Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juli 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 141 - 26. juli 2002 Nr. 141 - 26. juli 2002 9 FERÐSLUÓHAPP Ingrid Bjarnastein Løgreglan í Havn metir, at ov nógv ferð var orsøkin til óhappið við Sjógv í Kolla- firði mikudagin, tá ein pick-up-bilur rendi saman við einum bussi. Bussurin, sum var fullur av ferðafólki frá ferða- mannaskipinum A’Rosa Blu, sum lá á Havnini mikudagin, var staddur 50 metrar frá vegkrossinum. Hetta sigur so mikið sum tað, at bussførarin hevur hildið sína víkiskyldu. Pick-up-bilurin, sum kom koyrandi suðureftir landsvegnum ætlaði at yvirhála bussin, men tá ein lastbilur kemur ímóti renn- ur pick-up-bilurin saman við bussinum. Og av tí, at pickupbilurin hevði ein kompressara viðfestan aft- anfyri, so gjørdist óhappið uppaftur verri, tí ein slíkur vigar 1,8 tons. – Ein bilur, ið hevur eitt óskrásett viðfestisamboð, hevur ikki loyvi at koyra meira enn 50 km/t, verður sagt av politistøðini í Havn. – So um pickup-bilurin hevði hildið seg til sína ferð, so hevði hetta ikki verið hent. Tí verður mett, at orsøkin helst er alt ov nógv ferð. Ungi førarin, sum var 18 ára gamal, var sendur bein- leiðis til Havnar. Har var hann lagdur undir skurð. Hann er nú stabiliseraður, men hann hevði fingið skaða í knæið, livrina og miltið. Tó meta løgreglumenn- inir, at ungi bilførarin hevur sitið í trygdarbeltið, tí ann- ars hevði skaðin á føraran verið nógv størri. Bussurin fór rættiliga illa. Átta setur skrædnaðu úr sveisinum. Av teimum 35 ferðafólkunum, sum vóru við í bussinum, vóru tað níggju, ið gramdu seg um pínu. Men tey vórðu koyrd umborð aftur á skipið, har teirra ”egni” lækni skuldi kanna tey. FERÐSLUÓHAPP Ingrid Bjarnastein Tíðliga mikukvøldið var enn eitt ferðsluóhapp í Streymoynni. Hesuferð var tað í Mjørkadalsbrekkuni, norðanfyri Mjørkadal. Í hesi brekku er ein buður. Hann er ikki so krappur, men tað er her bilurin er farin oman av vegnum. Bilurin rakti ein stein, er farin runt og er so farin omanav. Og er tað júst hetta, ið hevur gjørt, at vanlukkan ikki gjørdist størri. Tveir 18 ára gamlir dreingir vóru í bilinum, og tað var tann eini av teimum, sum sjálvur ringdi til løg- regluna, og síðani gekk hann oman í Mjørkadal, so hann hevur verið hampu- liga væl fyri. Bilurin lá 25 metrar niðri frá vegnum niðri í eini á, og hann var sera ringur at finna. Um drongurin ikki hevði verið førur fyri at sjálvur ringt, so kundi bilurin framvegis ligið har uttan, at nakar hevði funnið hann, verður upplýst av politistøðini í Havn. Hin drongurin, sum var við í bilinum, var tó verri fyri enn hin. Hann hevði skallabrot og eina lítla heilabløðing, men hann er tó uttanfyri lívsvanda. Løgreglan veit ikki, hvør orsøkin til vanlukkuna er. Aftur boð eftir bjargingar- tyrluni SJÚKRA- TILBURÐUR Ingrid Bjarnastein Mikumorgunin klokk- an 5.49 vóru aftur boð eftir bjargingartyrluni. Hesa ferðina var tað ein russiskur fabriks- trolari, Kharovsk, sum var staddur í ein land- nyrðing úr Føroyum, sum hevði tørv á hjálp. Ein 48 ára gamal maður umborð á hes- um fabrikstrolara hevði fingið ein hjarta- tilburð. Bjargingartyrlan Bell 412 fór úr Klaks- vík klokkan 7.58 og var hjá russiska skipin- um klokkan 9.28, 167 fjórðingar frá Klaks- víkini. Veðrið var gott á leiðini og sýnið var gott. Leiðin gekk síð- ani aftur til Klaks- víkar, har tyrlan lendi klokkan 11.15, men har varð staðfest av lækna, at maðurin var deyður. ÚTGÁVA Flest øll tilkomin kenna Bastian politimeistara, Suffíu mostur, Kaspar, Jaspur og Jónatan og øll hini í Kardamummubý- num. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út bókina í 1980, 25 ár eftir, at upp- runaútgávan kom út í Noregi. Seinni í 50 og 60 árunum vóru sangirnir úr bókini mangan at hoyra, bæði í norska útvarpinum og í Útvarpi Føroya, eftir at tað varð stovnað. Týðarin, Eyðun Johannesen, legði Fólk og dólgar í Karda- mummubýnum til rættis sum útvarpsleik longu fyrst í seksti árunum, har flestu sangirnir eisini vórðu innspældir. H.C.W Tórgarð gav leikin við sangunum út á plátu og bandi, og hava sangirnir verið regluliga at hoyra í Útvarpi Føroya. Bókin hevur verið útseld, men nú er hon so aftur at fáa í nýggjari, broyttari út- gávu. Egnar skipaði sjálvur fyri hesi útgávuni í 1980 – sama ár, sum okkara gamla útgáva kom. Nýggja útgáv- an er størri: 17 x 25, gamla var smøl 12 x 23 cm, og síðutalið er økt úr 105 cm upp í 140 við litmyndum á hvørjari opnu. Søgugongd- in er eitt sindur broytt, og tríggjar nýggjar vísur eru komnar afturat. Tær hevur Pauli Hansen týtt. Fólkini og dólgarnir í Kardamummubýnum fara óivað at hugtaka nýggjar lesarar eins nógv og tey hugtóku okkum, ið nú eru tilkomin. Eitt góðsligt og hugfarsligt lag ræður í bókini, tí hóast ránsmenn við leyvu reka um á nátt í Kardamummu, so eru teir í veruleikanum ikki so hætt- isligir kortini, og leyvuni dámar best at eta og sova. Allatíðina eru skemtiligir tilburðir, og tá ið avtornar, fara helst øll at fylgja lógini hjá Bastiani, politimeistara: ”Tú skalt ikki plága onnur ella gera nakað ilt, annars kanst tú liva sum tú vilt!”. Thorbjørn Egner var jú ikki bara høvundur, men avbera fjølbroyttur lista- maður, sum eisini setti løg til vísurnar hjá sær, og hann myndprýddi bøkurnar sjálvur. Tey kendastu verk- ini, hann skrivaði, eru óivað ”Karius og Baktus”, Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum” og so ”Fólk og dólgar í Karda- mummubýnum”. Øll eru tey gjørd til sjónleik og útvarpsleik. Eyðkent fyri tað, hann læt úr hondum, er gleði og tryggleiki og ein boðskapur um, hvussu um- ráðandi tað er at vera virkin í felagsskapinum og virða onnur. Sjálvan útgávudagin, leygardagin 27 juli, skipar Bókasølan í SMS fyri stórum tiltaki á torginum. Tá fara Eyðun Johannesen, Suffía mostur og Kamo- milla at framføra brot og sangir úr Fólk og dólgum. Fólk og dólgar í Karda- mummubýnum er 140 síður í litum, innbundin og kostar 99 krónur. Bókin er sett og umbrotin á Hest- prent og prentað í Noregi. Ferðsluóhapp í Mjørkadalsbrekkuni: Skallabrot og heilabløðing Dólgarnir og tey aftur í nýggjari útgávu Ferðsluóhappið í Kollafirði: Ov nógv ferð helst orsøkin Enn eitt ferðsluóhapp hendi í Mjørkadalsbrekkuni mikudagin Mynd: Jens Kr. Vang Um tíggju tíðina mikumorgunin hendi eitt ferðsluóhapp við Sjógv í Kollafirði. Ein pickup-bilur rendi í ein buss Mynd: Jens Kr. Vang Dáin er eitt umlætt- ingarheim fyri menn- ingartarnaði við bæði dag og døgn umlætt- ing. Aldursbólkurin í dagumlættingini eitur frá sjey ár og upp til 18, men tað eru eisini eldri brúkarar, sum ikki hava aðrastaðni at vera. Eitt nú Zakaris Klakstein, sum Sosialurin hevði eina grein um í blaðnum í gjár UMLÆTTING Solby A. Eliasen Klaksvík: Joan sigur, at tá brúkararnir eru vorðnir ov gamlir til at vera í Dáanum, so átti tað at verið til dømis eitt verkstaðstilboð til tey, tí tørvurin á hesum økinum er ikki nøktandi í Norðoyggj- um. Tey sum dagliga eru til umlætting eru í aldrinum 7 til 19 ár, og tað eru einans fýra, so talan er um rætti- liga stóran aldursmun, um hugsað verður um, at tey skulu øll vera saman gjøg- num ein seinnapart. Zakaris Klakstein er, sum sagt, ein av brúkarunum, sum er í dagumlætting. Í grein í blaðnum í gjár vísti mamma hansara á, at hóast heimið er gott fyri ger- andisdagin hjá Zakarisi, so eigur hann ikki at vera har longur. Men tá onki annað er, so verður hann verandi har. Joan sigur, at Zakaris letur til at trívast væl í Dáanum, men tað er veru- leiki, at Dáin ikki longur megnar at nøkta hansara tørv longur. - Men vit fara also ikki at blaka nakran út her frá. Og hvar skal hann so fara, spyr Joan. Umframt Dáan og Varda Verkstaðin á Brekku er ein bústovnur í Klaksvík, har 10 menningartarnaði hava fingið pláss at búgva í. Umlætting Dagumlætting merkir, at brúkararnir koma aftan á skúlatíð og verða á heim- inum inntil klokkan 17. Í summarfrítíðini eru tey tó frá klokkan 10 fyrrapartar. Ein dagur í Dáanum er at samanlíkna við ein dag í einum vanligum barna- garði. Tey klippa, mála og tekna. Tey ganga túrar og annað tílíkt. Hetta aktiverar brúkarar- nar, men samstundis skulu tey eisini trenast. Dáin hevur eitt nú eitt sansarúm. Tað er eitt rúm, har ein stór hvít vatnsong stendur inni, har ein brúkari kann leggja seg og so er ymiskt, sum stimulrerar sansirnar. Til dømis tónleikur og ljós. Starvsfólkið í Dáanum roynir eisini at leggja seg eftir at fáa teirra brúkarar út í gerandisdagin. Hetta hava tey roynt við millum annað at fara busstúr við Bygda- leiðum, inni á kafe ella tílíkt til ein kaffimunn, so- leiðis at tey koma út mill- um fólk, í staðin fyri bert at vera ínni í Dáanum. Onkur hevur skemtandi tikið til, at Dáin er vorðin ein býarmynd í Klaksvík, tí óansæð veður ella vind, so er næstan ikki ein dagur, uttan at tey síggjast í bý- num. - Okkum dámar so væl at vera úti, og tað gera brúk- ararnir eisini, so tað er so líka til at fara ein gongutúr, tá høvi býðst til tað, sigur Joan. Men tað er ikki bara dag- umlætting í Dáanum. Tað ber eisini til at vera til døgnumlætting. Og har er ikki nakar aldursbólkur. Í løtuni búgva fimm í heim- inum, og tað er so nógv, sum tað er pláss fyri. Og so koma hini til dag- umlætting aftur at. Joan sigur, at tey hava eisini havt seingjarliggjandi brúkarar. Børn við autismu koma eisini til umlættingar. Á nýggja bústovninum hava tey eisini eina deild fyri fýra ung børn við autismu. - Av tí at tey hava tey tørv fyri serligum umstøðum hevur Dáin ikki møguleika at nøkta teirra tørv, sigur Joan. Tað eru millum 60 og 70 brúkarar av døgnumlætt- ingini árliga. Ongin bíðilisti Joan heldur, at Dáin megn- ar at forsvara hvørjum sítt. Her hugsar hon um, at tað er ongin bíðilisti til heimið. - Vit hava upptøkufund saman við Frítíðarheimin- um í Havn fýra ferðir um árið, og tá taka vit inn eftir áheitanum frá foreldrum, men tað er ikki altíð, at vit fáa gingið øllum ynskjun- um á møti, sigur hon. - Um ongir bústovnar koma afturat, so fer Dáin at vaksa við árunum, sigur Joan, sum eisini heldur, at tørvurin fyri bústovnum er stórur. Ikki vardi tað meg, at tú vart komin so langt upp í árini. - Speglið er ikki, tað tað hevur verið,- kanst tú siga, men sigur speglið tær tað, so er sannleikin ein annar. Nei Poul Jacob! Tú ert eins fattur sum í tínum bestu tenortíð, men kanska eru færri strýggjur í kríllinum. Tær gera mannin í so máta ikki eldri. Nei heldur tað, at tað er ein sjarma meira, og minni er at kemba. Tú ert so "streymlinjaður" sum fáur, og ikki sum eg veit um, hevur skammlop verið í tíni atferð. Væl er Jutta farin við tær, og elskulig eru tit bæði í ellini. Poul Jacob er sangarai av Guðs náði. Meg minn- ist væl stóru konsertina hjá Fuglafjarðar sangkóri í Fuglafjarðar kirkju jóla- kvøld 1954, tá ið Poul Jacob sang solo í sálmi Dávids nr. 25 ørindi 7 til 10. Ikki høvdu vit hoyrt slíkan sang í bygdini. Ja, hetta setti so djúp spor í sanggleðina, at børn gingu runt og sungu solina eftir konsertina. Sangurin var fyri einrødd, kór og orgul(klaver). Herluf var væl fyri. Hann hevði verið á DLH 1949/50 og havt Carl Clausen til lærara í sangi og tónleiki. Henda konsert var fyri børnum í smíðstovuni, áðrenn sung- ið varð í kirkjuni. Børnini fingu ein inngang til hesa fjálgu konsert. Smíðbeink- irnir vórðu fluttir, og stólar settir inn og væl bar til. Eini 25 ár seinni sang sonurin Hannis hesa somu solo. Enn runga orðini mill- um Kamb og Blábjørg: Hvør er hesin dýrdar- kongur? Harrin veldigur og sterkur, Harrin sterkur í stríðum (ørindi 8 í sama sálmi). Hetta var millum bestu dagar, tú hevði livað,- at hetta bar til at syngja so væl, visti fáur í bygdini. Var sangverðin so sterk og so stór, at maður kundi syngjað so væl saman við kóri og undir- spæli? Hetta rakk langt í huganum hjá børnunum, hóast ikki vítt var til veggja og høgt til lofta í smíðstovuni, men tignar- liga varð sungið, og goymdu fleiri henda ljóm í sínum hjarta restina av ævini, og enn í dag minn- ast fólk henda fraga sang hjá Poul Jacob. Mong yndisljóð eru sungin í farnum døgum, og rennur mær til hugs motettina hjá Knud Jeppe- sen: Sum hjørtur tráar eftir rennandi áum, so tráar mín sál eftir tær, o Guð! (sálmur Dávids nr. 42 ørindi 2) Ja, nógv vatn er runnið í á síðani hesar dagar, og hesi valaljóð goymir tú innast inni. Tú drekkur sum hjørturin av hesum livandi vatnljómi og hugsar um farna tíð. Tráanin leitar upp eftir fjallasíðunum - upp um Borgina til tann livandi Guð, hann sum goymir at øllum hesum føgru løgum, og har er eftirljóð av ein- røddini hjá Poul Jacob - Poul Jacob, elektrikkarin- um. Nógv kundi verið at trivið í. Okkurt er farið í óminni, men datt eg niður á henda streymjaðarin í huga mínum. Poul Jacob! Takk fyri manga sangløt- una og hjartaliga til lukku við teimum áttati árunum Ólavsøkudag. Frits Poul Jacob Hansen - elektrikkarin úr Fuglafirði 80 ár ólavsøkudag Joan Midjord, leiðari á umlættingarheiminum Dáin: Roynt verður at nøkta tørvin á umlætting Joan Midjord, leiðari á umlættingarheiminum Dáanum í Klaksvík sigur, at tey royna at nøkta tørvin á umlætting C M Y K 9 8