fríggjadagur 26. juli 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 141 - 26. juli 2002
Nr. 141 - 26. juli 2002
11
Ein grundgevingin hjá landsstýrinum og Framtaksgrunn-
inum at selja Føroya Fiskavirking er, at fyritøkan gongur
væl, og at tað er best at selja, meðan felagið hevur avlop á
hvørjum ári? Ein onnur er, at tað stendur í viðtøkunum, at
Fiskavirking skal einskiljast. -Men gongur Fiskavirking so
væl? Og hvør er ein møguligur keypari?
Fiskavirking hevur havt avlop, sum hevur ligið millum 15
og 20 mió.kr. tey seinastu árini. Fyritøkan umsetir fyri
einar 700 mió.kr. og eginpeningurin er nakað oman fyri
100 mió.kr. Eftir føroyskum viðurskiftum er tað nógv at
hava einar 15-18 mió.kr. í avlopi, men eftir útlendskum
viðurskiftum er tað lítið og einki, so spurningurin hjá
einstaklingum ella íløgufelagsskapum er, um Fiskavirking
er eitt nóg áhugavert íløgumál. Í øllum førum er fíggjar-
liga afturberingin lítil.
Tí skulu óivað onnur endamál liggja til grund enn bara
seta pening í fyri at fáa eitt árligt vinningsbýti. Tað skulu
vit venda aftur til.
Tá vit tosa um, hvussu væl Fiskavirking gongur, eiga vit
eisini at hava í huga, at Fiskavirking selir sjálv sínar
fiskavørur. Vanliga tekur ein sølufyritøka í minsta lagi trý
prosent í sølugjaldi. Siga vit, at Fiskavirking umsetir fyri
700 mió.kr., merkir tað, at Fiskavirking skuldi fingið einar
20 mió.kr. fyri at selja sínar egnu vørur.
Men avlopið er ikki so stórt. Tað merkir, at annaðhvørt fær
Fiskavirking einki fyri at fyri arbeiða fiskin ella sínar
fiskavørur. Tað merkir so, at henda fyritøkan og aðrar
fiskasølur kappast ikki á jøvnum føti! Ella er hetta ein
skeiv meting?
Tað er torført at siga, hvør er áhugaður at keypa Fiska-
virking. Tað kann hugsast, at onkur útlendskur matvøru-
risi er áhugaður at fáa eitt bein inn um føroyska fiski-
vinnu, sum fær ráfiskin úr heimsins reinasta havum-
hvørvi. Og tað kann hugsast, at nøkur av teimum føroysku
útgerðarvirkjunum, sum hava gingið væl seinastu árini,
kasta seg saman at keypa Fiskavirking.
Nú skulu vit ikki fara at selja, men ein annar møguleiki er
tað sterka íslendska flutningsfelagið Eimskip, sum óivað
roynir at økja sín marknað, bæði her og aðrastaðni. Okk-
um vitandi hevur Eimskip keypt seg inn í vinnufyritøkur á
Norðurlandinum, kanska fyri at tryggja sær flutning, og
tað ber altíð til at seta spurnartekin við, um Eimskip ikki
kann teljast millum møguligar keyparar ella íleggjarar.
Men eftir øllum at døma leggur landsstýrið sektin á, um
útlendsk kapitaláhugamál fara við kjarnuni í føroyskari
fiskivinnu á landi. Hetta er annars í andsøgn til tað
politiska rákið, sum miðjar ímóti at yvirtaka málsøki, fáa
ein sjálvberandi búskap og skipa fullveldi. Men meðan
føroyingar skulu stýra landinum, kunnu útlendingar fara
við fiskivinnuni, sum hóast alt er krumtappurin í føroyska
samfelagnum!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Hvussu væl gongur
Fiskavirking og hvør er
møguligr keypari?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard
justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Ragnhild Ellingsgaard
ragnhild@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktíonin:
tel. 220507 tel. 333843
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Svenning av Lofti
Í samband við at eg, sum
formaður, vegna felagið
Sinnisbata, mótmælti at
Restorffs bryggjarí hevði
sent út tíðindaskriv um at
nýggja øl teirra var ”gott
fyri sinnið”, og sum Sinn-
isbati metti verða villeið-
andi fyri tey fólk, ið felagið
umboðar, skrivaði Hans
Andreasen á Argjum eina
grein í bløðunum við per-
sónligum álopi á meg.
Hans skrivar soleiðis:
”At tú (Svenning) nýtir
Sinnisbata sum eina um-
bering í tínum lesarabrævi
17. Juli, er sera undrunar
vert. Hví ikki vera erligur
og siga sum er, at tú hatar
alt tað, sum inniheldur
alkohol.”
Góði Hans! Er tað nakað,
ið tú ikki kanst ákæra meg
fyri, so er tað at vera
óerligur. Viðvíkjandi alko-
holspurninginum, so havi
eg ótaldar ferðir lagt navn
til blaðgreinir. Heldur ikki
er neyðugt hjá nær at brúka
nakran annan ”sum eina
umbering” fyri tað, ið eg
skrivi.
Góði Hans! Eg veit, at eg
havi alla nevndina í Sinnis-
bata aftan fyri meg viðvíkj-
andi mótmælinum móti
tíðindaskrivinum
frá
Restorfs bryggjaríi. Var tín
persónliga ákæra móti mær
sonn, so var eg ikki verdur
at sita ein dag aftrat sum
formaður í einum so virði-
ligum og alment viður-
kendum felagi sum Sinnis-
bati er, so høvdu sera
dugnaligu og medvitandi
nevndarlimir
felagsins
longu havt rópt varskó. Tí
kann eg siga, at ákæra tín
ikki samsvarar við veru-
leikan ella sannleikan.
At vit ikki hava somu
áskoðanir havi eg ongar
trupulleikar av, men tá ið tú
alment sáar iva um mítt
trúvirði og leggur meg
undir at hava fjald motiv,
má eg tala at.
Ein persónlig og almenn
umbering frá tær hevði tí
verið hóskilig – og hevði
hon ikki gjørt teg til ein
minni mann.
Tú eigur longu mína fyri-
geving!
Aftursvar til Hans Andreasen á Argjum
Hjalti í Jákupsstovu
ICES og Fiskirannsóknar-
stovan hava ikki, sum Jón
Kristjónsson vil vera við,
roknað og brúkt tølini frá
stovnsmetingunum skeivt.
Tað ber til at rokna sum
Jón, men sum greitt frá í
greinini hjá Peturi Stein-
grund, førir mátin hjá Jóni
Kristjónssyni m.a. til, at
veiðan av smáfiski telur
mest í úrslitinum, og rokn-
aða veiðitrýstið vil tí skifta
ár um ár eftir tilgongdini av
ungum fiski.
Løgtingið hevur sett sær
fyri, at í miðal skal veiði-
trýstið eftir toski, hýsu og
upsa undir Føroyum (tann
partur av tøka stovninum í
tali, sum verður fiskaður í
einum ári) ikki vera størri
enn 33%. Hesin setningur
(veiðisetningur) er fyri at
tryggja, at veiðitrýstið ikki
verður ov stórt, og fyri at
avmarka váðan fyri, at
stovnarnir verða fiskaðir
niður. ICES metir, at hesin
veiðisetningur er í so
høgur, men tað er annað
mál.
Veiðisetningurin (33%)
er settur eftir mátanum,
ICES og Fiskirannsóknar-
stovan nýta at rokna veiði-
trýst. Veiðitrýstið eftir toski
hevur í fleiri ár verið hægri
enn 33%, og skal Løgtingið
halda setningin hjá sær
sjálvum, er neyðugt at
minka um fiskidagatalið.
Jón roknar, við sínum máta,
at veiðitrýstið eftir toski er
33% og eftir hýsu og upsa
væl minni, og tí er alt í lagi
í mun til veiðisetningin, eru
hansara ráð. Men hetta er
kreativ bókføring. Skal
mátin hjá Jóni nýtast til at
rokna veiðitrýst, so má
veiðisetningurin eisini áset-
ast eftir sama máta, og hann
verður tá munandi lægri.
Ella við øðrum orðum,
sjálvt við mátanum hjá Jóni
er fiskidagatalið ov høgt.
Fiskidagaskipanina eru
flestu føroyingar nøgdir
við. Skipanin hevur sínar
fyrimunir og vansar, men
fyri at nýta ágóðan av fyri-
mununum, er neyðugt at
hava eitt vakið eyga við
vansunum. Tann stórsti
vansin er, at við støðugt
vaksandi tøkni og kunn-
leika veksur effektiviteturin
hjá flotanum líðandi ár um
ár, og tí er neyðugt støðugt
at minka um dagatalið fyri
at tálma veiðiorkuni. Men
hetta tykjast hvørki vinna
ella almennu myndugleik-
arnir at taka í fullum álvara.
Síðan skipanin kom, er
veiðitrýstið vaksið, og tað
er í løtuni alt ov høgt.
Higartil hevur tað gingið
væl, tí náttúran hevur verið
til vildar. Men vendir
náttúran, so klárar tøka
veiðiorkan
við
verandi
fiskidøgum í heilt fá ár at
fiska stovnarnar niður um
øll vandamørk.
Vinnan (Fiskidaganevnd-
in) sigur, at av tí, at stovn-
arnir eru væl fyri, er ikki
neyðugt at minka um daga-
talið. Sambært Útvarpi
Føroya hava limirnir í
Løgtingsins Vinnunevnd
somu áskoðan. Men um
Løgtingið ikki megnar at
gjøgnumføra eina átrok-
andi neyðuga stilling av
fiskidøgunum tá stovnarnir
og vinnan eru væl fyri,
hvussu skal tað so megna
tað, tá stovnarnir eru illa
fyri og hvør dagur á sjónum
hjá ov nógvum fiskiførum
er fyri neyðini.
Við áhaldandi at halda
fast við sama dagatal, tekur
Løgtingið ikki vansarnar í
fiskidagaskipanina
fyri
fult. Úrslitið verður, at hon
brotnar av sær sjálvum utt-
an mun til, hvussu nógv vit
reypa av henni úti og
heima.
Jón Kristjánsson, veiðitrýst og fiskidagar
TÍÐINDARSKRIV
Leygardegin
27.
juli
kl.17.00 verður eitt stórt
barnatiltak í badminton-
høllini.
Tey í luttaka eru, Angela
og klovnurin Hannibal í øll
børn kenna, gandakallurin
(Bobo) og Fjotti, Føroya
bestu gandakallar, Arnfríð
og Rannvá í syngja nøkur
góð og kend barnaløg.
Angela og hannibal hava
áður upptrakka saman við
Fjotta og Bobo og hevur tað
verði eitt brak av undirhaldi
her stemningurin er heilt í
topp.
Sum prikkurin yvur i´-
num, fara tær báðar systr-
arnar við teirra framúr
skarandi vøkru røddum at
syngja nakrar barna sangir,
har børnini kunnu syngja
við.
Tá hesi seks koma saman
er lagt upp til eina ógloym-
andi løtu, í børnini leingi
koma at minnast.
Tað verður bert tann eina
sýningin í ár.
Atgongumerkir
kunna
keypast
ein
tíma
áðrenn
sýning og fram
til sýningina,
kløø 17.00.
Eisini kunna
tær
keypast
frá
klovnunum í ganga
rundt
í
býnum
fríggjadagin frá kl.
14.00,
atgongu-
merki kostar 50,-
kr.
VIÐMERKINGAR
Vindmyllur og flogvøllur
Óli Mikkelsen
Herfyri varð hildin fyri-
lestrarøð um ymsar orku-
keldur. Víst var á, at oljan
úr havbotninum ikki kemur
at nøkta orkutørvin í fram-
tíðini og at nýtslan av vind-
orku veksur við rúkandi
ferð.
Beinanvegin hoyrist, at
menn bbjóða seg fram at
seta vindmyllur upp – 3
stórar myllur á Skorð-
hæddini næsta ár.
Vindmátingar
Fyri nøkrum árum síðani
vóru vindmátingar gjørdar
á ávísum støðum fyri at
kanna, hvar framtíðar flog-
vøllur eigur at vera. Mát-
ingarnar á Skorðhæddini
vístu rættiliga javnan vind.
Javnur vindur hevur alstór-
an týdning fyri flogferðsl-
una – hevur eisini týdning
fyri vindmyllur. Niðurstøð-
an av kanningini var, at
tvey pláss stungu seg fram
úr til flogvøll: Søltuvík á
Sandoynni og Skorðhæddin
við Toftir, og tað seinna
hevði fyrimun.
Á Skorðhæddini er lætt
at gera 2000 m. langa breyt
í landnyrðing/útsynning,
sum hóskar til ættirnar við
mestum vindi. Harafturat
ber til at gera uppaftur
longri tvørbreyt.
Kostnaður
Í 1993 stóð í íslendskum
bløðum, at ætlanin var at
gera alternativa floghavn á
norðurlandinum til flog-
havnina í Reykjavík. Breyt-
in skuldi vera 2000 m.
long, kostnaðarætlanin var
200 mill. í okkara krónum.
Eftir hesum koma vit langt
fyri tað, ein stórur trolari
kostar.
Ósambæriligt
Gott hevði verið, um flog-
vøllur og vindmyllur kundu
verið á sama stað, men tað
ber ikki til.
Stórur tørvur verður óiv-
að í framtíðini á góðum
flogvølli og vindmyllum,
og pláss eigur at verða fyri
báðum.
Tveita vit vindmyllur út
sum best ber til, koma vit at
skíta okkum inni – tað var
stór skomm á torvheiðun-
um. Vit skulu hugsa okkum
um.
Vindmyllur hava stórt
umhvørvisligt árin við sær
– bæði sjónligt og við
óljóði. Skulu tær muna á
orkutørvinum, koma nógv-
ar upp at standa – vit fáa
heilar skógir av myllum.
Kanningar neyðugar
Flogvallarmálið eigur at
endurskoðast. Vindmáting-
ar skulu gerast við atliti
bæði til framtíðar flogvøll
og framtíðar vindmyllur.
Eini tvey ár kundu verið
brúkt til hetta.
Leypa vit framav, koma
vit okkum í rasshaft.
TÍÐINDASKRIV
Ólavsøkudag
kl.
14.30
byrjar tann stóri útisjón-
leikurin.
Sjónleikurin byrjar upp á
trøðni yvirav Føroya Banka
við SMS.
Har verður tann fyrsti
leikurin spældur, síðani
flytur bólkurin av tónleik-
arum og sjónleikarum seg
oman móti niðara parti av
Viðarlunini, oman gjøg-
num Niels Finsensgøtu, í
Steinatún,
oman
eftir
Tórsgøtu, niðan á Vaglið og
út á økið niðanfyri Skans-
an, har verður endaleikurin
spældur,og er hetta leikur
um tá Føroyar vóru kristn-
aðar.
Á leiðini frá trøðni yvirav
Føroya Banka og út til økið
við Skansan verður steðgað
á 12 ferðir og smáir leikir,
dansir og tónleikur verða
spældir.
M.a. kærleiksøgan um
ein frosk sum bleiv til eina
brúður sum finnur sær ein
brúðgomm, klovnaleikur,
Reyðhetta og Kloss Hans,
søgan um Sjálvátarin, tær
Illu Ommurnar o.a.
Umframt sjónleikarar og
dansarar er ein rúgva av
okkara
bestu
trummu-
sláarum og blásarum við og
seta teir eisini sín serliga
dám á tiltakið.
Tað er MáF og Gríma
sum skipa fyri hesum stóra
tiltakið við fólki úr Klaks-
vík, av Strondum, Norð-
skála og Havn. Upp ímóti
100 luttakarar eru við til-
samans.
Tiltakið kemur at taka
umleið 2 tímar.
Útisjónleikur ólavsøkudag
TÍÐINDASKRIV
Ólavsøkan stendur fyri
durum, og við henni
endar kappróðrarárið.
Nakrir føroyameistarar
eru longu funnir, men í
fleiri
førum
verða
meistararnir ikki kosnir,
fyrr enn síðsta takið er
tikið.
Hesa ferð verður tað
nýggi
mentamálaráð-
harrin, Annlis Bjark-
hamar, sum fer at handa
vinnandi bátum ognar-
steyp og heiðursmerki.
Og eins og í fjør er tað
Føroya Bjór, sum letur
heiðurslutirnar.
Við
vón
um
ein
spennandi ólavsøkuróð-
ur ynskir Róðrarsam-
band Føroya bæði kapp-
róðrarfólki og áskoð-
arum eina góða ólav-
søku.
Nú verða føroya-
meistararnir funnir
Stórt barnatiltak í Badmintonhøllini á ólavsøku
C
M
Y
K
11
10