fríggjadagur 26. juli 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 141 - 26. juli 2002
Nr. 141 - 26. juli 2002
7
– Skalt tú selja um ein
virðisbrævamarknað,
so krevur tað, at øll
fáa møguleikan at
keypa, og tað er ikki
vist, at hetta gevur
besta prísin, sigur
Petur Holm, stjóri
fyri Kaupthing
VIRÐISBRØV
Heri á Rógvi
Ein træta hevur stungið seg
upp i samgonguni, hvørt
Føroya Fiskavirking skal
seljast um ein virðisbræva-
marknað.
Kaupthing Føroyar fæst
við at handla virðisbrøv
fyri útlendsk og føroysk
viðskiftafólk. Petur Holm,
stjóri fyri Kaupthing, sigur,
at enn er torført at siga nak-
að um, hvør áhugin verður
fyri Fiskavirking, tí sølu-
treytirnar eru enn ikki
greiðar. Nevndin fyri Fram-
taksgrunnin miðjar ímóti at
nýta teir næstu 2-3 mánað-
irnar.
– Endmálið er avgerandi.
Tað er spurningur um, hvat
mann vil við Fiskavirking,
sigur Petur Holm, sum sig-
ur tað vera torført at siga
nakað um, hvat kann hugs-
ast at henda, um Fiskavirk-
ing endar á einum Virðis-
brævamarknaði.
– Skalt tú selja um ein
virðisbrævamarknað,
so
krevur tað, at øll fáa møgu-
leikan at keypa, og tað er
ikki vist, at hetta gevur
besta prísin, sigur Petur
Holm.
Sum lóggávan er í løtuni,
so kunnu útlendingar keypa
sum teimum lystir á einum
føroyskum
virðisbræva-
marknaði.
Petur
Holm
heldur tað heldur ikki nega-
tivt, um útlendskur kapital-
ur við hægsta boði keypur
Fiskavirking, tí mann má
rokna við, at hetta letur
fyritøkuna í góðar hendur.
– Generelt vera við
noydd at vera opin. Skulu
vit kunna keypa hjá øðrum,
so mugu tey eisini kunna
keypa hjá okkum, sigur
Petur Holm, sum aftur her
vísir á, at tað er ein spurn-
ingur um, hvat mann vil.
Petur Holm heldur ikki, at
tað hevur tann stóra týd-
ningi í sjálvari søluprosess-
ini, um Fiskavirking hevði
verið selt um ein virðis-
brævamarknað, men hetta
kann fáa ávirkan seinni.
Í løtuni fáa donsk virðis-
brøv ein skarpan gang, tí
danski marknaðurin verður
nógv ávirkar av tí amerik-
anska. Áhugin hjá keypar-
unum er minkaður, og virð-
ini minka støðugt.
Petur Holm, sigur, at tað
væntandi vildið gingið
drúgv tíð, áðrenn ein føroy-
skur virðisbrævamarknaður
fór at fylgja útlendska
marknaðinum.
Teir føroyingar, sum eiga
virðisbrøv í Danmark í
aðrastaðni, luttaka sjálv-
andi í virðistapinum, men
annars fær hetta onga
ávirkan á føroyskt vinnulív,
sigur Petur Holm.
Klárur í ár?
Sigurd
Poulsen,
lands-
bankastjóri, er formaður
fyri VMF (Virðisbræva-
marknað Føroya). Hann
sigur, at tann tekniski part-
urin væntandi verður klárur
í ár, men enn resta nógvar
fyrireikingar til ein føroy-
skur virðisbrævamarknaður
verður veruleiki.
– Í teoriini kann Føroyski
Virðisbrævamarknaðurin
verða klárur í ár, sigur
Sigurd Poulsen.
Petur Holm, Kaupthing:
Endmálið avgerandi
Stóru samgongu-
flokkarnir vilja hvør
sítt við Fiskavirking.
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður við
vinnumálum, sigur, at
hann tekur orðini hjá
Tórbjørn Jacobsen til
eftirtektar, men hann
heldur seg svarið,
hann hevur givið
Framtaksgrunninum
EINSKILJING
Heri á Rógvi
Enn ein samgonguósemju
hevur stungið seg upp.
Hesaferð er evnið ikki løg-
maður, men Fiskavirking,
Framtaksgrunnurin og ein-
skiljingar.
Tað sokallaða fullveldis
landsstýrið setir sær fyri at
fara undir einskiljingar, og í
tí sambandi verður eitt fyri-
reikandi álit skrivað. Hetta
álitið skal gera greitt,
hvørjar fortreytirnar eru, og
hvørjar almennar ognir eru
best egnaðar at einskilji
(privatisera).
Síðani tá er ikki tað stóra
av einskiljing fara fram.
Gaman í, samferðslan hev-
ur merkt, at tað er komin
ein nýggjur politikkur á
økinum.
Nýggja nevndin í Fram-
taksgrunni Føroya, sum
eigur m.a. Føroya Fiska-
virking og Fiskasøluna,
vendir sær 12. juni 2002 til
Føroya landsstýri fyri at fáa
eitt svar uppá, hvørt tann
ætlaða ætlanin um at ein-
skilja Føroya Fiskavirking
og Føroya Fiskasølu hevur
uppbakning frá politiska
myndugleikanum.
– Nevndin í Framtaks-
grunninum er greið yvir
sína sjálvstøðugu ábyrgd og
rættindi til at taka avgerðir í
spurninginum um einskilj-
ing av virkjum, sum Fram-
taksgrunnurin eigur, men
hinvegin metir nevndin í
Framtaksgrunninum, at tað
í hesum málinum hevði
verið ógjørligt at fremja
eina einskiljing, sum er í
stríð við hugburðin hjá pol-
itisku leiðslu landsins.
Soleiðis stendur m.a. at
lesa í skrivinum, ið Fram-
taksgrunnurin sendi Bjarni
Djurholm,
landsstýris-
manni við vinnumálum.
Nevndin
í
Framtaks-
grunninum sigur í sama
skrivi, at hon er vorðin í iva
um, hvørt samsvar er mill-
um uppskotið hjá Fram-
taksgrunninum og hug-
burðin hjá sitandi sam-
gongu.
Tað stutta av tí langa er,
at nevndin fyri Framtaks-
grunnin er farin at ivast í,
hvørt myndugleikin tekur
undir við teirra ætlanum.
Grundarlagið fyri hetta er
samgonguskjalið, sum um-
talar einskiljingar undir
vinnupolitikkinum.
Hetta stendur at lesa í
samgonguskjalinum:
“Tá virðisbrævamarkn-
aður er settur á stovn, verð-
ur farið undir varliga og
gjøgnumskygda einskiljing
av vinnuligu fyritøkunum
hjá landinum.
Partabrøv í fyritøkunum
kunnu eftir greiðum reglum
og fullum gjøgnumskygni
verða boðin til sølu. Møgu-
lig søla av partabrøvum
eigur at órógva virksemið í
fyritøkunum minst møgu-
ligt. Sølan skal geva fullan
vinning og fult endurgjald
fyri kreppuloysnirnar.
Almennar fyritøkur kun-
nu, um Løgtingið samtykk-
ir tað, selja ella skipa fyri
nýtekning av partabrøvum,
sum verða boðin út – lutvíst
sum starvsfólkapartabrøv,
til almenningin og/ella til
strategiskar íleggjarar. Mál-
ið er, at landskassin fær
sum mest burturúr, og at
selt verður til hægstbjóð-
andi.
Peningurin kann nýtast at
gjalda
niður
almennu
skuldina”
Samt landsstýrið
Hin 2. juli svarar Bjarni
Djurholm Framtaksgrunni-
num aftur. Málið hevur fyri
á einum – sambært Bjarna
Djurholm – fullmannaðum
landsstýrisfundi.
Tveir
spurningar skulu svarast:
um samsvar er við ætlanina
hjá Framtaksgrunninum og
politiska hugburðin, og
hvør politiski hugburðurin
er til ein møguligan útlend-
skan ognarpart í Føroya
Fiskavirking.
Landsstýrismaðurin hev-
ur gjørt tvey møgulig svør,
men mælti til at taka undir
við soljóðandi:
“Landsstýrismaðurin
ynskir ikki at taka støðu og
úttala seg um ítøkiligar
ætlanir, sum Framtaks-
grunnurin hevur, eru í sam-
svari við ella í mótstríð við
politiska hugburðin í lands-
stýrinum/samgonguni,
tí
nevndin eigur at taka av-
gerðirnar samsvarandi við-
tøkunum, og eigur herundir
sjálv at taka støðu til um og
hvørji vinnupolitisk atlit
eiga at takast”
Tað vil so siga, at Fram-
taksgrunninum fær frítt
spæl.
Í sama svarið stendur eis-
ini:
“Á landsstýrisfundinum
var semja um at politiska
leiðslan ikki eigur at blanda
seg upp í virksemið hjá
Framtaksgrunninum, og at
einskiljing av almennum
fyritøkum
verða
ikki
framdar, fyrr enn virðis-
brævamarknaður er farin at
virka. Politiska leiðslan
eigur at skapa støðugar
karmar fyri vinnuna at
virka undir, og møgulig
einskiljing av almennum
fyritøkum skal fremjast
eftir
greiðum
reglum,
gjøgnumskygt og samsvar-
andi marknaðartreytum.”
Tað vil siga, at eitt samt
landsstýrið sigur, at bíðað
eigur at vera eftir einum
virðisbrævamarknaði, men
Fiskavirking nýtist ikki at
verða selt á einum tílíkum.
Heldur seg til svar
Bjarni Djurholm sigur, at
hann hevur svarað Fram-
taksgrunninum, og hetta
svar heldur hann seg til.
Hann tekur orðini hjá Tór-
birni Jacobsen, um virðis-
brævamarknaðin til eftir-
tektar, men hann heldur seg
fast til svarið, hann longu
hevur
givið
Framtaks-
grunninum.
Hann vísir eisini aftur, at
hann skal hava duldar
ætlanir
við
Framtaks-
grunninum, og hann biðjur
Kristinu Háfoss, sum í
lesarabrævi vísir á, at
Fólkaflokkurin hevur havt
ætlanir
við
Framtaks-
grunninum,
og
onnur
leggja prógv á borðið.
Hann er kortini vísur í, at
tað ikki eru nøkur prógv, tí
hann sigur alt vera farið
regluliga fram.
– Generelt vera við noydd at vera opin. Skulu vit kunna keypa hjá øðrum, so mugu tey eisini
kunna keypa hjá okkum, sigur Petur Holm, sum aftur her vísir á, at tað er ein spurningur um,
hvat mann vil
Orðingar í buktini
Bjarni Djurholm letur nevndina í Framtaksgrunninum
arbeiða uttan uppíblanding
Verjir móti tí
mest ótrúliga
Verjir móti tí
mest ótrúliga
Hoyvíkshólmur. © Ingi Joensen
C
M
Y
K
7
6