Sosialurinarkiv
Sosialurin 1979-10-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. oktober 1979síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 79 — 13. oktober 1979 0 sosialurin Síða 7 Bert ein flokkur virkar eftir Vilhelm Johannesen, blaðstjóri Tað var við bit og slit, at tað í 1948 eydnaðist okk- ara farnu stridsfeløgum í javnaðarflokkinum, at draga sambandsflokkin við til at fremja heima- stýrisskipanina. Aðrir flokkar, eitt nú fólka- flokkurin, og seinni eis- ini tjóðveldisflokkurin, hava verið hart ímóti heimastýrislógini. Teir hava øll hesi árini tosað og skrivað niðursetandi og vanvirðisliga um hesa lóg. Sambandsflokkurin vildi varðveita okkara stødu sum danskt amt og fólkaflokkurin vildi leypa út í loysingina. Millum hesar báðar flokkar stóð javnaðar- flokkurin sum tann fremsti og heitast tals- maðurin fyri heima- stýrisskipanini. Hevdi sambandsflokkurin vunnið tá, so vóru vit ikki komnir longur í dag, enn vit vóru í 1948, ella við eðrum orðum høvdu vit verið á sama stigi, bæði vinnuliga, fíggjar- liga, sosialt og mentun- arligt, sum vit vóru áðr- enn heimastýrisskipanin kom. Hevði tað hinvegin verið fólkaflokkurin, sum vann tá, ella heyði tjóðveldisflokkurin vunnið seinni og ioys- ingin verið veruleiki, so er hetta ein tanki, sum ongin av okkum torir at hugsa. Vit kunnu verða samd um, at framburðurin hevur verið rættiliga stórur á øllum økjum samfelagsins hesi gott og væl 30 árini vit hava virkað undir heima- stýrisskipanini. Allir flokkar hava nú roynt seg á stjórnarpallinum undir hesi skipan, og skulu vit trúgva teirra egnu orðum, so hava teir fingið ófera nógv og eisini sera væl burtur úr. Tað, sum eyðkennir flokkarnar báðu megin javnaðarflokkin í spurn- inginum um viðurskifti okkara við Danmark, er, at teir vilja fylgja heima- stýrislógini í summum førum, men ikki í eðrum førum. Tjóðveldismenn > % og fólkafloksmenn vilja fegnir fylgja heima- stýrislógini, tá hon loyvir okkum at flyta umsiting av felagsmál- um heim til Feroya, ella tá hon loyvir okkum at gera felagsmál til før- oysk sermál. Men tá talan er um fólkatings- sessirnar, sum eisini eru ein partur av heimastýr- islógini, so kenna vit øll orð teirra um, at fólka- tingssessirnir ongan týdning hava, at teir eiga at verða avtiknir, at vit onki hava við hetta danska val at gera o.s.fr. Sambandsmenn vilja hinvegin fegnir fylgja heimastýrislógini, tá tað ræður um at hava umboð á fólkatingi, men teir vilja ikki fylgja heima- stýrislógini, tá talan er um at flyta umsiting av felagsmálum heim til Føroya og á føroyskar hendur ella tá talan er um at gera eitt málseki, sum er felags, til fer- oyskt sermál. Eftir stendur so ein flokkur, sum hevur sýnt, at hann vil virka eftir heimastýrislógini í ollum førum, og tað er javnad- arflokkurin. Javnadar- flokkurin = viðurkennir týdningin av fólkatings- sessunum og hevur nýtt hesar sessir til mikið gagn fyri føroyingar og føroyska samfelagið. Javnaðarflokkurin hev- ur sýnt, at hann vil virka eftir heimastýrislógini, tá tað t.d. tænir Feroy- um og føroyingum at flyta umsiting av felags- málum heim til Feroya og á feroyskar hendur ella tá tað er skilagott og gagnligt fyri føroyingar og føroyska samfelagið, at eitt felagsmál verður gjert til foroyskt sermál. Longu í 1948 sóu P. M. Dam, sáli, Loui Zachariasen, sáli og aðrir, at tað eina ferð seinni í tíðini fór at verða bæði rætt og rímiligt, at flyta umsitingina av felagsmálum heim til Feroyar, og somuleiðis at tað eisini seinni í tíðini fór at verða bæði rætt og rímiligt, at heimastýrið heimastýrislógini yvirtók onkur felagsmál. Tí gjerdu teir hetta meguligt við heimastýr- islógini. Men hesum hava sambandsmenn enn ikki í 1979 fingið eyguni upp fyri. Ja, ein má siga, at eftirbátar skulu valdast. Í Dan- mark hava menn nú eis- ini funnið út av, at tað er rættari og betri, at um- sitingin av skúlaverkin- um, heilsuverkinum og almannamálunum fyri t.d. Fyn, liggur á Fyn og er í hondunum á Fyn- búgvum sjálvum heldur enn í Keypmannahavn. Sambandsmenn tosa um nógvar og kostnaðar- miklar yvirtekur. Talan er í veruleikanum bert um eina veruliga yvir- teku. Tað er yvirtekan av postverkinum. Hesi árini postverkið hevur verið á føroyskum hond- um, hevur raksturin hvílt í sær sjálvum, og í hesum ári verður frí- merkjaselan mett at geva 25-30 mill. kr. Við tað, at meginparturin av hesi selu fer til útlandið, eru frímerkini okkara næststersti útflutnings- bólkur, og frímerkjadeildin hjá postverkinum hevur eis- ini skapt fleiri nýggj arbeiðspláss til fólk, sum annars hevdu ilt við at finna hóskandi arbeiði. Postgirostovan er annar stovnur undir postverkinum. Her er talan um eitt arbeiðs- pláss, sum er flutt úr Keypmannahavn heim til Feroyar, samstundis við at tann feroyski pen- ingurin, ið stendur inni á postgiro, nú er í umfari í føroyska samfelagnum heldur enn tí danska. Tað eru fleiri orsekir til, at javnaðarflokkurin metir fólkatingssessir- nar at hava týdning. Ein orsek er, at vit hava úr- slit at vísa á, sum m.a. eru rokkin, tí at javnað- arflokkurin hevur átt umboð í danska fólka- tinginum. Soleiðis kann verða nevnt, at feroyska um- boðanin í Norðurlanda ráðnum er eitt beinleiðis úrslit av, at javnaðar- flokkurin hevur átt umboð á fólkatingi, og tað sama kann sigast um ílegugrunnin ella tann sonevnda 60 mill. grunn- in, sum byrjaði við ein- um stovnsfæ uppá 60 mill. kr., sum seinni varð hækkað til 114 mill. kr. o sum nú, við teimum sein- astu tilskrivingunum, er komið uppá 140 mill. kr. Eisini kunnu vit nevna tad, at ein føroyskur tænastumadur nú í nekur ár hevur havt sæti í danska uttanríkisráð- num og tekur sær av fer- oyskum áhugamálum har, og somuleiðis tað, at føroyingar kunnu seta fólk inn á donsku sendi- stovurnar í teimum lond- um, har vit hava serstek áhugamál at rekja. Víð- ari kunnu vit nevna, at landskassin hevur fingið trekkningsrætt til danska tjóðbankan, at ríkið hevur játtað pening til eina sjúkradagpen- ingaskipan, at ríkiskass- in hevur játtað pening til útbygging av heils- og skúlaverkinum o.s.fr. Ein onnur orsek til, at javnaðarflokkurin metir fólkatingssessirnar at hava týdning er, at fleiri målsøkir samb. heima- stýrislógini eru felags og tí verða viðgjerd bæði á løgtingi og á fólkatingi. Ímillum hesi mál, sum verða goldin við tí sterra helminginum úr ríkis- kassanum, eru serstak- liga trý stór og týdn- ingarmikil málsekir. Tey eru almannamálini, sum í fíggjarárinum 1977/78 kostaðu ríkiskassanum 79,8 mill. kr., skúla- verkið, ið kostaði ríkis- kassanum 55,9 mill. kr. og heilsuverkið, sum kostaði ríkiskassanum 47,8 mill. kr. Ein triðja orsek til, at javnaðarflokkurin metir fólkatingssessirnar = at hava týdning, er at fáa vit fólkatingsumboð vald, sum veruliga rekja fólkatingsarbeiðið, so er umboðið eitt frálíkt bindilið ímillum heima- stýrið og ríkisstjórnina. Og júst tí er tað ikki líka mikið, hvussu fólka- tingsumboðini verða vald. Tjóðveldismenn og fólkafloksmenn, sum standa eðrumegin javn- aðarflokkin í spurningin- um um viðurskifti okk- ara við Danmark, hava ferð eftir ferð undirstrik- að, at fólkatingssessirnir ongan týdning hava, at fólkatingsumboðini eiga at verða avtikin og at vit onki hava við eitt danskt ting og eitt danskt val at gera. Teirra endamál er sostatt at gera fólka- tingssessirnar so týdningarleysar sum meguligt og tað sigur seg sjálvt, at menn og flokkar, sum hava tílíkt fyri eyga, ongantíð kunnu koma heim av danatingi við nekrum góðum úrsliti fyri okkara fólk og land. Sambandsflokkurin, sum stendur hinumegin javnaðarflokkin í spurn- inginum um viðurskifti okkara við Danmark, tykist ikki at hava góða samvitsku, nú fólka- tingsval stendur fyri framman. Dimmalætt- ing og sambandsmenn royna nú av øllum alvi at fáa fólkatingsvalið at snúgva seg um alt annað enn fólkatingsmál. Teir royna at gera fólkatings- valið til eitt val ímillum hegra og vinstra politikk her heima í Feroyum. Teir royna eisini at gera fólkatingsvalið til eina veljarakanning, har fólk fáa hevi til at siga frá, um tey eru negd við sitandi landsstýri og tess politikk. Teir royna at gera fólkatingsvalið til eitt val um alt annað enn júst fólkatings- arbeiði. Og hetta er av góðum grundum. Hetta kemst av, at sambands- flokkurin yvirhevur ikki kann tosa við um fólka- tingsarbeiðið, tá hann hevur virt fólkatings- sessin eins lítið, sum fólkaflokkurin og tjóð- veldisflokkurin plagdu at gera. Á fólkatingi hevur Pauli Ellefsen verið lim- ur av tingbólkinum hjá vinstraflokkin- um. Ur Danmark frætt- ist nú, at vinstri flokk- urin, konservativi fólka- danska flokkurin, Centrums- demokratarnir og Kristi- ligi fólkaflokkurin miða ímóti at skipa eina borg- arliga minnilutastjørn eftir valið. Men hetta letur seg einans gera við stuðli frå framburðs- flokkinum hjá Mogens Glistrup. Og endamálið hjá danska framburðs- flokkinum og Mogens Glistrup er at minka ríkiskassans -studul til føroyska samfelagið og helst at loysa Feroyar frá Danmark. Sostatt er tað nú ivasamt, um fer- cysk loysingarfólk ikki gera rættari í, at at- kveða uppá sambands- valevnini heldur enn tjóðveldisvalevnini. Munurin r tann, at eitt tjóðveldisumboð einans umboðar ein lítlan fer- oyskan loysingarflokk, sum yvirhevur onga ávirkan fær á fólkatingi, meðan eitt sambands- umboð skal stuðla ein borgarligan blokk, har tann stóri danski loysingarflokkurin hjá Mogens Glistrup fær buktina og báðar endar- nar. Var eg sjálvur nú loysingarmaður, so vildi eg umhugsað gjella, um mín loysingaratkveða ikki fór nógv betur og hentari til sambandsval- evnini heldur enn til tjóðveldisvalevnini. Øl] tey, sum ikki vilja hava tær stóru broyting- arnar í viðurskiftunum millum Feroyar og Dan- mark, eiga at síggja ein vanda í tí at atkveða uppá tjóðveldisvalevnini og ein uppaftur sterri vanda í at atkveða uppá sambandsvalevnini og harvið Mogens Glistrup. Javnaðarflokkurin er ein heimastýrisflokkur. Flokkurin vil virka innanfyri tann karmin, sum heimastýrislógin á- setur, og sostatt vita tit ell, hvat ein atkveða uppá javnaðarflokkin fer til. Gott val Vilhelm Johannesen