Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juli 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 141 - 26. juli 2002 Nr. 141 - 26. juli 2002 17 ÓLAVSØKAN Í SMIÐJUNI Við originalinum úr Sosialinum - síggj teir áðrenn grannin Opið er hesar tíðir: Fríggjadagin 26. juli frá 16-20 Leygardagin 27. juli frá 14-20 Sunnudagin 28. juli frá 14-20 Mánadagin 29. juli frá 14-20 Týsdagin 30. juli frá 16-20 Allar original tekningarnar er til sølu Vit bjóða okkum eisini til at leggja lit á allar 2000 tekningarnar, sum eru í Skemt bókunum og á frams ningini. Stødd eftir ynski Jan Christiansen heldur, at stóru pri- vatu urtagarðarnir í Havn eru ov afturlat- nir fyri almenningi- num at njóta. Fyri nøkrum árum síðani skipaði kommunan fyri, at Grasagarður varð latin upp, og nú eigur túrurin so eisini at koma til aðrar urtagarðar NÁTTÚRAN Ragnhild Ellingsgaard Ferðafólk hava ofta á munni, at Føroyar eru eitt av vakrastu londum í heimi- num. Her verður serliga hugsað um ríku náttúruna, vit eiga rundan um okkum. Harafturímóti hava vit før- oyingar meir enn so lyndi til at gloyma at virðismeta allar teir ríkdómar, ið liggja í Føroyum. Onkrir eru lætt- ir at bera eyga við, meðan aðrir eru meira goymdir fyri almenninginum. Í Havnini liggja eisini fleiri ríkdómar, sum vanligi borgarin møguliga ikki er varugur við. William Heinesen og John Davidsen hava báðir hálovað Havn- ini, og ofta góvu teir Fúta- garðinum, Amtmansgarði- num og Dómaragarðinum nógv pláss í skriving teirra. Hesir garðar eru leivdir av eini tíð, tá Havnin var rættiliga nógv øðrvísi enn í dag. Hetta var ein tíð, tá fólk dugdu at virðismeta tær gávur, ið náttúran gav teimum. Nakað, sum tey flestu av okkum í ein stóran mun hava gloymt í dag. Garðar privat ogn Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn, dylur ikki fyri, at hesir tríggir gomlu urtagarðar eru alt ov aftur- latnir fyri vanliga borgari- num. Hetta eru tríggjar perlur, sum liggja mitt í Havnini, men hóast tað eru tey mong í tali, sum als ikki vita av hesum skattum. – Vit í kommuni hava ofta tosað um, hvussu vit fáa opnað garðarnar fyri al- menninginum, soleiðis av borgarin eisini kann njóta gott av vakra umhvørvi- num, greiðir Jan frá. Fyri nøkrum árum síðani skipaði Tórshavnar Komm- una fyri at lata upp Grasa- garð, soleiðis at øll fingu møguleikan fyri at njóta eina løtu saman í hugnaliga umhvørvinum. – Sjálvandi skal almenn- ingurin hava møguleika fyri at kunna njóta tær perlur- nar, sum náttúran gevur okkum. Trupulleikin er bara, at í summum førum eru perlurnar privat ogn, greiðir Jan frá. Fyri nøkrum árum síðani vendi Tórshavnar Komm- una sær til ríkisumboðs- mannin, sum tá var búsit- andi í Amtmanshúsinum við einum spurningi, um tað ikki bar til at lata partar av garðinum upp fyri al- menninginum. – Men svarið var stutt og greitt nei, sigur Jan. Hann greiðir víðari frá, at sjálvur hevur hann tó tosað við ein av ríkisumboðs- monnunum, sum fyrr hevur búð í húsinum, og hesin dugdi ikki at síggja nakran trupulleika viðvíkjandi ætlanunum hjá kommun- uni. – Nú hava vit aftur fingið ein nýggjan ríkisumboðs- mann, so nú er bara eftir at spyrja hana, greiðir Jan frá, og sipar hervið til, at ítøki- ligar ætlanir eru um at lata upp perluna mitt í býnum. Býurin hevði fríðkast Seinastu árini hevur Tórs- havnar Kommuna gjørt nógv fyri at fríðka um býin, soleiðis at tað grøna í náttúruni kemur meir til sjóndar. Millum annað er hampað runt um Heinesen’s Hús og Sloan’s Hús, og eisini eru fleiri av garðunum í býnum lækkaðir, soleiðis at ein betur fær útsýni yvir alt tað grøna, sum fjalir seg aftan- fyri. – Tað er synd fyri býin, at ov lítið av náttúrini sást. Til dagliga leggja vit einans merki til asfalt og grót. Meir grønt hevði avgjørt fríðka um býin, heldur Jan. Men sum nevnt, so er talan jú sum oftast um privatar ognir, og tí mugu samráð- ingar í gongd, um garðarnir skulu latast upp. – Men hetta er avgjørt nakað, ið vit sum kommuna eiga at arbeiða enn meira við í framtíðini, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu. Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu: Vit eiga at lata upp urtagarðar í Havnini Jan Christiansen heldur, at Tórshavn skal gerast eina grønari býur Teir stóru urtagarðarnir í Tórshavn eru flest allir privat ogn, og tí mugu samráðingar í gongd, um garðarnir skulu latast upp C M Y K 17 16