– Signalini vóru, at nú
skuldi Fiskavirking bara
seljast sum skjótast, og tað
mátti eg steðga. Tí skrivaði
eg nógv umrøddu greinina
um vinnupolitikkin, og eftir
eitt øðiligt stríð haldi eg, at
tað hevur eydnast mær at
fingið málið aftur á rætta
kós politiskt.
– Vit ætla at halda
rimmarfast um, at Fiskar-
virking skal privatiserast
varliga um ein partabræva-
marknað, sigur Tórbjørn
Jacobsen.
Nýggj stakfløga við
Brandi Enni er komin
í sølubúðirnar. Á
fløguni eru tveir
nýggir poppsangir,
sum eru framleiddir í
upptøkuhølum í
Danmark
POPPUR
Eyðun Klakstein
Nú liggja tveir spildur-
nýggir sangir klárir til
fjepparar hjá Brandi Enni,
tí í gjár kom nýggja stak-
fløgan Perfect Summer í
sølubúðirnar.
Talan er um eina fløgu
við tveimum poppsangum,
sum eru tiknir upp í upp-
tøkuhølum í Danmark.
Heitislagið hava Niclas
Johannesen og Lena And-
erssen skrivað. Niclas og
Óli Poulsen hava staðið fyri
framleiðsluni av lagnum,
sum er ein lættur summ-
arsangir.
Hin sangurin á fløguni er
framleiddur í MediaMusic,
har Eyfinn Jensen, Leivur
Thomsen og Dan Faurholdt
hava staðið fyri innspæl-
ingunum. Hesin sangurin
kallast Dance (The Funky
Cha Cha).
Brandur Enni hevur havt
úr at gera í hesum árinum. Í
vár kom føroyska fløgan
hjá honum, Waiting in the
Moonlight, og síðani hevur
Brandur
havt
konsertir
bæði heima og í útland-
inum.
Brandur hevur havt út-
seldar konsertir í Havn, og
hann spældi í juni fyri
túsundtals fólki í íslendska
høvuðsstaðnum. Hann vitj-
aði eisini hjá Bubber í
donskum sjónvarpi fyri
tveimum mánaðum síðani.
Fyrr í hesum mánaðinum
var Brandur í upptøkuhøl-
unum í Danmark, har hann
sang nýggju sangirnar inn.
Aftan á ólavsøku verður
farið í holt við upptøkurnar
til tríggjar sangir afturat, og
tá eru allir sangirnir lidnir
til útgávuna, sum skal
brúkast í útlandinum.
Brandur Enni skal hava
tvær konsertir á ólavsøku.
Tær verða báðar ólavsøku-
aftan. tann fyrra er klokkan
20.00 og tann seinna kl.
22.00.
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
Anfinn Kallsberg hevur
enn ongar viðmerkingar
gjørt til skrivið, sum
hann fekk frá Tjóð-
veldisflokkinum mána-
dagin, og í gjár tvíhelt
hann um, at hann hevur
einki at siga í løtuni.
Hann vildi ikki siga,
um hann góðtekur svar-
ið frá Tjóðveldisflokk-
inum og harvið heldur
fram sum leiðari fyri
landsstýrissamgonguni.
– Nú fáa vit at síggja,
hvat hendir. Eg havi so
onga viðmerking í dag,
segði
løgmaður
fyri
middag í gjár.
Um tríggjar dagar skal
Anfinn Kallsberg halda
árligu løgmansrøðuna,
sum verður roknað sum
eitt týðandi politiskt
manifest hjá samgong-
uni, nú nýtt tingár
byrjar.
Løgmansrøðuna skal
hann halda eftir rumbul í
samgonguni, og uttan at
hann hevur sagt, at hann
nú kennir seg vísan í, at
samgonguni er lív lagað.
Anfinn vil
einki siga
Tað fullkomna summarið hjá Brandi
Brandur Enni er nú til reiðar
við tveimum nýggjum
sangum á fløgu
Tobbi nøgdur við fylgjurnar
av greinini hjá sær
– Signalini vóru, at nú skuldi Fiskavirking bara seljast sum skjótast, og tað mátti eg steðga,
sigur Tórbjørn Jacobsen
Bæði í Danmark og
Kanada eru góð dømi
um innanhýsis kapp-
ing millum samfeløg,
greiðir Kjartan
Kristiansen frá
POLITIKKUR
Páll Holm Johannesen
Til atfinningarnar, sum
Búskaparráðið reisir ímóti
Vinnumálaráðnum,
er
leiðarin á Menningarstov-
uni Kjartan Kristiansen
ikki heilt samdur í. Kjartan
ger Sosialinum greitt, at
hansara metingar standa
fyri hansara egnu rokning,
og ikki Vinnumálaráðsins.
- Eg eri ikki heilt samdur
við tí framseting, at tað bert
eru fyritøkur, sum kappast,
tí avgjørt kappast samfeløg,
sum tað føroyska, við onn-
ur samfeløg, sigur Kjartan
Kristiansen við Sosialin.
Kjartan vísur á, at serliga
er kapping millum sam-
feløg um at skapa karmar
fyri einum burðardyggum
vinnulívi.
Danmark og Kanada
góð dømi
- Tú sært bæði í Danmark
og Kanada góð dømi um, at
ovastu
myndugleikarnir
royna at skapa so góðar
karmar sum gjørligt fyri
ávísar vinnugreinir í lond-
unum báðum, greiðir leið-
arin á Menningarstovuni
frá.
Kjartan leggur dent á, at
í Danmark hava ymiskar
vinnugreinir skattaviður-
skifti, ið víkja frá teimum
vanligu
skattalógunum,
einans tí myndugleikarnir
óttast, at virkini uttan
henda skattafrádrátt leita
sær til onnur lond at virka
sínar vørur.
Eisini í Kanada gera
myndugleikarnir nógv fyri
at varðveita tað útbúna
fólki í Kanada. Missur
Kanada hesa týdningar-
miklu arbeiðsmegi til onnur
lond, er stórur vandi fyri, at
landið kemur at tapa í
beinhørðu altjóða kapping-
ini.
Umframt
skattaviður-
skiftið, so kappast sam-
feløg um at hava bestu væl-
ferðarskipanina,
góðar
møguleikar fyri útbúgving,
at skapa eitt gott gransk-
ingarumhvørvið os. fr.
- Av teirri orsøk eri eg
ikki heilt samdur í tí fram-
seting, at tað bert eru fyri-
tøkur, ið kappast innan-
hýsis, tí samfeløg hava sum
heild rættiliga stóra ávirkan
Búskaparfrøðingurin,
Magni Laksáfoss,
metir at Búskapar-
ráðið hevur start seg
blindan í nýggjastu
frágreiðingini um
føroyska vinnupoli-
tikkin
POLITIKKUR
Páll Holm Johannesen
Ein av okkara fremstu bú-
skaparfrøðingum, Magni
Laksáfoss, er ikki samdur í
atfinningunum hjá Búskap-
aráðnum um, at Vinnu-
málaráðið ikki skal reka
føroyska samfelagið sum
eina fyritøku.
- Eftir mínum tykki skal
føroyska samfelagið rekast
sum ein fyritøka, tí okkara
vinnubygnaður er so sjáld-
samur, at neyðugt er at
hugsa um samfelagið Før-
oyar eftir einum vinnu-
búskaparligum leisti, sigur
Magni
Laksáfoss
við
Sosialin
Magni vísir á, at føroyska
vinnulívið arbeiðir ikki
undir somu korum sum
vinnulív í øðrum londum,
og tí er neyðugt, at samlaða
føroyska samfelagið verður
nýtt eftir sama mátistokki
sum fyri eina fyritøku.
- So leingi vit hava so
høgan orkuprís, kemur
vinnulívið í Føroyum aldrin
at hava somu kor sum
okkara grannalond í Íslandi
og Noregi, greiðir Magni
frá.
Umframt orkuprísin, so
nýta føroyingar væl størri
útreiðslur til fiskivinnuna,
enn
íslendingar
gera.
Magni Laksafoss sigur, at
føroyingar hava væl longri
fjarleiðir eftir fiski, enn eitt
nú íslendarar hava, og
hevur hetta eyka útreiðslur
við sær.
Ósamdur við
niðurstøðuni
Spurdur um hvat hann helt
um sjálva niðurstøðuna hjá
Búskaparráðnum,
var
Magni ikki heilt samdur.
- Tað tykist mær, sum teir
hava stært seg blindar uppá
tær fríðu marknaðarkreft-
irnar, tí uttan at siga tað
beinleiðis, virkar tað sum,
at Búskaparráðið ynskir
onga almenna uppíbland-
ing.
Sjálvandi skulu markn-
aðarkreftirnar ikki stýra
føroyska
vinnupolitikk-
inum, tí ein vinnupolitikk
mugu vit hava, sigur Magni
við Sosialin
Magni leggur dent á,
málsetningurin í einum
vinnupolitikki má vera, at
føroysk virkir hava besta
kappingarførið, og vinnu-
politikkurin kemur privata
vinnulívinum at gagni, so
at borgarin í Føroyum fær
sum mest burturúr.
Tiltøkini frá almennari
síðu kunnu vera, at taka
burtur forðingar, sum t.d
høgir orkuprísir eru, og at
privata vinnulívið fært best
møguligar
karmar
at
arbeiða undir.
Sum eitt dømi, dregur
Magni Laksáfoss Føroya
Tele fram, sum fyri nøkrum
árum síðani gjørdist eitt
alment partafelag. Bygn-
aðarbroytingin førdi við
sær, at teleprísirnir fóru
niður, og kappingarførið
hjá føroysku fyritøkunum
batnaði munandi.
- Eg meti eisini, at
Búskaparráðið er farið eftir
einum teoretiskum tan-
genti, og hetta skal meinast
við, at teirra niðurstøður
eru mær nakað fráleika-
kendar. Í vinnulívspartinum
verður ikki komið við
nøkrum vinnupolitiskum
tilmælið, men heldur verð-
ur størri dentur lagdur á at
finnast
at
Vinnumála-
ráðnum,
sigur
Magni
Laksafoss um niðurstøðuna
hjá Búskaparráðnum.
Annars letur Magni væl
at fyrsta partinum av frá-
greiðingini,
sum
hann
sjálvur sigur verða góðan
og sakligan.
Satsið uppá
hjávinnurnar
Til kjakið um hvørjar
vinnur føroyingar eiga at
satsa uppá, so føroyska
samfelagið fær fleiri bein at
standa á, er Magni eirinda-
leysur:
- Vit hava tað svart uppá
hvítt, at lond um eitt Ísland
og Italia, ið bæði hava
satsað nógv uppá hjávinn-
urnar, standa seg rættiliga
væl í dag, og tí er hetta
eisini ein gongd leið hjá
føroyingum
Magni vísir á, at í Før-
oyum hava vit ikki somu
møguleikar
sum
onnur
lond, og tí skal ein satsing
til á ávísum økjum. Í Før-
oyum hava vit eina rúgvu
av hjávinnum afturat fiski-
vinnuni, ið undir røttum
umstøðum kunnu menna
seg til at vera eitt týdning-
armikið ískoyti til høvuðs-
vinnu okkara, fiskivinnuna.
- Eg eri ikki samdur í
leistinum hjá Búskapar-
ráðnum, tí um neyðugt er,
skulu vit hava almenna
uppíblanding, sum tryggjar
hjávinnunum góðar um-
støður. Her hugsi eg ikki
um studning, men heldur
gransking og góðar møgu-
leikar fyri útbúgving, sigur
Magni Laksafoss.
Hjávinnurnar,
sum
Magni hugsar um, eru eitt
nú skipasmiðjurnar, trol-
vinnan, lemmavinnan os.fr.
- Mín áskoðan er greið,
vit skulu satsa fult og heilt
uppá
hjávinnurnar
hjá
fiskivinnuni, tí har hava vit
bestu
møguleikarnir
at
menna okkum, og føroyska
samfelagið hevði notið væl
av
einari
sundurbýttari
fiskivinnu, har hjávinnur-
nar kundi stabilisera tí
óstøðugu
fiskivinnuna
nakað,
greiðir
Magni
Laksafoss at enda frá.
Magni Laksáfoss:
Føroya land skal rekast
sum ein fyritøka
Magni Laksáfoss metir at Búskaparráðið skuldi komið við
einum vinnupolitiskum tilmæli, heldur enn at leggja so nógva
orku í at finnast at Búskaparráðnum
Mynd: Savnsmynd
Samfeløg kappast eisini
Leiðarin á Menningarstovuni er ikki
samdur í atfinningunum, ið reistar eru
ímóti Vinnumálaráðnum, tí umframt
fyritøkur kappast samfeløg eisini
Mynd: Savnsmynd
C
M
Y
K
5
4