leygardagur 13. oktober 1979síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin
Nr. 79 — 13. oktober 1979
Vandin
SAMBANDSFLOKKURIN tykist ikki
at hava góða samvitsku nú fólka-
tingsval verður. Dimma og sam-
bandsmenn royna at fáa fólkatings-
valið at snúgva seg um alt annað enn
fólkatingsmál.
TEIR ROYNA AT gera fólkatingsvalið
til eitt val ímillum høgra og vinstra
politikk her heima í Føroyum. Teir
royna eisini at gera fólkatingsvalið til
eina veljarakanning, har fólk fáa høvi
til at siga frå, um tey eru nøgd við sit-
andi landsstýri og tess politikk.
OG ALT HETTA ER av góðum grund-
um. Hetta kemst av, at sambands-
flokkurin yvirhøvur ikki kann tosa
við um fólkatingsarbeiðið, tá hann
ikki hevur virt fólkatingssessin stórt
meira enn fólkaflokkurin og tjóð-
veldisflokkurin hava gjørt.
Á FÓLKATINGI HEVUR Pauli Ellef-
sen verið limur av tingbólkinum hjá
vinstra. Ur Danmark frættist nú, at
vinstra, teir konservativu, sentrums-
demokratarnir og Kristiligi fólka-
flokkurin miða ímóti at skipa eina
borgarliga minnilutastjórn eftir valið.
Men hetta letur seg einans gera við
stuðli frá framburðsflokkinum.
ENDAMÁLIÐ HJÁ framburðsflokkin-
um og Glistrup er at minka um tann
danska stuðulin til Føroyar og at
loysa Førovar frá Danmark. Sostatt
er tað nú ivasamt um føroysk
loysingarfólk ikki gera klókari í at
atkvøda uppá Paula Ellefsen og sam-
bandsflokkin heldur enn Erlend
Paturson og tjóðveldisflokkin.
MUNURIN ER TANN, at eitt tjóð-
veldisumboð einans umboðar ein litl-
an føroyskan loysingarflokk, sum
yvirhøvur onga ávirkan fær á fólka-
tingi, meðan eitt sambandsumboð
kemur at stuðla ein borgarligan
blokk, har tann stóri loysingarflokk-
urin hjá Glistrup fær buktina og
báðar endarnar.
ØLL TEY, SUM ikki vilja hava tær
stóru broytingarnar i vidurskiftunum
millum Føroyar og Danmark, siggja
ein vanda i ti, at atkvøda uppá tjóð-
veldisvalevnini, og eiga at siggja ein
enn størri vanda i ti, at atkvøda uppå
sambandsvalevnini og harvid
Mogens Glistrup.
VEGLEIÐING TIL GREIN I SOSIALINUM 6.10.79
KALLISKIPAN TIL TEY, SUM FÁA HEIMAHJÁLP
Fyrst skal undirstrikast,
at henda umredda
skipan við røkt alt døgn-
ið í heimunum, er leidd
av sjúkrasystrum í sam-
starvi við heimahjálp-
ina.
Tað letur til, at grein-
skrivarin, ella tann, sum
hevur givið upplýsingar-
nar, ikki skilur munin
millum heimahjálp og
heimasjúkrasystrar.
Her er ein stórur mun-
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar vid, at treytin
fyri at fåa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blad-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
ur og eiga tey respektivu
fakfeløgini at greiða
fólki frå hesum.
Degnrektarskipanin í
Viborg kommunu hevur
verið nógv umredd í okk-
ara tíðarriti og hava vit
fylgt við hesum tiltaki
við stórum áhuga. Vit
vita eisini, at orsekin til
at vit her i Føroyum eru
eftirbátar innan hetta
ekið er tann at ongin
leiðari er settur til
primeru heilsurektina.
So er spurningurin, hví
ongin leiðari er settur. Í
øllum førum er hetta ov
vánaliga skipað fyri og
er tað ikki áhugin hjá
sjúkrasystrafelagnum
ella sjúkrasystrum sum
heild, ið vantar.
Longu í 1972 varð álit
gjert viðvíkjandi pri-
meru heilsurektini.
Hetta liggur úti í lands-
stýrinum enn og er ikki
komið víðari anno 1979.
Tað, sum ikki verður
nevnt í greinini, er, at í
Viborg kommunu eru 21
heimasjúkrasystrar til
38.000 fólk. T.v.s. tað
sama sum 1 sjúkrasyst-
ur til 1800 fólk.
Til sammetan hava vit
í Havn 1 sjúkrasystur og
skuldu vit so aftur sam-
mett hesar báðar
kommunurnar, áttu vit
at havt 7 heimasjúkra-
systrar her í býnum. Tað
er eyðsæð, at best var
um ell kundu verið í
sínum heimi longst gjer-
ligt. Men sum nú er,
tekur ongin ábyrgdina
av sjúkrarektini í heim-
unum. Sjúkrarekt er ikk
bara at geva sproytur og
rekta sár. Í Viborg
kommunu arbeiða
sjúkrasystrar nógv við
psykiskari røkt, pínuvið-
gerð, samstarv við
familju o.s.fr.
Hetta kann ikki ger-
ast her í Føroyum, uttan
so at heimasjúkrasystra-
skipanin verður sett á
stovn við einum leiðara,
ongantíð ov skjótt.
Sjúkrasysturin við út-
búgving til tess, má vera
við í hesum arbeiði, má
verða tann sum leiður og
tekur ábyrgdina av hes-
um arbeiði.
At tosa um kalliskip-
an og degurðamat,
áðrenn vit hava fingið
skipaðar | umsteður í
aðrar mátar, er burtur úr
vón og viti.
Súsanna Johannesen
Margit Thomsen
Ása í Gerðinum
Gurli Restorff
Jonna v. Á
HVÍ SKRIVAR TÚ ÓSATT?
Góði Dánjal!
Hví skrivar tú ósatt? —
Tú veitst fullvæl, at lands-
stýrismenninir úr tjóð-
veldisflokkinum skutu
upp Boga Hansen og meg
í orkuráðið, men at tú setti
teg hart ímóti hesum.
— Um tú hevði 5 ella 30
mans í uppskoti tínum til
orkuráð hevur einki við
málið at gera. Mær vit-
andi er tú í hvussu so er
ikki valdur at vera eina-
valdsráðharri, hóast tú
kanska heldur tað sjálvur.
— Eg tonki her millum
annað um tað »kvett« tú
gjerdi í samband við sjón-
varpsmálið í okt. í fjør. —
Eg tonki eisini uppá,
hvussu tú hevur roynt at
billa Feroya fólki inn, at
utlendski landbúnaðar-
freðingurin (sum tú sjálv-
ur valdi) hevur sagt, at
Heygsgarður er »besti«
garður til royndarsteð. —
Hetta er heldur ikki satt,
tí biði eg teg: Les álit
hansara um aftur !
Eg tonki eisini uppá
hvussu tú á landbúnaðar-
stevnuni ikki minni enn 2
ferðir førdi fram at búnað-
armenn ikki vóru »bunir«
til at akseptera broytingar
í Jarðarlógini frá 1937/38.
Viðvíkjandi segu
SEV's, sum tú er so errin
av at hava luttikið í, má eg
bert siga at hesi søgu
skammist eg sum Feroy-
ingur og serfreðingur
yvir!
At tú ikki trýr uppá
meg er einki nýtt — tú
trýr í heila tikið ikki uppá
nakran, ið tonkir annað-
leiðis enn tú sjálvur, og
tað er spell.
Við heilsan
T. Dahl
CE
LOSSINGARMADUR I HAVN
Tað var nu spell, at tú ikki
kundi vera lossingarmað-
ur her, tí so hevði sjálv-
andi alt verið í lagi, serliga
um tú fór til verka í trett-
anda mánaðinum.
Fyri gott tveimum ár-
um síðani var serligt skeið
í Havn, sum Ídnaðarstov-
an skipaði fyri. Har var
serkøn leiðsla, bæði før-
oysk og útlendsk og enda-
málið var at fáa reiðiliga
gongd á tilvirkan av
skinnverum og -lutum fyri
at stimbra hinum fer-
oyska heimaídnaðinum,
og gera hann meira fjøl-
broyttan.
Tá henda fyritekan,
sum aftaná skeiðið varð
uppreklamerað frá ymsum
Framhald av síðu 5
luftin er toluliga rein, har
hann er. Framvið Hoy-
dalsvegnum til demis er
hann ikki at finna, sigur
Leivur Trónd Hansen.
Mosin trívist ikki á tre-
um, sum vaksa væl. Men
hann er lættur at fáa av
teimum treum, sum hava
hann. Ein mátin er at geva
teimum teð, so doyr mosin
alt fyri eitt.
Brúka fuglar
ístaðin fyri eitur
Leivur Trónd Hansen sig-
ur, at tað eru ongar álvars-
ligar sjúkur í treunum í
Viðalundini. Men har er
maðkur, sum legst á blød-
ini.
Tað verður tó ikki brúkt
eitur móti honum. Tað eru
10 ár síðani eitur varð
sprænt í Viðalundini.
Hetta vil kortini ikki siga,
at maðkurin fær frið.
Leivur Trónd Hansen sig-
ur, at hann fóðrar smá-
fuglarnar í Viðalundini.
Men fuglurin leggur eisini
eftir maðkinum og sostatt
kemur hann ístaðin fyri
eitrið.
Tað hevur verið nógvur
maðkur í summar, tí
veturin var góður fyri
hann, men ringur fyri fugl-
arnar.
síðum, vísti seg at hava
leiðslu í Havn, haldi eg, at
»lossingarmadur« skal
kanna eftir, hvussu nógv,
ið har arbeiða og serliga,
um tey eru lent eftir sátt-
málanum. Ella er verkfall
har við?
Tá tú hevur gjert hesa
kanning, kunnu vit fara at
sammeta og geva eina
felags frágreiðing.
Við heilsan
Jóhs. Olsen
Til limir Føroya
. Sjúkra-
jálparafelags
Aðalfundurin verður á Hotel Hafnia
(Parnassinum) fríggjadagin 26.10. kl.
19.30.
Skrá samb. lóg felagsins.