Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-07-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juli 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 141 - 26. juli 2002 Nr. 141 - 26. juli 2002 19 Á Fornminnissavnin- um í Brekkutúni í Hoyvík leggja tey í hesum døgum sein- astu hond á framsýn- ingina, ið skal vísa fram forngripirnar, sum heimkomnir eru úr Danmark. At ljósið enn sum áður nærum bert verður varpað á kirkjubøstólarnar, halda savnsfólkini vera ikki sørt spell, tí so mangir aðrir lutir av stórum týdningi eru at finna í rúgvuni av fornlutum, sum nú verða settir fram til sýningar FORNGRIPIR Dagfinn Olsen At trína innar í Brekkutúni 6 í Hoyvík, er sum at trína innar í annan og fornan heim. Og tað er í veru- leikanum eisini tað, sum tað snýr seg um, tí her heldur Føroya Fornminnis- savn til og framsýningar av fornlutum. Handan enn stongdar dyr gongur tað mest spennandi á hesum stað fyri seg í løtuni. Leygardagin klokk- an 14 lata dyrnar upp fyri almenninginum, og tá skal framsýningin av fornlutum, ið heimkomnir eru av danska tjóðsavninum, vera klár at vísa fram. Og hetta er ein sýning, ið sýnir fram mangt, ið er av alstórum týdningi søguliga og ikki minst granskingar- liga. Lív í millum fornlutirnar Almenningurin og miðlar hava mest havt á lofti gitnu kirkjubøstólarnar. Men har er eisini annað. Og vit settu okkum fyri at seta fram spurningin, um vit ikki kundu koma framvið og frætta um okkurt annað, enn stólarnar, sum hava fylt nógv í almennum kjaki í mong ár og sum hava fingið ljós varpað á seg, so skuggin er langur og hong- ur yvir mongum øðrum lutum, sum eisini væl tola ljós og umtalu. Og tað var, sum kom lív í fólkini, ið stillisliga og varisliga hjúkla um gomlu fornlutirnar í heimkomnu sýningini. - Tað er fyri neyðini og eitt gott hugskot, at okkurt annað eisini verður drigið fram í ljósið, at vit flyta fokus eitt sindur, eru fyrstu orðini hjá Arna Thorsteins- son, fornfrøðingi og fyrr- verandi landsantikvari. - Ikki tí, kirkjubøstólarnir eru fínir og hava stóran týdning. Alt gott um teir. Men her er eisini so mangt annað, so tað er gott, at ljós eisini verður varpað á aðrar fornlutir. Men hví hava stólarnir úr Kirkjubø fingið so stóran leiklut, at teir hava hug at kasta skugga yvir aðrar lutir, ið eisini hava stóran týdning, men eru púra ókendir? - Jú, kirkjubøstólarnir eru fínir og hava týdning. Men hetta hevur helst nakað at gera við, hvat tosað og skrivað verður um. Hvat miðlafólk og onnur velja at gera burturúr. Og stólarnir hava verið frammi í miðl- um og politiskum og almennum kjaki í 100 ár ella meira, metur Arne Thorsteinsson, ið fegnast um møguleikan at sleppa at siga frá um aðrar lutir í forvitnisliga savninum av heimkomnum fornlutum. Søguligir persónar Framsýningin av lutunum, sum heimkomnir eru úr Danmark, letur upp leygar- dagin. Talan er um eina pre- sentatiónsframsýning, ið stendur uppi eina tíð, áðrenn lutirnir verða settir saman við tí, ið annars er á Fo r m i n n i s s a v n i n u m frammanundan. Vit fara innum stongdu dyrnar og Arne greiðir frá, meðan savnsvørðar, savns- tøkningar og elektrikarar starvast millum liðug og hálvliðug glasbúr og aldar- gamlar lutir. - Sýningin er bygd upp, so sum lutirnir nú einaferð eru innkomnir á savnið í Danmark. Fyrsta rúmið er tað, ið hoyrir til Oldnordisk Museum, tað er innkomið frá umelið 1817. Næsta rúm er tað, sum er úr Kirkjubø og 3. rúm er tað, ið hoyrur til Dansk Folke- museum, har tað fyrsta úr Føroyum kom inn í 1888 og tað síðsta í 1966, sigur Arne Thorsteinsson. - Í 1817 byrjaði samband millum Føroyar og danska savnið. Lyngbye prestur greiddi frá um doypifuntar. Seinni kom so ein ferða- maður, ið varð sagdur at hava eitt kanska ivasamt greivaheiti. Hann tók doypifuntarnar og ein stein- kross úr Kirkjubømúrinum við sær til Danmarkar. Í 1830 er tað Pløyen kemur í myndina. Hann gjørdist Landfúti í Føroyum og var tá bert 26 ára gamal. Hann savnaði fyri danska savnið og hevur helst verið í sam- band við savnið áðrenn hann kom og hevur heilt greitt fingið boð um at hava eyguni eftir stakkastási. Vit hava eitt fínt sett úr Kals- oynni, ið vísir greitt sam- band so mangar vegir út í heim, og sum eisni sigur eitt sindur um fíggjar- støðuna, greiðir Arne frá, meðan vit hugtiknir eyg- leiða eitt krúthorn úr glasi hjá Schrøder. Ein stór kista stendur fyrst ein kemur innar. Hana hevði tann fyrsti av Mohr- ættini við sær til Føroya, hann nevndist Nicolai Frederik Mohr og kom hann í 1700 talinum. - Jú her eru fleiri søgu- ligir persónar umboðaðir, sigur Arni. Vit ganga víðari fram og koma framvið stásiligum krúthorni hjá gitna Harra Klæmint á Sandi. Og framvið einasta rúnarkelvi, ið vit vita um. Einum sigur- steini og einum gandaringi úr Sørvági, ið kann steðga næsablóði. Ringurin er frá 1621 og er gjørdur til endamálið, tí ritað er í hann og hetta kann bert gerast, áðrenn ringurin verður latin aftur. Myntskatturin av Sandi Eitt serstakt trygdarsýn- ingarskáp úr glasi stendur enn tómt, men har koma myntir at liggja. Talan er um virðismikla mynt- skattin, ið funnin var á Sandi. - Hetta er nakað heilt serligt og hevur alstóran týdning. Ikki minst innan gransking, sigur Arne og greiður frá um teir menn, ið myntskatturin vísur aftur til. Magnus Berføtta, ið var sonur Ólav Kyrra, sum aftur var sonur Harald Harðráða, hálvbróður Ólav Heilaga. Harald var seinni kongur og leyp í 1066 á Ongland. Eisini var hetta tíðin og teir menn, ið fyrstir gjørdu, at hugtakið infla- tión kom í, tí teir blandaðu ov nógv uppí silvuri. - Fyrsta rúm er sum heilt frá fyrstu tíðum og so frameftir. Hetta hevur stóran søguligan týdning, sigur Arne Thorsteinsson, sum sjálvur hevur verið í Danmark og fingið til vega tað, ið komið er til Føroya. Enn eru lutir í Danmark, sum Fornminnissavnið eig- ur, men hesir verða nýttir í sýningum. Savnið av føroyskum lutum er býtt sundur innan rímuligt mark millum søvnini. Har eru lutir, ið ikki eru rímuligir at krevja aftur, ella vit hava teir frammanundan, og lutir, ið ynskiligt er koma seinni, t.d. eitt pottmál, ið løgtingið hevði og sum helst hevur verið nýtt til eftirkanningar. Sjórænarar Miðrúmið, rúm 2, er ser- stakt. Her stendur tað, sum hevur verið í Kirkjubø. Kirkjubøstólarnir og okkurt annað. Ein serligur hugni er í rúminum, ið er skýmligt og ljósið fær ein ávísan hita av litinum í gamla trænum, sum er sýnt fram kring í rúminum. Sum at ganga eftir kirkjugólvinum við stólunum við lið, hóast nakað langt er ímillum. Í rúmi nummar 3 er tað, ið var á Dansk Folkemu- seum. Áhugaverd er ein krukka til salvu úr Nólsoy, ið er sera kend, tí hon er tengd at frásøgn um sjó- rænarar. Hildið var, at krukkan var burtur, men hon kom undan kavi aftur á danska savninum og tað fegnast savnsfólkini um. Eisini stakkanálir úr gyltum silvuri eru at síggja og Arni greiðir frá, at hesar hava verið á heimsfram- sýningini í París ár 1900 og eru so helst strandaðar aftur á danska savninum. Síðani eru sera nógv am- boð, ið kanska ikki tykjast merkisverd í fyrsti syftu, men sum hava alstóran týdning og eru sera áhuga- verd. Tað er læknin á Eiði, R.K. Rasmussen, ið sendi sera nógv av hesum til danska savnið at varðveita. Millum annað er ein forvitnisligur leypur við loki og lási. Hesar nýttu prestar vanliga og lyftur ein lokinum, so sæst, at í lokin- um er serstakt rúm til kragan. Síðsti innkomni luturin er ein borðbátur, ið ber av øllum, so vakur og væl úr hondum greiddur er hann. Og allur reiðskapur er við eisini. Ferðin í fornari føroysk- ari søgu er at enda og vit nærkast hurðini, tá eg beri við ristaran, sum Arne í Svf ikki segði seg finna útav, tí hann tyktist ónýtiligur. - Men enn hevur eingin sagt seg vita nærri at greiða frá hesum, hóast mong eru komin við skilagóðum upp- skotum, sigur Arne, sum við stórum innliti og frá- søgugleði hevur nýtt henda kærkomna møguleika at varpa ljós á sýningina og kanska eisini geva øðrum lutum, enn bert gitnu kirkjubøstólunum, eitt pláss í ljósinum eina løtu. Leygardagin lata dyrnar inn í forna heimin upp fyri almenninginum, men longu í dag er samkoma fyri inn- bodnum, har Ulla Tørnæs, kenslumálaráðharri handar Annlis Bjarkhamar og Mentamálaráðnum fornlut- irnar. Her mangt annað enn bert kirkjubøstólar Í mong ár hevur langi skuggin av kirkjubøstólunum hingið yvir so mongum øðrum forngripi, og Arne Thorsteinsson nýtir fegin høvið at flyta ljósið á aðrar týðandi fornlutir eina løtu. Her stendur hann við einum bronsuluti úr miðøld Mynd: Jens K. Vang C M Y K 19 18