leygardagur 6. oktober 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
box 76. 3800 Tórshavn
Utgevari: p.f. sosialurin
Fyritaksstjóri: Tórfinn Smith
Blaðstjóri
Blaðmenn
Vilhelm Johannesen (ábyrgd)
1
Høgni Djurhuus
Johann Mortensen
Jan Muller
Lysingar: Arne Thomsen
7
Uppseting: Sosialurin
Prent: Dimmalætting
Føroysk umbodan
Í BLAÐNUM mikudagin søgdu vit, at
tey seinastu 19 árini hevur javnaðar-
flokkurin átt annað tað føroyska
fólkatingsumboðið, meðan hitt
umboðið hevur skift ímillum fólka-
flokkin, tjóðveldisflokkin og sam-
bandsflokkin.
MUNUR Í MILLUM umboð javnaðar-
floksins ødrumegin og so umbodan-
ina fyri teir triggjar flokkarnar hinu-
megin er tann, at medan javnadar-
umboðini altíð hava møtt á fólkatingi
og tikið orðið har, so hava hini
umboðini verið eins forkunnug at
sæð sum lundi á jólanátt og tær
hendingaferðirnar, teir hava víst seg,
hevur tað verið sum tá terna skjýts á
SUMMIR av hesum flokkum hava ta
stóðu, at fólkatingsumboðini eiga at
verða avtikin ella við ødrum orðum,
at ongin nytta er í hesum umboðum.
Menn og flokkar, ið hava eina tílíka
stóðu, fara ongantíð at nýta fólka-
tingsumboðanina til gagns fyri
Føroyar og føroyingar ella til gagns
fyri samvinnuna millum Føroyar og
Danmark. Teirra arbeiði verður at
vísa á, at ongin dugur er í fólkatings-
umboðanini, og at fólkatingsumboð-
ini tí eiga at verða avtikin.
VIT HALDA tvørtur ímóti, at vit eiga
at varðveita fólkatingsumboðini og
kunnu vísa á ymisk úrslit av hesi
umboðan. Eitt av teimum stóru úr-
slitunum av, at júst javnaðarflokkurin
hevur átt annað fólkatingsumboðið
er íløgugrunnurin, ella tann sonevndi
60-milliónagrunnurin, ið seinni varð
vaksin til 114 mill. kr. og sum nú við
teimum seinastu tilskrivingunum
hevur eitt stovnsfæ uppá 140 mill. kr.
EISINI ERU tað fleiri stórmál, sum
eru felagsmál og tí verða vidgjørd
bæði á løgtingi og á fólkatingi. Her
hugsa vit m.a. um heilsuverkið,
skúlaverkið, evnaveikaforsorgina og
almannamálini annars. Tað er av
alstórum týdningi, at føroyingar eiga
umboð á fólkatingi og at hesi umboð
meta upp har og tosa okkara sek, tá
mál, sum viðkoma okkum, verða
vidgjørd.
sosialurin
Nr.
77 — 6. oktober 1979
MUNDI BOKASSA KEISARI
Hasin spurningur rann
mær i huga, tå id eg las
grein, sum Alfred Hansen
i Saltangarå skrivar i
Dagblaðnum seinasta
mikudag.
Kanska er tað ikki
ómakin vert at svara til
slíkt tvætl, men við hvert
skal tað gerast. Alfred
skrivar nógv — og í nær-
um aðruhverjari reglu
skrivar hann »sosialist-
iskt-kommunistiskt-eitt-
ella-annad.« Og so visir
hann å dømi, hvar lond,
sum eru kommunistiskt
stjórnað, hava brotið
mannarættindini. Hetta
er alt tíverri rætt og eigur
ikki at verða borið í betu-
flaka fyri tað.
Men Alfred, tað ber ikki
til bara at draga tílík domi
fram og so koma við sam-
metingum við javnaðar-
politikk ella tjóðveldis-
politikk í Føroyum.
Ti vit kunnu finna eins
nógv dømi um, at lond vid
kapitalistiskari sam-
felagsskipan bróta
mannarættindini.
Fyri tí um Bokassa
keisari myrðir bern og
etur sínar fíggindar, so er
eingin javnaðarmaður so
tápuligur, at hann skuld-
setir fólkafloksmenn fyri
at ætla at stimbra tí for-
oyska búskapinum við
mannaáti ella barnamorð-
um.
Men tilik fávitskut
skriving er tíverri alt ov
vanlig í Dagblaðnum —
undarligt at allir tápuling-
arnir hava fingið innivist í
einum blaði.
Tað kann sjálvandi
eisini vera, at hesir menn
als ikki eru so tápuligir —
men so munnu teir halda
lesarar sínar vera tað. Og
tann, sum samvitskuleyst
og uttan fyrilit útnyttar
fávitskuna hjá fólki og
reingir veruleikan til tess
at fáa sær sjálvum vald og
ríkidomi — hann er ein
brotsmaður.
At enda kundi eg sett
tær (tykkum) nakrar
spurningar, sum hava
samband við greinina hjá
Alfred Hansen:
1. Kanst tú nevna domi
um, at sosialistisk ávirkan
verður framd í skúlunum í
Feroyum?
2. Kennir tú ongi domi,
um kapitalistiska ávirkan
í skúlunum?
3. Hvat heldur tú um, at
30 milliónir av fólki rýmdi
úr Europa til Ameriku,
meðan ongin sosialisma
var til, og kapitalistiskar
kreftir einsamallar hevdu
alt ræði her?
4. Hvat heldur tú um, at
6 milliónir fólk vórðu týnd
í Europa fyri fáum árum
síðani — undir einum
stýrislag, sum ikki var
sosialistiskt?
5. Hvat heldur tú um, at
sama brotsmannastjórnin
helt kommunistar og
sosialistar vera sínar arg-
astu mótsteðumenn?
6. Hvussu kanst tú ræð-
ast fyri, at alt verður stýrt
úr Tinganesi, samstundis
sum tú ynskir eina fasta
hond í Tinganesi?
7. Man tað ikki bara
vera eitt politiskt streym-
skifti, tú ynskir?
Ein, sum vegna tervandi
frísinni fólkafloksmanna,
ynskir at vera óneyvndur
SEINUR Í KEYPMANNAHAVN
Hvussu ber tað til, at tú
sum haldari av Sosialinum
kanst keypa hann inni á
hevuðsjarnbreytasteðini í
Keypmannhavn fleiri
dagar áðrenn tú so sjálvur
fært hann inn um dyrnar?
Hetta ferir til, at tú ofta
fært 2 Sosialar, tí um tú
gongur ofta um hesa jarn-
breytasteð, so keypir tú
ofta føroysku blødini. Tað
Fólkatingsvalið:
er onki gagn í at vera hald-
ari, um tú kanst keypa
blaðið dagin eftir á stød-
ini, men mást bíða til tað
er 5-6 daga gamalt fyri at
fáa tað við postinum.
Útisetasosialfan
Tað er einki, sum harmar
okkum meir enn tað, at ein
haldari ikki fær Sosialin,
tá hann eigur at fáa hann.
Annars hava vit bert
hoyrt um, hvussu skjótt
okkara útisetahaldarar
fáa blaðið. Vanliga fáa teir
mikudagsblaðið hósdag
ella friggjadag og leygar-
dagsblaðið mánadag.
Blødini til hevuðsjarn-
breytastødina i Keyp-
mannahavn fara å post-
Fólkatingið og álitið
Stóru fíggjarligu vanda-
málini hava fert til, at
ríkisstjórnin gjerdi av at
skriva út fólkatingsval
23. oktober. Semjan mill-
um báðar stjórnarflokk-
arnar, javnaðarmenn og
vinstra, bar ikki uppum
prinsipiellu åskodanina
hjá flokkunum.
Tað er helst til lítla
nyttu í æsir at fara útí
bladskriving um hesi
mál, men so grovt for-
einklað sum Pauli Ellef-
sen setur spurningarnar
fram í Dimmu, ber nú
einaferð ikki til. Tað er
at halda veljararnar fyri
gjøldur. Hann fær tað til
at javnaðarmenn vilja
hava avlopið av øllum
fyritøkum i Danmark til
fakfeløgini medan
Vinstra vil hava eina
skipan hareftir hvør ein-
stakur lenmóttakari fær
sín part av avlopinum
góðskrivaðan.
Prinsipiella støda
javnadarmanna er, at
virkisavlop skal fara i
grunn vid ti endamåli at
tryggja so nógv arbeiðs-
pláss sum gjørligt.
Javnadarflokkurin
hevur altid mett tad vera
av størsta tydningi at
velja umboð á fólkating,
sum vilja verja og
fremja áhugamál okkara
í samvinnu við danir, og
í anda heimastýrislógar-
innar fremja tann
politikk, sum allir
flokkar eftirhondini
hava viðurkent at
arbeiða undir.
Tá tað aftur hesaferð
tykir sum um hevuðs-
gularót Sambandsins fer
at vera at fyrigykla
veljarunum, at javnaðar-
flokkurin ikki er nakar
heimastýrisflokkur burt-
urav, so er hetta at
venda ellum veruleikum
á høvdid. Gøbbelsteori-
in, endurtøka uttan i-
. hald, so svart gerst hvítt
og øvugt hevur framveg-
is jóladagar i Dimmu.
Allar yvirtøkur fram
til 1974, og tær vóru ikki
so fáar, eru gjerdar
meðan Sambandsflokk-
urin sat við leiðsluni i
landsstyrinum og aftrat
vid sterkari medvirkan
av Sambandsflokkinum
og tær sum seinri eru
framdar eru somuleiðis í
samsvar = við somu
heimastýrislóg sum
Sambandsflokkurin var
við til at fremja.
So einfalt er tað.
Hetta fólkatingsvalið
eigur ikki at vera ein
spurningur um at fáa
umboð á danatingi sum
mest hava sett sær fyri
at sáa misálit, mistreysti
millum fólk.
Vit hava sæð at mót-
partarnir í feroyskum
politikki, tá tað snýr seg
húsið á Havn samstundis
sum blødini til haldarar-
nar, so hetta sum lesarin
skrivar tykist okkum
legið.
Vit mugu tí biðja úti-
setasosialfan seta seg í
samband við sítt posthús í
Kbh., ti tað kann hugsast
at tað er har, tað er galið.
t.
um tjóðskaparspurning-
ar, hver í sínum lagi
nýta hevi til at sáa mis-
treysti, misálit. Heima
Pauli Ellefsen, uttan
samstundis at vísa á
gongdar leiðir á annan
hátt — og í fólkatingin-
um gjørdi Erlendur á
sinni hvat hann kundi
fyri at forsikra fólka-
tinginum at feroyingar
als einki samband vildu
hava við danir.
Hjá báðum eydnaðist
at fáa ljóð. Heima fekk
Pauli undirteku, ið sum
part hevur framt frukt-
arleysa naggatódn í
politiska arbeiðnum og á
danatingi hevur Erlend-
ur megnað at styrkja ein
heilan flokk til konse-
kvent at ganga ímóti
ollum veitingum til Fer-
oya.
- Komandi tíð fer at
sanna, at hollast er at
taka undir við Javnaðar-
flokkinum, tí umráðandi
verður at hava gott sam-
band við tann flokk, sum
á ríkisdegi altíð hevur
verið Feroyum hollur
stuðul og sum í komandi
tíðum givið kemur at
hava stóra ávirkan í
donskum politikki — og
harvið á feroyskan bú-
skap.
J. Lindenskov
——