Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juli 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 141 - 26. juli 2002 - Eg veit ikki, hvat er galið við lundanum í ár, men alt er ikki, sum tað eigur at vera, sigur fleygamaðurin, Kristin Holm, sum hevur verið 14 dagar á fleyg í ár, men ongan dag er komin til 100 lundar FUGLAVEIÐA Vilmund Jacobsen Teir gomlu plagdu at siga, at vikan hvørjumegin ólav- søku er tann besta til lunda. Tað merkir, at dagarnir rundan um ólavsøkuna er besta fleygatíð. Tá ið fleygatíðin byrjaði fyrst í juli, vóru menn ymiskir á máli um, hvussu vorðið mundi vera við lundanum í ár. Tað lá líkasum í luftini, at lítil fuglur hevði verið at sæð, men onkur helt, at kanska var lundin bara eitt sindur seinni á veg í ár enn vanligt. Nú lundatíðin er meira enn hálvrunnin, kann stað- festast, at væl minni fuglur hevur verið at fingið í eitt nú Nólsoy enn eitt miðalár. Úr Mykinesi frættist eisini, at væl minni hevur verið at fingið enn vanligt. Ikki komin til 100 lundar Ein av frægu fleygamonn- unum í Nólsoy, Kristin Holm, hevur verið 14 dagar á Urðini, síðan 2. juli, syft- unsøkudag, sum er fyrsti fleygadagur hjá nólsoying- um. Hjá honum plagar ikki at standa á at fleyga 100 lundar, tá ið nøkulunda liggur fyri við byrðinum, men í summar er hann ongan dag komin til 100 lundar. - Eg havi verið 14 dagar á fleyg og havi fingið til- samans 800 lundar. Besti dagurin er 90 lundar, sigur Kristin og heldur, at hetta er lítið at tosa um. Hann dugir ikki at siga, hvat er galið við lundanum í ár, men tað er ikki, sum tað plagar at vera, tá ið summarið er gott. - Eitt er, at fleygabyrð- urin yvirhøvur hevur verið vánaligur, men spurning- urin er, um tað er einasta orsøkin til, at so lítið er komið burtur úr. Kristin vísir á, at teir fyrstu fleygadagarnar lá hann við loti av landnyrð- ingi; ókyrra var í sjónum - og tá roynist sjáldan nakað serligt. Síðan hevur hann ligið millum útsynning og vestan, og tað er eisini vánaligur fleygabyrður á Urðini. Sum skilst, eru bara tveir nólsoyingar komnir til 100 lundar í summar; tað eru Rene Hansen og Ivan Holm, og hetta er óvanligt so seint í juli mánaði. Rene og Ivan høvdu tann eina dagin 150 lundar í part. Nógvur sildberi - Eg veit ikki, hvat er galið, men tað er ikki alt, sum tað eigur at vera, sigur Kristin. Hann sigur, at sildberi trýtur ikki, og tað er ikki langt ímillum, hann ber pisunum sild. So, líkt er ikki til, at sildberin noyðist langan veg til havs eftir føðini. - Jú, tað er nógvur sild- beri at síggja, men ivaleyst er tað fleygalundin - ella ungfuglurin - sum vantar. Hví so er, er ilt at siga. Kristin sigur seg hava hoyrt menn tosa um, at nógvur fuglur er at síggja úti á, og tí heldur hann, at tað kortini man vera eitt- hvørt við føðini, sum ger, at ungfuglur í størri mun ikki kemur at landi. Við tað, at lítil lundi hevur verið at fingið, hava nólsoyingar heldur ikki verið so ágrýtnir at ganga á fleyg. - Einir 3-4 mans hava vanliga verið á Urðini hvønn dagin, men týsdagin vóru teir 7 og mikudagin 6 í tali; tá høvdu teir, sum vóru bestir, einar 80 lundar part, sigur Kristin. Pisurnar hava tað gott Fyrr í vikuni var fugla- maðurin, Jens Kjeld Jen- sen, á Urðini og kannaði nakrar pisur. Sum skilst, bendi alt á, at hesar vóru væl fyri. - Pisurnar vóru væl í holdum og sóu gott út, sigur Kristin. Hann heldur tó ikki, at nógvar pisur eru at hoyra, tá ið havt verður í huga, at so nógv útliðið. - Eg dugi ikki at siga, um fuglurin er seinni lægstur enn vanligt, tí longu, tá ið fleygatíðin byrjaði, bar sildberin sild; so pisurnar eru neyvan heilt seinar í ár, sigur Kristin Holm. Hann vísir at enda á, at tað er ikki altíð, tað gongur eins á ymisku fuglapláss- unum kring landið. - Í fyrraári var vánaligt við lunda í Skúvoy og á Dímun, samstundis sum hetta árið var eitt tað besta hjá okkum, sigur hann. Lítil lundi fleygaður í ár Bæði í Nólsoy og Mykinesi lata teir illa at lundanum í ár. - Alt er ikki, sum tað eigur at vera, heldur fleygamaður. Tilvildarlig mynd Safir og Smaragd gjørdu ein góðan túr í vikuni; teir royndu í fýra dagar og fingu 260.000 pund av upsa. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Nú fleiri virkir eru stongd vegna summarfrí, liggja nógv skip, onnur selja veiðina til tey virkir, sum eru opin, og í triðja lagi fer fiskurin av landinum. Á Fofish í Saltangará, sigur Leif Høj, at Munkur og Skúgvur í løtuni eru í Hanstholm og selja. Teir høvdu 2100 kassar av upsa, og líkindi vóru til eina hampiliga sølu, tí ídn- aðarfrítíðin í Danmark verður ikki liðug fyrr enn mánadagin komandi. Hann vísir tó á, at vit skulu aftur til mánaðar- skiftið juni/juli, tá ið Fofisk sendi seinastu upsaskipini á útlendska marknaðin. Felagið selir eisini veið- ina hjá Sæborg, Sjóborg og Fríðborg, sum fiska á landleiðini. Leif vísir á, at Sæborg landar á Beta í Saltangará í dag, og Fríðborg og Sjó- borg landa hjá Snodd á Toftum. - Hesin fiskurin fer allur ísaður av landinum, sigur Leif. Hann sigur, at prísurin á tungu og reyðsprøku hevur verið stabilur og góður. Tungan fer fyri einar 20 og reyðsprøka fyri einar 23-24 krónur fyri kg., og tað er góður prísur. - Fór hesin fiskurin ikki av landinum, stóð hann eftir á gólvinum, tí eingin arbeiðir tungu og reyð- sprøku í Føroyum, sigur Leif. Safir og Smaragd høvdu góðan túr Gorpur og Skrápur landaðu eisini á Beta fyrr í vikuni, og her keypri virkið, Palm Seafood í Vági, allan fiskin, stívliga 200.000 pund. Safir og Smaragd og Jaspis og Ametyst hava eisini landað í vikuni. Fyrrnevndu høvdu ein góðan túr; teir royndu í fýra dagar og fingu 260.000 pund, sum teir landaðu hjá Snodd á Toftum. Jaspis og Ametyst høvdu 120.000 pund; teir løgdu veiðina upp til Fiskaviking í Saltangará. Í dag fara Fiskavirking í Saltangará, Vaðhorn á Strondum og Fiskavirkið í Gøtu í summarfrí. Hinvegin letur Fiskavirking í Vest- manna uppaftur eftir ólavsøku og Fiskavirking í Miðvági eina viku seinni. - Tá ið vikan eftir ólav- søku er farin fram við, vænta vit, at alt fer at stabilisera seg aftur, sigur Leif Høj á Fofish í Sal- tangará. Allur flatfiskurin av landleiðini fer til Onglands 18.30 Likkulikkuleia 22 19.00 Minty og Melanie 3:13 19.25 Gesturin e 20.00 Dagur og Vika 20.20 Íbúðin verður broytt 20.45 Gekkur 21.25 Ferðalagið - svenskur filmur 23.10 Niels Hausgaard 2:2 00.05 Liðugt 07:30 Cycling: Tour De France 08:30 Football: European Under-19 Championship Norway 09:45 Football: European Under-19 Championship Norway 11:15 Tennis Live: Atp Tournament Kitzbühel Kitzbuhel Austria 12:45 Beach Volley: World Tour France Marseille 13:30 Cycling Live: Tour De France 16:45 News: Eurosportnews Flash 17:00 Football Live: European Under-19 Championship Norway 19:00 Cycling: Tour De France + 19:30 K 1: World Grand Prix Paris Bercy Paris France 20:30 K 1: World Grand Prix Paris Bercy Paris France 21:30 News: Eurosportnews Report 21:45 Cycling: Tour De France 22:45 Football: European Under-19 Championship Norway 23:45 Xtreme Sports: Yoz Mag 00:15 News: Eurosportnews Report 0.00 Freedom’s Battle Gdansk - Icebreaker 1.00 TLZ: »Supernatural Science – Physical Feats 2.00 TLZ: »Rough Science 2.30 TLZ: »Talks – Background Brief - Frying OR Freezing 2.45 Ou Bscape Bscape 2.50 TLZ: »Hollywood Science - Die Hard 3.00 TLZ: »Daisyworld 3.25 TLZ: »Pause« 3.30 TLZ: »The Cretaceous Greenhouse – A Surfeit of Carbon Dioxide 3.55 TLZ: »Bites – Science Bites – Virtual Evolution 4.00 TLZ: »Back to the Floor – Cruising 4.40 TLZ: »Landmarks – Ancient Egypt Everyday Lives 5.00 TLZ: »Buongiorno Italia! – Mi Puo Dare Un Numero? 5.30 TLZ: »TLZ: »Starting Business English«« 6.00 Smarteenies 6.15 The Story Makers: »Matching 6.30 Salut Serge 6.45 Bodger and Badger: »Water Laugh 7.00 Playdays: »Tent Stop« 7.20 The Really Wild Show 7.45 Garden Invaders: »West Derby 8.15 Real Rooms: »Islamic Kitchen 8.45 The Antiques Inspectors Sherborne 9.15 Ground Force: »Northampton 9.45 Gardeners’ World 10.15 The Weakest Link 11.00 Open All Hours 11.30 Doctors 12.00 Eastenders 12.30 All Creatures Great & Small: »Promises to Keep 13.30 Garden Invaders 14.00 Smarteenies 14.15 The Story Makers: »Matching 14.30 Salut Serge 14.45 Bodger and Badger: »Water Laugh 15.00 Playdays: »Tent Stop« 15.20 The Really Wild Show 15.45 Lovejoy: »Poetic Licence 16.45 Attenborough in Paradise 17.45 The Weakest Link 18.30 Liquid News 19.00 Parkinson: »Anne Robinson, Ewan Mcgregor,Nicole Kidman 20.00 Dalziel and Pascoe: »Ruling Passion 21.35 Later with Jools Holland 22.35 Top of the Pops Prime 23.05 Totp Eurochart 23.35 Dr. Who: »Ghost Light« 00:00 BBC News 00:30 HARDtalk (r) 01:00 BBC News 01:30 Talking Movies (r) 02:00 BBC News 02:30 Developing World (r) 03:00 BBC News 03:30 Asia Today (r) 03:45 World Business Report (r) 04:00 BBC News 04:30 HARDtalk 05:00 BBC News 05:30 World Business Report 06:00 BBC News 06:30 World Business Report 07:00 BBC News 07:30 World Business Report 07:45 Sport Today 08:00 BBC News 08:30 Talking Movies (r) 09:00 BBC News 09:30 HARDtalk (r) 10:00 BBC News 10:30 Developing World (r) 11:00 BBC News 11:30 Asia Today 11:45 World Business Report 12:00 BBC News 12:30 HARDtalk (r) 13:00 BBC News 13:30 World Business Report 13:45 Sport Today 14:00 BBC News 14:30 Talking Movies (r) 15:00 BBC News 15:30 Asia Today 16:00 BBC News 16:30 HARDtalk (r) 17:00 BBC News 17:15 World Business Report 17:30 The Bike's The Star (r) 18:00 BBC News 18:30 World Business Report 18:45 Sport Today 19:00 BBC News 19:30 HARDtalk (r) 20:00 BBC News 20:30 21st Century English 21:00 BBC News 21:30 World Business Report 22:00 BBC News 22:30 Correspondent 23:00 BBC News 23:30 World Business Report (r) 23:45 Asia Today 05:00 Garfield Og Venner 05:25 Børnehjørnet 07:15 Tv-Shop 09:15 Ricki Lake 10:10 Horton-Sagaen 11:00 Horton-Sagaen 11:55 Once & Again 12:50 Family Law 13:45 Hvileløse Sjæle 15:35 Blossom 16:05 Ricki Lake 17:00 Alle Elsker Raymond 17:30 Vild Med Dig 18:00 Med Pâ Moden 18:30 Alle Tiders Barnepige 19:00 Dødsdømt 20:40 Stand-In For Mord 22:50 Sexorama 23:20 Booty Call 00:45 Walker Texas Ranger 01:45 Nash Bridges 02:40 Kodenavn Nikita 03:35 V.I.P. 04:30 Godnat 07.00 Tíðindi 07.05 Morgunlestur - Petur Jacob Sigvardsen í Havn lesur 07.15 Morguntónleikur 07.30 Tíðindi 07.35 Góðan morgun Føroyar - Øssur Egholm er vertur 08.00 Tíðindi 08.03 Góðan morgun Føroyar 09.00 Tíðindi 09.03 Garpatáttur (e) - Hans Tórgarð lesur 11. part av skaldsøgu eftir Halldór Laxness, sum Tóra Tóroddsdóttir og Martin Næs hava týtt. 09.35 Dagsins tónar 09.50 Morgunlestur (e) - Petur Jacob Sigvardsen í Havn lesur 10.00 Tíðindi 10.03 Fimleikaløtan 2 10.10 Máltráðurin - Elis Poulsen stílar fyri 11.00 Tíðindi 11.03 Á sanganna veingjum (e) - Gunnvør Poulsen leggur til rættis 11.35 Undir døgurða 12.00 Veðurtíðindi 12.02 Middagstónleikur 12.15 Skráin og lýsingar 12.20 Tíðindini 12.40 Døgurðatónar 13.00 Tónatímin 14.00 Í víngarðinum (e) - Símun Jóannesarson Hansen stílar fyri 15.00 Tíðindi 15.03 Barometrið - Bjarni Mohr, Rúni Jákupsson og Heri Jacobsen skipa fyri. 16.00 Tíðindi 16.03 Barometrið 17.00 Tíðindi 17.05 Vikuskiftið - Suni Merkistein stílar fyri 18.00 Fríggjakvøldstónar - Birgar Johannesen velur løgini 18.25 Skráin og lýsingar 18.30 Tíðindini 19.00 Villar víddir - Fróði Løkságarð og Eyðun Klakkstein leggja til rættis 20.00 Estudio 2000 - Kári Annand Berg stílar fyri 21.00 Tíðindi 21.05 Dagsetur - Ginna Midjord leggur til rættis 22.00 Tíðindi 09:45 Orðið - Bíbliulestur v/ Anju Hansen. 10:00 Tónleikur 12:00 Tíðindi og kunngerðir 12:15 Tónleikur 13:30 Summar á Rás 2 - Hetta er seinnapartstilfar við øllum møguligum tónleiki, tíðindum og samrøðum. Tað verður eingin føst skrá, ið Rásin skal halda, men heldur ein møguleiki hjá øllum møguligum fólkum at koma inn á gólvið at tosa um alt møguligt millum himmal og jørð. 18:00 Tíðindi og kunngerðír 18:15 Tónleikur 21:15 Orðið (e) - Endursending frá í morgun. Bíbliulestur v/ Anju Hansen. 21:25 Tónleikur 01:00 Liðugt (Eingin skrá komin) Fríggjadagur 26. juli Frá fríggjadegi 26. juli til hósdagin 1. august Fríggjadagur Leygardagur Sunnudagur Mánadagur Týsdagur Mikudagur Hósdagur 19.00 Minty og Melanie 20.50 Stand in for mord 20.00 Undir Krákugjógv 21.50 Vejen tilbage 20.00 Føroyar í dag 20.00 Con Air 20.30 Vit fara upp á gólv 21.05 The patriot 10.00 Fuglurin Føniks 19.00 Den perfekte krop 20.00 Gesturin 20.50 Lejemorderens træf 20.50 Ally McBeal 20.45 Criminal hearts C M Y K 13 12