Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. oktober 1979síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 sosialurin Nr. 77 — 6. oktober 1979 Framleiðir 1 7 milliónir lummaroknarar um mánaðin Heimsin minsti lumma- roknari, kassaapparat við veruteljing, kopimaskinur við fjølbroyttum megu- leikum og radio-tól við fre- kvensteljara er nakað av tí, Sharp verksmiðjan kundi sýna fram á eini framsýning fyrst í vikuni í Havn. Heimsins tynsti Millum teir mongu lummaroknararnar var eisini heimsins tynsti — einans 1,6 mm til tjúgdar. Hann hevur m.a. memory og goymslumøguleikar. Um tú ferðast i útlond- um, kann kursurin sláast inn á goymsluknettin, og tá tú so keypir, kanst tú, við at sláa krónutalið inn, síggja, hvat tú hevur keypt fyri í egnum valuta. Millum lummaroknarar- nar eru eisini fleiri nýggir við alskyns matematikk- ———w<—cøiðBAøn—<" Framhald frá síðu 5 landsstýrinum um trol- og garnaveiðu er orsekin til, at fútin ikki metur seg hava nóg sterkt grundar- lag at reisa ákæru á. Kunngerðin, sum er frá 7. mars í ár, er ein broyt- ing av ymsum eðrum kunngerðum. Tá lands- stýrið hevur gjørt kunngerðina, er eitt petti dottið burturúr. — Tá kunngerðin er broytt, er hon á einum stað blivin ógreið, so vit meta ikki, at vit hevdu kunnað fert eina sak móti Fiskakletti, sigur Nepper- Christensen, fúti, við Sosialin. Seinni er kunngerðin aftur broytt, og nú er hon rett. Aðrir ákærdir Hinvegin sleppa tveir aðrir trolbátar ikki undan ákæru, annar fyri at brúka ov smáar meskar og hin fyri ólógliga trolveiðu. Steða er enn ikki tikin um tann fjórða trolbátin, sum er tikin í ár. Fútin kundi hósdagin ikki upplýsa nevnini á hesum bátunum, tí teir, sum eiga lut í málunum, høvdu tá ikki fingið at vita, at ákæra verður reist. Akærumyndugleik- in fer at krevja, at teir ákærdu fáa einá bót um- framt, at hald verður lagt á reiðskap og veiðu. virkismeguleikum og hava teir rúm fyri 24 tel- um. Kassa-apparat til 250 verubólkar Sharp framleiðir kassa- apparat úr 3.000 upp í 34.000 kr. Tey dýraru hava hópin av virkismeguleikum. T.d. knettar til í mesta lagi 250 verubólkar og meguleika fyri goymslu- stýring, soleiðis at handilsmaðurin altíð kann fáa at vita, hvussu nógv er eftir og hvussu nógv er selt av einum ávísum verubólki. Eisini kann hann síggja, hvussu stór tann prosentvísa selan av viðkomandi veru er í mun til samlaðu selu. a. Í vár kom Sharp á mark- naðin við eini nýggjari kopimaskinu, sum er mun- andi betrað. Kopieringin er sum prentað. Harafturat eru myndakopi frálík. Hon kann kopiera á tunt pappír og eisini á tjúkt plakat-pappír. Somuleiðis á film. Ein enn meira fram- komin kopimaskina kann skipast soleiðis, at hon kann taka fleiri kopi av upp til 50 frumritum. Hon telir og vísir, hvussu nógv kopi eru gjørd og hvussu nógv eru eftir, eins og hon kann steðgast, soleiðis at onnur kopi kunnu gerast fyri síðani at halda fram við uppruna-kopieringini. Hendan maskina hevur A3 stedd og kann gera minni kopi enn frumritið er. Harafturat framleiðir Sharp eina minni og eina uppaftur sterri kopi- maskinu. Sharp framleiðir eisini radio-móttakarar, tunarar, motor-teigurin forstyrkjarar, hátalarar, bandspælarar og plátu- spælarar. Á framsýningini vóru m.a. nekur nýggj radiotól víst, sum hava frekvens- teljara og sendistyrki- og uppteku-lesara. Millum kasettu-band- spælararnar eru nakrir har tú, við at trýsta á ein knett við nummari á, kann velja eina ávísa uppteku. Hevur tú hug at hoyra uppteku nummar 5, so trýstir tú á knøtt 5, og bandið spolar seg fram til ta ynsktu upptekuna og spælir hana. Sami meguleikin er á plátuspælara, har armurin flytur seg til ta ávísu inn- spælingina, tú hevur avgjert at hoyra. Nekur upptekutól eru soleiðis skipað at tað ber til at seta tey at upptaka eina ávísa klokkutíð — t.d. tá tú er úti. Tað eru tvær fyritekur, sum umboða Sharp í Fer- oyum. D. J. Mortensen selir roknimaskinur, kassaapparat, diktafonir og kopimaskinur, meðan LM-handilin hevur stereo- tólini. Stjórin í General Motors: Stilla motorin koyr hóvliga og spar 15%! Tad er ikki neydugt, at ein størur bilur brukar nógv brennievni. Hann kann nærum brúka eins lítið og ein minni bilur. Harafturat kunnu lættliga sparast eini 15- 20 prosent av brenni- evni, um motorurin verð- ur justeraður — rætt inn- stillaður — og um koyrt verður hóvliga. — Hetta vil stjóriní General Motors í Dan- mark, Ole Blicher Jacob- sen, í øllum førum vera vid. Ole B. Jacobsen skriv- ar í eini grein at verður motorurin væl innstillað- ur, kunnu sparast eini 5- 10 pst. av brennievni. — Og > harafturat kunnu vit so koyra meira skilagott, enn vit gera i løtuni vid at hyggja longur fram i ferðsluna, og leggja ferdina soleid- is, at tad slepst undan at stedga ov ofta, ti tå skal ju »speedast« uppaftur. Við eini skilagóðari koyr- ing kunnu sostatt spar- ast eini 10 pst. afturat, soleiðis at samlaða spar- ingin verður 15-20 pst., leggur stjórin í General Motors afturat. Eisini vísir hann á, at munurin á brúkinum av brennievni ikki er so stórur hjá einum lítlum og einu stórum bili. Sum demi tekur hann ein tann minsta bilin á marknaðinum, , sum sambært eina roynd hjá FDM, Forenede Danske Motorejere, koyrir 15,7 km upp á liturin, tå ferðin er 90 km um tíman. Hann samanbert hendan bilin við ein OPEL REKORD, sum sambært eini- FDM- roynd koyrir 12,7 km upp á liturin við somu ferð. Í roknistykkinum roknar hann við, at bilar- nir koyra 15.000 km árliga og at bensinprís- urin er 2,80 kr. fyri lit- urin. Roknistykkið sæ so- leiðis út: ; Litli-bilurin Opel Rekord munur 2.675 kr. 3.307 kr. 632 kr. Tad er dyrari at koyra i einum størri bili, sjålv- andi, og tað hevur tað altíð verið, men hann er snotuligari og meira iheimligur, hann er tryggari og heldur betri, sigur General Motors stjórin. læknin skrivar Eftir áheitan frá blað- stjórnini hevði eg játt- að at skriva hendan læknateigin til Sosial- in. Blaðstjórin vildi fegin hava ein slíkan teig í hvert leygardags- blað, men haldi eg sjálvur, at tað er ov mikið. Eg kundi heldur hugsað mær at havt hendan teigin í blað- num umleið eina ferð um mánaðin. Spurnarkassar við- víkjandi sjúkum og læknateigar yvirhevur sigast at vera gott til- far í bleðunum, tað verður lisið av so at siga øllum. Man grund- in til tað vera, at vit eru so forvitin eftir at kenna til veikleikar hjá hverjum eðrum? Ella man grundin vera tann, at vit fegin vilja betra heilsuna ella varðveita eina góða heilsu við leiðbeining frá sakkønum? Iva- leyst bædi. Hin fyrst nevnda orsøkin fær onga undirtøku i hes- um teigi, ætli heldur at tala til sunna vit og skil hjå lesaranum. Upplysing skal til, hoyra vit so ofta, men hóast nógva upplýsing á ymiskan hátt eisini í tí heilsuliga økinum, so tykist so lítil bati vera. At fyribyrgja er betri enn at lekja, vita vit, og tí hevur verið gjert so nógv fyri at upplýsa um, hvussu vit best sleppa undan ymiskum sjúkum og brekum. Tí- líkt, sum vit sjálvi kunnu gera nakað við, og tí hava eitt sindur av ábyrgd av. Sum demi kann eg nevna sjúkur og brek, ið standast av royking, spiritusmisnýtslu, ov áti, ferðsluskaðum, ov lítlari likamsrøring og so framvegis. Alt hetta hava vit hoyrt um bædi eina ferð og fleiri ferðir hesi seinnu árini, men uttan at serligt úrslit spurdist burturúr. Roykingin er íkki minkað, spiritusnýtsl- an er okt munandi, fiti er framvegis ein stórur trupulleiki hjá alt ov nógvum, ferðsluskað- arnir vaksa í stórum, og fólk vilja heldur koyra í bili, enn ganga sær ein túr í haganum. Her má kortini fram- vegis upplýsing til, Um lækna- teigin áheitan og áminning til fólk, um at nýta skil og gera nakað sjálvi fyri at fremja eina góða heilsu. Vit hava jú ábyrgd yvir fyri okkum sjálvum í heilsumálum eins og yvir fyri sam- felagnum. Vit hava kanska lyndi til at skúgva ábyrgdina frá okkum yvir á samfelag- ið ella onkran annan, og so koma við atfinn- ingum og ábreiðslum, tá tað gongst okkum illa. Ábyrgd er tung at bera, vit mugu royna at taka við henni og tí avbjóðing, sum nú lívið hevur til hvenn einstakan av okkum. Er ábyrgðin ov tung at bera, kunnu vit leita hjálp ymsastaðni frá, meguliga er læknin ikki altíð tann rætti at leita til við sálarligum spurningum, men so kunnu vit leita onkran annan upp, sum vit hava álit á, og tosa um spurningarnar við hann ella hana. Prest- ar hava serliga útbúgv- ing innan sálarrekt og hartil tegnskyldu, so til teirra kann ein og hver venda sær, um brúk er fyri at fáa ráð og leiðbeining í ivamål- um av sálarligum slag. Fyri at gera hendan teigin meira fjelbroytt- an havi eg hug til at taka fram við hvert ymiskar hendingar og fyribrigdi, sum hava við heilsuviðurskiftini í Feroyum at gera bæði fyrr og nú. Eg fari tí at heita á lesararnar um at koma við upplýsing- um hesum viðvíkjandi, sum kunnu hava áhuga fyri hendan teig. Tað kunnu vera sjúkratil- burðir og viðgerðir av teimum undir serligum umsteðum, eisini umborð á skipi, flutn- ingur av sjúklingum, ferðir við lækna og jarðamóðir, og mangt annað, sum nú hver einkultur kann koma í tankar um. Brev um hetta kunnu sendast til læknateigin. Eisini eru spurningar viðvíkjandi sjúkum av almennum áhuga væl- komnir og verða við- gjørdir við vanligari tøgnskyldu. Sigvald Kristiansen — Eee