Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 1979síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 sosialurin Nr. 79 — 13. oktober 1979 kring oyggjarnar på " 2 629194N - V v = 207288 V i KI på NN i i - + 3 Í SÅ 61 477N | 0611'0 V f+ — 2 6IIr9N o6292v * x> Teir fýra aldumátararnir og positiónirnar hjá teimum. Talan er um at leggja út ein afturat, í ein landnyrðing úr Fugloynni Vaktar og bjargingar- tænastan spyr, um aldumáting- arnar eru til nakra hjálp Vaktar- og bjargingar- tænastan ynskir at hoyra frá fiskimonn- um, um aldumátingar- nar eru til nakra hjálp hjá teimum. Hetta verður upp- lýst í einum tíðinda- skrivi í samband við, at aldumátararnir nú aft- ur eru komnir at liggja rundanum oyggjarnar. Sagt verður, at frammanfyri hvenn aldumátara eru tveir forgangarar og skip og bátar verða biðin um ikki at koma nærri teimum enn 50 metrar. Handils- og frystivirkið sleppur at byggja uppí Bygdaráðið í Fugla- firði hevur samtykt at geva Handils- og frystivirkinum loyvi at byggja uppí virkið á einum eki, sum virkið í fjør leigadi frá komm- ununi. Byggiloyvið er treytað av, at lands- verkfreðingurin góð- tekur tað. Stjórin á Handils- og frystivirk- inum upplýsir, at ætl- anin er at longja eitt hálvtak niðanfyri virkið við 8 metrum og gera vegg fyri endan. Soleiðis fæst ein bygn- ingur uppá 840 m“: Ætlanin er at fara undir arbeiðið beinan- vegin og fáa tað liðugt Minnast Waag- stein við konsertum og framsýning 4. september í ár vóru 100 ár liðin síðan tóna- skaldið og listamaður- in, Jógvan Waagstein, varð borin í heim. Í samband við merk- isdagin verður skipað fyri tveimum konsert- um, 17. og 18. novemb- er. Samstundis verður ein listaframsýning í Listaskálanum í Havn fyri jól. Kostnaðurin er mettur at vera 500.000 kr. Tann nýggi bygning- urin skal nýtast til sama arbeiði, sum nú verður gjert undir hálvtakinum, tað er sundurskiljing av rá- fiskinum og fleking. Tað er fyri at gera tað meira arbeiðsligt, at ekið nú verður innilok- að. Handils- og frysti- virkið hevur í ár tikið ímóti 5.400 tonsum av ráfiski. Meginparturin, ella 80%, er upsi og kongafiskur. Alt árið í fjør keypti virkið sløk 4.000 tons av ráfiski. Tann eina konsertin verður í Havnar kirkju, meðan hin væntandi verður í Listaskálanum millum allar málning- arnar. Ætlanin er at gera eitt felagskór við sang- kórunum nærindis Havnini. Saman við hesum felagskórinum koma eisini kórini hver í sær at syngja saman við solistum. Venjingarnar fara fram á felagsskúlanum á Oyrabakka 28. oktob- er og 4. november. F.A. og F.F. mótmæla: Fritidarlønin verður ikki roknað upp í dagpeningin ! Grundarlagið undir - útrokningini av dagpeninginum er ikki rætt. Frítíðar- lenin, sum verka- fólk fáa, verður ikki tikin við í útrokn- ingunum. Tí verður dagpeningurin ikki 80 pst. av lenini, men bert 73 pst. Tað eru Feroya Arbeiðara- felag og Feroya Fiski- mannafelag, sum meta hetta í einum mótmælis- skrivi til Feroya lands- stýri og Almannastovuna. Feløgini eru komin eftir, at í útrokningini av dagpeningi verður bert grundarbeiðsmannalenin nýtt sum grundarlag fyri útgjalding. Roknað verður ikki við, at verkafólk eiga 9,5 pst. í fritidarløn. Hendan tulkingin ger, at endurgjaldið fyri sjúku verður ikki 80 pst., men bert 80/109,5 (len og frí- tidarløn av teimum ásettu 80 prosentunum) ella um 73 pst. Samsvarar ikki ætlanini Meginfeløgini halda ikki, at hetta er í samsvar við andan og bókstavin í dag- peningaskipanini. Tí fera feløgini í skrivinum fram: >Í $ 8 i »Lov om dag- penge ved sygdom eller fødsel« verður sagt, at »dagpenge beregnes på grundlag af lønmodtager- ens gennemsnitlige ugent- lige arbejdsindtægt i de sidste 5 uger.... Í $ 10 verður sagt, at »dagpeng- ene udger 80% af ind- tægtsgrundlaget eftir $ 8...- Og seinni verður sagt at tað er arbeiðsmannalen- in, sum er grundarlagið fyri útrokningini. Víðari siga feløgini: — Vit meta, at tað kann ikki vera nakar ivi um, at omannevnda inntøku- grundarlag = má vera aktuella timalønin + frítíðarlen. Sjálvt um fritiåarlønin ikki verður útgoldin beinanvegin, so er hon so sanniliga for- vunnin og skal jú skattast saman við sjálvari tíma- lenini. Og vit meta, at tað kann ikki vera nakar ivi um, at endamálið við dag- peningaskipanini er, at prinisipielt skal ein ar- beiðsmaður fáa 80% endurgjald fyri mista inn- teku, men tað fær hann ikki sum er. Felegini vísa eisini á, at eitt annað úrslit at gald- andi tulking verður, at verkafólk ikki fáa teirra lógásettu frítíð. Er eitt verkafólk sjúkt í tríggjar mánaðir, so eigur viðkomandi bert frítíðar- len fyri tríggjar vikur frá arbeiðsgevaranum árið eftir. Við ongari fritidarløn fyri ta tíð viðkomandi hevur verið sjúkur, verða ikki meira enn nevndu tríggjar vikur í frítíð, siga felegini, sum halda, at hetta má vera ein upplagdur skeivleiki. — Vit meta hetta vera eitt mistak, og vilja vit heita á landsstýrið og Almannastovuna um at taka hetta mál til viðgerð- ar og rætta reglurnar, so- leiðis at endurgjaldið veruliga verður tey nevndu 80 prosentini, siga F.A., og F.F. at enda i skrivinum, sum er undir- skrivað av Jóhannes Olsen og Óla Jacobsen. Verður kannað Sosialurin hevur biðið um eina viðmerking frá lands- stýrismanninum í almannamálum, Jákup Lindenskov. Hann sigur, at hann hevur fingið skrivið og at tað verður kannað nú. Víðari sigur Jákup Lindenskov,« at hann hevur ikki verið blindur fyri, at viss ting mugu metast av nýggjum. — Ætlanin var, at dag- peningur skal latast av vanligari løn. Eg trúgvi at vit hava ikki.hugsed um annad enn, at dagpen- ingurin skuldi vera 80 pro- sent av lønini å årligum grundarlagi, sigur Jåkup Lindenskov. Viðalund í Miðvági — Kemur at liggja í betri lendi enn aðrar viðalundir í Føroyum Móti våri verður farið undir at gróðurseta tre á einum uml. 10.000 m? stór- um eki í Tungu í Miðvági, sum er skógfriðað og av- lagt til viðalund. Økid varð stikað inni í summar og nú verður arbeitt við at reinsa ánna. Hon liggur í tí innistikada økinum. Gott lendi Tað er Miðvágs kommuna, sum er komin við uppskotinum at gróð- urseta tre í Tungu. Leivur Trónd Hansen, skógfúti, sigur, at tað verður ikki nekur viðalund í landinum, sum kemur at liggja í so góðum lendi sum tann í Miðvági. Jerðin er góð og har er veðurgott. Leivur Trónd Hansen sigur, at ætlanin er í fyrsta umfari at gróður- seta uml. 2000 tre, fyri tað mesta furu, men eisini ym- ist leyvtre. Áin kemur at renna gjøgnum viðalundina. Tann gamli kirkjugarðurin er tikin uppí ekið, sum er stikað inni